Tíðindi úr Føroyum tann 4. juli 2016. Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Like dokumenter
Meskaroyndir við havtaskugørnum

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Hvussu at standa sterkur í storminum

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

F L R. Føroyskt Lógar Rit Vol. 3, No. 2, oktober 2003 aroese Law Review Vol. F 3, No. 2, October 2003 ÍMYNDIR & ALHEIMSGERÐ

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

Hin synoptiski trupulleikin

Hvussu fóta vit okkum best som vísindastovnur

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

ZETA a r c h i t e c t s

Aktuell kommentar. Norske kroner ingen trygg havn. av Alexander Flatner, seniorrådgiver i Markedsoperasjons- og analyseavdelingen i Norges Bank *

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

SKAGEN Kon-Tiki. Viser vei i nytt farvann. Økt risikovilje blant investorene førte til en sterk måned i vekstmarkedene.

Gips venjingar - tá armurin er brotin

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 3. Juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Færøysk i nordisk samanheng: Det sentralnordiske språket

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Almenna byggisamtyktin fyri Vioareiois kommunu gr. Byggisamtyktin fevnir um aha kommununa. 2. gr. Asetingarnar i samtyktini galda:

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

69 95 Spar minst kr. 20

sþ Tillaga til þingsályktunar [200. mál]

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Orka og orkupolitikkur

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Sjálvandi taka vit livur

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Tíðindi úr Føroyum tann 25. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

PRESSEKONFERANSE - 9. august KVARTAL

Tilboð Prísir út fyri eindunum eru uttan mvg. Vatnsoyra Snikkaravirki pf. Vatnsoyra Snikkaravirki pf.

Tíðindi úr Føroyum tann 1. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 26. august Tíðindi frá Kringvarpi Føroya samansett av Føroysku Sjómanskirkjuna/bjg

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

EØS-tillegget til Den europeiske unions tidende. EØS-KOMITEENS BESLUTNING nr. 203/2014. av 30. september 2014

Heimsins nalvi í Hósvík

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Tíðindi úr Føroyum tann 24. jan Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

'f rorshavn. ,,, Scrabster..,$ Sjåfarleio til Skotlands. Føroya Landsstyri - Samskiftisdeildin - Jån Rasmussen civilverkfrøoingur

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Kunsten å bruke sunn fornuft Verden sett fra SKAGEN

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Small Federation Games Magni Jøkladal, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen og Marjun Restorff skriva

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

Árg. 19 Nr sunnudagur 28. mai VÍKINGUR SKÁLA

Tíðindi úr Føroyum tann 11. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Ársfrágreiðing 2013 um seyðahaldið í Heygshaga. Hans Martin Andreassen

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

SKAGEN Kon-Tiki. farvann. Desember Tigerens år endte godt opptur på 21,2 prosent

Ein gomul søgn sigur frá, at tá Svarti deyði herjaði um , livdi bara ein maður eftir á Strondum, sum æt Meggrus.

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 4. juli 2016 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni. Pengamaskina vitjaði í Føroyum 04-07-2016 19:27 Danska nótaskipið Ruth, sum føroyingar í Hirtshals eiga, vitjaði hesa vikuna nakrar dagar í Føroyum. Høvuðsendamálið við vitjanini var at taka trol og útgerð frá Vónini umborð, men eigararnir valdu eisini at vísa snøgga nýggja skipið fram. Tað hevur gingið serstakliga væl hjá Ruth seinastu árini. Hyggja vit at roknskapunum frá 2011 til 2015, sæst at talan í veruleikanum er um eina milliardfyritøku. Reiðaríið Ruth A/S hevur annað virksemið enn nótaskipið Ruth, men nótaskipið er so nógv tað størsta aktivið hjá felagnum. Síðani 2011 altso seinastu fimm árini hevur yvirskotið fyri skatt samlað verið 325,5 milliónir krónur. Avsetingarnar eru nú komnar upp á 160 milliónir, og eginkapitalurin er 266 milliónir krónur. Tøki peningurin hjá reiðarínum var 177 milliónir krónur við ársenda í fjør. Aktivini tátta í 900 milliónir krónir, meðan langfreistaða skuldin er knappar 300 milliónir og stuttfreistaða 367 milliónir krónur. Sambært Fisker-Forum hevur Ruth keypt hesa útgerð frá Vónini: Eina makrel/silda-ringnót Eitt svartkjaftatrol Ein svartkjaftaposa Tríggjar posar til makrel/silda-nótina Veirar og ymsa dekksútgerð Kelda til roknskapartølini: proff.dk Dimma.fo Faroe Farming: Bakkafrost ikki tikið støðu til broytingar 04-07-2016 19:30 Í sambandi við yvirtøkuna av Havsbrún í 2011, seldi Bakkafrost meirilutan av partabrøvunum í Faroe Farming. Alirisin hevur tó meira ella minni havt tamarhald á alifelagnum í Suðuroy, og hevur millum annað selt allan fiskin fyri minsta alifelagið í landinum Bakkafrost hevur nú, um myndugleikarnir góðtaka handilin, eisini formligt ræði á Faroe Farming. Tá Bakkafrost í apríl 2011 keypti Havsbrún, var felagið tvungið til at selja burturav, tí felagið sambært alimyndugleikunum fór uppum eigaraavmarkingina, sum sambært alilógini er 50 prosent. Úrslitið var, at Bakkafrost seldi meirilutan av partapeninginum til íløgufelagið Tjaldur, sum síðan - formliga - hevur sitið við valdinum í Faroe Farming. Havandi í huga, at Bakkafrost er alifelag og Tjaldur er eitt íløgufelag, er tó lítið at ivast í, at ávirkanin hjá Bakkafrosti í Faroe Farming hevur verið stór, og tá Bakkafrost samstundis hevur selt allan fiskin fyri Faroe Farming, er ikki longur nakar ivi um, at samstarvið hevur verið sera tætt.

