Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Like dokumenter
Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Gips venjingar - tá armurin er brotin

Hin synoptiski trupulleikin

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Tíðindi úr Føroyum tann 19. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Tíðindi úr Føroyum tann 11. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

Tíðindi úr Føroyum tann 26. august Tíðindi frá Kringvarpi Føroya samansett av Føroysku Sjómanskirkjuna/bjg

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Orka og orkupolitikkur

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Tíðindi úr Føroyum tann 1. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

ZETA a r c h i t e c t s

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Tíðindi úr Føroyum tann 4. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Kappingarárið mai kl Leikskrá nr. 6

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

SØLUTILFAR, JUNI 2016

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Heimsins nalvi í Hósvík

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Tíðindi úr Føroyum tann 24. jan Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Sjálvandi taka vit livur

Tíðindi úr Føroyum tann 25. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tá Johannes mundi fingið bumbu undir vangan

Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Ársfrágreiðing 2016/17 hjá Føroya brigdesambandi Eykaársfundur leygardagur 6. januar 2018 í Bridgehúsinum.

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

Tvídráttur heimsveldanna

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Tíðindi úr Føroyum tann 7. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Sethús Høgabø 8, Vágur

Nr. 18 juli 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Eitt sindur av vindi í dag 09.03.2015-10:11 Veðrið í dag verður ávirkað av einum lágtrýsti, sum flytur seg í ein landnyrðing frá leiðunum vestan fyri Írland til leiðinar beint eystan fyri Føroyar. Lágtrýstið fer fram við okkum sunnan fyri oyggjarnar í kvøld um 8-9 tíðina. Lágtrýstini hava annars ta seinastu tíðina ferðast norðureystur ígjøgnum Grønlandsfjørðin, og vit hava fingið suðureystur-kvadrantin yvir okkum. Men hesaferð verður eitt sindur øðrvísi. Ættin er landsynningur-sunnan í morgun - vindferðin liggur um eitt andøvsgul, 5 til 8 m/s, í miðal fyri alt landið. Hitin liggur um 4 stig. Tað er luft úr Vesturevropa, sum umvegis Biskajavíkina kemur ímóti okkum. Í dag fer ættin at snara úr lágættini upp í norðan - fyrst í landsynning, síðani eystan, so landnyrðing og seinni í norðan. Seint í kvøld fer ættin vestur um norðan. Tá fer at vera kaldari, enn taå er í morgun. Vindferðin fer at veksa upp í 10 m/s fyrrapartin. Tað kallast eitt stívt andøvsgul. Ættin á middegi fer at vera lágur landsynningur. Seinnapartin er vindurin sikkurt vaksin upp í ein strúk í vindi, 15 m/s. Ímeðan vindferðin er mestsum tann sama, fer ættin sníkjandi upp í høgan eystan í kvøld; á midnátt er minni vindur, og ættin vesturhallur norðan. Í nátt fer vindur aftur at veksa. Í lýsingini í morgin fara vit at hava hvassan vind, 15 til 18 m/s, av útnyrðingi. Í dag kunnu vit vænta okkum ælaveður, men so við og fer at regna. Út á dagin verður turrari, men vit sleppa ikki heilt av við ælini. Í kvøld er talan um ælingar við vátakava. Hví arbeiða føroyingar uttanlands? Hægri inntøkur. Skjótt vaksandi inntøkur. Lægri skattur. Góðir starvsmøguleikar. Hetta eru fremstu orsøkirnar til, at føroysk arbeiðsmegi leitar uttanlands eftir arbeiði. Tað er niðurstøðan hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingini, í frágreiðingini Føroysk arbeiðsmegi uttanlands ein fongur fyri samfelagið, sum hann gjørdi fyri Áhugafelagið Antares og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Frágreiðingin varð almannakunngjørd fyrst í februar í ár, og síðani hava vit her á síðuni loyvt okkum at endurgivið brot úr henni. Greinin í dag er tann sætta og síðsta í røðini. Hægri inntøkur Fleiri staðir í frágreiðingini eru samanberingar millum føroysku inntøkurnar í útvaldum sambærligum vinnugreinum og inntøkurnar uttanlands. Sjálvt um fyrivarni má takast fyri hagtølunum, eru ábendingarnar tó greiðar: Í 2012 vóru inntøkurnar uttanlands munandi hægri enn føroysku inntøkurnar í líknandi vinnugreinum. Fiskimenn uttanlands hava sambært hagtølunum munandi hægri miðalinntøku enn føroyskir fiskimenn, og somuleiðis hava arbeiðsfólk á landi og sjófólk í øðrum vinnugreinum enn fiskivinnuni munandi hægri inntøkur enn í líknandi størvum í Føroyum. -Sjálvandi hevur ein hægri miðalinntøka ávirkan á, hvar fólk hava hug at starvast, heldur Magni Laksáfoss. Skjótt vaksandi inntøkur

