BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

Like dokumenter
Gips venjingar - tá armurin er brotin

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Hin synoptiski trupulleikin

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Uppsetan av SMC 7904WBRA

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Kostráð í sambandi við hjarta- og æðrasjúkur

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

GRUNDBÓK. í FØROYSKUM

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

E G C F H/B D A D C A G H/B F E. Tekna við ngrinum frá nóta til bókstav til tangent

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðar afelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

ELDRI. Landsfelag Pensjónista. Limablað, útgáva 2

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Tvídráttur heimsveldanna

Hvussu at standa sterkur í storminum

fisk fleiri ferðir um vikuna

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Ein gomul søgn sigur frá, at tá Svarti deyði herjaði um , livdi bara ein maður eftir á Strondum, sum æt Meggrus.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Sjálvandi taka vit livur

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Ársfrágreiðing 2013 um seyðahaldið í Heygshaga. Hans Martin Andreassen

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Anti-doping og eg. - ein hondbók um mannagongdir og leiðreglur. Umbróting, repro og prent: Hestprent

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tilboð Prísir út fyri eindunum eru uttan mvg. Vatnsoyra Snikkaravirki pf. Vatnsoyra Snikkaravirki pf.

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Heimsins nalvi í Hósvík

Tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar september 2010

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

Eingin fjølmiðlaetikkur

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

Ársfrágreiðing 2016/17 hjá Føroya brigdesambandi Eykaársfundur leygardagur 6. januar 2018 í Bridgehúsinum.

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Sethús Høgabø 8, Vágur

Tíðindi úr Føroyum tann 11. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

21. oktober kl

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Árg. 19 Nr sunnudagur 28. mai VÍKINGUR SKÁLA

ZETA a r c h i t e c t s

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Orka og orkupolitikkur

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Transkript:

BØRN Í BILINUM Ráðið fyri Ferðslutrygd

INNIHALD Síða 3 Síða 4 Síða 5 Síða 6 Síða 8 Síða 9 Síða 10 Síða 12 Síða 13 Síða 14 Síða 16 Søgn og sannroynd Tað sigur lógin Børn og airbag 0-13 mánaðir vekt upp til 13 kg. 9 mánaðir - 4 ár vekt 9-18 kg. Eldri enn 4 ár vekt uml. 15-25 kg. Hvar í bilinum? Góðkenningar Isofix Á ferð við stovninum 5 leiðreglur

SØGN OG SANNROYND Mær nýtist ikki at festa barnið í beltið - vit fara bara ein stuttan túr. Sannroynd: Flest óhapp henda á stuttum túrum. Vit koyra spakuliga, so her hendir onki Sannroynd: Ein samanstoytur við einans 50 km/t er sum at detta av fjóðru hædd. Eg kann sum onki halda barni mínum í føvninginum Sannroynd: Hendir samanstoytur við 50 km/t verður eitt barn, sum vigar 10 kg. trýst frameftir við eini tyngd upp á 200 kg. Tað heldur ongin føvningur til. Eg spennið bara 2 børn í eitt trygdarbelti til vaksin Sannroynd: Verður bremsa harðliga kunnu børnini kleimast saman, og harvið skaða hvønn annan. Tískil: Ongantíð 2 í sama belti! Tað eru ongar umberingar fyri ikki at spenna barnið fast í bilinum. Mong av teimum børnum, sum doyggja í ferðsluni, høvdu verið á lívi, um tey sótu íbundin. Meira enn helvtin av teimum børnum, sum koma til skaða, høvdu verið óskalað. SPENN BARNIÐ OG TEG SJÁLVAN FAST Í BILIN.

TAÐ SIGUR LÓGIN: ØLL Í BILINUM SKULU VERA FASTSPENT. Ábyrgd førarans: Tað er ábyrgd førarans, at ferðandi undir 15 ár eru fastspent við rættari útgerð. Børn undir 135 cm skulu vera fastspent í góðkendari trygdarútgerð, hóskandi til hædd og vekt. Tað kostar eitt klipp í koyrikortið, um ferðandi undir 15 ár ikki er íspentur ella um børn undir 135 cm. ikki eru fastspent í góðkendum trygdarútbúnað, hóskandi til hædd og vekt. Børn undir 3 ár mugu als ikki vera í bili, um trygdarútgerð tillagað hædd og vekt barnsins, ikki er í bilinum. TILRÁÐINGAR: Frá nýføðingi til uml. 1 ár: Pinkustólur Frá uml. 1 ár til 3-4 ár: Barnastólur. Eitt sindur størri børn: Beltipúta, helst við ryggstuðli. Tá barnið er 135-140 cm. til hæddar (uml. 8-9 ár), kann barnið aloftast nýta vanligu beltini í bilinum uttan beltipútu. Vaksin. Tey vaksnu skulu sjálvsagt eisini spenna seg í beltini. Altíð.

