Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Like dokumenter
Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Hin synoptiski trupulleikin

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Gips venjingar - tá armurin er brotin

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 24. jan Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 4. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 25. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 26. august Tíðindi frá Kringvarpi Føroya samansett av Føroysku Sjómanskirkjuna/bjg

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Tíðindi úr Føroyum tann 1. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Heimsins nalvi í Hósvík

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Sjálvandi taka vit livur

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Tíðindi úr Føroyum tann 21. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Tíðindi úr Føroyum tann 11. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Haruveiðan í Føroyum. Hunting of hare in the Faroe Islands in Eyðfinn Magnussen. NVDRit 2013:02

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

ZETA a r c h i t e c t s

Tvídráttur heimsveldanna

Landsstýrismaður við líki í lastini

Tá Johannes mundi fingið bumbu undir vangan

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Ársfrágreiðing 2016/17 hjá Føroya brigdesambandi Eykaársfundur leygardagur 6. januar 2018 í Bridgehúsinum.

Sethús Høgabø 8, Vágur

Tíðindi úr Føroyum tann 3. Juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Nr. 21 Juli 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Tíðindi úr Føroyum tann 7. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kappingarárið mai kl Leikskrá nr. 6

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 13.07.2015 (13:09) Skiftandi veður alla vikuna Óstøðug luft við onkrum ælum streymar komandi dagarnar yvir Føroyar úr suðri, seinni útsynningi. Seinni fer eitt lágtrýst at flyta seg úr Skotlandi móti Hetlandi. Í dag verður eitt lot til gul av útsynningi ella ymsum ættum, undir seks metrar um sekundið. Skýggjað og í støðum regn og mjørki. Í kvøld ella í nátt eitt gul til stívt andvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin upp móti 10 stigum. Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og í støðum klárt. Hitin millum 7 og 10 stig. Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein sunnan, 2 til 6 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig. Um n ttina verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Klárt og hitin millum 7 og 10 stig. Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, og seinni nakað av sól. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina niður í 7 stig. Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Um náttina eitt stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi, upp í 10 metrar um sekundið. Sum frá líður skýggjað og ælaveður. Hitin um 10 stig. Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og okkurt æli og hitin um 10 stig. Granskarar spáa lítla ístíð á Jørðini um 15 ár Brrrr. 11 ár við sera køldum vetrum. Hetta kann sambært sólargranskarum á Northumbria University í Onglandi gerast veruleiki í stórum parti av heiminum í tíðarskeiðnum frá 2030 og umleið eitt áratíggju fram, skrivar The Telegraph. Sólin viknar og gevur lítla ístíð Sambært metingunum hjá granskarunum fara flótandi rørslurnar inni í sólini at arta seg á ein slíkan hátt, at hitin á Jørðini fer at fella munandi longu um 15 ár. Sólarvirksemið fer at vikna við umleið 60 prosentum, tí tvinni rák inni í sólini nevtralisera hvørt annað. - Í tíðarskeiðnum millum 2030 og 2040 fara tey bæði rákini í hvør sínari hálvkúlu at vera ein neyvur spegil av hvør øðrum, so ávirkan teirra fer at órógva ella nærum beina fyri hvør øðrum. - Vit rokna við, at hetta fer at hava við sær eina maunder minimum (lítil ístíð, red.), sigur Valentina Zharkova professari. Útivið 400 ár síðani seinast Seinast heimurin upplivdi eina stutta ístíð var í 17. øld, tá millum annað Evropa hevði sera kaldar vetrar frá 1645 og fram til 1715. Áirnar í Evropa frystu til ís, og sama gjørdu fleiri farvøtn. Hesum gjørdi svenski herurin í 1658 sær dælt av við millum annað at fara um Lítla Belt og seinni taka danska herin á Sællandi á bóli. Avleiðingin av hesum var, at Danmark noyddist at lata frá sær Skåne, Halland og Blekinge. So dramatiskt verður tað neyvan í 2030. Men talið á teimum sokallaðu sólblettunum, ið hava ávirkan á hitan á Jørðini, fer at verða munandi lægri, og tað fer sambært granskarunum at elva til støður, sum vit ikki hava sæð seinastu 370 árini. Kelda: ritzau/dr.dk Antares.fo

