Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Like dokumenter
Gips venjingar - tá armurin er brotin

Hin synoptiski trupulleikin

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Tá Johannes mundi fingið bumbu undir vangan

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Landsstýrismaður við líki í lastini

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tvídráttur heimsveldanna

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ELDRI. Landsfelag Pensjónista. Limablað, útgáva 2

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

Heimsins nalvi í Hósvík

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

1500 Kanningarferðir. rembingar. Mál. Uppgávur

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hvussu at standa sterkur í storminum

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Sjálvandi taka vit livur

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

SØLUTILFAR, JUNI 2016

GRUNDBÓK. í FØROYSKUM

Kirkjuligt Missiónsblað

Tað stóð nógv á monnum tá Polarhav læsti seg fast á Bedingini. Páll Andrasson Klettskarð vildi aftur til KÍ

Eingin fjølmiðlaetikkur

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

E G C F H/B D A D C A G H/B F E. Tekna við ngrinum frá nóta til bókstav til tangent

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Eliesar 100 ár djórasløg undir Føroyum. Eitt virðiligt minningarhald fyri teir 219, sum mistu lívið á sjónum bardagárini.

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Ein gomul søgn sigur frá, at tá Svarti deyði herjaði um , livdi bara ein maður eftir á Strondum, sum æt Meggrus.

Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Small Federation Games Magni Jøkladal, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen og Marjun Restorff skriva

Ársfrágreiðing 2013 um seyðahaldið í Heygshaga. Hans Martin Andreassen

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Nr. 21 Juli 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Haruveiðan í Føroyum. Hunting of hare in the Faroe Islands in Eyðfinn Magnussen. NVDRit 2013:02

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Duruta og aðrar søgur

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Sethús Høgabø 8, Vágur

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Tíðindi úr Føroyum tann 26. august Tíðindi frá Kringvarpi Føroya samansett av Føroysku Sjómanskirkjuna/bjg

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Transkript:

29. januar 2008 Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren Mánadagin 9. apríl 1979 bjargaðu kavarar av Tjaldrinum tvær kanónir undir Mykinesi. Hildið verður, at kanónirnar stava frá tí hálendska eysturindiafaranum Walcheren, ið fórst undir Føroyum í september 1667. Vaktar- og Bjargingartænastan var sett á stovn á sumri 1976, og samstundis var vaktarskipið Tjaldrið komið til landi. Tað var bygt í Norra sum kombinerað vaktarskip og sleipibátur. 1. septembur sama ár var Tjaldrið sett í sigling saman við Dagstjørnini. Hon var ein línubátur, sum var bygdur í Norra í 1962 til heimasandsmenn. Dagstjørnan hevði í nøkur ár røkt farmasigling innanoyggja fyri Strandferðsluna, men var burturav saman við Tjaldrinum løgd undir Vaktartænastuna sum vaktarskip. Á heysti 1978 var Dagstjørnan skift út við Ólav Halga, ið kom at virka sum vaktarskip fram til miðskeiðis í 1990-árunum. Tjaldrið hevði dupulta manning, hold A og B. Hold A hevði 3 kavarar, og vóru teir Elmar Højgaard Jens Midjord og Óla Hans Olsen úr Skálavík. Skipari á holdi A var Kaj P. Mortensen og á holdi B Eyðbjørn Lervig. Kavarar vóru Jógvan Páll Lydersen sáli og John Kjærbo eystan Á. Tað vísti seg skjótt, at tað var nógv av kavaraarbeiði at gera; hetta var tann tíðin, tá nógvur garnabátar vóru á Norðhavinum um vári. Nógvir teirra vóru óroyndir við hendan reiðskap og fingu ofta um skrúvuna. Eisini var um hesa tíðina gongd komin á trolingina undir Føroyum og var tá javnan at boð vóru eftir kavarahjálp frá Tjaldrinum. Hendan túrin, ið her verður skrivað um, vardi í 14 dagar og á túrinum vóru kavarar 5 ferðir niðri til hjálparveiting. Av hesi orsøk kom ein kavari á hold B aftrat og var hesin Amaliel Jensen sáli. Hann kom umborð á Sørvági tann 6. apríl 1979 sum nýklaktur kavari. Ein kanón verður funnin Nú nýggjur kavari var komin á holdið, var avrátt at hava eina venjing. Vit vóru vitandi um, at eitt skip hjá Restorff s handli í Juni 1871, Lerkurin av navni, hevði fingið fatur á tveimum málmkanónum undir Mykinesi og ført tær til Havnar. Sunnumorgunin 8. april var lagt stilt sunnan fyri Mykines. Bátur varð settur út og kavararnir fóru niður og tað var skjótt, at komið var fram á fyrstu kanónina. Annar endin stakk einar 20 cm. Uppundan meðan restin lá undir í gróti og eyri. Samstundis lógu fleiri stórir klettar í vegin, og tá varð farið umborð aftur á Tjaldrið eftir útgerð til at fáa klettarnar burtur. Avgjørt var at seta wirestroppar á klettarnir og skuldi Tjaldrið so sleipa