BØRN OG AIRBAG Airbag, luftbjølgurin, í bilinum er gjørdur til at verja vaksin. Svenskar og amerikanskar kanningar vísa, at einamest smá børn kunnu fáa álvarsligt mein, kanska deyðamein, um tey sita frammanfyri luftbjølgi, sum gerst virkin. Tá tú keypur nýggjan bil, skalt tú gera tær greitt, í hvønn mun tú hevur tørv á at koyra við børnum. Kannað hvar luftbjølgarnir eru, og um teir kunnu gerst óvirknir ella takast úr bilinum. TILRÁÐING UM STAÐSETING AV BØRNUM Í BILUM VIÐ AIRBAG BØRN UNDIR 140 CM. Børn í pinku- ella barnastóli, ið vendur aftureftir, mugu ongantíð setast við ein luftbjølg. Tað er bæði ólógligt og lívshættisligt! Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir í høvuðsheitum til, at børn undir 140 cm. ikki sita við ein luftbjølg, líkamikið um stólurin vendir aftur ella fram, ella um tey sita á beltipútu. Smábørn skulu á baksetrið, um luftbjølgurin ikki er gjørdur óvirkin ella tikin burtur. BØRN YVIR 140 CM. Børn yvir 140 cm. kunnu sita framman, um tey kunnu nýta vanliga 3-punktbelti í bilinum uttan eykaútgerð. Minnist til at draga setrið heilt aftur, so fjarstøðan til luftbjølgin er sum mest. HURÐABJØLGAR Um bilur tín hevur luftbjølgar í hurðunum, skal barnið ikki sita ella hvíla høvdið móti hurðini. Rennur bilurin á, kann hurðabjølgurin skaða høvdið á barninum. Um barnið situr í vanligari framvendari støðu, so er luftbjølgurin í hurðunum meinaleysur. AT GERA LUFTBJØLGAR ÓVIRKNAR Koyrir tú javnan við einum smábarni í bilinum, so kann tað vera ein fyrimunur, at barnið situr á framsetrinum, undir liðini á tær. Men tá skal luftbjølgurin vera gjørdur óvirkin. Í nógvum bilum er møguligt sjálvur at gera luftbjølgin óvirknan við einum lykli. Bið sølumannin at vísa tær, hvussu hetta verður gjørt, so vissa er fyri,at hetta verður gjørt á rættan hátt.

0-13 MÁNAÐIR VEKT UPP TIL 13 KG. PINKUSTÓLUR Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at tú velur ein pinkustól. Hesin kann brúkast, longu tá barnið er nýføðingur. Barnið situr íbundið, við ryggi móti ferðsluni, og er tískil best tryggjað, um óhapp skuldi hent. Pinkustólurin verður settur á framsetrið (uttan luftbjølg!), ella á baksetrið. Hvussu leingi í pinkustóli? Fyrstu tveir mánaðirnar eigur barnið ikki at sita meira enn 30-45 minuttir um dagin í stólinum. Skulu tit koyra ein longri túr onkuntíð, kann barnið saktans nýta stólin uml. 2 tímar í senn - tað skaðar ikki ryggin.

