Hin synoptiski trupulleikin

Like dokumenter
Gips venjingar - tá armurin er brotin

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Bibelforskning om Jesus

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Uppsetan av SMC 7904WBRA

På sporet av Jesus. Øveark

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Kirkjuligt Missiónsblað

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

HVEM SKREV EVANGELIENE?

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Sethús Høgabø 8, Vágur

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

ELDRI. Landsfelag Pensjónista. Limablað, útgáva 2

Hvussu at standa sterkur í storminum

Heimsins nalvi í Hósvík

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tilboð Prísir út fyri eindunum eru uttan mvg. Vatnsoyra Snikkaravirki pf. Vatnsoyra Snikkaravirki pf.

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

troen er for de svake For opptak:

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Tvídráttur heimsveldanna

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Vi synger pinsedagens høytidsvers på nr. 228: O lue fra Guds kjærlighet.

Fire evangelier ett evangelium. Kortkurs på Folkehøgskolen Sørlandet 24. Februar 2018 v/kurt Hjemdal

21. oktober kl

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Sjálvandi taka vit livur

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Dåpen er en av de første praktiske bevis på frelsen.

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

Tú alfagra land mítt. tjóðsangurin og søga hansara

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Árg. 19 Nr sunnudagur 28. mai VÍKINGUR SKÁLA

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

ALTARBÓK FØROYA KIRKJU. Royndarútgáva Seinna tekstarøð

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Ein gomul søgn sigur frá, at tá Svarti deyði herjaði um , livdi bara ein maður eftir á Strondum, sum æt Meggrus.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Haruveiðan í Føroyum. Hunting of hare in the Faroe Islands in Eyðfinn Magnussen. NVDRit 2013:02

Small Federation Games Magni Jøkladal, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen og Marjun Restorff skriva

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Last ned Mannen som forandret verden. Last ned. Last ned e-bok ny norsk Mannen som forandret verden Gratis boken Pdf, ibook, Kindle, Txt, Doc, Mobi

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Transkript:

Hin synoptiski trupulleikin Eftir Jonhard Jógvansson, stud.theol. Hvussu fyrihalda hini synoptiusku evangeliini (Matteus, Markus og Lukas) seg til hvørt annað? Hetta hava serfrøðingar brúkt sera nógv blekk uppá, og tað hava verið og eru ymiskar meiningar um, hvussu hetta skal skiljast. Tað, sum eg nevni niðanfyri, havi eg serliga frá lektor, cand.theol., Torben Kjær. Síðani hin køni lesarin av evangeliunum lættliga kann síggja, at næstan alt tað, sum stendur í Markus eisini er at finna í Matteus og Lukas, tá hevur hetta haft við sær, at serfrøðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at hetta má vera orsaka av, at evangeliini eru bókmentaliga tengd at hvørjum øðrum. Hin vanliga loysnin uppá hetta, sum eisini verður rópt fyri hin synoptiski trupulleikin (da. det synoptiske problem), er, at Matteus og Lukas mugu hava kent og brúkt Markus. Hetta kann lýsast á fylgjandi hátt: Evangeliið eftir Markus Evangeliið eftir Matteus Evangeliið eftir Lukas Q Men síðani Matteus og Lukas eisini hava nakað til felags, sum ikki er at finna í Markus, tá hevur hetta fingið serfrøðingar til at halda, at tað má vera orsakað av, at teir hava verið bókmentaliga tengdir at eini aðrari keldu. Hetta meta teir at vera hin einasta mátan at forklára tað, sum Matteus og Lukas hava til felags. Hesa keldu kalla teir Q (frá týska orðinum Quelle, sum merkir kelda ). Tá ið talan er um Q, er talan altso um eitt hugsunarstøði, tí at hetta er jú ikki ein funnin kelda, men ein uppfunnin kelda, altso ein kelda, sum er uppfunnin fyri at forklára sambandið millum synoptisku 1

evangeliini. Júst hetta er eisini tað, ið verður rópt fyri tvær-keldu-hugsunarstøðið (da. to-kildehypotesen). Útfrá hesum hugsunarstøði kann ein lýsa sambandi millum keldurnar á fylgjandi hátt: M og L Hetta hugsunarstøði kann tó eisini lýsast enn meiri nágreiniliga, tá ið ein hevur í huga, at Matteus og Lukas eisini hava egið tilfar. Hetta serstaka tilfarið verður tess vegna rópt M (fyri hitt serstaka hjá Matteus) og L (fyri hitt serstaka hjá Lukas). Hetta kann so statt lýsast á fylgjandi hátt: 2