Eftirlitsmyndugleikarnir hava eisini havt eyguni eftir samstarvinum millum feløgini, tí tá alimyndugleikin loyvdi søluni í 2012, var eitt krav, at feløgini vóru hvør sín eind, og seinastu tvey árini hevur Skráseting Føroya kannað, um alt er farið rætt fram. Nú kemur Bakkafrost tó undan myndugleikunum, tí við at lata eitt aliloyvi í Svínáum og eitt á Hovsfirði innaftur, kann felagið - eftir egnum tykki - leggja hini bæði loyvini í Suðuroy afturat, og samstundis halda seg innanfyri avmarkingarnar í alilógini. Í tíðindaskrivinum skrivar Bakkafrost, at felagið roknar við, at alingin í Suðuroy væntandi kann optimerast munandi. Hvat hetta innber, vil Regin Jacobsen tó ikki siga nakað um, tá Dimmalætting tosar við hann. Heldur ikki, tá spurt verður um tað merkir, at fiskurin framyvir skal slaktast í Runavík, har Bakkafrost er í ferð við at byggja eitt risastórt virki. - Tað hava vit ikki tikið støðu til. Vit halda bara, at har eru stórir møguleikar við at optimera raksturin, við tí sum tað inniber, sigur Regin Jacobsen. Dimma.fo Krea yvirtikið heimasíðuveitingina hjá Føroya Tele 04-07-2016 20:23 Lýsingarstovan Krea hevur yvirtikið heimasíðuveitingina hjá Føroya Tele. Lýsingarstovan hýsir longu fleiri enn 50 heimasíðum og skal nú eisini taka sær av teimum umleið 100 heimasíðunum, sum Føroya Tele hevur hýst. Føroya Tele byraði at hýsa heimasíðum í 2007, men hetta hevur ongantíð verið eitt kjarnuøki hjá fyritøkuni og tí varð avgjørt at selja tænastuna. Ein av fremstu treytunum hjá Føroya Tele var, at keyparin hevðu royndir við hýsing og har varð Krea mett at lúka ásettu krøvini. Krea hevur hýst heimasíður síðan 2003 og hýsir í dag fleiri enn 50 heimasíðum. Reimund Langgaard stjóri á Krea fegnast um keypi. Fyritøkan er nógv vaksin seinasta árið og er tí tilreiðar at taka á seg nógv meira virksemi, verður sagt í tíðindaskrivi. Dimma.fo Havsbrún velduga stóran týdning 04.07.2016 (20:31) - Eg skal vegna havna- og vinnunevndina hjá Fuglafjarðar kommunu ynskja Havsbrún hjartaliga til lukku við teimum 50 virkisárunum, ið higartil eru løgd aftur um. Til lukku til eigarar, nevnd, leiðslu og til øll tey, sum starvast og hava starvast á Havsbrún! Soleiðis sigur Sigurd Simonsen, nú Havsbrún í Fuglafirði hevur fimmti ár á logginum. - Tað var í tøkum tíma, at Havsbrún kom og byrjaði sítt virksemi miðskeiðis í sekstiárunum. Vinnulívið i Fuglafirði var um hetta mundið í einum djúpum aldudali. Øll tey stóru útgerðarfeløgini vóru farin á húsagang innan fyri eitt tíggjuáraskeið stutt frammanundan. Sigurd Simonsen sigur, at tá tað frættist, at Føroya landsstýri hevði ætlanir um, at ein sildaoljuverksmiðja skuldi byggjast í Føroyum, vóru tey lokalu fakfeløgini, ið eftir vóru, virkin. Einstaklingar og Fuglafjarðar kommuna vóru skjót at lofta hesum hugskoti. Her sóu menn ein nýggjan møguleika at vinna aftur tey mongu mistu arbeiðsplássini.