Síla olju við seyðaull Reiðaríið Torm hevur testað filturskipanina á tveimum skipum, har ull tekur sær av reinsanini av hydraulikk- og smyrjuolju. Tvey skip hjá danska reiðarínum Torm hava skift seperatorarnar á hjálpimotorunum út við filtur úr seyðaull. Tað skrivar norski seljarin av GreenOil-filtrunum, Ditech, í einum tíðindaskrivi. - Vit hava eftir 6 mánaðar royndir fingið sera góðar royndir við at brúka oljufiltur ístaðin fyri separering av smyrjuoljuni, sigur Lars Nielsen, maskinstjóri hjá Torm í tíðindaskrivinum. Han heldur, at filtrið hevur givið eina einfalda og brúkaravinarliga loysn fyri manningina umborð. Vánalig olja gav tekniskar trupulleikar Vánalig oljugóðska elvdi til ófullfíggjaða reinsing av smyrjiolju í separatorunum og trupulleikar við turboløðarunum á hjálpimotorunum. Reiðaríið setti sær tí fyri at royna onnur alternativ. Tey bæði Torm-skipini hava í dag fingið ísett tilsamans seks nýggj oljufiltur, trý á hvørjum skipi. Ditech sigur, at ull í mongum pørtum av heiminum er ein yvirskotsvøra. Bert fá prosent av ullini verða brúkt til framleiðslu av klædnapløggum, meðan restin sum oftast verður brend. Filtur úr seyðaull Filturlutirnir umborð á skipunum eru í høvuðsheitum úr seyðaull. Sama filturskipan er eisini seld fleiri norskum reiðaríum til reinsan av hydraulikk- og smyrjuolju. Nýggju Esvagt-nýbygningarnir á Havyard skipasmiðjuni verða útgjørd við hesi skipanini, sum eisini fleiri norsk skip frammanundan hava fingið ísetta. Millum annað er seyðaull umborð á skipum hjá Island Offshore, Rostein og Høegh LNG. Kelda: maritime.no Antares.fo Jóannes Hansen 13.07.2015 (06:41) 5,65 milliónir fleiri á Skálafjørðinum Tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin fingu tilsaman 5,65 milliónir meiri inn í skatti fyrra hálvár í ár, enn tær fingu sama tíðarskeið í fjør. Í krónum var vøksturin størstur í Runavíkar kommunu. Har var meirinntøkan 3.987.592 krónur, sum svarar til 6,98 prosent. Samlaða skattainntøkan hjá Runavíkar kommunu fyrra hálvár í ár var 61.081.105 krónur. Lutfalsliga var vøksturin størstur í Sjóvar kommunu, har meirinntøkan var 7,05 prosent ella 942.372 krónur. Samlaða skattainntøkan í Sjóvar kommunu fyrra hálvár í ár var 14.317.954 krónur. Í Nes kommunu var meirinntøkan 711.062 krónur ella 4,26 prosent. Samlaða skattainntøkan í Nes kommunu fyrra hálvár í ár var 17.415.703 krónur. Heri Simonsen 13.07.2015 (07:20) Norski sjómaturin setur útflutningsmet Tað gongur væl hjá norðmonnum at útflyta sjómat. So væl, at fyrra hálvár av 2015 er besta hálva árið nakrantíð hjá norskum sjómatsútflytarum, tá talan er um virði av útflutninginum. Norska "Kystmagasinet" skrivar, at Noreg hevur fyrra hálvárið í ár útflutt sjómat fyri eitt virði uppá 34 miljardir norskar krónur. Tað svarar til umleið 28,2 miljardir krónur í okkara peningi. Talan er um eina virðisøking uppá 1,5 miljardir norskar krónur sammett við fyrra hálvár í 2014. Fyri juni í ár er eisini talan um ein metgóðan juni-mánað. Í juni í ár útfluttu norðmenn sjómat, sum hevur eitt virði uppá 5,8 miljardir norskar krónur. Tað er 932 miljónir norskar krónur meir enn í juni í fjør. Toskur, sum næstan ikki sæst á okkara leiðum eigur ein stóran lut í stóra vøkstrinum. Kystmagasinet skrivar, at útflutningurin av toski hevur havt ein javnan vøkstur alt árið higartil. Fyrra hálvárið í ár útflutti norska laksavinnan fyri 21,9 miljardir norskar krónur. Tað er ein øking í mun til fyrra hálvár í fjør uppá 537 miljónir norskar krónur. Gjøgnumsnittsprísurin fyri laks í juni varð 41 norskar krónur pr. kg. Í fjør varð gjøgnumsnittsprísurin fyri laks í juni 36,27 norskar krónur. Tá talan er um klippfisk er talan um eina øking í útflutningsvirði uppá heili 29 prosent í mun til fyrra hálvár í fjør.

