UMHVØRVISGÓÐKENNING AV SMOLTSTØÐ Í HEYGARDALSVATNI Í VESTMANNA

Like dokumenter
. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Gips venjingar - tá armurin er brotin

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

Sethús Høgabø 8, Vágur

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Hin synoptiski trupulleikin

Alipolitikkur. Vinnumálaráðið November 2005 Heimasíða:

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Uppsetan av SMC 7904WBRA

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1

ZETA a r c h i t e c t s

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Kanning av oljudálking við Flesjarnar august 2007

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Anti-doping og eg. - ein hondbók um mannagongdir og leiðreglur. Umbróting, repro og prent: Hestprent

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Almenna byggisamtyktin fyri Vioareiois kommunu gr. Byggisamtyktin fevnir um aha kommununa. 2. gr. Asetingarnar i samtyktini galda:

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðar afelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Verkætlanarbólkur settur av Fiskimálaráðnum at lata frágreiðing til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Framleiðsluoptimering av føroyskum laksi 2. partur

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til. Løgtingslóg um Etiskt ráð

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2011

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

E G C F H/B D A D C A G H/B F E. Tekna við ngrinum frá nóta til bókstav til tangent

Lyklatøl Søgan hjá Bakkafrost Bygnaðurin hjá samtakinum Framleiðsluøkir Kjarnuhendingar... 12

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Sjálvandi taka vit livur

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Kostráð í sambandi við hjarta- og æðrasjúkur

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Jóhann Mortensen skrivar Andras Róin skrivar Bústaðir sum bústaðapolitiska amboðið Nýggjur samleiki Verkætlanir...

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tilboð Prísir út fyri eindunum eru uttan mvg. Vatnsoyra Snikkaravirki pf. Vatnsoyra Snikkaravirki pf.

Nr. 21 Juli 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Uppskot. til endurskoðan av BSc-útbúgvingini í lívfrøði. á Fróðskaparsetri Føroya

Ársfrágreiðing 2013 um seyðahaldið í Heygshaga. Hans Martin Andreassen

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Eingin fjølmiðlaetikkur

Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Transkript:

SP/F Røkt Stílað: Jóhan í Niðristovu FO-350 Vestmanna Tórshavn, hin 26. juli 2004 Tykkara málnr.: Málsviðgeri: JO / Tlf.: 35 64 22 UMHVØRVISGÓÐKENNING AV SMOLTSTØÐ Í HEYGARDALSVATNI Í VESTMANNA 1. Umhvørvisgóðkenning...2 2. Umsóknin...2 3. Lýsing av virkseminum...2 4. Málsviðgerð...3 5. Góðkenningartreytir...3 5.1 Innrætting á vatninum...3 5.2 Innrætting á landi...3 5.3 Fóður...3 5.4 Framleiðsla og rakstur...3 5.5 Óljóð...4 5.6 Flutningur...4 5.7 Oljugoymsla...4 5.8 Ljós- og luftdálking...4 5.9 Burturkast...5 5.10 Óhapp og sjúka...5 5.11 Undankanning...5 5.12 Innaneftirlit...5 5.13 Skrásetingar...6 5.14 Avrigging av virkseminum...6 6. Almennar treytir...7 7. Kæra...7 Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 356 400 Fax. +298 356 401 E-mail: feagency@hfs.fo Homepage: http:\\www.hfs.fo

