Fróðskaparsetur Føroya University of the Faroe Islands

Like dokumenter
. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Gips venjingar - tá armurin er brotin

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Hin synoptiski trupulleikin

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

SØLUTILFAR, JUNI 2016

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Uppsetan av SMC 7904WBRA

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til. Løgtingslóg um Etiskt ráð

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

ZETA a r c h i t e c t s

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar september 2010

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Verkætlanarbólkur settur av Fiskimálaráðnum at lata frágreiðing til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Sethús Høgabø 8, Vágur

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Sjálvandi taka vit livur

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

Vøkstur og Virksemi átøk til at skapa búskaparligan framburð

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Orka og orkupolitikkur

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Hvussu fóta vit okkum best som vísindastovnur

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

Eingin fjølmiðlaetikkur

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Ársfrágreiðing 2016/17 hjá Føroya brigdesambandi Eykaársfundur leygardagur 6. januar 2018 í Bridgehúsinum.

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Uppskot. til endurskoðan av BSc-útbúgvingini í lívfrøði. á Fróðskaparsetri Føroya

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Heimsins nalvi í Hósvík

Kirkjuligt Missiónsblað

Undirvísingarfrágreiðing

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Verkefnahefti 3. kafli

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lausnir Nóvember 2006

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

Nr. 21 Juli 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Transkript:

Fróðskaparsetur Føroya University of the Faroe Islands Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn 9. oktober 2007 Viðmerkingar til lógaruppskot um Føroya Lærda Háskúla Setursráðið fegnast um, at tað loksins er komið so langt við arbeiðinum at gera nýggja lóg fyri Fróðskaparsetrið og samstundis leggja Fróðskaparsetrið saman við Læraraskúlanum og Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, at eitt lógaruppskot er til hoyringar. Vit meta, at hetta er eitt neyðugt og rætt stig, sum fer at styrkja hægri útbúgving og gransking í Føroyum munandi. Eisini meta vit, at nýggja lógin og skipanin verður til frama fyri starvsfólk og studentar. Hetta er tó alt treytað av, at neyðuga tilfeingið og arbeiðið verður lagt í at fáa trygga at samanleggingin kann virka í veruleikanum. Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar bæði hjá starvsfólkum og studentum. Skipað hevur verið fyri felags kunningarfundi við kjaki og síðani fyri fundum á deildunum. Viðmerkingarnar niðanfyri eru ein samanskriving av kjakinum og teimum viðmerkingum, sum eru komnar til setursráðið. Høvuðspunktini Tað eru nøkur punkt í lógaruppskotinum, sum vit á Fróðskaparsetrinum ikki meta eru í lagi, men sum tað kann bøtast um. Tey eru í høvuðsheitum: Støðan hjá føroyska málinum Krøv til og val av stýrislimum Støðan sum sjálvsognarstovnur Granskingarfrælsi, grundgransking og samfelagsliga nyttan Samanleggingargongdin Stovnsheitið Harafturat eru vit á setrinum sera ørkymlað av, at játtanaruppskotið til Fróðskaparsetrið, Læraraskúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, als ikki líkist teimum metingum og framrokningum, sum eru gjørdar í sambandi við lógararbeiðið. Vit eru bangin fyri at uttan neyðugu játtanina til uppstiging av vísindaligu førleikunum og til samanlegging av leiðslu v.m., fer samanleggingin ikki at virka eftir ætlan, men kemur at renna seg inn í mangar óneyðugar trupulleikar. Ósamsvar er í einstøkum forum millum lógartekstin og viðmerkingarnar til lógartekstin. Hetta verður ikki viðgjørt serstakt, tí roknað verður við, at hetta verður gjøgnumgingið neyvt av øðrum í eini løgfrøðiligari eftirkanning, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið. Poststaður Bústaður Heimasíða T-postur Telefon Faks Postrúm 272 J. C. Svabos gøta 14 www.setur.fo setur@setur.fo 35 25 00 35 25 01 FO 110 Tórshavn FO 100 Tórshavn