teir burtur. So varð gjørt og riggaði tað avbera væl.tá grótið var sleipað burtur, var kanónin grivin leys, og nú var klárt at hiva hana upp, men nú hevði Tjaldrið fingið boð um at ein bátur hevði fingið motorstopp og ynskti sleip. Ein endi var nú settur á kanónina og í eina boyu, so lætt var at finna aftur á staðið. Farið var nú eftir TN 396 Báruni, ið lá vestur úr Trøllhøvda, so ikki var langt at sigla. Báran var nú sleipað á Havnina, har komið var um kvøldi. Á veg út av Havnini aftur var aftur boð eftir Tjaldrinum og hesa ferð var tað KG 335 Høvdarøðin, ið hevði fingið um skrúvuna norður úr Kallinum. Kós var sett ímóti KG 335, og var komið fram til hansara út móti morgni. Sett var so fast á Høvdarøðina, sum síðani varð sleipaður á Klaksvík. Kavarar fóru so niður og skóru av skrúvuni. Kl. 08.30 var uppgávan liðug, loyst var beinanvegin og kósin sett vestur móti Mykinesi, har komið var út móti middegi 9. apríl. Menn vóru spentur at síggja boyuna - jú mín sann, boyan var har, og nú var gjørt klárt at kava. Seinna kanónin verður funnin og báðar tiknar upp Nú var farið undir at kava. Ruddað var meira frá kanónini so at møguleiki var at fáa ein wire strop um endan á kanónini sum var grivin fríður tá tað var gjørt var fari umborð aftur á Tjaldrið at tingast um, hvussu víðari skuldi farast fram so at skipið kundi koma so nær landi sum til bar. Avgjørt var at lata stýriborðsakker út og var ein endi festur á reyvina á Tjaldrinum og umborð á arbeiðsbátin, og samstundis sum lorað var av akkersketuni, togaði báturin skipið ógvuliga spakuliga inn móti landi ímeðan hetta fór fram vóru allir 3 kavararnir í sjónum. Ein var niðri við botn, ein í miðum sjógvi tann triði í vatnskorpuni, og góvu teir tekin sínámillum og víðari umborð á Tjaldrið, hvussu langt inn skipið kundi koma. Skipið kom heilt inn undir bergið, og nú var akkersketan sett føst, og lá Tjaldrið nú mest sum beint uppi yvir kanónini. Nú var ein veiðir tikin av spælinum og út gjøgnum gálgan í bakborð og niður á botn settur fastur í stroppin, sum var lagdur um kanónina. Farið var so undir at hiva ógvuliga spakuliga, ikki hevði verið stundir at grava alla kanónina heilt leysa. Samstundis sum kanónin loysnar úr botni, kemur onnur kanón til sjóndar. Tá tann fyrra kanónin var komin umborð bóðu kavarnir um at fáa endan niður aftur. Nú kom spenningur í á dekkinum, spurt var um tað nú var kistan við gullinum, menn høvdu funnið. Kavarnir vildi ikki svara, men bóðu teir á dekkinum bara bíða, so fingu teir at síggja, hvat tað var sum eftir var á botni. Tá seinna kanónin kom undan kavi, var tað onkur ið helt fyri: Tvey rusta jarn petti, eg hevði nú væntað okkurt annað. Nú var hendan spennandi venjingin liðugt og tosa var aftur og fram um, hvat gerast skuldi við fongin og at enda vóru allir menn á einum máli um at lata