1. Umhvørvisgóðkenning Við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 um umhvørvisvernd frá 29. oktober 1988 og grein 1, stk. 4 í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994, um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, verður við hesum sagt frá, at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann veita SP/F Røkt umhvørvisgóðkenning til smoltstøð í Heygardalsvatni norðanfyri Vestmanna. Umhvørvisgóðkenningin er tíðaravmarkað til 5. mars 2009, tá ið aliloyvið hjá SP/F Røkt gongur út. 2. Umsóknin Tann 15. november 2001 fekk Heilsufrøðiliga starvsstovan eina umsókn um umhvørvisgóðkenning frá SP/F Røkt til smoltalistøð í Heygardalsvatni norðanfyri Vestmanna. Saman við umsóknini eru upplýsingar um framleiðslu, fóðurnýtslu, burturkast, arbeiðsgongd og Lift-Up skipan móttiknar. Eisini er kort móttikið, ið sýnir staðsetingina av annlegginum á vatninum. Uppskot til umhvørvisgóðkenning varð sent felagnum, Vestmanna kommunu og Vinnumálaráðnum til viðmerkingar í oktober mánaða 2003. Eftir at uppskotið var sent til viðmerkingar var fundur við umboðum frá feløgunum og Heilsufrøðiligu starvsstovuna, har góðkenningartreytirnar vóru gjøgnumgingnar. Serliga vóru tað treytir viðvíkjandi hvílutíð millum hvørja útseting av fiski á vøtnini og nýtsla av heilivági, sum feløgini og Heilsufrøðiliga starvsstovan vóru ósamd um. Eftir fundin og svar upp á fyrispurning frá Vestmanna kommunu (HS-málnr.: 615-200000404-22/23), hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørt broytingar í treytum um hvílutíð og heilivágsnýtslu. 3. Lýsing av virkseminum Ársskiftið 1999/2000 yvirtók SP/F Røkt smoltstøðina í Heygardalsvatni, sum P/F Fiskaaling hevði átt síðani fyrst í 1990unum. Heygardalsvatn er niðara byrging hjá SEV í Heygardali norðan fyri Vestmanna, ovara byrgingin liggur á Mýrunum. Smoltstøðin framleiður sjóbúgvin laksa- og sílamolt, sum eftir smoltifisering verða sett á sjógv. SP/F Røkt keypir yngul/parr, á umleið 5 til 10 gramm, sum verða sett út í annleggið á Heygardalsvatni. Fiskurin gongur síðani á vatninum til hann er sjóbúgvin, og verður hann tá fluttur við bili ella tyrlu til alistøðir á sjónum. SP/F Røkt hevur síðani 2000 havt eina LiftUp-skipan, sum savnar deyðan fisk, skarn og møguligar fóðurleivdir. Aliloyvið hjá SP/F Røkt gongur út í mars-mánaða 2009, og verður loyvið eftir hetta ikki endurnýggjað sambært samtykt frá landsstýrisfundi tann 14. februar 2000, har semja var um, at øll aling á vøtnum skal steðgast, tá ið núverandi loyvir ganga út. 2 av 7

4. Málsviðgerð Undir málsviðgerðini hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan serliga lagt dent á fylgjandi viðurskiftir: At umhvørvisliga best tøka tøknin (BAT 1 ) í størst møguligan mun verður nýtt. At heilivágur í minst møguligan mun má nýtast á vatninum. At dálkingin frá alivirkseminum ikki má fara upp um tey av Heilsufrøðiligu starvsstovuni ásettu markvirðir. At felagið hevur eitt innaneftirlit. Ein nærri lýsing av málsviðgerðini sæst í fylgiskjali til góðkenningina HS-málnr.: 615-20000404-25. 5. Góðkenningartreytir Umhvørvisgóðkenningin er treytað av fylgjandi ásetingum: 5.1 Innrætting á vatninum 5.1.1 Staðsetingin av alistøðini á vatninum skal verða sambært uppteknaðum korti samsvarandi aliøkinum frá Vinnumálaráðnum. Freist til innlatan av korti við dýpdarlinjum og GPSkoordinatum er tann 1. januar 2005. 5.1.2 Tað skula í minsta lagi verða 3 metrar millum tað niðasta av nótini og botnin. 5.1.3 Øll búr/ringar skula verða íbundin uppsavningarskipan (Lift-Up), sum savnar deyðan fisk, skarn og fóðurrestir saman. 5.1.4 Á uppsavningarskipanini skal verða áfest slanga, sum leiðir botnfallið í botnfellingarskipan. 5.1.5 Øll útgerðin á vatninum skal hava óhefta váttan uppá, at hon hóskar til viðurskiftini á vatninum. 5.2 Innrætting á landi 5.2.1 Goymslur við fóðri og øðrum, sum kunnu hava dálking við sær, skula verða vardar móti regni og vindi, og skula ikki verða atkomandi fyri óviðkomandi. Goymslurnar skula vera innrættaðar soleiðis, at møguligir lekar skula kunna steðgast á einum savningarstaði. 5.2.2 Økir, sum hoyra til smoltstøðina, skula verða innistikað móti seyði. 5.2.3 Øll økir, sum hoyra til smoltstøðini, skula vera ruddilig og rein. 5.2.4 Spillivatn frá vesum skal leiðast í góðkendan tanga, sum skal tømast í góðkenda skipan eftir tørvi, og í minsta lagið einaferð árliga. 5.3 Fóður 5.3.1 Tað má einans nýtast turrfóður á smoltstøðini. 5.3.2 Ein vørulýsing skal kunna skjalprógva evnini í fóðrinum. 5.3.3 Fóðringin skal fara fram soleiðis, at spillið gerst minst møguligt. 5.3.4 Lutfallið millum nýtt fóður og framleidda nøgd av fiski kann í mesta lagi verða 1,2. 5.4 Framleiðsla og rakstur 5.4.1 Eingin alifiskur má vera á vatninum í ein mánaða millum hvørja útseting av nýggjum árgangsfiski. 5.4.2 Uppsavningarskipanin skal tømast dagliga fyri botnfall. 5.4.3 Vatnið frá uppsavningarposunum skal leiðast gjøgnum botnfellingarskipan, áðrenn spillivatnið verður leitt í vatnið aftur. 1 Best Available Techniques 3 av 7