Gev tær far um, um barninum tørvar at skifta støðu, er svangt ella skal skifta blæu. Tá er stund at halda ein steðg, og at taka barnið upp. Minnist til, at pinkustólurin einans er til flutning í bilinum. Nær skal eg skifta til barnastól? Pinkustólurin kann nýtast til barnið er uml. 8-13 mánaðir - alt eftir hvussu barnið veksur. Tá høvdið á barninum kemur upp um stólarimina ella farið er um vektmarkið, tá er pinkustólurin ov lítil. SETIÐ ONGANTÍÐ SMÁBØRN FRAMMANFYRI EIN LUFTBJØLG! BOXETTA ELLA LYFTNET Tað eru tvær aðrar góðkendar loysnir til flutning av smábørnum í bili: Boxettan er eitt slag av smábarna lyft við beltum, og lyftnet er til at spenna lyftina fasta. Hvørgin teirra er eins trygg og pinkustólurin, m.a. tí at barnið liggur tvørt um ferðslurætningin. Tí mælir Ráðið fyri Ferðslu trygd til einans at nýta hesar loysnir til børn við serligum tørvi, sum ger at tey ikki kunnu nýta pinkustól. T.d. børn, sum eru fødd ov tíðliga. Tosa við læknan ella heilsusystrina, um tú ivast. Umráðandi er at vera hyggin, tá útgerðin skal spennast føst. Í boxettu ella lyftneti skal høvdið á barninum altíð venda móti miðuni á bilinum. Hevur tú lyftnet, skal lyftin fylgja krøvunum í nýtsluvegleiðingini um mát og annað. Útgerð til tey smæstu børnini kann bara nýtast til vektin er uml. 10-13 kg. Tí kann tað vera ein fyrimunur at leiga útgerðina, heldur enn at keypa.

9 MÁNAÐIR 4 ÁR BARNASTÓLAR VEKT 9-18 KG Tá ið barn títt er vorðið ov stórt til pinkustólin, skal hann skiftast út við ein barnastól. Barnastólurin skal vera bakvendur ella framvendur á fram- ella baksetrinum í bilinum. Vit mæla til at seta stólin bakvendan, so leingi sum til ber (av royndum til barnið er uml. 3 ár), tí at tað er tann besta verjan. Í ferðsluvanlukkum er vandin fyri deyðskaðum á háls og nakka nógv minni, tá barnið situr við rygginum ímóti ferðsluni. BAKVENDUR Teir flestu bakvendu stólarnir verða spentir fastir í bilin við trípunktselum og tilhoyrandi eykaselum og stuðulsbeini (stuðulsbeinið skal nýtast, tá ið stólurin er á baksetrinum). Ísetingin gevur stólinum eina góða javnvág, men ger tað eisini truplari at flyta stólin frá framsetri til baksetri ella úr bili í bil. Minst til, at ein bakvendur stólur ongantíð má setast við ein luftbjølg. FRAMVENDUR Flestu framvendu stólar verða spentir fastir í bilin við trípunktbeltum. Framvendir stólar kunnu nýtast eitt sindur longri enn bakvendir. Minst til altíð at spenna beltini, so at bæði barn og stólur sita trygt og fast. Um bilur tín er útgjørdur við Isofixbesløgum, mæla vit til, at tú nýtir ein Isofix-barnastól. Tað minkar um vandan fyri skeivari ísetan, serliga av bakvendum stólum. Les meira um Isofix á síðu 13.

YVIR 4 ÁR SELAPÚTA VIÐ BAKSMEKKU VEKT UML. 15-25 KG Í 3 4 árs aldrinum er barn títt um at vaksa úr flestu barnastólum, men er enn ov lítið at nýta vanligu bilbeltini einsamalt. Trupuleikin er, at skákbeltið um bringuna verður ov nær við hálsin, og at barnið ikki situr trygt á teimum vanligu bilsetrunum. Uttan baksmekku vil skákbeltið um bringuna alsamt vera ov nær við hálsin. Tá beltipútan er útgjørd við baksmekku, verður beltið stýrt ígjøgnum haldarar á baksmekkuni, so beltið situr rætt. Baksmekkan verjir eisini høvdið á barninum sum ein nakkastuðlari, og stuðlar væl síðurnar, tá ið barn títt svevur. Skift tí barnastólin út við eina beltipútu, hon lyftir barn títt upp, so tað betri kann nýta bilbeltini. Beltipútan skal vera útgjørd við einum sonevndum beltistýri. Tað eru smáir armar sum stýra beltinum tvørturum mjarnabeinini, sum best tola tey sterku árinini, sum henda í einari ferðsluvanlukku. Er beltið tvørturum búkin, er vandin fyri álvarsligum skaðum á innvølir. TÁ BARNIÐ ER 135 CM, KANN TAÐ NÝTA TEY VANLIGU BILBELTINI, UTAN BELTIPÚTU. MEN HALT FRAM VIÐ AT NÝTA BELTIPÚTUNA, UM TØRVUR ER Á TÍ.