Heri Simonsen 13.07.2015 (08:20) Oyggjaleikirnir í 2017 verða ein fólkaveitsla Á Gotlandi eru tey langt síðani byrjað at telja niður til summarið í 2017, tá tey á vøkru, stóru oynni í Eystrasalti skulu hýsa teimum 17. oyggjaleikunum. Øll kend fólk í Svøríki við virðing fyri sær sjálvum hava eitt summarhús, ella eina summarsmáttu úti í Gotlandi. Og verður tað ikki nøkur oyggj, sum manglar undirstøðukervi ella praktiskar foranstaltningar. Gotland hýsti oyggjaleikunum í 1999, og millum føroyingar, bæði íðkarar og miðlafólk, sum vóru í eldinum tá er semja um, at leikirnir á Gotlandi í 1999 standa sum ein av teimum best skipaðu oyggjaleikunum nakrantíð. Møguliga bara leikirnir á Álandi í 2009 kunnu kappast við leikirnar á Gotlandi í 1999 í so máta. Á oyggjaleikum á Gotlandi, og á Álandi hevur praktiski sansurin verið stórur. Samskipari fyri oyggjaleikunum, sum verða á Gotlandi frá leygardegnum 24. juni til fríggjadagin 30. juni í 2017 er Per Wallstedt. Á Gotlandi er Per Wallstedt kendur, sum ítróttarjournalistur. Per Wallstedt hevur eisini eina stóra bakgrund, tá tað kemur til oyggjarleikir. Hann hevur í sínum arbeiði verið við til 10 oyggjaleikir. Fyrstu ferð var á Gibraltar í 1995. Per Wallstedt ætlar at virka fyri, at oyggjaleikirnir í 2017 verða ein stór fólkaveitsla, og hann ætlar at gera nógv fyri, at gotlendingar koma at hyggja eftir ítrótti á høgum støði. Í oktober er ætlanin at savna 145 sjálvboðin fólk, sum koma at starvast saman fyri at fyrireika leikirnar í 2017. Per Wallstedt hevur higartil arbeitt hálva tíð, sum samskipari fyri oyggjaleikunum í 2017, men frá 1. september at rokna fer hann at arbeiða fulla tíð, sum samskipari av oyggjaleikunum. Áki Bertholdsen 13.07.2015 (08:39) Tí ræðist Jenis av Rana løgtingsvalið í heyst Løgtingsvalið í heyst verður eitt lagnuval fyri føroyingar. Tað ivast Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, ikki í. Hann ivast nevniliga ikki í, at løgtingsvalið verður ein spurningur um vit skulu loyva samkyndum hjúnalagi og fríari fosturtøku í Føroyum, ella ikki. Longu áðrenn fólkatingsvalið var farið afturum, løgdu tey í Miðflokkinum lunnarnar undir valstríðið hjá flokkinum upp undir løgtingsvalið, sum verður seinni í ár og tað arbeiða tey víðari við í flokkinum. Og tey dylja ikki fyri, at tað kjarnumálini hjá flokkinum, fara at fáa alstóran týdning í valstríðnum. Og her verður hugsað um tey etisku málini og í tí sambandi staðfestir Jenis av Rana, at Miðflokkurin fer at gera nettupp tey etisku málini til ein hornastein í valstríðnum. Tí fer flokkurin undir valstríðið við tí endamáli at verja virðini, sum tey kalla tað. Jenis Av Rana sigur, at tað eru summir politikarar, sum streingja á at fáa hjúnabandslógina broytta, so at samkynt hjúnalag verður loyvt í Føroyum, og tað eru eisini politikarar, sum streingja á at fáa fosturtøkulógina broytta, so at tað vit fáa fríari fosturtøku, ella kanska enntá heilt frí fosturtøku í Føroyum. - Tí verður hetta eitt lagnuval, og tað, sum ræðir meg mest, er, at flokkarnir, sum vilja broyta hjúnabandslógina, og fosturtøkulógina, fáa nóg nógv tingfólk til at tey kunnu skipa samgongu, uttan um Miðflokkin, sigur Jenis av Rana.