At enda eru nakrar smærri viðmerkingar, sum tað ikki verður mett neyðugt at greina nærri. 2 Støðan hjá føroyska málinum eigur at vera staðfest í lógini Einasta orðingin um mál í lógaruppskotinum er í viðmerkingunum, 2. brot á s. 9: partar av undirvísingini eiga at fara fram á enskum. Tað kann undra, at enskt verður nevnt positivt, t.v.s. fær lógartryggjað rættindi, meðan føroyskt ongantíð verður nevnt. Í hoyringini um lógaruppskotið er fleiri ferðir tikið fram, at støðan hjá føroyska málinum átti at verið staðfest í lógini. Ein av orsøkunum til at seta Fróðskaparsetrið á stovn var júst at verja málið og styrkja vísindaliga málið í Føroyum. Alt gott um at vera við í altjóðagerð - tað kann væl hugsast, at tað er til fyrimuns fyri øll, at ein partur av undirvísingini fer fram á enskum. Men vit eiga ikki at gloyma, at tað er á júst hesum øki, at ein stórur ágangur er ímóti málinum. Ikki bert í Føroyum, men eisini í grannalondunum, verður nógv tosað um økismiss innan mong fakøki, og vit hava sæð, eitt nú í Danmark, at nógv av tí arbeiði, ið fólk hava lagt í at menna eitt egið akademiskt mál, fer fyri skeyti, júst tí at enskt vinnur alt meira fram. At undirvísingarmálið er føroyskt, eigur tí at standa í lógini. Ì viðmerkingunum á bls. 9 umleið 11 regla frá í erva eigur tí at standa: Undirvísingarmálið á setrinum er vanliga føroyskt, men partar av undirvísingini eiga eisini at fara fram á enskum, ella skipast kann fyri serligum námum, har øll undirvísingin fer fram á enskum. Krøv til og val av stýrislimum Tað er breið semja á Fróðskaparsetrinum um parturin um stýrissamanseting og ikki minst val av stýrislimum er sera týdningarmikil. Her eru viðurskifti, sum vit meta eru sera prinsipiell og eiga at verða viðgjørd neyvari, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið. Serliga fellur tað í eyguni, at ongar ásetingar eru um, hvussu landsstýrismaðurin velur tey eksternu umboðini. Hetta gevur eina ov sterka politiska stýring eftir okkara tykki. Í stk. 2 stendur m.a.: Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landstýrismansins avgerð. Her meta vit at landsstýrismaðurin heldur eigur at hava eitt forum til at geva sær tilmæli um tilnevningar sínar. Orðingin kundi verið: Landsstýrismaðurin tilnevnir fýra limir og fýra varalimir eftir tilmæli frá eini nevnd, sum verður mannað við fólki sbrt. reglugerð, sum landstýrismaðurin ásetir. Í viðmerkingunum átti so at staðið at: Limir í hesi nevnd eiga at verða fólk við vísindaligum førleika (samanber stk. 3) í størvum á øðrum vísindastovnum og í vinnulívinum, sum í virksemi sínum hava vísindaligt granskingar- og menningarvirksemi. Tað er óheppið, um alt stýrið verður skift út í senn. Reglur eiga tí at vera, sum tryggja ein kontinuitet í stýrinum, ein rulliskipan eftir nærri ásettum reglum. Hetta ger tað neyðugt at hava serligar gildisreglur í samband við manningina av fyrsta stýrinum - viðvíkjandi hvussu leingi nakrir av limunum skulu sita í stýrinum. Stk. 3 og 4. Eisini verður skotið upp at samanskriva stykkini 3 og 4, so at seinni setningurin kemur at ljóða: Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking og hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting. Mælt verður til at broyta 9, stk. 3, til at verða soljóðandi:

3 Stk. 3. Limirnir uttanífrá skulu hava í minsta lagi hava kandidatútbúgving, masterútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu hava royndir við, holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Skotið verður upp, at skjóta inn hendan setningin millum fyrsta og annan setning í stk. 3: Limirnir skulu hava gott innlit í tær útbúgvingar og ta gransking, ið fara fram á stovninum. Stk. 5: umvegis teirra netverk og sína ávirkan verður broytt til við sínum førleikum, støðu og ávirkan. Ad 9 Í samband við stk. 2 var á fundinum umrøða av tilnevningini av starvsfólkum í stýrið. Tosað varð um starvsfólkabólkar og umboðan av teimum. Ført var fram, at tað er umráðandi, at ikki bara vísindastarvsfólk verða umboðað, men eisini ikki-vísindafólkini. Í tí sambandi varð ført fram, at umboðini hjá landsstýrismanninum helst verða vísindafólk (sí stk. 3). Spurningur varð reistur um, hvat meiningin er við orðingini í føstum starvi. Í verandi starvsreglum á Fróðskaparsetrinum er hetta definerað fyri vísindafólk at vera professarar og lektarar, men hendan definitiónin er vælsaktans ikki hugsað í lógartekstinum? Eisini varð í hesum sambandi spurt eftir, um tey adjungeraðu starvsfólkini eru roknað við sum starvsfólk í føstum starvi. Her stendur í t.d. onki um nakran setanarbrøk til definitión av, hvat meinast við í føstum starvi. Sum er hava adjungeraðu fólkini umboðan í megindeildarráðunum. Hvar koma PhDararnir inn í myndina? Vanliga er ein Ph.D- lesandi knýttur at setrinum í minst trý ár. Teir hava vanliga eina kandidat- ella masterútbúgving frammanundan, og kunna tí ikki koma í bólk við studentunum, men heldur við vísindastarvsfólkunum. Spurningurin um starvsfólkaumboðan eigur at verða avkláraður áðrenn lógin verður samtykt. Allýsing av hugtakinum sjálvsognarstovnur er neyðugt Ad 1 Ivasamt er, um hugtakið Sjálvsognarstovnur er nóg væl definerað. Mælt verður til, at hugtakið verður útgreinað, so tað er púra greitt, áðrenn lógin verður samtykt. Sjálvsognarstovnar hava sjálvræði og eru vælsaktans sjávstøðugir juridiskir persónar, og tað kann tí í lógaruppskotinum tykjast, sum landsstýrismaðurin og harvið politiska skipanin hevur nakað víðar heimildir í mun til nýggja stovnin. Ad 19 Eitt stk. 2 eigur at setast inn: Tað er heimilað Føroya Lærda Háskúla at hava inntøkufíggjað virksemi. Ad 22 Ógreitt. Orðingin er í andsøgn við, at stovnurin er sjálvsognarstovnur við einum stýri sum hægsta myndugleika.

