Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Like dokumenter
Hin synoptiski trupulleikin

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Gips venjingar - tá armurin er brotin

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Tíðindi úr Føroyum tann 24. jan Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Tíðindi úr Føroyum tann 1. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

SØLUTILFAR, JUNI 2016

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Ársfrágreiðing 2013 um seyðahaldið í Heygshaga. Hans Martin Andreassen

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Tíðindi úr Føroyum tann 7. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tíðindi úr Føroyum tann 4. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

ZETA a r c h i t e c t s

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Heimsins nalvi í Hósvík

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

Kappingarárið mai kl Leikskrá nr. 6

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Small Federation Games Magni Jøkladal, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen og Marjun Restorff skriva

Tíðindi úr Føroyum tann 11. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 21. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Sjálvandi taka vit livur

Tíðindi úr Føroyum tann 3. Juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Ársfrágreiðing 2016/17 hjá Føroya brigdesambandi Eykaársfundur leygardagur 6. januar 2018 í Bridgehúsinum.

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

21. oktober kl

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Sethús Høgabø 8, Vágur

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Haruveiðan í Føroyum. Hunting of hare in the Faroe Islands in Eyðfinn Magnussen. NVDRit 2013:02

Landsstýrismaður við líki í lastini

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Tað stóð nógv á monnum tá Polarhav læsti seg fast á Bedingini. Páll Andrasson Klettskarð vildi aftur til KÍ

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Árg. 19 Nr sunnudagur 28. mai VÍKINGUR SKÁLA

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 07.10.2015 (09:49) Einki serligt fjallveður Eitt brúgvalag yvir Føroyum fer í ein eystan. Hósdagin kemur eitt nýtt brúgvalag yvir Føroyar og aftur sunnudagin fer væntandi eitt brúgvalag av hava regn við sær yvir oyggjarnar. Síðani fer eitt hátrýst at breiða seg yvir Føroyar úr suðri. Mikudagin verður lot til andøvsgul av vestri ella suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Fyrrapartin sólglottar ella skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og stundum klárt og hitin millum 7 og 10 stig. Hósdagin øtlar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í sjey stig. Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Sólglottar og turt. Um kvøldið gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið um 10 stig. Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skýggjað og támut, men yvirhøvur turt, men út á kvøldið og náttina fer at regna. Hitin um 10 stig. Sunnudagin verður upp í ein strúk av vindi av suðri, 10 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, síðani klárar í vestanfyri. Hitin um 10 stig. Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan. Turt og sólglottar og hitin um 10 stig. Norsku reiðaríini seta sær høg mál Seinasta árið hevur fallið í oljuprísinum, lági búskaparvøksturin og minkandi olju- og gassvirksemið í Norra rakt norsku reiðaríini meint. Hetta ætlar Norges Rederiforbund sær nú at gera okkurt við saman við Norsk Sjømannsforbund og Norsk Sjøoffiserforbund. Partarnir hava í felag tikið stig til átakið Konkurransekraft til havs, har málið er at fara undir eina tilgongd, ið skal hjálpa til at varpa upp aftur meiri ljós á produktivitets- og effektivitetsarbeiðið í reiðaríunum. Luttakandi reiðaríini skulu innan einstøku manningina á einstaka skipinum og í reiðarínum skipa arbeiðsbólkar við luttøku frá arbeiðsgevara- og arbeiðstakarasíðuni. Málið er at koma fram til góð uppskot til batar í góðsku, uppgávuveitan, útreiðsluavmarkingum v.m., alt samalt fyri at økja um kappingarførið. Norra er ein lítil, opin búskapur, har høgur produktivitetur og førleiki skapar kjarnuna í kappingarførinum. Ein stórur og kappingarførur norskur floti krevur, at vit eru globalt leiðandi innan førleikar, produktivitet og effektivitet, siger Sturla Henriksen, stjóri í Norges Rederiforbund. Kelda: Norges Rederiforbund Skip undantikin veðurlagsavtalu um avmarking av CO2-útláti Sambært seinasta uppskotinum til veðurlagsavtalu, ið skal samtykkjast í París í desember, verða skip kortini ikki umfatað av einum máli um avmarking av CO2-útlátinum. Hetta er ein ábyrgdarleys signalbroyting, halda umhvørvisbólkarnir Seas At Risk og Transport & Environment.