Umframt at inntøkustøðið var munandi hægri uttanlands enn í Føroyum í 2012, vóru týðilig tekin um, at munurin øktist. Sambært hagtølunum vaksa inntøkurnar munandi skjótari uttanlands enn í Føroyum. Seinnu árini hevur stórur partur av arbeiðsmegini uttanlands starvast í Noregi, har oljuídnaðurin hevur trýst lønarlagið uppeftir. Hetta hevur sjálvsagt havt ávirkan á lønargongdina í hagtølunum, men hagtølini frá TAKS vísa, at lønarlagið í øðrum londum er einki aftanfyri lønarlagið í Noregi. Ein partur av frágreiðingini fyri hækkandi lønarlagið er vaksandi starvsaldur, har t.d. yvirmenn umborð á skipum fáa hægri løn, alt eftir starvsaldri. - Ein skjótt vaksandi miðalinntøka dregur fólk til sín, staðfestir Magni Laksáfoss. Lægri skattur Hagtølini frá TAKS geva greiðar ábendingar um, at skattagjaldingarnar uttanlands eru munandi lægri enn í Føroyum. Hetta merkir, at størri partur av inntøkuni er eftir til løntakaran, tá skatturin er goldin. Hetta sæst eisini aftur í størru nýtsluni hjá føroysku arbeiðsmegini uttanlands, sum harvið letur munandi meiri í MVG og øðrum gjøldum enn føroyska arbeiðsmegin í Føroyum. - At fáa størri part av inntøkuni útgoldnað eftir skatt dregur eisini arbeiðsmegina til sín, sigur búskaparfrøðingurin. Góðir starvsmøguleikar Frágreiðingin vísir ikki starvsmøguleikarnar, men frágreiðingin, Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum frá 2009, sum Magni Laksáfoss eisini var við til at gera, viðgjørdi m.a. hagtøl frá DIS, sum vístu, at flestu føroyingarnir sigldu sum yvirmenn. Tað er greitt, at starvmøguleikarnir hjá t.d. føroyskum skipsførarum og maskinmeistarum eru avmarkaðir á føroyska arbeiðsmarknaðinum. -Tí vilja góðu starvmøguleikarnir uttanlands virka lokkandi fyri hesa arbeiðsmegina, undirstrikar hann. Til Føroya at arbeiða? Ein spurningur, ið mangan er at hoyra í kjakinum, er, um føroyska arbeiðsmegin uttanlands ikki heldur átti at arbeitt í Føroyum? Vanliga argumentið er, at arbeiðsmegin kundi verið við til at skapt virksemi í Føroyum heldur enn í útlandinum. Til hetta hevur Magni Laksáfoss hesa viðmerking: - Við tað at talan er um út við 2.500 størv, sum er nærum 10 prosent av samlaðu arbeiðsmegini í Føroyum, verður tað sera torført at finna størv í Føroyum til føroysku arbeiðsmegina uttanlands. - Størvini eru ikki til í dag, og eingi líkindi eru fyri, at tey koma í nærmastu framtíð. Einans av hesi orsøk tykist sjónarmiðið um at flyta arbeiðsmegina til Føroyar høpisleyst. - Harumframt er føroyska arbeiðsmegin uttanlands júst við til at skapa virksemi í Føroyum gjøgnum teirra forbrúk, sum fyri stóran part liggur eftir í Føroyum. Tengd at uttanlands-inntøkuni Magni Laksáfoss vísir til útrokningarnar, ið vísa, at umleið 12 prosent av føroyska BFI 'num og BTÚ 'inum eru tengd at inntøkuni frá arbeiðsmegini uttanlands. -Um arbeiðsmegin ikki førir pening til landið, minkar talið av størvum í Føroyum, og harvið verður tað upp aftur torførari at finna størv í Føroyum til arbeiðsmegina. - Greiningin vísir harumframt, at týdningurin av inntøkuni frá arbeiðsmegini uttanlands er seinastu árini vorðin so stórur, at hon er farin fram um Ríkisveitingina. Samanlagt vísir hetta okkum týðiliga, at føroyska arbeiðsmegin uttanlands er ikki nøkur byrða fyri samfelagið, men er ein vinningur fyri bæði samfelagið sum heild og fyri almennu kassarnar, er niðurstøðan hjá Magna Laksáfoss. Kelda: Føroyska arbeiðsmegin uttanlands ein fongur fyri samfelagið. www.antares.fo/leivur Hansen/mynd: Vinnuháskúlin Heimsins størsti jack-up pallur á veg til Noregs Jack-up pallurin Maersk Integrator, sum herfyri varð handaður Maersk Drilling, er lastaður umborð á heavy lift-skipið Hawk í Singapore og er nú á veg til Noregs, hagar hann kemur til Stavanger miðskeiðis í apríl.