Granskingarfrælsi, grundgransking og samfelagsliga nyttan 2, stk. 3. Ásetingin um at granskingar- og útbúgvingarúrslit stovnsins skulu medvirka til at fremja vøkstur og vælferð í samfelagnum, er óheppin, tí hon kann misbrúkast til at niðurprioritera grundgransking og sokallaða ónyttuga gransking, hvar tað so er. Hon stendur eisini í andsøgn við stk. 2 (um granskingarfrælsi). Endamálið: Grein 2 kann vera eitt sindur ørkymlandi,tí har stendur í stk 2 stendur, at: Føroya Lærdi Háskúli hevur granskingarfrælsi, men beint niðri undir í stk. 3 stendur: Granskingar- og útbúgvingarúrslit stovnsins skulu medvirka til at fremja vøkstur og vælferð í samfelagnum. Hetta kann skiljast sum ein skerjing av geranskingarfrælsinum, tí spurningurin er um øll eru samd um hvat tað er, at fremja vøkstur og vælferð? Tað kann verða fata sum ein politisk roynd at fáa raðfest øðrvísi, soleiðis at nýtslugransking verður tikin framum grundgransking. Um tað gerst ein sjálvfylgja at mestsum øll alment goldin gransking skal kunna nýtast av vinnuni, kann tað enda við eini minking av tí nógv umrødda synergi hugtakinum, heldur enn øking. Gransking skal koma at verða ein sjálvsagdur partur av vinnuvirksemi gjarna í samstarvi við universitetið og tað almenna skal eisini taka sær av granskng sum hevur týdning fyri okkara sannkenning í víðasta høpi. Eitt nýtt uppskot til stk. 3 kundi tí verið: Føroya Lærdi háskúli skal samstarva við føroyska samfelagið og skal virka fyri menning av altjóða samstarvi. Gransking- og útbúgvingarúrslit stovnsins skulu umframt at medvirka til sannkenning av okkum sum mennisku í víðasta høpi eisini medvirka til at fremja vøkstur og vælferð í samfelagnum. 4 Samanleggingargongdin Ad 23 Nú stendur bert nakað um skiftistíð viðvíkjandi Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, og tað er ikki nóg mikið. Tað er týdningamikið at tað í lógini eisini verður nevnt, at tað verður eitt skiftisskeið fyri setrið og starvsfólkið á setrinum sí stk. 1 og stk. 4. Í stk. 4 stendur, at rektararnir á Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum hava óbroyttar setanartreytir. Er hetta í eini skiftistíð samsvarandi setanartíðini, ið teir nú eru settir í? Setanartreytir teirra sum tær eru í løtini innibera sum er m.a. ávísar stjóraheimildir, sum neyvan samsvara við teirra leiklut á nýggja stovninum, tá ein nýggjur rektari fyri allan stovnin verður settur. Eitt nú viðvíkjandi fíggjarviðurskiftum, har teir nú umsita beinleiðis játtanir á løgtingsfíggjarlógini. Hetta eigur at vera hugsað ígjøgnum, so tað verður púra greitt. Ein rættiliga týdningarmikil spurningur er, hvussu skal játtanin til nýggja stovnin skal latast til eina høvuðskontu ella beinleiðis til fakultetini, um so verður eigur tað eisini at verða greitt um peningur skal markast til rektorat og meginfyrisitingina. Eisini eigur tað at vera púra greitt hvør hevur ábyrggina av at samanleggingin gongur eftir ætlan, eisini tíðarætlan? Í 2008 fáa Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Fróðskaparsetur Føroya av sjálvsagdum orsøkum sína játtan beinleiðis á løgtingsfíggjarlógini, men hetta verður neyvan so í nýggja stovninum?