At útihýsa skipum frá Parísavtaluni letur upp fyri einum álvarsomum veikleika í globalu strategiini um at handfara veðurlagsbroytingarnar. Sum viðmerkingarnar hjá IMO-aðalskrivaranum herfyri vísa, er IMO - uttan eitt týðuligt signal frá UNFCCC - als ikki ført fyri at taka neyðugu avgerðirnar um at tryggja, at skip taka sín rímiliga part av byrðuni við at avmarka útlátini, sigur John Maggs, politiskur ráðgevi hjá Seas At Risk. CO2-útlátini frá skipum og flogførum fara væntandi at vaksa 250 prosent hetta til 2050, og tað fer at gera tað ómøguligt at røkka málinum um at lækka globalu upphitingina til 2 stig. Fyrr hevur tað verið ein partur av ætlanini, at bæði loftferðslan og skipaferðslan skulu umfatast av málsetningum um avmarkingar í CO2-útlátinum. Men hesir málsetningar verða als ikki nevndir í seinasta uppskotinum til avtalutekst. Skipaferðslan einsamøll stendur fyri trimum prosentum av globala CO2-útlátinum. Kortini ávaraði aðalskrivarin í IMO, Koji Sekimizu, herfyri alment ímóti at áleggja skipum eitt loft yvir útlátinum, tí hann helt, at tað fór at nerva heimshandilin. Ringast støddu menningarlondini, ið eru tey, sum eftir øllum at døma koma at líða mest undir avleiðingunum av globalu upphitingini, hava mælt til, at skipaferðslan og loftferðslan skulu vera við til at fíggja átøkini at sleppa undan veðurlagsbroytingum. Eisini hetta tilmælið er tikið úr seinasta avtaluuppskotinum. Kelda: Transport & Environment Fólkatalið niður um aftur 49.000 Tann 1. september var fólkatalið 48.979. Annars var fólkatalið tann 1. august komið upp um 49- túsund, til 49.181. Nú tað eisini er gjørt upp fyri tann stóra fráflytimánaðin august, minkaði fólkatalið nakað aftur, beint niður um tey 49-túsund. Minkingin í august í ár er tó eins og í fjør nógv minni enn vanligt er fyri hendan mánaðin, tá eitt stórt tal av ungdómi fer av landinum í útbúgvingarørindum. Árini 2009 til 2013 var nettofráfráflytingin í august oman fyri 400, meðan hon var um 200 í august 2014 og 2015. Sostatt heldur tann tendensurin fram, sum vit hava sæð síðstu tvey árini, við eini minkandi fráflyting. Tað gjørdi, at gongdin í fólkatalinum vendi til ein lítlan fólkavøkstur í 2013 við 117 fólkum og ein munandi fólkavøkstur í 2014 við 525 fólkum. Hendan gongdin er á leið tann sama nú í 2015. Í 12- mánaðarskeiðinum frá 1. sept. 2014 til 1. sept. 2015 hevur verið ein vøkstur í fólkatalinum á 510. Tað kemur av einum burðaravlopið á 231 og eini nettotilflyting á 279 í sama tíðarskeiði. Niðanfyri eru talvur við nýggjastu íbúgvatølunum fyri høvuðsøkini, kommunurnar og oyggjarnar. Dagførdu íbúgvatølini eru at finna í hagtalsgrunninum. Maskinmeistarar í norðurlondum halda tørn Hóast umfatandi uppsagnir í norsku frálandsvinnuni hava nærum allir maskinmeistarar í norðurlondum arbeiði. Arbeiðsloysið er undir 2 prosent í miðal. Hetta varð upplýst á fundi í Nordiska Maskinbefälsfederationen (NMF) í Oslo í gjár og í fyrradagin. Á fundinum greiddu umboðini fyri einstøku londini frá støðuni á arbeiðsmarknaði teirra, tað vil siga í Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Finnlandi og Danmark. Niðurstøðan var, at arbeiðsloysið millum maskinmeistarar í norðurlondum er undir 2 prosent í miðal. Umframt óhepnu støðuna í norsku frálandsvinnuni, varð tosað um útbúgving, altjóða samstarv og útbúgving av fleiri norðurlendskum maskinmeistarum. Harumframt varð greitt frá arbeiðnum hjá ITF, ið verður samskipað av Angelicu Gjestrum. Úr Føroyum luttóku Páll Hansen, formaður í Føroya Maskinmeistarafelag, og Sjúrður Heinesen, skrivari, á fundinum. Teir standa fremst vinstrumegin á myndini. Kelda: Maskinmesterenes Forening/Antares-redaktiónin