Maersk Integrator skal í gongd við ein fýra ára sáttmála fyri Statoil, sum skal brúka jack-up pallin til at bora eftir olju í Gina Krog-brunninum í norska partinum av Norðsjónum. Sáttmaálin hevur eitt mett virði av 620 miljónir dollarum. Maersk Integrator er triði XLE jack-up pallurin, sum Maersk Drilling hevur fingið handaðan. Beinini á honum eru 206,8 metrar long, og hann er sniðgjørdur til at kunna bora eftir olju alt árið í Norðsjónum í dýpum upp til 150 metrar. Hann er bygdur á Keppel FELS-skipasmiðjuni í Singapore og er heimsins størsti jack-up pallur. Kelda: offshoreenergytoday.com Antares.fo Kaj Leo skal leiða Sambandsflokkin fram til og eftir løgtingsvalið 09.03.2015-10:52 Kaj Leo situr tryggur í formanssessinum hjá Sambandsflokkinum sum hevur landsfund leygardagin. Sum skilst er einki uppskot til formansvalevni og sostatt er greitt at verandi formaður heldur fram. Tó hevur næstformaðurin, Johan Dahl, boða frá at hann ber seg undan afturvalið og tí fær flokkurin nýggjan næstformann. Sambært viðtøkunum verður formaðurin í Sambandsflokkinum valdur eitt ár í senn, og hóast leiðslan í fleiri málum hevur fingið harðar atfinningar og so seint sum í seinastu viku í veljarakanning stóð sum tapari á komandi løgtingsvali, hevur flokkurin eftir øllum at døma framvegis álit á verandi leiðslu. Nordlysid.fo Sterkari banki og betri tíðir - Eik Banki góðar 100 milliónir krónur í avlopi eftir skatt 09.03.2015-10:54 Áðrenn skatt eru 123 mió. kr. í avlopi, og skotið er upp at gjalda 60 mió. kr. í vinningsbýti Fult fokus á føroyska marknaðin sæst aftur í vøkstrinum í innlánum og útlánum, og tað fegnast vit um, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik. Eik Banki hevði eitt gott úrslit í 2014, hóast rentulækkingarnar sóust aftur í inntøkunum hjá bankanum. Seinastu árini hevur Eik gingið á odda við at veita føroysku húsarhaldunum rentulækkingar, serliga á bústaðarfíggingum, og hetta merkist í eini 2,6 prosents minking í rentuinntøkunum. Men minkingin var munandi minni enn væntað, og komst hetta av, at útlánini hjá bankanum vuksu í 2014. Fíggjarstøðan javnvigaði við 7,6 mia. kr., og er hetta ein vøkstur á 316 mió. kr. Vøksturin kann í stóran mun førast aftur á vøkstur í útlánum á 168 mió. kr. og ein vøkstur í innlánum á 209 mió. kr. Útreiðslurnar til starvsfólk eins og umsitingarútreiðslurnar minkaðu aftur í 2014. Tær lægru umsitingarútreiðslurnar eru eitt úrslit av strembanini hjá Eik at lækka kostnaðarstøðið hjá bankanum. Góða gongdin í bankanum hevur verið til gagns fyri kundarnar og sampakkar hetta væl við hugmyndina hjá bankanum um at vera fremsta val føroyinga. Tað snýr seg alla tíðina um at halda vakið eyga við búskapargongdini, so røtt átøk verða sett í verk í rættari tíð. Vit gera okkara ítarsta til tess at hava yvirlit yvir búskaparligu støðuna og útlitini bæði í bankanum, hjá kundunum og í samfelagnum sum heild, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Eik Banki er millum tryggastu peningastovnar í danska ríkinum, og hevði við árslok 2014 ein solvens á 23,6 prosent móti einum individuellum solvenstørvi á 11,8 prosent. Lógarkravdi solvensurin er 8 prosent. Við árslok 2014 hevði Eik ein yvirdekning í mun til lógarkravda gjaldførið upp á 136,4 prosent. Av javnanum er eginognin 1,3 mia. kr.