- Strembanin gav úrslit, og felagið Havsild varð stovna út á heysti í 1964. Seinni kom felagið Dagsbrún úr Tórshavn við inn í ætlanina, sum harvið gjørdist munandi størri. Saman stovnaðu Havsild og Dagsbrún á sumri í 1965 Í/F Havsbrún og tók verksmiðjan ímóti fyrstu lastini tann 30. juni í 1966. Sigurd Simonsen vísir á, at eftir at Havsbrún byrjaði sítt virksemi, sást skjótt, at meira lív kom í Fuglafjørð aftur. Havsbrún hevur síðan tá verið ein av høvuðsleikarunum í tí stóru menningini á vinnuøkinum í Fuglafirði hesi seinastu 50 árini. - Vit í vinnunevndini fegnast eisini um, at tey virkir, sum frá byrjan uppstóðu í kjalarvørrinum av Havsbrún, eins og onnur eldri virkir, sum veittu Havsbrún og serliga teimum mongu skipunum, ið vitjaðu Fuglafjørð fjølbroyttar tænastur, eisini megnaðu at møta nýggju avbjóðingini, ið byrjaði, tá alivinnan tók seg upp fyrst í áttatiárunum. Hann vísir á, at sum frá leið kundu hesi somu virkir bjóða alivinnuni allar tær tænastur, ið henni tørvar. Vónin við alinótum og fortoyingsútgerð, KJ Hydraulik við tvíkiljunum og aliringum, JT Electric við ljós-og kameraskipanum, fóðringsanleggum og fóðurflakum, Bergfrost við frystigoymslu til fiskavørur, Petur Larsen við flakamaskinum - og ikki minst Havsbrún sjálvt, ið veitir stórar nøgdir av laksafóðri. - Sum tað týdningarmesta virkið av sínum slag hetta 50 ára tíðarskeið, hevur Havsbrún havt og hevur framvegis sera stóran týdning - ikki bara fyri Fuglafjørð, men fyri alt tað føroyska samfelagið. Tað sigur seg sjálvt, tá hugsað verður um, at virkið einsamalt hevur ein umsetning oman fyri miljardina seinastu árini. Hetta táttar upp ímóti 10 prosentum av BTÚ landsins. Sigurd Simonsen sigur, at allar góðar orsøkir eru at ynskja Havsbrún til lukku við vónini um, at góða gongdin fer at halda fram. Heilsanin hjá honum vegna havna-og vinnunevndina hjá kommununi, nú virkið er farið um tey fimmti, kann lesast í fullum orðaljóði á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu - www.fuglafjordur.fo In.fo Týskt mannfall undan hálvfinaluni 04.07.2016 (13:42) Favoritturin til EM-meistaraheitið verður funnin hóskvøldið, tá ið stórveldini Frakland og Týskland bresta saman í hálvfinalu í Marseille. Í hinari hálvfinaluni hittast Portugal og Wales, og tí er onki at siga til, at Frakland og Týskland eru favorittar at vinna EM 2016. Í gjárkvøldi hevði Frakland bert tveir mans í leikbansvanda - Arsenal-leikararnir Laurent Koscielny og Olivier Giroud. Báðir hesir blivu skiftir út í nóg góðari tíð, so báðir hesir eru klárir til brakið hóskvøldið. Afturat hesum er franska liðið fullmannað til hálvfinaluna. Men standurin er ikki eins góður í týsku leguni. Leygarkvøldið fóru bæði Sami Khedira og Mario Gomez út við skaða, og hvørgin teirra verður við á týska liðnum hóskvøldið. Á heimasíðuni hjá týska fótbóltssambandinum váttar Joachim Löw, týskur landsliðsvenjari, at bæði Sami Khedira og Mario Gomez eru ov skaddir at luttaka í hálvfinaluni. Mario Gomez væntast ikki at luttaka aftur í kappingini, meðan týskarar enn vóna, at Khedira verður við í einari møguligari finalu.