HVAR Í BILINUM 1 BARN Tann besti mátin, tá tit eru 2 vaksin í bilinum, er at seta barnið á baksetrið saman við øðrum tykkara. So kann hin vaksni lættliga ansa eftir tí lítla, og førarin kann savna seg um ferðsluna. Koyrir tú einsamøll/einsamallur við barni tínum, kanst tú eisini seta tað á framsetrið. So hevur tú gott samband við títt barn, meðan tú koyrir. Men minst til, um bilur tín hevur luftbjølg í passasersíðuni, skal hann antin gerast óvirkin ella skalt tú seta stólin á baksetrið. 1 PINKUBARN OG 1 BARN Ert tú einsamøll/einsamallur við børnunum í bilinum, er best at seta tað størra barnið á baksetrið og tað minna bakvent á framsetrið. Men um luftbjølgur er í passasersíðuni, skal tað minna eisini setast á baksetrið. 1 PINKUBARN OG 2-3 BØRN Í teimum flestu bilum er tað møguligt at seta tveir barnastólar á baksetrið. Barnið á framsetrinum eigur at sita bakvent, um tað er gjørligt, og eingin luftbjølgur er. MINST TIL AT: EIN BAKVENDUR STÓLUR ONGANTÍÐ MÁ SETAST VIÐ EIN LUFTBJØLG!

MINST TIL ALTÍÐ AT INNSTILLA BELTINI Beltið í pinku- ella barnastólinum eigur at spennast júst so fast, at barnið ikki kennir seg illa. Tað merkir, at tú kanst koyra eina flata hond inn ímillum barnið og beltið. Um beltið er ov leyst, fær barnið eitt eyka rykk í einari harðari bremsing ella samanstoyti. Tað er ein ógvusligur tilburður, ið kann enda við álvarsligum løstum. Í ringasta føri kann barnið vera í vanda fyri at detta úr stólinum. MJADNARBELTIR Sjálvt um eitt trípunktsbelti er betri enn eit mjadnarbelti, so er eitt mjadnarbelti betri enn einki belti og mjarnarbelti skal nýtast, um eitt fólk situr á plássinum. Vit mæla til, at plássið við mjadnarbelti verður brúkt til seinast, tvs. Aftaná plássi við trípunktsbeltum. Er eitt barn í einum barnastóli, sum eftir nýtsluleibeiningini kann nýtast til mjarnarbelti eigur, barnið at nýta tað, so størri børn kunnu nýta trípunktsbeltini. Um størri børn verða sett í eitt mjadnarbelti, kunnu tey nýta eina beltipútu. Tey bæði beltistýrini í síðuni hjálpa til, at beltið situr sum tað skal tvørtur um mjødnina. Minst til, at mjarnarbeltið skal sita tvørturum mjødnina og ikki um búkin.

GÓÐKENNINGAR Trygdarútgerð skal verða góðkend. Minst til, at ein og hvør góðkenning bara hevur virði, um tú nýtir útgerðina eftir nýtsluleiðbeiningini. Fleiri kanningar hava víst, at ov nógvir stólar og beltir ikki eru rætt ísett. Og tað gongur útyvir trygdina. Ein pinku- ella barnastólur skal spennast so fast, sum til ber, so hann ikki kann vikast, hvørki til síðuna ella aftur og fram. Nýt tína kropsvekt til at trýsta stólin niður við, tá tú spennir stólin fastan í bilin. Eftirspenn stólin hvørja viku. E-GÓÐKENNINGIN ECE R44-03 OG ECE44-04 er ein Evropeisk góðkenning. E -ið kann eisini vera skrivað sum eitt lítið e. Tvey tey fyrstu tølini undir/aftaná E-merkið skulu vera 03 ella 04.