Búskaparframgongdin, sum sást byrja í seinnu helvt av 2014, væntast at fara at síggjast aftur í eini øking í virkseminum hjá bankanum í 2015, men herda kappingin á lánimarknaðinum væntast hinvegin eisini at ávirka raksturin hjá bankanum. Bankin væntar, at ársúrslitið áðrenn skatt verður eitt avlop millum 50-80 mió. kr. Árið 2014 í stuttum: Avlop eftir skatt er 101 mió. kr. Avlop áðrenn skatt er 123 mió. kr. Útlán bankans eru økt til 5 mia. kr. Innlán bankans eru økt til 6 mia. kr. Nettorentuinntøkur eru 242 mió. kr. Gjaldførið 136 prosent yvir lógarkravið Solvensurin er 23,6 prosent. Nordlysid.fo Mortan Østerø 08.03.2015 (20:30) Annika stendur spyrjandi Annika Olsen, Almannamálaráðharri, hevur ilt at skilja atfinningarnar móti lógaruppskoti, um at hækka viðbøturnar til pensjónistarnar. - Eg má siga, at eg standi undrandi yvir hesar útmeldingar, enntá frá fyrrverandi politikarum, sum áttu at vita hvørjar avbjóðingar, vit standa yvir fyri í komandi tíðum. Politikarar, íð áttu at havt tað neyðuga innlitið í viðurskiftini, skrivar hon í lesarabrævið. Talan er um eitt lógaruppskot, sum skal geva pensjónistum møguleika fyri, at fáa 350 krónur í viðbót um mánaðin, um tey lúka ásettar treytir fyri at fáa viðbótina. Atfinningarnar hava verið, at upphæddin ikki er nóg høg, og at hon ikki kemur at muna fyri pensjónistarnar í seinast enda. Viðbótin verður nevniliga mótroknað við 60 prosentum, um inntøkan hjá pensjónistinum er yvir 61.400. Harafturat er ein onnur viðbót tøk til teirra, sum lítið og einki annað hava at liva fyri enn fólkapensjónina. Sambært Anniku, er tað tó órætt at leggja ábyrgdina á Fólkaflokkin fyri uppbýtið. - Hetta uppbýtið av pensjónini er ikki broytt siðani ár 2000, og tí tykist tað undunarsamt, at Fólkaflokkurin skal fáa skotið í skógvarnar, at vit hava innført eina olmussupensjón, sigur hon. - Tað einasta karráða vit hava ditta okkum at gjørt er at fylgja tingins vilja um at hækka viðbøturnar og harvið geva teimum, sum hava lítið frammanundan nakrar eyka krónur, sigur Landstýriskvinnan í almannamálum. Eirikur Lindenskov 09.03.2015 (00:03) Vænta fleiri at ferðast við bíligari prísum Lægri ferðafólkagjald fer í fyrstu atløgu at kosta Vága Floghavn 2,6 milliónir krónur, men vit vænta, at alsamt fleiri fólk fara ferðast um vøllin, tí ferðaseðlarnir eru vorðnir bíligari, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn Longda flogbreytin og betri umstøður á sjálvum flogvøllinum hava havt við sær, at Atlantic Airways hevur havt møguleikan at ment virksemið við størri flogførum og betri reglusemi í flúgvingini.