Tórshavn hevur størsta buðaravlopið, við 131 fólkum, meðan í Sumba doyðu seks fleiri fólk enn fødd vóru í bygdina. Klaksvíkar og Eysturkommuna eru mest lokkandi kommunurnar hjá fólki, ið flyta innlendis í Føroyum. 33 nýggir íbúgvar komu til Klaksvíkar aðrastaðni frá úr Føroyum, meðan 28 Hann sigur, at Miðflokkurin verður trygdin fyri, at samfelagið ikki fer longur burtur frá kristnu virðunum, sum hann málber seg. Hann sigur, at í CHE samgonguni varð avtalað, at etisk mál skuldu parkerast og í hesari samgonguni var eisini semja um, at etisk mál verða ikki rørd. - Í hesari samgonguni var full semja um tað, so tað var ongantíð neyðugt hjá okkum at seta tað kravið fram, sigur Jenis av Rana. Hinvegin hava politikarar úr fleiri øðrum flokkum, bæði stórum og smáum, staðfest, at hetta er seinasta samgongan, har einstakir flokkar, ella einstakir politikarar, fáa vetorætt í etiskum málum. Í etiskum málum hava flokkarnir vanliga loyvt hvørjum tinglimum sær at atkvøða eftir síni egnu sannføring. Men í seinastu samgongunum hava politikarar fingið vetorætt á hesum øki. Men tað skal aldrin henda aftur, hava politikarar boðað frá. Jenis av Rana er ikki rættiliga við upp á hatta við vetorætti. Hann sigur, at hetta er ikki øðrvísi enn við kjarnumálunum hjá øðrum flokkum. - Øll vita, at vit fáa ikki loysing við Sambandsflokkinum í samgongu, og øll vita, at vit fáa ikki styrkt ríkisfelagsskapin við Tjóðveldi í samgongu. - Og øll vita, at vit samkynd hjúnalag og frí fosturtøka, og onnur etisk mál, verða ikki samtykt við Miðflokkinum í samgongu, sigur Jenis av Rana. Hann sigur, at eitt mál, Miðflokkurin fer at taka upp í hesum sambandi, er framferðin hjá LGBT. Her in.fo førdi hann fram nú ein dagin, at LGBT eigur ikki at sleppa at ganga skrúðgongu í miðbýnum á ólavsøku, og hann dregur samanberingar ímillum LGBT og Sea Shepherd. - Vit føla, at Sea Shepherd ger seg inn á føroyska samfelagið, og á føroysk virði og tí seta vit reglur í gildi, sum avmarka teirra virksemi. LGBT ger seg eisini inn á føroyska samfelagið og á føroysk virði, og vit eiga eisini at avmarka virksemi hjá teimumm heldur formaðurin í Miðflokkinum. Og hann leggur dent á, at hetta verður eitt mál, Miðflokkurin fer at leggja dent á í sambandi við næsta løgtingsval. Danjal av Rana 13.07.2015 (11:25) Nærum 49.000 fólk í Føroyum Eitt burðaravlop á 233 fólk og ein tilflyting á 316 fók økti fólkatalið við Føroyum við 549 fólkum frá 1. mai 2014 til 1. mai 2015. Sostatt búðu 1. mai 2015 48.846 fólk í Føroyum. Tøl frá Hagstovuni vísa, at øll øki í landinum høvdu eitt burðaravlop hesar 12 mánaðirnar, uttan Sandoyggin. Saman við Suðuroynni varð Sandoyggin eisini einastu øki í landinum, ið høvdu eina netto fráflyting, meðan øl hini økini upplivdu eina tilflyting. Tórshavnarøkið, sum er Havnin, Argir, Hoyvík og Hvítanes vaks við 267 íbúgvum, Eysturoyar sýsla við 184 íbúgvum og Norðoya sýsla við 63 íbúgvum. Suðurstreymoy annars vaks við 31 íbúgvum, Vága sýsla við 7 fólkum og Suðuroyggin við 1 íbúgva. Sandoyggin upplivdi eina afturgongd á 4 fólk. Um hugd verður eftir, hvussu fólk flyta innlendis í Føroyum, so eru Eysturoyar og Norðoya sýsla mest lokkandi, har 23 og 16 fólk fluttu til, meðan Sandoyggin eisini hevði ein vøkstur í so máta, við trimum fólkum. 16 fólk fluttu úr Havnini til onnur støð í landinum, 14 úr streymoynni annars, 11 úr Suðuroyar sýslu og ein úr Vága sýslu.

komu til Eysturkommunu. 24 fleiri fólk fluttu úr Havnini enn til Havnar, meðan 14 fleiri fluttu úr Fuglafirði enn til Fuglafjarðar. Havnin hevur upplivað størstu nettotilflytingina, 151 fólk fleiri fluttu í kommununa enn úr henni. 60 fleiri fluttu í Eysturkommunu og 46 í Klaksvíkar kommunu. Sands og Hvannasunds kommuna upplivdu størstu fráflytingina, við 12 og 10 fólkum. Havnin hevur sostatt størsta vøkstur í fólkatalinum, við 282 fólkum, Klaksvíkar kommuna 70 fólkum og Eysturkomumuna 62 fólkum. Fuglafjarðar kommuna og Sumbiar kommuna minkaðu við átta fólkum. Fámjins kommuna upplivdi størstu afturgongd í prosentum, við eini afturgongd av 5,2 prosentum av íbúgvatalinum (fimm fólk av 96), meðan Hovs kommuna vaks mest, við 3,5 prosentum (fýra fólk av 115). Danjal av Rana 13.07.2015 (11:55) Umboðsmaðurin hartar Vinnumálaráðið Kringvarp Føroya sendi í apríl í ár eina umbøn vil Vinnumálaráðið um at fáa alment innlit í partaeigarasáttmálan millum Framtaksgrunnin og privatu íleggjararnar í P/F Smyril Line. Kringvarpið vildi fáa greiðu á, hvussu stóran part av partapeninginum í Smyril Line landsstýrið og Framtak, sum Vinnumálaráðið varðar av, eiga. Somuleiðis var biðið um innlit í partaeigarasáttmálan millum partarnar, eins og eina meting um, hvat virði ognirnar hjá Vinnumálaráðnum og Framtaki hava, nú tað gongur so væl hjá Smyril Line. Alt hetta fekk tíðindadeildin hjá Kringvarpinum innlit í, men fekk samstundis at vita, at nýggju íleggjararnir í Smyril Line og Framtak høvdu gjørt ein partaeigarasáttmála, sum Vinnumálaráðið sjálvt ikki var partur av. Kringvarpið bað um innlit í hendan sáttmálan, men tað varð teimum sýtt. - Tað verður ikki givið innlit í partaeigaraavtaluna millum nýggju íleggjararnar í P/F Smyril Line og Framtak, tí mett verður, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri nýggju íleggjararnar og Framtak, at áheitanin um innlit ikki verður gingin á møti, skrivar Vinnumálaráðið. Kringvarpið klagaði hesa avgerð til løgtingsins umboðsmann, sum valdi at taka málið til viðgerðar. Um innlit í eitt mál skal sýtast, vegna tess, at vandi er fyri fíggjarligum missi fyri onkran av parunum í avtaluni, skal Vinnumálaráðið eisini vísa, hvussu ein møguligur fíggjarligur missur fer ella kann fara at vísa seg sum avleiðing av, at innlit verður latið í umbidnu upplýsingarnar, sigur løgtingsins umboðsmaður. - Vinnumálaráðið hevur, sambært skjølunum í málinum, ikki gjørt eina ítøkiliga meting av vandanum fyri fíggjarligum missi, eins og tað ikki sæst vera viðgjørt, um tað eru allar upplýsingar í partaeigarasáttmálanum, sum kunnu undantakst, skrivar løgtingsins umboðsmaður. Hon hevur tí heitt á Vinnumálaráðið um at taka málið til nýggja viðgerð, og hesum ynski hevur Vinnumálaráðið eftirlíkað Áki Bertholdsen 13.07.2015 (15:40) Eg hevði ikki væntað at tað stóra Tað er onki, sum bendir á, at Løgtingið fer at verða samankallað fyri ólavsøku at viðgera løgmann. Tað ásannar Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn. Fríggjadagin heittu teir tríggir andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, á allar flokkar, og á allar tinglimir, um at taka undir við at Løgtingið verður kallað saman at viðgerða støðuna hjá løgmanni, eftir at Hans Gammeltoft Hansen hevur staðfest, at hann segði ósatt fyri Løgtinginum í málinum um Eysturoyartunnilin. Kanningarstjórin hevur staðfest, at hann við vilja, og í fleiri umførum, hevur sagt ósatt og borið Løgtinginum skeivar upplýsingar, staðfesta teir tríggir flokkarnir.