Reiðarar mugu seta síni egnu geislingarmál Skipaferðslan má vera við og seta síni egnu mál fyri skerjing av CO2-útlátinum, segði aðalskrivarin í IMO, Koji Sekimizu, undir setanini av Danish Maritime Forum. Líkt er ikki til, at skipaferðslan verður við í COP21 veðurlagsavtaluni, ið ætlandi verður gjørd í París í desember mánaða. Væntað varð, at avtalan fór at seta loft yvir CO2-útlátið frá skipum. Vit eru noydd at vísa, at skipaferðslan og IMO taka hesi viðurskifti í størsta álvara, segði hann og vísti á Maersk Line sum eitt gott dømi. Maersk hevur sett eitt greitt mál um eina skerjing upp á 60 prosent í 2020. Tað, eg vænti mær av skipaferðsluni er, at hon ikki bíðar eftir, at IMO setir spælireglurnar, legði hann aftrat. Sambært Koji Sekimizu kann ídnaðurin skerja útlátið av CO2 við 30 prosentum í 2030, men hetta er ikki eitt mál, sum IMO hevur ásett. Ístaðin stendur tað til tey einstøku reiðaríini at syrgja fyri, at skipaferðslan røkkur málinum. Maersk Line hevur seinastu trý árini skert CO2-útlátið frá sínum bingjuskipum við 32 prosentum, meðan málið hjá reiðarínum altso er at skerja útlátið við 60 prosentum í 2020 í mun til 2007. Kelda: Seatrade Maritime News Russarar vilja hava danska fiskivinnuútgerð Innflutningsbannið hevur læst hurðina til russiska matvørumarknaðin fyri eitt nú donskum matvøruframleiðarum, men ikki donskum fyritøkum, ið framleiða útgerð til fiskaídnaðin. Russiska innflutningsbannið kann vísa seg at gagna donskum framleiðarum av útgerð til fiskaídnaðin. Bannið hevur havt við sær, at Russland ætlar at gerast sjálvbjargið. Skal henda ætlanin eydnast, skal nýggj útgerð útvegast. Tí ger russiski staturin nú stórar íløgur í framleiðslumaskinur, og hetta kann lata upp fyri einum annars fastfrystum marknaði, skrivar Børsen. Tú kanst draga ein beinleiðis parallel millum politisku støðuna í Russlandi og økta útflutningin av landbúnaðarmaskinum til landið. Og hetta elvir til bjartskygni, sigur stjórin í fiskivinnufyritøkuni Dansk Agroindustri, Allan Pedersen, við blaðið. Ein nýggj kanning, sum danska útflutningsfelagið hevur gjørt, vísir, at tvær ferðir so nógvar av fyritøkunum, ið veita útgerð til fiskaídnaðin, vænta at útflyta til Russlands innan fyri tvey ár. Tó er ikki greitt, hvussu stórur vinningurin verður, men í vinnuni er breið semja um, at tað kann snúgva seg um eina trísiffraða miljónaupphædd, sigur menningarstjórin í útflutningsfelagnum, Halldor Halldorsson. Kelda: Børsen André Olsen 07.10.2015 (10:50) Óvanliga nógv kort givin Kappingaráirð, ið júst er liðugt, hevur verið eitt av teimum villaru, um man skal meta tað útfrá teimum kortunum, ið eru givin. Bert einaferð áður í føroyskum fótbólti, eru fleiri sektarstig givin enn í ár. Tað var í 2006, tá leikararnir fingu kort fyri 650 sektarstig. Munurin í ár var heilt lítil, tí endaliga talið kom heilt upp á 647 sektarstig. Tó eigur árið í ár eitt met, við tað at tað ongantíð áður eru komin fleiri gul kort í einum kappingarárið enn í ár. Í ár vóru givin 545 gul kort, sum er 21 fleiri enn í 2012, tá tað vóru givin 524 gul kort. Í 2006 vóru to givin nógv fleiri reyð kort enn nakað annað ár. Liðið, sum fekk flest sektarstig, vóru niðurflytararnir úr FC Suðuroy, sum fingu heili 82 sektarstig. Á øðrum plássið kom TB við 80 sektarstigum.