Økta ferðafólkatalið hevur givið flogvøllinum hægri inntøkur. Harumframt hevur nýggja farstøðin borið við sær meira virksemi í Vága Floghavn, og aðrar meirinntøkur stava m.a. frá tollfríu søluni í nýggju farstøðini. Lægri ferðafólkagjald fer í fyrstu atløgu at kosta Vága Floghavn 2,6 milliónir krónur, men vit vænta, at alsamt fleiri fólk fara ferðast um vøllin, tí ferðaseðlarnir eru vorðnir bíligari, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn sambært tíðindaskrivi frá Vága Floghavn. Har vísir hon eisini á, at flogvallir við lágum avgjøldum vinna í kappingini, tá talan er um, hvagar flogfør velja at flúgva. Vága Floghavn fegnast eisini um, at Atlantic Airways í 2015 hevur valt at menna nýggjar leiðir til og úr Føroyum. Nevnd og leiðsla í Vága Floghavn hava tískil avgjørt at geva Atlantic Airways fullan byrjanarstuðul til nýggju farleiðirnar til Edinburgh og Mallorca. Eftir at stórar íløgur eru gjørdar í eina longda flogbreyt, nýggj innflúgvingartól, nýggja farstøð og fleiri parkeringsøkir, hevur Vága Floghavn nógv betri hóming av, hvat meira krevst fyri at gera umstøðurnar á flogvøllinum uppaftur betri. Vit hava gott grundarlag at menna flogvøllin enn meira við eitt nú betri tænastum, parkeringsøkjum og øktum reglusemi. Tað er hugaligt, at vit bæði kunnu lækka ferðafólkagjaldið og gera nýggjar íløgur, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn sambært tíðindaskrivinum, sum eisini sigur, at nevnd og leiðsla í Vága Floghavn staðfesta, at útbyggingin á flogvøllinum er komin undir land, og at fíggjarætlanir og íløgukostnaðurin hava verið hildin á einum nøktandi lágum støði, samstundis sum tíðarætlanin eisini er hildin. Áki Bertholdsen 09.03.2015 (10:35) Hetta er fyrst og fremst fyri okkara egnu skyld - Tað er hugaligt at grindamenn taka so væl undir við avgerðini um, at teir nú skulu á skeið fyri framhaldandi at fáa loyvi til at avlíva hval. Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í hvalaveiðimálum, nú myndugleikarnir eru farnir at skipa fyri skeiði kring landið í at brúka nýggja grindareiðskapin, blásturkrókin og mønustingaran. Í farni viku var skeið í Suðuroy og har vóru yvir 200 fólk møtt at fáa sær prógv sum løggildur grindamaður. Tá staðfesti Jacob Vestergaard, at nú er grindareglugerðin broytt soleiðis, at nú blásturkrókurin og mønustingarin, sum er lógligur grindareiðskapur. Og hann heldur, at tað er eitt stórt frambrot. Og samstundis er tað nú eitt krav, at frá 1. mai skulu allir grindamenn hava verið á skeið í at brúka mønustingara og blásturkrók. Teir, sum eru á skeið, fáa so prógv fyri, at teir hava verið á skeiði og einans grindamenn við prógvi, sleppa at avlíva hval. Skeiðini eru lagað so smidliga til sum gjørligt, tey vara einar tveir tímar, har grindamenn fáa kunning um lívfrøðina hjá hvali, hvussu blásturkrókur og mønustingari virkar o.s.fr. Jacob Vestergaard sigur, at allastaðni, har føroyingar eru, tilskila vit okkum rætt til at gagnnýta tilfeingið í havinum, eisini havsúgdjór. Hann sigur, at tað er ikki ein sjálvsagdur rættur longur. Men hann ger samstundis púra greitt, at tað er ein rættur, vit halda fast við, og sum vit fara at halda fast við. Hinvegin hava vit skyldu til at avlíva hvalin so skjótt og pínuleyst, sum tilber, leggur hann afturat.

Tað var eitt ramaskríggj summastaðni, tá ið tað kom fram einaferð í fjør, at nú skuldi grindamenn á skeið fyri at sleppa at avlíva hval. Tað var mestsum sligið upp í glens, men síðani hava fólk sissað seg aftur og skeiðini hava fingið sera góða undirtøku við tað, at nú eru tað 1380 grindamenn kring landið, sum hava verið á skeið og hava fingið prógv. Higartil hava skeið verið í Havn, í Klaksvík, í Vágum, í Runavík og í Suðuroy. Í kvøld verður skeið í Sundalagnu, mikudagin verður skeið í Sandoy, í næstu viku verður skeið í Vestmanna og 23, mars verður aftur skeið í Suðuroy. - Vit halda skeiðini fyrst og fremst fyri okkara egnu skyld, tí eg veit, at vit vilja fara væl við djórunum, vit gagnnýta, sigur Jacob Vestergaard. - Men vit vilja eisini vísa umheiminum, at vit avlíva djórini so skjótt og pínuleyst, sum gjørligt. Jacob Vestergaard ásannar, at tá ið broytingar verða settar í verk og nýtt skal setast í verk, er tað natúrligt, at tað elvir til mótstøðu. Tí fegnast hann um, at skeiðini hava fingið so góða undirtøku. Hann heldur, at tað er tí, at nógv tey flestu samd um, at vit eiga at avlíva hvalin og skjótt og pínuleyst sum gjørligt. Hava funnið bestu alarar í Føroyum í fjør Á Aliráðstevnuni fríggjadagin, varð avdúkað, hvør var besta smoltstøð og besta alistøð á sjónum í farna ári. Vinnuhúsið skrivar á síni heimasíðu, at besta smoltstøð, var smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum, og besta alistøð á sjónum var alistøðin hjá Hiddenfjord á Sørvági. Besta smoltstøðin verður vald eftir, hvør hevur haft lægst byrjanarfelli á sjónum, og besta alistøð á sjónum verður vald eftir einum effektivitetsindeksi, har vøkstur og fóðurfaktor verða samanborin. Vinnuhúsið sigur, at tey, sum vóru við í kappingini vóru ringar, sum vórðu tiknir seinasta árið. - Tað var merkisvert, at fimm av alistøðunum á sjónum komu við á topp-15 listan yvir øll tey bestu úrslitini í søguligum høpi, so kappingin var hørð í ár, sigur Vinnuhúsið Úrslitini vóru annars hesi: Besta smoltstøð: 1. Marine Harvest Hellurnar 0,94% deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum 2. Hiddenfjord Fútakletttur 2,36 % deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum 3. Bakkafrost Norðtoftir 3,24 % deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum Besta alistøð á sjónum: 1. Hiddenfjord Sørvágur 122,2 effektivitetsindeks 2. Hiddenfjord Vestmanna 120,0 effektivitetsindeks 3. Bakkafrost Kunoyarnes 117,1 effektivitetsindeks 4. Marine Harvest Haldórsvík 115,3 effektivitetsindeks 5. Bakkafrost Kaldbak 114,4 effektivitetsindeks