Fornminnissavninum tær í varðveitslu. Kanónirnar latnar Fornminnissavninum - og søktar í havið- aftur Tjaldrið kom á Havnina 11. Apríl. Nakað av fólki var komið á bryggjuna at fregnast um hendan gamla fong, og onkur var eisini komin til at bjóða upp á fongin og var viðkomandi sinnaður at fara nokk so høgt. Men avgerðin var tikin, Fornminnissavnið skuldi hava fongin. Talan var jú um fornminni, meira enn 300 ára gamlar kanónir. Kanónirnar vóru nú tiknar í land og fluttar út á Fornminnissavnið, har tær vóru kannaðar. Savnið kom til tað úrslit, at tær vóru úr jarni, 2,8 m. til longdar og tvørmátið við endarnar er ávikavist einar 20 og 40 cm.tær eru illa farnar av briminum, men rustskónin var tó bert 3-30 mm, har í hon var kannað. Longu 18. apríl vóru kanónirnar førdar umborð aftur á Tjaldið, íð søkti tær á einum høgligum stað, so tær kundi koma undir somu umstøður aftur og ikki terast, til høvi einaferð verður at viðgera tær. Tað var ikki av tilvild at leitað var júst á hesum stað, tí tað var søgn í Mykinesi, at kanónir skuldi liggja har. Bæði J.C Svabo og J. Landt skriva um tvær metalkanónir, sum síggjast væl í góðum veðri, og Svabo nevnir eisini, at onkur skal hava roynt at fingið tær upp, men mátti gevast, tí línurnar vóru rotnar. Vit venda aftur til Lerkin, sum nevndur varð. Skipið Lerkurin hjá Restorff hevði fingið fatur á tveimum málmkanónum á sama staði og var tað 7. og 8. juni 1871. Tær vóru førdar til Havnar og kannaðar. Onnur kanónin var 3,30 m til longdar, tvørmátið var frá 27 cm til 45 cm. Hin var 3 m long og tvørmátið frá 22 cm til 36 cm. Tann longra varð hildin at viga stívliga tvey tons og tann styttra gott hálvt annað tons. Tilfarið var fyri ein stóran part kopar. Á tí størru kanónini kundi lesast navnið Johannes og eitt merki, ein rundingur, har bókstavir OVC stóðu. Hesar kanónirnar vóru sagaðar sundur og seldar av landinum fyri 2.000 ríkisdálar. Tað skilst at hesar kanónirnar bæði hava verði størri til ummáls og longri enn tær, sum Tjaldrið tók upp og eisini úr øðrum tilfarið. Men allar 4 kanóninar kunnu væl vera av sama skipi, tí Walcheren hevði bæði málm- og jarnkanónir umborð. Walcheren Walcheren var stórt skip, bygt í 1661 sum tvídekkari. Longdin var 55 m, breiddin var 12 m og kundi tað lasta umleið 600 tons. Walcheren náddi at gera tríggjar túrar til Eysturindia, men á heimferðini á triðja túri

sínum møtti hetta stóra og prýðiliga fari lagnuni á Skipahellu, sum er norðan fyri Kvívík. Tað var í september 1667. Tvey onnur skip sluppu í øllum góðum inn á Vestmanna. Walcheren var farin úr Batavia (Djakarta) 27. januar 1667 saman við 12 øðrum skipum undir leiðslu av Jan van Dam, sum var ein av leiðarunum í Eysturindiska Ráðnum. Tann 9. mai 1667 kom flotin á Kappan (Kap Góðar Vónir). Farið var avstað aftur 8. Juni og flotin kom til Hálands 9. Oktober, men tá var Walcheren ikki ímillum teirra. Skipari hendan túrin var Frans van Heijst úr Dillo. Tað er ikki greitt, hvussu stórt tal av hermonnum, manning og ferðafólki var umborð á heimferðini, men upplýst verður, at tá íð skipið fórst, vóru tað heilt nógv, íð druknaðu og doyðu. Flotin var lastaður við klæðum, nelikari, japanskum kopari og pipari, samanlagt til eitt virði av 3.119.060 hálendskum gyllin, umframt annað leysafæ. Hóast Walcheren var flutningsskip hjá Hálendska Eysturindiska Felagum, var tað eins og hini skipini hjá felagnum væl útgjørt hernaðarliga, fyri at kunna verja seg og fara í bardaga, um tað skuldi gjørt neyðugt. Tann langa leiðin yvir hav var alt annað enn trygg, og eitt skip, ið hevði so dýrar vørur umborð, hevði nógvar fíggindar. Eitt slíkt skip, ið var ímillum tey størstu hjá felagnun, var vanliga útgjørt við 24 tungum jarnkanónum, 6 bronsukanónum og 2 lættari jarnstykkjum, sokallað migons. Av tí at kríggj leikaði á millum Ongland og Háland, tá Walcheren fór úr India, kann skipið hava havt enn fleiri kanónir umborð. Skip av hesari stødd máttu hava fleiri tung akker fyri at kunna liggja væl. Walcheren hevði í minsta lagi nýggju akker, úr 90 kg. upp í 1.800 kg. Eftir at skipið var farið á land á Skipahellu rak ein partur av vrakinum vestur undir Mykines, har tað sakk. Ein partur av vrakinum rak til Hvalbiar, og ein partur rak millum oyggjarnar. Sum verða man fór maður av húsi at bjarga, bjargingarlønin var triðingur av virðinum. Í løgtingsbókini 1667-1690 finnast nógv sakarmál, íð viðvíkja bjarging av farminum frá Walcheren Lucas Debes kemur uppí leikin Ein umboðsmaður fyri útgerðafelagið hjá Walcheren, Jan van Cowenburgh, var eftir í Føroyum við einum báti og nøkrum matrósum frá øðrum av skipunum, ið inn vóru komin á Vestmanna. Hetta fyri at royna at bjarga farminum. Men ikki gekst væl í hond. Parturin av vrakinum, ið rikin var til Hvalbiar, hevði umboðsmaðurin Couwenburgh latið Suðuroyarpresti, Jacob Cristensen Klinte, sum gávu. Hesum stóðst sakarmál av millum fútan og prest, tí fútin meinti, at alt, sum rak upp á land, var kongsins ogn, so leingi ikki var prógvað, hvør átti. Sakin kom fyri á løgtingi so seint sum í 1671, og leggur prestur tá eitt skriv fram frá Couwenburgh, dagfest 2. apríl 1668. Í skrivinum stendur, at Couwenburgh vil lata ein vrakpart av Walcheren, íð rikin var upp á land í Hvalba, til prestin. Prestur skal eiga tað at ráða yvir, bæði viðin og tí jarni, sum kann