Høgni Madsen var tann leikarin, ið fekk flest sektarstig í Effo-deildini. Hann fekk samanlagt 10 gul kort og 2 reyð kort, sum gevur 16 sektarstig. Í hølunum á honum vóru tríggir leikarar, ið allir fingu 11 sektarstig. Teir vóru Árni Fredriksberg úr NSÍ, Jógvan Rói Davidsen úr HB og Martin Tausen úr TB. Hinir niðurflytarnir, EB/Streymur, vóru tað liði, ið skikkaði sær best. Teir fingu samanlagt 56 sektarstig. Yvirlit yvir kort í Effo-deildini 2015 sambært faroesoccer.com B36: 55 gul 3 reyð = 64 sektarstig NSÍ: 51 gul 3 reyð = 60 sektarstig Víkingur: 47 gul 3 reyð = 56 sektarstig HB: 54 gul 4 reyð = 66 sektarstig KÍ: 53 gul 2 reyð = 59 sektarstig ÍF: 50 gul 4 reyð = 62 sektarstig TB: 59 gul 7 reyð = 80 sektarstig AB: 56 gul 2 reyð = 62 sektarstig FC Suðuroy: 64 gul 6 reyð = 82 sektarstig (Mest sektarstig) EB/Streymur: 56 gul 0 reyð = 56 sektarstig (Minst sektarstig) Kort givin síðani 2005, tá vit fyri fyrstu ferð fóru yvir at spæla 27 umfør í bestu føroysku deildini sambært faroesoccer.com: 2015: 545 gul 34 reyð = 647 sektarstig 2014: 477 gul 22 reyð = 543 sektarstig 2013: 460 gul 33 reyð = 559 sektarstig 2012: 524 gul 35 reyð = 629 sektarstig 2011: 493 gul 33 reyð = 592 sektarstig 2010: 463 gul 27 reyð = 544 sektarstig 2009: 458 gul 36 reyð = 566 sektarstig 2008: 461 gul 28 reyð = 545 sektarstig 2007: 492 gul 37 reyð = 603 sektarstig 2006: 509 gul 47 reyð = 650 sektarstig (Met í Føroyum) 2005: 497 gul 25 reyð = 572 sektarstig Hallur av Rana 07.10.2015 (13:59) Mugu bíða eftir dóminum Í dag var seinasti dagur í rættarmálinum í Eystara landsrætti, har kringvarpsstarvsfólkini, Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Jan Lamhauge, tíðindamaður, umframt Sveinur Tróndarson, fyrrverandi ábyrgdarstjóri á Portalinum, hava kært dómin í Føroya rætti frá fyrr í ár, har tey vóru funnin sek í at hava ærumeitt táverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen. Fyri løtu síðani fingu allir tríggir advokatarnir høvi til eina seinastu ferð at gera viðmerkingar til málið, aftaná at rættarfundurin hevur verið í fýra dagar. Tá advokatarnir høvdu sagt sítt, varð boðað frá, at dómur verður sagdur í málinum 18. november kl. 09 føroyska tíð. Sostatt mugu partarnir í málinum og Føroya fólk bíða tolin í seks vikur aftrat. Rættarfundurin byrjaði annars í síðstu viku, tá tveir fundir vóru við vitnisfrágreiðingum og innleiðandi framløgum frá advokatunum í málinum. Fundurin varð uppafturtikin í gjár, tá advokatarnar hjá journalistunum høvdu sínar endaligu framløgur ella prosedurur, meðan advokaturin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen, slapp til orðanna í dag. Áki Bertholdsen 07.10.2015 (14:30)