5 Stovnsheitið Full semja er um, at tað eigur at haldast fast við Fróðskaparsetur Føroya sum navn á nýggja samanlagda stovninum, í staðin fyri Føroya Lærda Háskúli. Háskúla-navnið er upptikið í føroyskum máli, og Føroya Fólkaháskúli eigur at sleppa at hava tað í frið. Heitið háskúli signalerar als ikki, at stovnurin er eitt universitet. Í grannalondum okkara royna verandi háskúlar at uppstiga seg til universitet, soleiðis at teir m.a. kunnu heimilast at geva Ph.D-grad. Í Íslandi vil Háskóli Íslands gjarna vera kallaður universitet eins og Reykjavíkar Universitet. Í enskttalandi partinum av heiminum er háskúli eitt college altso ikki eitt universitet. Tað kann geva okkum trupulleikar í sambandi við umsóknir um norðurlendskan og europeiskan stuðul t.d. til gransking, um navnið ikki heilt klárt undirstrikar, at talan er um stovn á sama stigi sum hinir umsøkjararnir. Hetta er sæð í Norra og tí hava norsku Høgskolerne eisini arbeitt hart fyri at fáa universitetsstøðu.. Argumentið um at ætlanin er, at gera upp við tað stíva setrið, og at hetta skal undirstrikast við navnabroyting, kann lættliga vendast við. Er ikki ein stórur vandi við at billa sær inn, at teir trupulleikar, ið møguliga eru ella hava verið av stívleika, botna í navninum, ella kunnu loysast við at broyta navnið? Kunnu vit ikki skjótt detta í ta fellu, at vit broyta navnið og gloyma at broyta innihaldið? Starvsfelagar okkara á grannauniversitetunum eru hugtiknir av navninum Fróðskaparsetur Føroya, tí tað er so sermerkt og hartil serføroyskt. Teir mæla okkum staðiliga frá at sleppa navninum. Sí hjáløgdu viðmerkingar frá málfrøðingum úr Noregi og Íslandi. Tað ber væl til at halda fast við navnið, hóast innihaldið broytist og talan er um ein heilt nýggjan stovn. Okkum kunnugt eru bæði starvsfólk og studentar á stovnunum, vit skulu leggja saman við, eins sannførd og vit um, at tað hevur týdning at halda fast við Fróðskaparsetur Føroya, sum felags heiti fyri okkum øll eftir samanleggingina. Alternativt kundi føroyska heitið verið Universitetið ella Universitet Føroya. Fleiri dáma væl latínska Universitas Færoensis sum undirheiti, men flestu halda, at nýggja undirheitið skal vera ta enska University of the Faroe Islands. Bæði kunnu brúkast. Aðrar viðmerkingar. 14, stk. 1. Vit sakna eina lýsing av starvinum hjá fyrisitingarstjóranum. Ì 1, stk. 5 er spurningurin, um tað er nógmikið, at tað stendur at landstýrismanninum verður heimilað... Tað eru jú fleiri gransingarstovnar, kjarnir, deplar o.a., ið hoyra inn undir onnur aðalráð. Var tað ein møguleiki at skriva Landstýrismenn (fleirtal) fyri at loysa henda spurning. Ad 3 Í samband við stk. 2 er ivi um, hvat meiningin er við útbúgvingarlógum. Meiningin er helst løgtingslógum um útbúgvingar. Men er tað ikki nóg mikið at hava kunngerðir um útbúgvingar? Ì 3, stk. 3. átti tað at verið óneyðugt at nevnt grundirnar til at útbúgvingartilboð kann takast aftur. Tað kunnu jú vera aðrar grundir eisini. Hví ikki strika báðar eykasetningarnar um tað vísir seg... góðskukrøv?