Danjal av Rana 09.03.2015 (17:36) Góðtaka hetta ikki longur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur havt aðalfund um vikuskifti. Á aðalfundinum var sum vera man kjakast um støðuna á føroyska heilsuverkinum. - Ófriðurin, sum hevur merkt heilsuøkið seinastu tíðina gevur ótryggleika á øllum trimum sjúrkahúsum, skrivar felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í eini yvirlýsing frá aðalfundi teirra. - Tað er vónleyst at skipa og stýra heilsuverkið, um tað ikki er greitt hvat man stýrir fram ímóti, stendur í yvirlýsingini, sum eisini eggjar landsins leiðslu at orða ein heilsupolitikk fyri allar Føroyar, eins og at syrgja fyri, at neyðuga játtanin verður veitt heilsuverkinum. Felagið boðar frá, at politisku útmeldinganar um sparingar ørkymlar limir felagsins, tí ilt er at síggja, hvussu sparast kann, uttan at tað fer at hava ógvuliga neiliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið og veittar tænastur til sjúklingarnar, skrivar felagið. - Limir felagsins eru samdir um, at arbeiðsbyrðan støðugt økist og gera hervið vart við, at vit ikki eru sinnaði at góðtaka hetta longur, skrivar felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í yvirlýsingini. Danjal av Rana 09.03.2015 (18:21) Pál triðskjótastur í heiminum í ár Pál Joensen vann seinnapartin í gjár sína aðru gullmedalju á stevnuni Meeting Open Méditerranée 2015 í Marseille. Hesuferð var tað á 1500 metra teininum í frísvimjing. Leygardagin vann hann kappingina á 400 metrum. Tíðin hjá Páli Joensen, tá hann sigraði í 1500 metra kappingini, var 15 minuttir, 10,35 sekund. Hetta er, umframt at vera nýtt stevnumet, triðbesta tíð í heiminum í ár. Danjal av Rana 09.03.2015 (19:06) Mugu draga tey ungu aftur til Føroya Johnny í Grótinum eftirlýsir nøkur meiri ítøkilig boð um loysnir frá Búskaparráðnum, heldur enn einans yvirskipað ráð sum at broyta skattapolitikkin og at rationalisera almenna geiran. - Framrokningarnar hjá búskaparráðnum vísa, at føroyska samfelagið stendur fyri nøkrum avbjóðingum og staðfestir, at trupulleikar eru við verandi skipan. Samstundis sigur tað, at hesar avbjóðingarnar og trupulleikarnir kunnu loysast, men geva sjálvi eingin ítøkilig boð, sigur hann. Johnny í Grótinum, sum sjálvur er fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum (í 2005), dylir tó ikki fyri, at tað er ein álvarsom niðurstøða, Búskaparráðið er komið fram til. Hann gleðist um, at Búskaparráðið tekur problematikkin upp, og at tað hevur gjørt eina roynd at sjónliggera upphæddirnar. - Eitt undirskot á 750 milliónir krónur árliga eru nógvir pengar. Um alt skal takast inn í lønarskatti svarar tað til, at skattaprosentið hækkaði 10 prosentstig, tað vil siga, at fólk skuldu goldið nærum ein fjórðing meiri í skatti enn tey gera í dag. Johnny í Grótinum sigur, at hóast vit sjálvandi eiga at hyggja at, hvussu almennu útreiðslurnar kunnu minka og inntøkurnar veksa, so mugu vit eisini hyggja at demografiska trupulleikanum, sum Búskaparráðið eisini leggur serligan dent á í frágreiðing síni.