Næstan øll bróta lógina, tá ið tey flyta seyð Tað eru næstan, sum øll bróta lógina, tá ið tey flyta seyð í bili ella í báti. Reglurnar fyri at flyta seyð við bili, ella við báti, eru nevniliga so strangar, at tað munnu vera tey allarfægstu, sum lúka tær. Heilsufrøðiliga Starvsstovan minnir nú á, hvussu farast skal fram, tá ið seyður verður fluttur við bili ella við báti. - Seyður sum verður fluttur við bili ella báti skal hava gott pláss at standa á í lastini, í viðfestisvogninum, ella á dekkinum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Lagt verður afturat, at tað mugu ikki vera kantar, sum stinga burtur úr, boltar, seymir, ella líknandi, sum kunnu løsta djórini og tað, seyðurin stendur á, má ikki vera hált, og harafturat skal vera lætt at halda reint. - Tað er ikki loyvt at binda seyð niður ímeðan hann verður fluttur og veðrar við hornum, skulu vera hvør fyri seg, soleiðis, at teir ikki kunnu stúta hvønn annan. - Eisini skulu atlit takast til ær við hornum og seyðurin skal hava vernd fyri veðri og vindi. - Samstundis er tað ein treyt, at tað verður koyrt varliga, og har vegurin er óslættur ella snarar, skal serligt varsemi vísast. Førarin skal ikki seta ferðina upp, ella bremsa, brádliga og vognurin, ella lastin. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at har seyðurin hevur verið, skal vaskast og sóttreinsast eftir flutning. Tá ið seyðurin verður áskipaður ella avskipaður, er best at gera tað eftir einum skráa, sum ikki má vera háur, og heldur ikki ov brattur. - Seyður skal ikki lyftast við at taka í ullina og seyður, sum er meiðslaður, ella hevur trupult við at ganga, ella standa uppi, má ikki flytast. Í hesum føri kunnu undantøk tó gerast, eitt nú um seyðurin skal flytast í sambandi við viðgerð og í samráð við djóralækna. Verður neyðugt at heysa, ella stjóra, seyðin, eigur hetta at vera gjørt við skynsemi. - Tað er ikki loyvt at heysa seyð eftir beinunum, ístaðin eigur ein egnaður seli, ella líknandi, at verða nýtt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Hallur av Rana 07.10.2015 (15:59) - Jørgen var verjuleysur Í dag var seinasti rættarfundurin í sokallaða tollmálinum í Eystara landsrætti, har advokaturin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen, fekk høvi til eina seinastu framløgu, ið skuldi sannføra dómararnar um, at dómurin í Føroya rætti var tann rætti. Tó so, at hann kravdi at kostnaðarendurgjaldið, ið journalistarnir vóru dømd at rinda, skuldi hækka úr teimum 50.000 krónunum, ið Føroya rættur hevði staðfest, til 100.000 krónur. Eins og advokatarnir hjá mótpartinum, so var Christian F. Andreasen væl fyrireikaður til seinastu framløguna, og brúkti hann góðar tríggjar tímar at føra sína søk. Hann legði út við at leggja dent á, at í tíðarskeiðinum, sum Jørgen Niclasen sat sum stjóri í p/f N. Niclasen, misti landskassin ikki eina tí einastu krónu í samband við vørur, ið vórðu latnar úr goymsluni í Sørvági. Tvørturímóti megnaði Jørgen Niclasen í síni tíð sum stjóri at minka um hallið hjá fyritøkuni, ið var stórt tá hann tók við sum stjóri.