5.4.4 Møguleiki skal verða fyri at taka sýnir av spillivatninum, eftir at hetta er leitt gjøgnum botnfelling. 5.4.5 Botnfellingarskipanin skal røkjast og tømast regluliga, soleiðis at hon altíð virkar optimalt. 5.4.6 Heilivágur skal ikki brúkast á vatninum. Undantikið er heilivágur har ein umhvørvislig meting av niðurbrótiligheit, toksisiteti og bioakkumulering vísur, at heilivágurin ikki hevur dálkandi árin á umhvørvið. 5.4.7 Ávísing skal gerast av tí heilivági, sum kann hugsast at verða nýttur í eini møguligari sjúkustøðu. Dagførd ávísing skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni 1. februar á hvørjum árið. 5.4.8 Ikki er loyvt at brúka impregnaraðar nótir. 5.4.9 Rotverjuviðgerð av flakum og øðrum útbúnaði, sum er á vatninum, er bannað. 5.5 Óljóð 5.5.1 Raksturin á staðnum má ikki hava við sær, at óljóðstøðið, ásett sum tað ekvivalenta, korrigeraða óljóðstøðið (Lr) í db(a), fer upp um niðanfyristandandi virði mált við næsta grannamark. Í krøvunum veldst tað um, hvat økini rundan um verða nýtt til. Dagur Tíð Øki 1 Øki 2 Øki 3 Øki 4 Mánadag - fríggjadag 07.00-18.00 70 60 55 45 Leygardag 07.00-14.00 70 60 55 45 Mánadag - fríggjadag 18.00-22.00 70 60 45 40 Leygardag 14.00-22.00 70 60 45 40 Halgidagar 07.00-22.00 70 60 45 40 Allir dagar 22.00-07.00 70 60 40 35 Øki 1: Vinnuøki og havnaøki, har larmandi virksemi kann fara fram. Øki 2: Vinnuøki og havnaøki, har minni larmandi virksemi kann fara fram. Øki 3: Blandað bústaðar- og miðstaðarrøki. Øki 4: Bústaðarøki. Óljóðstøðið frá virkinum í tíðarskeiðnum kl. 22-07 kann í mesta lagi fara 15 db(a) upp um tey nevndu markvirðini. 5.6 Flutningur 5.6.1 Flutningur av fiski til og frá vatninum skal fara fram soleiðis, at ampin fyri umhvørvið verður minst møguligur. 5.6.2 Tyrluflutningur skal ikki hava við sær ampa, og kann einans fara fram gerandisdagar millum kl 7.00 og 18.00. 5.7 Oljugoymsla 5.7.1 Oljugoymslan skal innrættast eftir galdandi reglum fyri slíkar 2. 5.7.2 Tað skal verða møguligt at taka upp spill undan oljufýrum og ljósmotorum. 5.8 Ljós- og luftdálking 5.8.1 Nýtsla av ljósum skal vera soleiðis, at hetta ikki hevur við sær umhvørvisligan ampa. 5.8.2 Alt virksemi skal fara fram soleiðis, at tað ikki hevur við sær lukt- ella dustampar í 2 Vísandi til ásetingar frá Brunaumsjón Landsins. 4 av 7