- Vit kunnu ikki stara okkum blind upp á at knokkroyta tey, sum búgva í Føroyum, ella at spara innan almenna geiran. Vit mugu eisini hyggja at, hvussu vit kunnu fáa fólk at støðast her, og hvussu vit kunnu draga tey ungu aftur til Føroya, sigur hann. Stóra avbjóðingin liggur nevniliga í hesum, at føroyska samfelagið blívir við at siva ung fólk. - Tað sum drívir hetta stóra varandi undirskotið er, at vit ikki megna at draga tey ungu aftur til Føroya eftir lokna útbúgving, sigur Johnny í Grótinum, sum eftirlýsir, at politiska skipanin tekur til sín nakrar av teimum tilráðingum, ið vóru gjørd í álitinum Fólkaflyting og fólkavøkstur, ið varð skrivað í 2013. - Í álitinum standa nøkur rættiliga ítøkilig uppskot, men enn eru einki framt av teimum, sum vóru raðfest sum nummar eitt til fimm, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur. Tá Búskaparráðið nú hevur ment eitt rokniamboð til at lýsa avbjóðingarnar við fíggjarliga haldførinum, hevði tað eisini verið hóskandi, at tey í komandi frágreiðing eisini komu við og eftirroknaðu nøkur ítøkilig boð upp á loysnir upp á avbjóðingarnar, sigur hann. Les meiri um várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum í Sosialinum í dag. Danjal av Rana 09.03.2015 (20:36) Avbjóðingin er her og nú Jørgen Niclasen er greiður yvir tær væntaðu demografisku broytingarnar og hædd verður tikin fyri teimum í arbeiðinum við komandi fíggjarkørmum, sum skulu leggjast fram innan 1. apríl. Tað sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, tá hann verður spurdur um at gera viðmerkingar til frágreiðingina frá Búskaparráðnum. Hann sigur tó, at í Fíggjarmálaráðnum meta tey ikki, at talan er um 750 milliónir, sum fara at mangla í, men at upphæddin verður umleið 300 milliónir. - Búskaparráðið byggir sína frágreiðing á framrokningarnar hjá Hagstovuni, sum vísa, at fólkatalið fer at minka við sjey prosentum framyvir. Tey tølini, vit nýta í Fíggjarmálaráðnum eru nakað bjartskygdari, og taka hædd fyri, at fólkatalið er vaksið seinastu tíðina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og minnir á, at orsøkin til at framløgan hjá Búskaparráðnum er fyrst í mars, júst er fyri, at Fíggjarmálaráðið skal hava møguleika at taka ráðini til sín í arbeiðinum við fíggjarkørmunum, sum skulu leggjast fram innan 1. apríl. Jørgen Niclasen sigur, at eingin ivi er um, at okkurt má gerast, og at tiltøk mugu setast í verk beinanvegin. - Vit sleppa ikki undan eini pensjónsnýskipan og øðrum tiltøkum. Avbjóðingin er her og nú, ikki um 35 ár. Okkurt má gerast, men tíbetur vænta vit, at upphæddin er nakað lægri enn tann, sum Búskaparráðið førir fram. Búskaparráðið mælir til, at okkurt verður gjørt fyri at hækka inntøkurnar, men hesum er Jørgen Niclasen ikki samdur í. - Eg skilji ikki, hví heimini runt landið skulu hava minni, fyri at tað almenna skal hava meira. Tí haldi eg, at vit mugu heldur hyggja at møguleikanum at tálma útreiðslurnar hjá tí almenna, heldur enn at økja almennu inntøkurnar. Tó so, allarhelst er neyðugt at gera eitt sindur av báðum, sigur hann. - Skulu vit seta tiltøk í verk fyri at finna 750 milliónir krónur, so verður tað eitt sjokk fyri samfelagið, og eg vænti, at fólkatalið hevði minkað væl meiri, enn framrokningarnar frá Hagstovuni vísa til. Jørgen Niclasen gleðist tó um, at Búskaparráðið hevur sett spurningin um demografisku broytingarnar á breddan. - Frágreiðingin vísir at vit mugu seta fokus á fólkatalið, á at skapa fólkavøkstur. Tað sæst týðiliga, at væntaða minkingin er av fólki í arbeiðsførum aldri. Tað er altavgerandi fyri fíggjarliga haldførið í