Hetta hóvaði hvørki advokatinum hjá kringvarpsfólkunum ella hjá Sveini Tróndarson, ið báðir funnist at hasari útleggingini hjá Christian Andreasen, tá teir fingu orðið til at gera viðmerkingar. Christian brúkti eisini høvi at finnast at lýsingini av Jørgen Niclasen, ið Ole Liedke, advokatur hjá kringvarpsstarvsfólkunum, og Bjørn á Heygum, advokatur hjá Sveini Tróndarson, høvdu málað. Í gjár varð ført fram, at Jørgen Niclasen og hansara advokatur høvdu hótt mótpartin við fongsilsdómi ella goymt skjøl fyri mótpartinum. - Hvørki eg, Jørgen ella nakar annar hevur hótt mótpartin. Vit hava heldur ikki goymt nøkur skjøl fyri tey. Talan er um eitt gamalt mál, og tað er ikki vanligt at goyma so gomul skjøl. - Tí var Jørgen verjuleysur 19. desember, tá fjølmiðlarnir byrjaðu at umrøða málið. Hann hevði ikki tey skjølini, ið málið snúði seg um. - Tað var fyrst seinni, at eg fekk skjølini frá landsstýrinum og Toll & Skatt. Tá eg fekk tey, so gav eg fjølmiðlunum innlit í øll relevant skjøl. Tað eru tey skjølini, ið verða brúkt í hesum rættarmálinum, meðan mótparturin ikki er komin við nøkrum skjølum. Tílíkt innlit er í mótsøgn við hendan hóttandi, maktfullan persónin, ið leggur lok á alt, ið mótparturin hevur lýst. Víðari legði Christian F. Andreasen eisini stóran dent á, at leikluturin hjá journalistum at vera samfelagsins vakthundur merkir ikki, at tey sleppa undan at fylgja landsins lógir, og at tey kunnu ákæra fólk fyri ymisk, uttan at tað finnast prógv fyri ákærunum. Dómur verður sagdur í málinum 16. november. Hallur av Rana 07.10.2015 (20:08) Valbólkarnir eru óbroyttir Sjáldan hevur ein politisk avgerð skapt so nógv løgfrøðiligt høvuðbrýggj, sum tá Annika Olsen, uttanflokkatingkvinna, tók seg úr Framsókn og legði nevndarsessin í fíggjarnevnd løgtingsins frá sær. Óvist var hvør rætta mannagongdin er, tá tinglimur soleiðis leggur ein nevndarsess frá sær. Valbólkurin hjá samgonguni, tað er samgongan, Sonja Jógvansdóttir og Nýtt Sjálvstýri, vildu vera við, at tað er valbólkurin, ið velur nýggjan nevndarlim, meðan andstøðan metti, at tað er eitt broyt á tingskipanina og galdandi siðvenju. Á seinasta tingfundi valdi valbólkurin hjá samgonguni tó ein nýggjan tinglim, og førdi tað við sær, at andstøðan kravdi eitt nýtt býti av nevndarsessum. Óvist var tá, hvønn valbólk Annika Olsen hoyrdi til, so býtið av sessum kundi broytast í ein ávísan mun. Men tá málið varð lagt fyri tingið í dag, gjørdist greitt, sambært ting.fo, at Annika Olsen, sum í løtuni er í farloyvi, enn er ein partur av valbólkinum hjá samgonguni, og sostatt hevði eitt nýtt nevndarbýtið ikki broytt upp á valdsbýtið. Uppskotið um nýtt býti av nevndarsessum fall eisini, tá tað kom til atkvøðugreiðslu. Danjal av Rana 07.10.2015 (22:06) Kaldari enn vanligt