nærumhvørvinum. 5.9 Burturkast 5.9.1 Alt húsarhalds- og virkisburturkast skal viðgerast og avhendast í tráð við galdandi reglur 3 um burturkast. 5.9.2 Burturkastið skal latast góðkendum móttakara, og skiljast í tráð við galdandi reglur fyri burturkast. 5.9.3 Lívrunnið burturkast, herundir botnfall frá botnfellingarbrunni, skal viðgerast og burturbeinast sambært galdandi kunngerð 4. 5.10 Óhapp og sjúka 5.10.1 Henda óhapp, sum hava dálking við sær, og um fiskur sleppur, skulu beinanvegin setast í verk tiltøk, so sum fyribyrging, upprudding og avmarking, til eitt støði, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan kann góðtaka. Boðast skal frá til umhvørvisdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni beinanvegin. 5.10.2 Er illgruni um sjúku ella verða sjúkutrupulleikar staðfestir, skal umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni beinanvegin kunnast um støðuna. 5.10.3 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva felagnum boð um íverksetan av dálkingarfyribyrgjandi tiltøkum. 5.11 Undankanning 5 5.11.1 Felagið skal skipa fyri, at ein undankanning av vatninum verður gjørd, sum verður grundarlag undir innaneftirlitinum. Sum samanberingargrundarlag skula sýnir takast av vatninum á Mýrunum. 5.11.2 Undankanningin skal umfata vatnsýnir, sedimentsýnir og djóralívssýnir. Vatnsýnini skula, í mest møguligan mun, takast hvønn mánað frá september 2004 til september 2005, og tey skula kannast fyri: - Total-N, total-p, siktidýpi, klorofyl a, oxygen. Sedimentsýnini skula takast í mars-apríl mánaði 2005, og tey skula kannast fyri: - Total-N, total-p, gløðitap, kopar, zink, ph, redoxpotentiali, sedimenttjúkd, lukt, lit, konsistent, um bløðrur síggjast, fóðurspill og skarn. Djórasýnir skula takast í mars-apríl mánaði 2005, og tey skula lýsast kvantitativt og kvalitativt. 5.11.3 Uppskot til kanningarskrá skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni til góðkenningar, áðrenn kanningararbeiði byrjar. 5.11.4 Frágreiðing við kanningarúrslitum skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni innan 1. desember 2005. Frágreiðingin skal innihalda eina lýsing av umhvørvisviðurskiftunum á vatninum. 5.12 Innaneftirlit 5.12.1 Felagið skal gera árligar kanningar av vatninum, sum liður í innaneftirlitinum. 5.12.2 Títtleikin av sýnistøkuni verður ásettur við støði í undankanningini, treyt 5.11 5.12.3 Sýnir skula takast av vatninum og botnsedimentinum. Vatnið skal kannast fyri total-n, total-p og siktidýpi. Botnsýnini skula kannast fyri total-n, total-p, zink, gløðitap, ph og redoxpotentiali, og fyri evjutjúkd, lukt, lit, konsistent, um bløðrur síggjast, fóðurspill og skarn. 5.12.4 Kanningarskráin skal góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 3 Kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast. 4 Kunngerð nr. 40 frá 9. apríl 1992 um lívrunnið burturkast frá alivinnuni. 5 Vanliga verða undankanningar gjørdar áðrenn virksemi byrjar. Í hesum føri er alivirksemið byrjað langa tíð áðrenn undankanning verður gjørd, og verður tí talan um eina undankanning, sum skal nýtast sum samanberingargrundarlag til seinni kanningar. 5 av 7