6 Mælt verður til hesar broytingar til stk. 1: 3. Føroya Lærdi Háskúli ger av, hvørji útbúgvingartilboð skulu vera á hvørjum fakøki. Landsstýrismaðurin skal góðkenna, hvørji útbúgvingartilboð skulu vera samsvarandi 4, 5 og 6. Aftan á 6 skoyta uppí nýggjan í lógartekstinum (her brúkt heitið Føroya Lærda Háskúli soleiðis sum stovnsheitið nú er sett í lógaruppskotinum): Undirvísingin á Føroya Lærda Háskúla eigur í mest møguligan mun at vera framd av fólki, sum hava granskingarroyndir og sum granska regluliga. Hetta eigur at galda bæði fyri lærarar, ið eru settir á Føroya Lærda Háskúla og fyri lærarar uttaneftir. Meir aftan á 6 skoyta uppí hvørjar gradir stovnurin kann tilluta Onki er nevnt í lógartekstinum, sum gevur stovninum heimild til útskriving av prógvum. Mælt verður til, at lógarteksturin sigur eksplisit nakað um hesar heimildir. Orðingin kundi verði: Føroya Lærdi Háskúl útskrivar prógv fyri bachelor, master og PhD fyri útbúgvingar, ið stovnurin bjóðar og próvskjal (diplom) fyri ískoytis- og partríðarútbúgvingar. Ad 7 Mælt verður til at strika stk. 2. Ad 13 Ì viðmerkingunum verður nevnt møguleikin at áramálsseta framúrskarandi granskarar o.o. úr útlondum. Tað má eisini bera til at gera hetta fyri framúrskarandi granskara úr Føroyum, her kann ikki verða nakað fødestedskriterium. Ad 14 Ógreitt er, hvat meinast við viðurkendur granskari. Hetta er ikki nóg vældefinerað til at standa í lógarteksti. Mælt verður tí til at strika fyrsta setningin í stk. 2, so tað verður broytt til: Rektarin skal hava granskingarroyndir og royndir við leiðslu og skipan av granskingarumhvørvum, skal hava royndir og innlit í útbúgvingarøkið, og skal hava innlit í virksemi stovnsins og samspælið millum stovnin og samfelagið sum heild. Á fundinum vóru eisini fólk sum hildu, at rektarin skal vera áramálssettur. Á fundinum vóru eisini fólk sum hildu, at rektarin skal vera áramálssettur. Ad 15 Mælt verður til strika orðingina viðurkendur granskari og at broyta stk. 1 til Dekanur skal hava granskingarroyndir og innlit í universitetsútbúgvingar, gransking, leiðslu og samanspælið millum stovnin og samfelagið sum heild.

7 Í stk. 2 verður vararektari nevndur. Tað stendur, at ein av dekanunum skal vera vararektari, men onki er um, hvussu vararektarin skal finnast/setast. Uppgávurnar hjá vararektaranum eru sbrt lógartekstinum ikki ásettar neyvari, men heftar av hugsanini hjá sitandi rektaranum. Ad 16 Í stk. 1 verður sagt, at undirvísing fer fram í eindum í nýggja stovninum. Tað er ikki greitt, hvat hetta meinast við. Er hetta ein organisatorisk eind undir fakultetinum við einum leiðara/eini leiðslu fyri ymsu útbúgvingunum á fakultetinum? Hvussu skulu í so fall hesir leiðarar setast skal dekanuri gera tað? Skulu verandi megindeildir á setrinum býtast í fakultet og undirvísingareindir? Granskingarparturin skal sbrt lógartekstinum ikki á sama hátt býtast upp í eindir. Í viðmerkingunum til lógargreinina fæst ikki nóg góð greiða á, hvussu ætlanin við eindum er. Í viðmerkingunum er ikki heilt samsvar við lógartekstin viðvíkjandi stk. 3. Ad 17 Viðmerkingar til 17 samsvara ikki við stk. 2 í lógartekstinum. Nakað ógreitt, hvat uppgávan hjá lestrarráðnum skal verða. Eisini ógreitt, um adjungerað vísindafólk kunnu verða umboðað í lestrarráðunum. Adjungeraðu fólkini hava ábyrgd av pørtum av útbúgvingunum. Tørvur er á at kunna skipa útbúgvingarnevndir/útbúgvingarráð í samband við skipan av nýggjum útbúgvingum og til javnan at eftirmeta og endurskoða innihaldið í útbúgvingum. Hetta kann takast við sum eitt stk. 5 í 17: Stk 5. Hvør útbúgving (útbúgvingargrein?) á Føroya Lærda Háskúla hevur eina lestrarnevnd, sum hevur ábyrgd av at skipa og tillaga tað fakliga innihaldið á útbúgvingini. Í lestrarnevndini fyri hvørja útbúgving sita allir teir lærarar, sum hava ábyrgd av minst einum skeiði á útbúgvingini; teirra millum eisini adjungeraðir lektarar og professarar. Eisini kunnu næmingar á eini útbúgving velja eitt umboð í teirra lestrarnevnd. Lestrarnevndirnar hava ábyrgd av at gera og tillaga skeiðslýsingar og lesiætlanir í samsvari við Bologna yvirlýsingina. Hesar skulu góðkennast av dekaninum á avvarandi fakulteti. Til at lýsa hetta betri, kann skoytast uppí viðmerkingarnar á hóskandi staði: Nakrar av útbúgvingunum á Føroya Lærda Háskúla eru ógvuliga bundnar av lærarum, sum hava høvuðsstarv sítt uttan fyri stovnin. Í nøkrum útbúgvingum verður tað mesta av frálæruni røkt av teimum, og so verður helst eisini í komandi tíðum. Tá so er, er umráðandi, at hesi fólk eisini eru við í fyrireikingum og tillagingum av tí fakliga innihaldinum í útbúgvingunum og fyriskipan av frálæruni. Her verður serliga hugsað um adjungeraðar lektarar og professarar, sum kunnu hava beinleiðis ábyrgd av pørtum av útbúgvingum. Mælt verður til, at lógin ásetur, at ein útbúgvingarleiðari skal vera fyri hvørja útbúgving, sum vegna fakultetið hevur ábyrgd av koordinering av undirvísingini í útbúgvingini. Mest nærliggjandi er, at dekanurin setir útbúgvingarleiðararnar. Hetta hevur stóran týdning, serliga tí munandi partar av undirvísingini verða eisini fram í tíðina givnir av leysalærarum.