vera í, móti bert at lata ta bjargingarløn, íð ásett er. Til hetta sigur fútin, at hann vil ikki góðtaka skrivið, tí Couwenburgh hevur ikki víst nakra skrivliga fulltrú frá eysturindiska felagnum. Felagið hevur ikki givið honum fulltrú, tað hevur fútin nú fingið skriv um, og harumframt hevur Covenburgh ikki verið á staðnum og prógvað, at rekin veruliga var av Walcheren. Tí vil fútin verða við, at gávubrævið einki var vert og at prestur skal gjalda tað, hann hevur fingið av vrakinum, soleiðis sum lógin ásetur. Prestur kemur ikki sjálvur fram at verja seg, men tað ger verfaðir hansara, suðurstreymoyar prestur Lucas Debes. Lucas sigur, at ein og hvør hevur rætt til at ogna sær sítt eftir sjórættinum, og hetta hevur Couwenburgh gjørt, við fulltrú frá tí eysturindiska felagnum. Fútin má vita, at varaadmiralurin hjá felagnum setti Couwenburgh, bæði við báti og manning at bjarga góðsinum av vrakinum. Fútin hevði eisini havt nógv viðurskifti at viðgera saman við Couwenburgh, meðan hann var í Føroyum, eitt nú bjargingarløn og annað. Tað, at eitt skriv nú var komið, ið segði, at Couwenburgh var ikki fulltrúi felagsins, broytti einki, tí fútin hevði sjálvur latið Couwenburgh fáa burtur av tí, íð bjargað var. Lucas helt fram, at Couwenburgh hevði ferðast nógva staðni fyri at kanna rekar av Walcheren, men tað bar honum ikki til at koma til Suðuroyar um veturin. Hann metti eftir tíðini, støddini av vrakpartinum og piparinum í tí var, at hetta mátti vera av skipinum, og felagsins vegna hevði hann tí latið presti fáa tað. Lucas vildi tí vera við, at tað mátti vera prestsins ogn. Dømt varð síðani í sakarmálinum, og vóru 10 løgrættumenn samdir, meðan tann ellivti, Dánjal Jesarsson úr Øravík, vildi ikki semjast við teir um dómin. Hann segði, at skrivið frá Couwenburgh kundi ikki takast fyri fult og vrakið tí mátti tí vera kongsins ogn. Sostatt skuldi Suðuroyar prestur gjalda tað, ið vrakið var vert. Hetta var samtykt av løgmanni. Lucasi Debes kom tað aftur um brekku, at hann hevði vart versonin móti fútanum. Eisini hevði Lucas sjálvur keypt nakrar steinar, í stavaðu frá Walcheren, frá elduvíkingum og var tað ólógligt, tí talan var um reka, ið ikki var uppgivin. Heldur ikki var gott at verða illa í øgn við fútan, tí tá var ikki langt frá honum til lensharran, Fr. Gabel. Gabel fekk annars í lag, at Lucas fyribils varð settur frá sum varapróstur Kanska er okkurt meira at finna Men hvør veit, kanska kann okkurt koma undan kavi ein vakran dag. Ikki bert fleiri kanónir, ið ivaleyst liggja við Mykines, men eisini gripir av skipinum, ið fólk enn hava í varðveitslu. Ja, kanska onkrar tubbaks- ella aðrar dósir, ið einaferð hava verið í lummanum hjá einum av manningini, ið so syndarliga endaði sínar dagar norðan fyri Kvívík ein ódnardag í september 1667 á tí bæriliga hálendska tvídekkaranum Walcheren.

Heimildir Skipsdagbøkur hjá Tjaldrinum 1979 Skiparin á Tjaldrinum Eyðbjørn Lervig Mondul