framtíðini, at fólkatalið veksur, og vit politikkarar mugu taka hesar avbjóðingarnar í størsta álvara, sigur hann. Les meiri um várfrágreiðingina frá Búskaparráðnum í Sosialinum í dag. Danjal av Rana 09.03.2015 (21:23) Stillar ikki upp aftur Kringvarp Føroya visti í dagsins Degi og Viku at siga, at Johan Dahl ikki stillar upp aftur til komandi løgtingsval. Tískil heldur hann heldur ikki á sum næstformaður í flokkinum eftir landsfundin um vikuskiftið Eisini er greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur framm sum formaður í Sambandsflokkinum. Freistin at stilla upp til formansvalið var av í morgun og sambært Kringvarpinum hevur eingin boðað frá, at teir stilla upp móti verandi formanni. Danjal av Rana 09.03.2015 (22:51) Óynskti flokkurin Meira enn triði hvør veljari nevndi Fólkaflokkin, tá tey vórðu spurd, hvønn flokkin, tey ætla at atkvøða fyri, ikki skal fara í samgongu við. Tað vísir kanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku. Sambært kanningini hava 38,9 prosent av veljarunum hjá øllum flokkum hesa hugsan. Í kanningini eru veljararnir eisini spurdir, hvønn flokk, flokkurin, ið tey atkvøða fyri, helst skal samstarva við. Tá er svarið næstan eins týðiligt. 28,8 prosent siga tá, at tey helst síggja Javnaðarflokkin sum samstarvsflokk. Bara 3,3 prosent av veljarunum hjá øllum øðrum flokkum enn Fólkaflokkinum, vilja, at teirra flokkur skal samstarva við Fólkaflokkin. Les meiri um veljarakanningina í Sosialinum frá mánadegnum. Meting um tilfeingið fyri viku 11 Friday, 06 March 2015 Samandráttur: Línuskip: Bara trý línuskip eru til fiskarí undir Føroyum, men helst fara nøkur út tá veðri batnar. Vantandi kemur eitt, møguliga tvey, at landa í vikuni. Tey hava mest av toski, hýsu, longu og tosk. Tvey línuskip eru við Ísland, men helst koma tey eisini at landa har. Tey fáa mest av toski, hýsu og longu. Útróður. Streymurin verður góður, men veðurvánirnar eru ringar, so tí vanta vit ikki nógvan útróður. Djúpvatnstrolarar: Trýggjir fiska upsa og ein fiskar svartkalva og kongafisk. Tveir við upsa koma at landa fyrst í vikuni, meðan tann triðji møguliga landar síðst í vikuni. Tann við svartkalva og kongafiski landar miðskeiðis í vikuni. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju, men helst fer onkur út tá veðri batnar. Partrolarar: Partrolarnir landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Teir fáa lítið av hvítum fiski fyri tíðina. Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar. Garnaskip: Tað eru 2 garnaskip á svartkalvaveiðu. Bæði landa helst síðst í vikuni. Fmf.fo

Valutanavn Nationalbankens middelkurs Australske dollar 530,54 Bulgarske leva 380,94 Brasilianske real 221,61 Canadiske dollar 544,86 Schweizerfranc 696,89 Kinesiske renminbi.yuan 109,51 Tjekkiske koruna 27,340 Euro 745,04 Britiske pund 1036,79 Hong Kong dollar 88,42 Kroatiske kuna 97,61 Ungarske forint 2,4410 Israelske new shekel 170,99 Indiske rupees 10,950 Japanske yen 5,6739 Mexicanske peso 44,320 Norske kroner 86,85 Newzealandske dollar 505,80 Polske zloty 180,92 Russiske rubel 11,280 Svenske kroner 81,10 Singapore dollar 497,39 Thailandske baht 21,060 Tyrkiske lira 262,95

US dollar 686,04 Sydafrikanske rand 56,750 Danskebank.dk Andlát Esmar Petur Højgaard, Toftir, andaðist fríggjadagin 6. mars, 83 ára gamal. Rigmor Reynagarð Hansen andaðist hósdagin 5. mars á Gildhøjhjemmet, Brøndby, 81 ára gomul. Jóannes Lindarstein, Tórshavn, andaðist fríggjadagin 6. mars, 64 ára gamal. Mary Nielsen, fødd Joensen, úr Sumba, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi sunnudagin 8. mars, 83 ára gomul.