8 Ad 18 Hendan greinin er neyvan neyðug at hava standandi í lógini. Tað eigur altíð at verða gjørligt at seta ráð ella nevndir, um tørvur verður á tí, uttan at ein lógarheimild eksplisit skal útgreina møguleikan. Tað verður eisini neyðugt at hava líknandi forum á fakultetsstigi eitt nú frammanfyri nevndu útbúgvingarnevndir. Eigur tað so eisini at útgreinast nærri heimildarliga í lógartekstinum, at dekanur kann seta akademisk ráð (sum m.a. kunnu viðvíkja gransking og/ella útbúgving)? Ad 21 Tað er ikki greitt, á hvønn hátt tað skal bera til at stuðla studentunum. Er hetta núverandi lestrarstuðulin, sum setrið umsitur? Hvussu við lestrarstuðli til føroyskar studentar t.d. um teir skulu uttanlands í samband við lesturin her á stovninum? Vegna Fróðskaparsetur Føroya Jóan Pauli Joensen rektari Elin Súsanna Jacobsen vararektari og megindeildarráðsformaður á Søgu og samfelagsdeildini Eivind Weyhe Megindeildarráðsformaður á Føroyamálsdeildini Hans Pauli Joensen Megindeildarráðsformaður á Náttúruvísindadeildini Hjálagt: 1, Bræv frá Helge Sandoy, professara, Bergen. 2. Bræv frá Tom Schmidt, professara, Oslo 3. Bræv frá Inga Sigurðsson, professara, Reykjavík 4. Bræv frá Höskuldur Þráinsson, professara, Reykjavík

1. Bræv frá Helge Sandoy, professara, Bergen 9 Helge Sandøy Nordisk Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studium Universitetet i Bergen Boks 7805 NO-5020 Bergen helge.sandoy@lle.uib.no Til Mentamálaráðið, Fróðskaparsetrið og Malan Bergen, 29.09.07 Malan Marnersdóttir har spurt om mitt syn på forslaget til namneendring på Fróðskaparsetrið, for ho vil gjerne høyre korleis ein ser på namnespørsmålet "úr einum norskum sjónarhorni". Eg sender her nokre norske tankar: Fróðskaparsetur Føroya eller Fróðskaparsetrið er eit svært godt namn; det er faktisk det mest kreative av alle slike institusjonsnamn i nordisk skuleverk. Det fortel om ein akademisk institusjon som set kunnskap, innsikt og rasjonalitet i sentrum. Verken 'høgskule' eller 'universitet' seier noko så presist. Dette namnet er sjølvsagt særfærøysk, og dei som ikkje forstår færøysk (eller norrønt og islandsk), forstår heller ikkje namnet, slik at ein truleg må operere med eit skandinavisk og eit engelsk tilleggsnamn (altså Fróðskaparsetur Føroya / Universitetet på Færøyane / University of the Faroe Islands). Men det gjer vel dei fleste institusjonar i høgare utdanning i alle land? Det vil seie at kommunikasjonen utover i verda neppe er argument for å bruke namnet universitet internt i språksamfunnet. Når det gjeld ordet 'høgskule', er det i og for seg eit bra ord, og det fortel om utdanning på høgare nivå. Men i Norge har vi innført eit system som skil mellom universitet og høgskular (som på engelsk blir til 'college' eller 'university college'), slik at høgskulane kan søkje om å bli universitet når dei meiner dei tilfredsstiller visse kriterium i fagleg breidd og fagleg nivå. Slik sett fortel namna om ein nivåforskjell. Når Fróðskaparsetrið har kalla seg universitet før i internasjonale samanhengar, vil ei endring til høgskole kunne forvirre skandinavar litt. Ein kunne tenkt seg at eit namn med háskúli kunne fungert betre i Norden ein det særfærøyske Fróðskaparsetur. Men det gjer det neppe; røynslene med det islandske Háskóli Íslands er at det må forklarast og omsetjast for dei som ikkje er særleg språkkunnige. Det vil seie at ein likevel må ha same tilleggsnamna, dvs. Føroya lærdi háskúli / Universitetet på Færøyane / University of the Faroe Islands. Eg er ikkje sikker på kva stilverdi adjektivet 'lærdur' (i Føroya lærdi háskúli) har i færøysk. I norsk er det ein vanskeleg ord å bruke, for det gir helst assosiasjonar til i fortida, til beskrivingar av personar som skilde seg frå vanlege folk, eller ein institusjon som heva seg langt over allmenta. Brukt i ei samtidsbeskriving, får ordet lett ironisk innhald. Demokratiseringa av samfunn og utdanning har gjort at ein unngår slike markeringar av "lærde". Denne siste synsmåten er sjølvsagt reint skandinavisk, og han treng ikkje vere gyldig i det færøyske språksamfunnet. Men ettersom synsmåtar utafrå var ønskjelege, tek eg han med. Vinarliga, Helge Sandøy