Rannsóknartúrurin er fíggjaður av ES-granskingarsamstarvinum umvegis EUROFLEETS. - Hetta er álvarsligasta og mest grundleggjandi lógarbrotið, ið kann fremjast hjá einum stjórnarleiðara ímóti tí fólkavalda tinginum í eini demokratiskari skipan. - Tað er ikki ein spurningur um samgongu og andstøðu. Men ein spurningur um tingræði, tign, og at tingið er evsti politiski myndugleiki, sum umboðar fólkið, siga teir eisini. Men nú tríggir dagar eru farnir, er onki lívstekn frá nøkrum í samgonguni, og tí ásannar tingmaðurin fyri Framsókn, at samgongan er er neyvan sinnað at viðgera spurningin nú. - Einasta lívstekn, eg havi fingið, er frá Helga Abrahamsen, tingmanni fyri Sambandsflokkin, sum hevur spurt, hvat uppskot, vit ætla at leggja fyri løgtingið. Poul Michelsen heldur, at hetta er ein høpisleysur spurningur. - Vit ætla at fáa Løgtingið saman at viðgera kanningina, og so má viðgerðin vísa, hvat úrslitið verður, sigur Poul Michelsen. Hann sigur, at løgtingið hevur ein heilt ítøkiligt mál at viðgera og tað er úrslitið av kanningini hjá Hans Gammeltoft Hansen. Men at siga frammandan, hvat Løgtingið fer at semjast um av avleiðingum, ber ikki til, eigur hann. Hann sigur, at tað verður viðgerðin, sum má vísa um talan verður um at reisa misálit, ella hvat skal henda. Poul Michelsen heldur, at hetta er eitt tekin um eitt demokratiskt undirskot, at samgongan ikki vil kalla tingið saman. - Men tað mugu vit so bara góðtaka og satt at siga, hevði eg heldur ikki væntað tað stóra, leggur hann afturat. Hann vísir á, at formasskapurin er samdur um, at løgmaður skal hava eina átalu fyri at hava brotið lógina. Men andstøðan heldur, at løgmaður eigur eisini at taka politiskar avleiðingar og hann skilir ikki, hvussu avgerðin um hetta kann bíða. - Kunnu vit bíða til á ólavsøku, kunnu vit eisini bíða til í september. Politiska skipanin virkar alt árið og tá ið tað er nú, vit hava ein trupulleika, eiga vit at loysa hann nú, tí politiska skipanin kann ikki laga seg eftir, um tað er ólavsøka, ella páskir, ella okkurt annað. Hinvegin heldur hann, at góðtekur samgongan hetta, verður tað hennara egna ábyrgd. Hann ivast heldur ikki í, at tók andstøðan ikki hetta stigið, hevði hon fingið tað skotið í skógvarnar frá samgongini, at hon einki gjørdi. Vilmund Jacobsen 13.07.2015 (19:06) Okkurt kann hann brúkast til Í døgunum 2.-9. juni var Magnus Heinason hjá Havstovuni leigaður til rannsóknir á íslendska norðurlandinum, har kanningar vórðu gjørdar av botndjórum. Tað vóru granskarar frá Zoological Society of London, ið stóðu fyri kanningini, og kanningarnar vórðu gjørdar í samstarv við starvsfelagar frá Havrannsóknarstovninum í Reykjavík. - Hóast skipið hevur sínar avmarkinar, er tað væl egnað til júst kanningar sum hesar, ið vóru myndatøka av botni og innsavning av botndjórum. Havstovan sigur í dag, at granskararnir lótu væl at og eru sera væl nøgdir við tað, teir hava fingið burturúr.