Harafturat hevur Mats Hummels leikbann hóskvøldið orsakað av ov nógvum gulum kortum. At enda verður sagt, at Bastian Schweinsteiger er ivasamur til hálvfinalubrakið, ið byrjar hóskvøldið klokkan 20. In.fo Noreg: Onki verkfall í oljuvinnuni á hesum sinni 04.07.2016-05:38 Partarnir í norsku oljuvinnuni, við SAFE á odda fyri arbeiðstakarasíðuna, og Norsk Olje og Gas á hinari síðunu, samdust leygarmorgunnin u meina nýggja avtalu, Fyri arbeiðstakararnar samráddust feløgini SAFE, Lederne og Industri Energi. Vandi var fyri at eini 1200 starvsfólk kundu verða tikin út í verkfall. Partarnir samráddus í fýra tímar eftir freistina, og partarnir siga at øll eru nøgd við úrslitið. Lønarhækkingin er uppá 9100 norskar krónur, umframt at 1,50 krónur er lagt afturat skiftískooytinum. Frammanundan varð sagt at um verkfall bleiv, so vildi tað merkt at umleið seks prosent av norsku oljuframleiðsluni steðgaði, og tað vildi fingið oljuprísin at hækka. Oljan.fo Farstad Shipping fær betri tíð til endurreisn 04.07.2016-19:26 Norska reiðaríið Farstad Shipping flýtur í tungum fíggjarligum sjógvi. Arbeitt verður við at finna eina loysn á trupulleikunum. Í eini fráboðan frá felagnum í gjár verður sagt at nú hevur felagið fingið hjálp frá lángevarunum. Í øllum førum til einaferð í heyst. Í eini fráboðan til Oslo Børs verður sagt at meirlutin av lángevarunum hava góðtikið at Farstad Shipping sleppur undan at rinda avdrøg fram til 1. oktober. Farstad Shipping arbeiðir við at finna eina loysn sum skal tryggja framhaldandi rakstri av felagnum, ið hevur 58 skip og umleið 1900 fólk í starvi. Oljan.fo Meting um tilfeingið vika 27 01 Juli 2016 Samandráttur: Línuskip: Tað fóru fleiri línuskip út á Íslandsryggin,og tað eru fleiri komin inn aftur á Landgrunnin, meini tað eru 4 línuskip eftir á Rygginum, vænti at tey koma inn seinnapartin í vikuni. Hini, sum vóru á Rygginum eru við Føroyar, kanska koma eitt ella tvey inn mánadagin. Tvey eru

við Ísland vænti annað kemur inn í vikuni. Tað, sum tey fáa er svartkalvi, toskur, brosma og longa. Útróður: Streymurin verður harður tað nógva av vikuni, og fleiri bátar fara at leggja at pussa upp, so eg vænti ikki tað stóra av útróðrafiski í vikuni. Djúpvatnstrolarar: ein fiskar við Eysturgrønland, og frystur umborð, 3 fiska við Føroyar, tað er mest svartkalvi og kongafisk, vænti at 2 landa fyrst í vikuni, og hin seinni í vikuni. Partrolarar: 8 pør eru til fiskarí, tey fáa sera lítið, onkrir eru farnir á svartkalva, aðrir fiska upsa, vænti 2 pør vera inni fyrst í vikuni, so koma aðrir sum vikan gongur. Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum, vænti hann landar fyrst í vikuni, í løtuni eru 3 bátar á Landleiðini, vænti at hinir báðir fara út í vikuskiftinum, og vit vænta ein trolbát sum er á landleiðini mánadagin Garnaskip: Bara eitt garnaskip er til fiskarí og vænti tað landar mitt í vikuni.. Eitt garnaskip hevur lagt fyri summari. Fmf.fo Valutanavn WMR Australske dollar 503,18 Bulgarske leva 380,42 Brasilianske real 206,32 Canadiske dollar 519,35 Schweizerfranc 686,41 Kinesiske renminbi.yuan 100,27 Tjekkiske koruna 27,460 Euro 744,10 Britiske pund 886,84 Hong Kong dollar 86,12 Kuna 98,99 Ungarske forint 2,3460 Israelske new shekel 173,42 Indiske rupees 9,9310 Japanske yen 6,5130 Mexicanske peso 36,430 Norske kroner 80,36 Newzealandske dollar 481,55 Polske zloty 167,95 Russiske rubel 10,470 Svenske kroner 79,22 Singapore dollar 496,56 Thailandske baht 19,050 Tyrkiske lira 230,50 US dollar 668,22

Sydafrikanske rand 46,110 Danskebank.dk Andlát Ebba Johannesen av Tvøroyri, andaðist sunnudagin 3. juli, 84 ára gomul. Bente Iren Åmbakk andaðist í Ørsta í Norra sunnudagin 3. juli, 48 ára gomul.