2. Bræv frá Tom Schmidt, professara, Oslo. 10 5. 10. 2007. Kjære Jóan Pauli Joensen, Det har kommet meg for øre at Fróðskaparsetur Føroya skal slås sammen med lærerskolen og sykepleieskolen. Dere er altså utsatt for den samme politikk som vi her i Norge. Også med nye navn. Hos oss ble det erværdige "Det historisk-filosofiske fakultet" nylig omdøpt til "Det humanistiske fakultet"; fremdeles er det likevel i dagligtale HF. Et annet eksempel er sammenslåingen av Norges tekniske høgskole, som ble slått sammen med Norges lærerhøgskole. En tid het det Universitetet i Trondheim, men så vant teknokratene fram med Norges teknisk-naturvitenskapelige universitetet (NTNU). Det morsomste var for øvrig det engelske navnet, som ble forkortet til NUTS!, og det er jo det det er. Men hva hensikten er med å snobbe nedover fra det flotte, velklingende og meningsbærende Fróðskaparsetur til "Føroya lærdi háskúli", ja, det er meg ubegripelig. I gamle dager ble jo den videregående skolen, som førte fram til universitetet, gjerne kalt for Den lærde skole, og over denne kom etter hvert spesialiserte skoler som lærerskole, landbruksskole o.s.v., som også kunne få sine høyskoler for videre, mer akademisk rettet utdannelse: lærerhøyskole, landbrukshøyskole o.l. Her i landet fikk vi etter hvert samlet mange slike i distriktshøyskoler (regional colleges), og hittil har to av disse oppnådd universitetsstatus. Vi fikk Universitetet i Stavanger for et par år siden, samtidig som Landbrukshøgskolen ble Universitetet for miljø- og biovitenskap (også litt "nuts", spør du meg), og nå nylig ble Høgskolen i Agder til Universitetet i Agder. "Føroya lærdi háskúli" framstår som en pleonasme, eller på godt norsk: smør på flesk. En høyskole er pr. definisjon lærd. Islendingene klarer seg jo godt med "Háskóli Íslands". En annen ting er at færøysk "lærdur" tilsvarer "fróður", likesom "lærdómur" tilsvarer "fróðskapur". Begge ord har jo paralleller i norrønt, men "lærdur" mangler den høytidelige dåmen som knyttes til "fróður". Måtte det gode navnet "Fróðskaparsetur Føroya" fortsatt få et langt liv. Med vennlig hilsen Tom Schmidt -- Professor dr. philos. Tom Schmidt Navnegransking Institutt for lingvistiske og nordiske studier Universitetet i Oslo Pb. 1011 Blindern NO-0315 Oslo Telefon: (047) 22 85 43 76 Telefaks: (047) 22 85 43 81

3. Bræv frá Inga Sigurðsson, professara, Reykjavík 11 Staddur í Ósló, 8. október 2007 Jóan Pauli Joensen, rektari Fróðskaparseturs Føroya. Ég undirritaður skrifa þetta bréf í tilefni af áformum um, að stofnun, sem verður til, þegar Fróðskaparsetur Føroya, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin sameinast, beri ekki heitið Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparsetur Føroya og heimspekideild Háskóla Íslands (sem þá hét svo, nú hugvísindadeild Háskóla Íslands) gerðu samning um rannsóknasamvinnu árið 1990. Í samræmi við þennan samning hafa þessir aðilar haldið ráðstefnur á þriggja ára fresti til skiptis í löndunum tveimur, fyrst í Reykjavík 1992, síðast í Þórshöfn 2007, og sjöunda ráðstefnan verður haldin í Reykjavík 2010. Ráðstefnurnar bera heitið Frændafundur. Á þeim sex ráðstefnum, sem haldnar hafa verið til þessa, hafa samtals verið flutt um eitt hundrað erindi um margvísleg málefni, sem varða Færeyjar og Ísland. Í kjölfar ráðstefnanna hafa ávallt verið gefin út ráðstefnurit. Þetta rannsóknasamstarf hefur skilað miklum árangri, og það hefur verið hugvísindadeild Háskóla Íslands mikils virði. Ég hef verið formaður svokallaðrar Færeyjanefndar hugvísindadeildar, sem hefur ásamt samsvarandi nefnd við Fróðskaparsetur Føroya annazt skipulagningu og framkvæmd Frændafundar-ráðstefnanna, frá stofnun 1990. Ég tel mig geta sagt fyrir hönd þeirra, sem hafa átt aðild að þessu rannsóknasamstarfi á vegum hugvísindadeildar, að okkur myndi þykja mikill sjónarsviptir að hinu ágæta heiti Fróðskaparsetur Føroya, ef það yrði lagt af við sameiningu stofnananna þriggja. Í þessu sambandi er á það að líta, að Fróðskaparsetur Føroya hefur getið sér prýðilegt orð sem vísindastofnun á alþjóðavettvangi undir því heiti. Með hliðsjón af því, sem að framan greinir, vil ég hvetja færeysk stjórnvöld til að halda heitinu Fróðskaparsetur Føroya, þegar stofnanirnar þrjár sameinast. Með góðum kveðjum Ingi Sigurðsson, prófessor í sagnfræði við hugvísindadeild Háskóla Íslands