- Endamálið við EUROFLEETS er at geva granskarum, ið annars ikki hava atgongd til rannsóknarskip, høvi at gera kanningar, umframt at miðjað verður eftir at samskipa ymiskar rannsóknir. Havstovan veit at siga, at eftir at Føroyar eru komnar við í ES-granskingarsamstarvið, hevur stovnurin fingið høvi at bjóða Magnus Heinason fram. Heri Simonsen 13.07.2015 (20:15) Fyrsti týskarin hjá Manchester United Tað er neyvan tí týska Luftwaffe bumbaði Old Trafford-leikvøllin í Manchester undir seinna heimskríggi, men tað er hugvekjandi. Bastian Scweinsteiger verður tann fyrsti týskarin nakrantíð, sum fær spælitíð á besta liðnum hjá Manchester United. Í 137 ára longu søguni hjá United, sum varð stovnað í 1878 hevur eingin týskari higartil tørnað út fyri besta liðið hjá felagnum. Ungi málverjin Ron-Robert Zieler sat hendingaferð á beinkinum hjá Manchester United, men vardi ongantíð málið í einum Premier League dysti fyri United, áðrenn hann varð seldur til Hannover í 2010. Hitt stóra felagið í Manchester, Manchester City hevur hinvegin havt nógvar týskarar, sum hava spælt við besta liðnum hjá City. Í 1949 skrivaði Manchester City sáttmála við málverjan, Bert Trautmann, sum hevði verið hermaður undir seinna heimskríggi. Í byrjanini vóru útiáskoðararnir eftir Trautmann, men við sínum frálíka spæli vann hann so líðandi tey ensku fótbóltshjørtuni, og hann gjørdist ein sonn legenda, tá hann vann FA Cup finaluna við Manchester City í 1956. Tá spældi hann enntá seinastu løtuna við einum brotnum nakka. Ein hending, sum ikki verður gloymd í Onglandi. Í 1990-unum vardi Eike Immel málið hjá City. Dietmar Hamann spældi eisini við City, og í nýggjari tíð hevur Jerome Boateng spælt við City. Vilmund Jacobsen 13.07.2015 (23:21) Happing umborð kann føra til sjálvmorð - Happing er helst hin størsta spillan, sum kann vera umborð á skipi, og í ringasta føri kann ágangurin kennast so øgiligur, at menn gera av við seg. Tað sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, í nýggjastu útgávuni av felagsblaðnum, Mið & Magn. - Eingin ivi skal vera um, at tað er skiparin, sum hevur evstu ábyrgd umborð, og tískil hevur hann eisini ábyrgd fyri, at umstøðurnar umborð eru liviligar. Hann skal syrgja fyri at leggja uppí, um hann er varugur við, at fólk umborð er fyri happing. Í sjólógini - 11, 3 - stendur beinleiðis, at sjófólk, sum verður illa viðfarið umborð, hevur rætt at krevja at sleppa av, um skiparin hevur verið vitandi um ágangin, men einki hevur gjørt. Umframt at vera skipari og hava ábyrgdina av vanligu gongdini umborð, eigur skiparin eisini at ganga á odda at tryggja manningini vælferð, tryggleika og trivnað. - Sjálvur havi eg sum skipari ofta havt gleði av amboðunum, eg fekk, tá eg tók eitt 14 mánaðar skeið í sálarrøkt og familjuráðgeving. Millum annað, tá ein maður einaferð longdist so illa, at hann í fullum álvara vildi hava meg at senda boð eftir tyrluni at koma út á Lucy Banka eftir sær. Og Anfinnur Garðalíð heldur fram: - Ella, tá ein ungur maður var vorðin sera tungur í huga og hevði brúk fyri at fáa eitt prát, tí hann hevði frætt, at unnustan heima ætlaði sær í býin saman við nøkrum mannligum vinum. Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísir á, at tað er í slíkum førum, at tað ikki er nóg mikið, at ein skipari dugir væl at sigla og stýra arbeiðnum umborð.