ISOFIX ISOFIX-SKIPANIN: Barnastólurin verður festur í Isofixbeslagið í bilinum. Isofix er ein serstøk skipan til fastspenning av barnastólum. Ístaðin fyri at spenna barnastólin fastan við beltunum í bilinum, eru tvey eygu sveisaði føst í bilin, og har verður Isofix-beslagið á stólinum fest í. Tað ger tað lætt og einfalt at festa serstakliga bakvendar stólar trygt og sleppa undan skeivari ísetan. Hevur bilur tín Isofix beslag, tilmæla vit, at tú útvegar ein Isofix stól. Gevið gætur, at ein Isofix-stólur bara má nýtast í teimum bilmodellum, hann er góðkendur til, tí at skipanin enn ikki er vorðin algildug. Summir framvendir Isofix-stólar skulu festast við einum eyka topp-stroppi.

Á FERÐ VIÐ STOVNINUM Tá børn skulu flytast í bilum, meðan tey eru í dagrøkt ella á stovni, galda somu reglur sum tá koyrt verður í privatbilum. Summir stovnar hava kortini ikki ráð at keypa útgerð, og ein møguleiki er tí, at foreldrini sjálvi fáa útgerð til vega. Um so er, hygg so eftir útgerð, sum lætt kann flytast úr einum bili í annan og læn tað til stovnin tá barn títt skal á útferð. BØRN Í BUSSI Tann 1. oktober 1999 varð kravt at nýskrásettir bussar (býbussar undantiknir) skuldu vera útgjørdir við trygdarbeltum á øllum plássum. Tað er ikki krav, at eldri bussar skulu hava beltir, men tað ber til at seta mjadnarbeltir í teir flestu av teimum. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til at nýta bussar við beltum. Tá ið umræður flutning av børnum undir 3 ár, mæla vit til at tey sita í útgerð, sum hóskar til teirra aldur og vekt, tvs. Í pinku- ella barnastóli. Er mjadnarbelti í bussinum, má bara útgerð nýtast sum er góðkend til mjadnarbelti. Um tað ikki ber til at hava við barnastólar ella beltipútur, eiga børnini at vera spent føst við belti. Tað er ikki skylda at fastspenna børn undir 3 ár, um útgerð ikki er, sum hóskar til barnsins vekt og aldur. Men hon skal nýtast, um hon er í hýruvogninum. Børn yvir 3 ár skulu spennast fast við tí vanliga beltinum á baksetrinum (ella serútgerð, um hon er til). Í einum hýruvogni má bara ein persónur sita á hvørjum plássi. HISSINI KOYRING Um eitthvørt stingur seg upp, soleiðis at tey, ið vanliga koyra barnið, ikki fáa koyrt tað, er hissini flutningur loyvdur uttan trygdarútgerð. Hetta er tó bert galdandi fyri styttri strekki, og bert fyri børn yvir 3 ár. Hesi skulu tá sita á baksetrinum og nýta vanligu bilbeltini Børn, ið hava fylt 3 ár, skulu vera spent føst við tí vanliga beltinum, sum er í bussinum. KOYRING Í HÝRUVOGNI Um stovnurin ella dagrøktin javnan nýtir hýruvogn, kann avtala gerast við eitt hýruvognsfelag um at hava tøkar barnastólar og beltipútur. Annars kunnu børnini hava við teirra egnu útgerð.

5 LEIÐREGLUR 1. Nýt altið góðkenda trygdarútgerð, ið hóskar til hædd og vekt hjá barni tínum 2. Ansa eftir at bæði stólur og barn eru spent føst rætt fylg nýtsluleiðbeiningini neyvt 3. Set barnið í bakvenda útgerð so leingi sum til ber 4. Tak bil og barn við, tá ið tú keypir útgerð 5. Set ikki børn undir 140 cm útfyri ein luftbjølg Tað eru ongar umberingar fyri ikki at spenna barnið fast í bilinum. Mong av teimum børnum, sum doyggja í ferðsluni, høvdu verið á lívi, um tey sótu íbundin. Meira enn helvtin av teimum børnum, sum koma til skaða, høvdu verið óskalað. SPENN BARNIÐ OG TEG SJÁLVAN FAST Í BILIN. Prenta 35 77 74 Ráðið fyri Ferðslutrygd: Tungugøta 4 Postsmoga 3209 FO-110 Tórshavn www.ferdslutrygd.fo rff@rff.fo Telefon: 310204 Stuðlað útgávuni hevur Statoil Færøyene