4. Bræv frá Höskuldur Þráinsson, professara, Reykjavík 12 Jóan Pauli Joensen, rektari Fróðskaparsetur Føroya J. C. Svabos gøtu 14 100 Tórshavn 8. október 2007 Kæri Jóan Pauli Ég hef frétt að nýlega hafi komið fram hugmyndir um að leggja niður nafnið Fróðskaparsetur Føroya og taka upp nafnið Føroya lærdi háskúli í staðinn. Ég leyfi mér að skrifa þér þetta bréf til þess að láta í ljóst mikla andstöðu við þessa hugmynd. Ég hef haft talsvert mikil samskipti við starfsmenn Fróðskaparsetursins á undanförnum árum, komið í heimsókn, setið námskeið þar, kennt þar og skrifað bók með færeyskum samstarfsmönnum (Faroes An Overview and Reference Grammar, Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn, 2004). Ég hef líka setið í Færeyjanefnd Hugvísindadeildar Háskóla Íslands í allmörg ár og í ýmsum norrænum nefndum þar sem Færeyjar og færeysk málefni koma við sögu. Ég hef líka starfað í Bandaríkjunum og átti samskipti við starfsfólk á Fróðskaparsetrinu þegar ég var þar. Ég tel mig þess vegna þekkja nokkuð vel til færeyskra málefna og umræðu um þau, bæði í Færeyjum og í öðrum löndum. Ég hef hvergi orðið var við annað en Færeyingar væru stoltir af nafninu á háskóla sínum og það hefur líka alls staðar mælst vel fyrir þar sem ég þekki til í öðrum löndum. Fólki finnst þetta snjallt og skemmtilegt nafn þeir sem kunna eitthvað fyrir sér í færeysku sjá tenginguna við fróðskap, þeir sem ekkert kunna í færeysku líta bara á þetta sem sjálfstæða og skemmtilega aðferð Færeyinga til að gefa svona stofnun nafn. Þegar stofnunum af þessu tagi eru valin heiti er hægt að hugsa sér tvær leiðir. Annars vegar má fara einhverja alþjóðlega leið og nota eitthvert orð sem líklegt má telja að skiljist að einhverju leyti annars staðar, eins og universitet til dæmis. Það hafa menn gert í Danmörku, Noregi og Svíþjóð. En í sumum löndum eru þess háttar orð ekki hluti af innlendum orðaforða og þá verður að velja eða búa til innlent orð í staðinn. Það hafa menn t.d. gert á Íslandi (háskóli) og Finnlandi (yliopisto). Þess háttar orð verða þá bara hluti af innlenda nafninu og skiljast ekki utan heimalandsins. Það á a.m.k. við um finnska orðið, en íslenska orðið háskóli getur reyndar verið dálítið villandi af því að samsvarandi orð merkja ekki endilega það sama í nágrannamálunum (högskola, højskole, high school). Þess vegna öfundum við Íslendingar ykkur Færeyinga dálítið af þessu snjalla nafni Fróðskaparsetur (sem er líka svo auðvelt að stytta í Setrið, á Setrinum). Auðvitað skilur það enginn sem ekki þekkir eitthvað til færeysku, en langt og flókið nafn eins og Føroya lærdi háskúli myndi litlu breyta um það. Í báðum tilvikum yrði að hafa erlenda gerð af heitinu með á alþjóðlegum vettvangi, t.d. University of the Faroe Islands eins og núna stendur á heimasíðunni undir nafninu. Ég vil því endilega hvetja ykkur til að halda þessu fallega, skemmtilega og sjálfstæða nafni og taka ekki upp einhverja flata langloku í staðinn. Bestu kveðjur Höskuldur Þráinsson, prófessor í íslensku nútímamáli Háskóla Íslands