- Hann skal eisini duga at fara við fólki, at kenna og virða hvønn einstakan av manningini og altíð vera til reiðar at lurta og royna seg sum sálarhirða. Anfinnur Garðalíð sigur, at tá ræður um happing, skal skiparin læra seg at hoyra tað ósagda og síggja tað fjalda, tí fólk, ið verða happað, ganga ofta við tí inni í sær sjálvum uttan at biðja um hjálp. Luna góðar 100 mió í yvirskoti Alifyritøkan Luna ríður á góðu alduni sum eisini restin av alivinnuni er á. Ársúrslitið, sum í 2013 á fyrsta sinni fór upp um 100 mió kr, hálaði seg aftur í fjør upp á nøkurlunda sama stig beint omanfyri 100 mió kr, eftir góðar 32 mió í ymsum skattum og avgjøldum sum eru løgd á alivinnuna. Vinningurin skal haldast upp ímóti einum miðal ársúrsliti seinastu 11 árini uppá slakar 36 mió kr. Nettosølan vaks úr 412 uppí 430 mió kr. Vit skulu ikki longur aftur enn til 2012, so var nettosølan bara helvtin, ella 221 mió kr. Starvsfólkatalið hjá Luna vaks eisini ógvusliga í fjør úr 100 ársverkum uppí 150. Og lønirnar øktust samsvarandi úr 25 mió kr upp í 38 mió kr. Eginognin rentaðist sløk 34 prosent og er nú 345 mió kr. Atli Gregersen (myndin) er stjóri í Luna Pf, og hann sigur í ársfrágreiðingini, at leiðslan er nøgd við úrslitið. Um framtíðina verður sagt, at prísirnir eftir øllum at døma verða høgir í 2015. Munandi útbyggingar eru gjørdar á Fútakletti fyri at kunna framleiða størri smolt at seta út. Endamálið er at sleppa undan sjúkum og at kunna gagnnýta sjógvaliøkini betur. Eydnast royndirnar, felagið ger í Heystfirði, kann tað eisini økja um framleiðsluorkuna. Eydnast alt hetta væntar leiðslan eitt nøktandi úrslit í 2015, stendur skrivað. Eigarin, sum er smápartafelagið í Tungu í Syðrugøtu, fær aftur í ár 30 mió kr í vinningsbýti frá Luna. Hørð krøv verða sett Grikkalandi 13.07.2015-11:36 Hvussu endaliga avtalan sær út er enn ikki greitt. Men greitt er, at hørð krøv verða sett Grikkalandi fyri at veita landinum fleiri lán Ein avtala millum Grikkaland og ES er komin upp á pláss. Formaðurin í ES ráðharraráðnum, Donald Tusk, skrivaði á Twitter í morgun, at komið er fram til eina semju millum Grikkaland og ES - og at ES londini eru samd um avtaluna. Á tíðindafundi í morgun váttaði Donald Tusk avtaluna. Eisini belgiski forsætisráðharin Charles Michel, sigur tað sama, at ein avtala er gjørd. Fundurin millum stjórnarleiðararar í ES byrjaði seinnapartin í gjár og helt fram í alla nátt. Hvussu endaliga avtalan sær út er enn ikki greitt. Men greitt er, at hørð krøv verða sett Grikkalandi fyri at veita landinum fleiri lán. Greitt er eisini, at griska tjóðartingi longu í morgin ella mikudagin skal samtykkja at seta fleiri nýskipanir í verk, sum skulu fáa búskapin aftur á beint, áðrenn ES er sinnað at veita fleiri lán. Griski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, ásannar, at Grikkaland stendur fyri stórum avbjóðingum næstu tíðina, og truplar avgerðir skulu takast. Tsipras fegnast tó um, at Grikkaland við avtaluni verður verandi í evro-samstarvinum. Talan er um ein sigur fyri Grikkaland, sigur Tsipras. - Hetta hava verið truplar samráðingar, men við avtaluni sleppa vit undan einum enn størri búskaparligum skrædli og at bankarnir fara av knóranum, segði Alexis Tsipras stutt eftir at avtalan var gjørd. Kvf.fo Hundar gera seg inn á seyð 13.07.2015-15:46 Løgreglan fær javnt og samt fráboðanir um harraleysar hundar Fyrst í hesum mánaðinum fekk løgreglan tríggjar fráboðanir. Annan juli høvdu tveir harraleysir hundar runnið eftir einum lambi uppi á Vatnaskørðum í Hoyvík. Hundarnir høvdu skrætt lambið sundur, og innvølir hingu uttaná, tá fólk kom fram at lambinum.

Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn er hetta ikki fyrstu ferð, at hesir hundar hava runnið eftir seyði og dripið seyð. Hundaeigari er skuldsettur fyri brot á hundalógina, og fær 600 krónur í bót, tí hundar skulu ikki ganga leysir. Bara tveir dagar seinni fær løgreglan fráboðan um, at tveir hundar hava runnið eftir einum veðri á Velbastað. Veðrurin var illa bitin. Sambært vakthavandi, segði maðurin, sum eigur hundarnar, at annar hundurin hevði slitið seg leysan. Maður verður skuldsettur fyri brot á hundalógina, og skal rinda 600 krónur í bót. Hann hevur boðað løgregluni frá, at hann hevur avlívað annan hundin. Og í farnu viku fekk løgreglan fráboðan um, at tveir harraleysir hundar órógvaðu seyðin í Høvdahaga í Leirvík. Hundarnir runnu eftir seyðinum, men eingin seyður varð bitin. Eigarin fær onga bót, men hevur fingið átalu, sum hann hevur tikið til eftirtektar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Kvf.fo 18 føroysk ítrottarfólk til Special Olympics í Los Angeles 13.07.2015-18:17 Special Olympics World Summer Games verða settir 25. juli, í Los Angeles í ár, og verða hesaferð 18 føroyskir íðkarar við. Special Olympics er felagsskapur, ið hevur til endamáls gjøgnum ítrott at virka fyri inklusjón, aksept og medviti fyri fólki við menningartarni. Føroysku íðkararnir fara 21. -24. juli at verða gestir í býnum Santa Clarita, har teir fáa høvi at læra eitt sindur um vertslandið og venja seg til stóra tíðarmunin, ið er millum Føroyar og California. ÍSB, ið er føroyska ítrottarsambandið fyri brekað, sigur, at hetta er størsti føroyski hópur til Special Olympics nakrantíð. Hetta kemst av, at føroyar hava á fyrsta sinni umboðan við fótbólti. Hinar ítrottargreinarnar, ið Føroyar luttaka í, eru svimjing, bocce, frælsur ítrottur og borðtennis. Sam við foreldrum og systkjum at teimum luttakandi, er eisini formaðurin í ISB, Jógvan Jensen, við á ferðini, og fara tey at rópa á og eggja føroysku luttakarunum, meðan kappast verður. Eisini verða tey virkin í øðrum tiltøkum, ið eru ætlað teimum luttakandi. Til ber, at fylgja gongdini á heimasíðuni hjá ÍSB ella á Facebook síðu teirra. Eisini ber til at fylgja leikunum frá síðuni hjá leikunum sjálvum her. Portal.fo meting um tilfeingið fyri viku 29 Friday, 10 July 2015 Samandráttur: Línuskip: Tað er bara 1 línuskip við Ísland, og tað frystur umborð. Tað eru 3 línuskip við Føroyar, 2 koma at landa seinnapartin í vikunitey fáa mest av longu og brosmu, eitt sløg av toski. So eru 3 skip á Rygginum, vænti 1 mánadagin, hini bæði seinni í vikuni, tað er mest toskur, sindur av svartkalva, og blálongu, og lira. Annars byrja skip at leggja fyri summari, á verft og mála og gera annað viðlíkahald. Útróður. Streymurin verður góður, og veðrið sær út at vera gott fyri vikuna, so man kann rokna við nakað av útróðrafiski, tað er mest av toski og hysu, kanska nakað av hvítingi brosmu og longu, og kalva. Djúpvatnstrolarar: Ein er við eysturgrønland og fiskar svartkalva. Hann frystur umborð. Tað er bara 1 sum fiskar svartkalva, kemur at landa í vikuni, 1 bátur fiskar stinglaks. So eru 2 sum frysta umborð. Partrolarar: Partrolarnir eru allir á upsa í løtuni, okkurt parið landar mánadagin, so verða onkur pør seinni í vikuni Trý pør eru á gulllaksaveiðu. Trolbátar: Tað eru 2 trolbátar úti á Rygginum, vænti annan mánadagin, hin seinni í vikuni, so eru 2 í I kassanum, ella norðanfyri, vænti 1 mánadagin, hin seinni í vikuni, teir fáa tosk og hysu. So eru 2 á landleiðini, 1 landar mánadagin, hin síðst í vikuni, teir fáa tosk, hysu reyðsprøku, og tungu, og havtasku. Garnaskip: Tað er onki garnaskip til fiskarí í løtuni, tey hava lagt fyri summarið. Fmf.fo

Valutanavn Nationalbankens middelkurs Australske dollar 501,71 Bulgarske leva 381,55 Brasilianske real 212,66 Canadiske dollar 530,94 Schweizerfranc 712,20 Kinesiske renminbi.yuan 108,79 Tjekkiske koruna 27,530 Euro 746,24 Britiske pund 1048,83 Hong Kong dollar 87,12 Kuna 98,51 Ungarske forint 2,400 Israelske new shekel 178,55 Indiske rupees 10,630 Japanske yen 5,4750 Mexicanske peso 42,870 Norske kroner 83,81 Newzealandske dollar 453,09 Polske zloty 179,95 Russiske rubel 11,900 Svenske kroner 79,49 Singapore dollar 498,99 Thailandske baht 19,850 Tyrkiske lira 253,90 US dollar 675,39 Sydafrikanske rand 54,080 Danskebank.dk Andlát Jákup Brekká, Hvalvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 11. juli, 74 ára gamal. Justrid Margreta Joensen, fødd Justesen, ættað úr Hvannasundi, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 12. juli, 93 ára gomul. Helena Arge Petersen, vanliga nevnd Hella, Tórshavn, andaðist á Tjarnagarði sunnudagin 12. juli, 86 ára gomul.