5.12.5 Vegleiðandi markið fyri mest loyvdu dálking verður sett til: Sýnisslag Parametur Markvirði Kanningarháttur Vatn* Total-N 500 µg/l DS 221 Vatn* Total-P 15 µg/l DS 292 2. ed Vatn* Siktidýpi 3 metrar Sediment Zink 410 mg/kg t.e. DS 263 Sediment Gløðitap 270 g/kg t.e. DS 204 * Markvirðið fyri vatnsýnini skula roknast sum aritmetisk miðalvirði, tvs. allar konsentratiónirnar samanlagdar deildar við tali av sýnistøkum. 5.12.6 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann, tá mett verður, at hetta er neyðugt, krevja sýnir av reinsaða spillivatninum kannaði fyri um botnfellingarskipanin virkar optimalt. 5.12.7 Allar sýnistøkur og kanningar sambært hesi góðkenning skula gerast av feløgum, sum eru góðkend av umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 5.12.8 Allar sýnistøkur og kanningar sambært hesi góðkenning skula gjaldast av alifelagnum. 5.12.9 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann broyta innaneftirlitsskipanina, við støði í úrslitum av undankanningini, sambært treyt 5.11, so hon gerst meiri hóskandi, herundir broyting av markvirðum og ásetan av fleiri markvirðum. 5.12.10 Um úrslit av kanningunum vísa, at dálkingarstøðið á vatninum nærkast markvirðunum, skal felagið sum liður í innaneftirlitinum minka um smoltnøgdina á vatninum næsta framleiðslutíðarskeið. 5.12.11 Kanningarúrslit og frágreiðing skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni innan 1. februar í tí avloysandi árinum. 5.12.12 Grundað á ásetingarnar í innaneftirlitinum, skal felagið senda eina ætlan yvir alivirksemið til Heilsufrøðiligu starvsstovuna innan 1. mars í tí avloysandi árinum. 5.13 Skrásetingar 5.13.1 Skráseting skal førast á staðnum, sum skal innihalda upplýsingar um: nøgd av útsettum yngli/parr, stykkjatal, miðalvekt og samlað vekt. nøgd av seldum smolti, stykkjatal, miðalvekt og samlað vekt. nøgd av deyðum fiskum, stykkjatal og samlað vekt. nøgd av brúktum fóðri. dagfesting og nøgd fyri tøming av botnfellingarskipan. nøgd av framleiddum lívrunnum burturkasti, og hvar tað er avhendað. rakstrartrupulleikar/óhapp. ávísing av heilivági, sum skal nýtast í eini møguligari sjúkustøðu, sí treyt 5.4.7 vaksinustøðuna hjá fiskunum, áðrenn útseting av vatni. sjúkratrupulleikar. innaneftirlitsdata. onnur viðurskifti av umhvørvisligum týdningi. 5.13.2 Skrásetingarnar skulu til eina og hvørja tíð kunna síggjast av eftirlitsmyndugleikunum og goymast í minst 5 ár. 5.13.3 Ársfrágreiðing, sum skal umfata tær í pkt. 5.13.1 nevndu upplýsingarnar, skal latast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi 1. februar í tí avloysandi árinum. 5.14 Avrigging av virkseminum 5.14.1 Í seinasta lagi tann 1. mars 2008 skal felagið senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni eina ætlan 6 av 7

yvir, hvussu felagið avriggar virksemið á vatninum. 5.14.2 Undir avrigging skal alt, sum hevur við alivirksemið at gera, ruddast burtur. 5.14.3 Eftir at virksemið er endað, skula øll økir á landi hampast og eftirlatast í upprunaligum standi. 5.14.4 Í seinasta lagi tann 5. mars 2009 skal alt virksemið verða steðga á vatninum. 6. Almennar treytir Virkið má ikki víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á ein hátt, ið nertir við dálkingarviðurskifti virkisins, fyrr enn nýggj góðkenning er givin til hesa víðkan ella broyting. Eigaraskifti, navnabroyting ella avtøka skal fráboðast Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlitið við virkinum. Eftirlitið við smoltstøðini verður útint sambært kap. 7 í umhvørvisverndarlógini. Eitt eintak av hesi góðkenning skal altíð vera tøkt á virkinum. Øll viðkomandi starvsfólk skulu kenna innihaldið í góðkenningini og vita, hvar góðkenningin er til taks. Annað umhvørvistyngjandi virksemi enn tað, sum er lýst í umsóknini, má ikki fara fram. Um ivamál taka seg upp, ger myndugleikin av, hvat umhvørvistyngjandi virksemi er. Henda góðkenning tekur ikki støðu til, um tað er neyðugt við góðkenning eftir aðrari lóg. 7. Kæra Hendan avgerð kann, sambært grein 66 í løgtingslóg nr. 134 um umhvørvisvernd frá 29. oktober 1988, kærast til Landsstýrismannin við umhvørvismálum. Kæran skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum síðan sendir kæruna til Landsstýrismannin við umhvørvismálum saman við neyðugum skjølum. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, umhvørvisgóðkenningin er almannakunngjørd. Um kærufreistin er úti ein leygardag ella ein halgidag, verður kærufreistin longd til tann fyrstkomandi gerandisdagin. Vinarliga Bárður Enni, Stjóri / Jacob Pauli Joensen, deildarleiðari Avrit: Føroya landfúti, Postrúm 3018, FO-110 Tórshavn Landsdjóralæknin, Tinganes, Postrúm 139, FO-110 Tórshavn Landslæknin, Sigmundargøta 5, Postrúm 9, FO-110 Tórshavn Vestmanna kommuna, Postrúm 91, FO-350 Vestmanna Vinnumálaráðið, Postrúm 377, FO-110 Tórshavn 7 av 7