Hesum viðvíkjandi siga Reidar Hvalvik og Terje Stordalen: Når det gjelder å forklare særstoffet hos Matteus og Lukas, er meningerne delte. En del forskere vil si at mye av dette er skapt av evangelistene selv, men mer sannsynlig er det, at vi også her står overfor muntlig tradisjon. At den muntlige Jesus-tradisjonen skulle være begrenset til stoffet i Markus og Q, er lite sannsynlig. Etter alt å dømme omfattet den adskillig mer; også noe som ikke er kommet med i våre evangelier (jf. Joh 20:30: «Jesus gjorde også mange andre tegn for disiplenes øyne, som det ikke er skrevet om i denne boken»; jf. også 21:25). Det betyr at særstoffet som finnes i Matteus- og Lukasevangeliet kan være like opprinnelig som Markus- og Q-stoffet (Hvalvik & Stordalen 1999: 186). Eygnavitnini Í uml. tveyhundra ár hevur tað verið vanligt at brúkt tvær-keldu-hugsunarstøðið innan bíbliugransking, men spurningurin er tó, um hetta hugsunarstøðið er eftirfarandi. Útfrá hesum hugsunarhátti er ein altso sannførdur um, at einans hetta, at synoptisku evangeliini eru bókmentaliga tengd at hvørjum øðrum, kann forklára líkheitirnar. Harvið velur ein eisini at síggja burtur frá, at frásøgnin hjá eygnavitnunum saktans kann forklára líkheitirnar. Um ein velur tværkeldu-hugsunarstøðið sum forkláring, so frávelur ein harvið eisini frásøgnina hjá eygnavitnunum sum forkláring. 3

Men alt bendir á, at evangeliini nevniliga eru frásøgnir hjá eygnavitnunum til Jesus-hendingina. Og tá ið talan er um eygnavitnir, tá kann ein eisini vænta, at ein eftirfarandi siðvenja kemst burtur úr, tí at eygnavitnini mintust jú til tað, sum Jesus bæði segði og gjørdi. Um hetta sigur Torben Kjær: Og vi har set, at apostlene individuelt formede traditionen om Jesus. Når vi definerer traditionen på denne måde og forstår, at den er øjnevidne-tradition, at den er pålidelig og historisk, og at den findes i varieret form, da har vi i traditionen den naturlige forklaringsmodel til det komplekse forhold mellem ligheder og forskelle evangelierne imellem. Den store lighed i stof skyldes, at de synoptiske evangelier stammer fra forskellige øjnevidner, der var vidner til den samme historie. Ifølge en gammel oldkirkelig tradition er forfatteren til MattEv apostel og øjnevidne; og ifølge den ældste oldkirkelige tradition gengiver Markus den tradition, han har modtaget fra apostelen Peter. I Lukasprologen skriver Lukas, at han baserer sit evangelium på apostlenes kollektive vidnesbyrd (Luk 1,1-4). Evangelierne er derfor øjnevidneberetninger... (Kjær 2005: 156). Lukas-prologurin Í Lukas-prologinum lesa vit: Av teirri grund at mangir hava tikið sær fyri at seta saman eina frásøgn um tær hendingar, sum hava tilborist hjá okkum, soleiðis sum teir, sum í fyrstuni vóru eygnavitni og síðan gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, so havi eg eisini sett mær fyri, eftir at eg havi rannsakað alt gjølla frá upphavi, at skriva um tað, hvørt aftan á annað, til tín, hávirdi Teofilus, til tess at tú kanst vera førur fyri at kanna um, hvussu álítandi tann frágreiðingin er, sum tú hevur hoyrt sagda (Luk 1,1-4). Um Lukas-prologin sigur Kjær eisini: Prologen fortæller, at Lukas ikke bruger forgængernes evangelier som forlæg, men bygger direkte på traditionen. Ordene nøje at gennemgå alt forfra peger også på, at Lukas ikke har benyttet skriftlige forlæg. Lukas har altså ikke benyttet Markusevangeliet, som tokildehypotesen hævder (Kjær 2005: 156-157). Tá ið talan er um frasøgnirnar hjá ápostlunum, sum vóru eygnavitnir til Jesus-hendingina, so kann ein so statt lýsa líkheitirnar og ólíkheitirnar í øllum evangeliiunum á fylgjandi hátt: 4

Jesu lív Matteus ápostul Pætur ápostul Jóhannes ápostul siðvenjan hjá ápostlunum Matteus Markus Jóhannes Lukas Markus Lukas Niðurstøða So statt haldi eg eisini, at henda meira traditionella lýsingin av forholdinum millum evangeliini, er meira sannførandi. Í mun til tvær-keldu-hugsunarstøðið kann henda lýsingin nevniliga eisini forklára Lukas-prologin. Lukas kann altso lýsa Jesus-hendingina frá upphavi, tí at hann kennir siðvenjuna hjá teimum, sum vóru eygnavitnir til Jesus-hendingina frá upphavi. Vitnisburðurin hjá teimum, sum vóru eygnavitnir frá upphavi tykist so statt at hava haft sera stóran týdning fyri, hvussu boðskapurin um Jesus varð borin víðari, og hvussu hann varð forstaðin av teimum fyrstu kristnu (Bauckham 2006: 124). Og eg trúgvi, at forkláringin til líkheitirnar og ólíkheitirnar millum evangeliini er at finna í júst hesum, nevniliga at talan er um frásøgnina hjá teimum, sum frá upphavi vóru eygnavitnir til hina somu hendingina, nevniliga Jesus-hendingina. Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt (Áps 4,20). Keldur Bauckham, Richard. 2006. Jesus and the Eyewitnesses. Grand Rapids, Michigan: William B. Eerdmans Publishing Company. Hvalvik, Reidar & Terje Stordalen. 1999. Den store fortellingen. Oslo: Det Norske Bibelselskap. 5

Kjær, Torben. 2005. Jesus: En indføring i de tre første evangelier. Hillerød: LogosMedia. 6