Sambært kommunustýrislógini skulu kommunustýrini hava samtykt og sent landsstýrinum ársroknskapin fyri undanfarna ár innan 1. juni. Fíggjarmálaráðið hevur nú gjørt eina uppgerð av ársroknskapunum fyri 2014, sum vísir, at kommunurnar samanlagt høvdu eitt RLÚ-avlop á góðar 67 mió. kr. Til samanberingar var úrslitið fyri 2013 eitt hall á slakar 48 mió. kr. Havstovan skrivar í dag, at mátitólini hjá stovninum við Oyrargjógv váttað tað, sum vit øll hava vitað og sum tølini hjá donsku veðurstovuni DMI søgdu okkum, at mai, juni og juli vóru kaldari í ár enn vanligt. Mátingarnar hjá Havstovuni vísa, at kalda luftin eisini ávirkaði sjóhitan á landgrunninum. Havstovan hevur samanborið sjóhitan við Oyrargjógv við miðalhitan við Mykines, sum hevur verið mátaður mánaðarliga frá 1914 til 1969. Grafurin yvir vísir, at tað seinastu 10 árini hevur verið heitari við Oyrargjógv enn tað plagdi at vera við Mykines, men at mai, juni og juli í ár vóru kaldari enn vanligt. Havstovan skrivar á heimasíðu síni hav.fo, at seinast hetta hendi, var í 2002. Eirikur Lindenskov 07.10.2015 (23:14) Vestmenningar vunnu á kollfirðingum Tað leikaði javnt á í dystinum millum føroyameistararnar úr VÍF og KÍF í Vestmanna í kvøld. Munurin í fyrra hálvleiki var ongantíð meir enn tvey mál. Hóast vestmenningar vunnu dystin, so vóru kollfirðingar á odda í hálvleikinum 11-10. Í seinna hálvleiki vóru menninir úr VÍF fyri tað mesta á odda við einum máli, og onkuntíð tveimum. Móti dystarenda steðgar KÍF upp, og VÍF fær trý mál teir síðstu tveir minuttirnar, og dysturin endar tí 22-19 til VÍF. Toppskorarar hjá VÍF vóru: Áki Egilsnes 6 mál Filip Jojic 6 mál Hanus Christoffersen 3 mál Toppskorar hjá KÍF vóru: Hans Eli Sigurbjørnson 10 mál Fríði Weihe 3 mál Nicklas Selvig 2 mál Ási Dam 2 mál Dómarar vóru Gunnar Djurhuus og Jákup S. Simonsen. 315 áskoðarar vóru til dystin í Ítróttarhøllini í Vestmanna í kvøld. Støðan í FTZ deildini eru nú hendan: Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig 1 H71 3 82 63 19 6 2 VÍF 4 105 96 9 6 3 KÍF 3 68 54 14 4 4 StÍF 3 78 76 2 2 5 Neistin 2 48 52-4 2 6 Kyndil 3 65 84-19 0 7 Team Klaksvík 2 37 58-21 0 Danjal av Rana 07.10.2015 (23:46) Kommunurnar 67 milliónir krónur í avlopi Eftir eitt hall í 2013 høvdu føroysku kommunurnar samanlagt aftur eitt positivt RLÚ-úrslit í 2014. Tað er úrslit eftir rakstur, løgur og rentukostnað.

Sambært uppgerðini øktist raksturin við einum hálvum prosenti frá 2013 til 2014, meðan útreiðslurnar til løgur minkaðu við góðum 7 prosentum. Í 2014 vóru rakstrarútreiðslurnar 1,1 mia. kr., og útreiðslurnar til løgur vóru 376 mió. kr. Rentuútreiðslurnar vóru 40 mió. kr., ið er 1,3% hægri enn í 2013. Nettoskuldin minkaði við góðum 67 mió. kr. og var 467 mió. kr. við árslok 2014. Frágreiðingin frá Fíggjarmálaráðnum vísir eisini, at størstu hallini í 2014 vóru hjá Tvøroyrar kommunu og Fuglafjarðar kommunu, og at størstu avlopini vóru hjá Klaksvíkar kommunu og Tórshavnar kommunu. Um litið verður frameftir, vísir frágreiðingin, at rakstrarútreiðslurnar í kommunalu fíggjarætlanunum fyri 2015 økjast við umleið einum triðingi í mun til úrslitið í 2014. Hetta hevur samband við, at kommunurnar frá 1. januar 2015 yvirtóku raksturin av heimatænastu og eldrarøkt. Kommunali geirin fær fígging til henda rakstur frá landinum, og er hetta høvuðsorsøkin til, at ætlaðu inntøkurnar fyri 2015 eru slakar 400 mió. kr. hægri enn ætlaðu inntøkurnar í 2014. Orsøkin til eldin var sløkkiútgerðin Kanningar hjá Sjóvinnustýrinum og løgregluni av orsøkini til eldin umborð á Eysturbúgvanum sunnukvøldið vísa, at orsøkin var sløkkiútgerðin. Tað váttar skiparin, Jóhan Petur í Soylu, fyri VP. Sunnukvøldið um 18.30 tíðina var edlurin fráboðaður og sløkkilið og løgregla komu á staðið. Vp.fo Fólkakirkjan missir ikki limir til aðrar samkomur 07.10.2015-10:48 Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, í viðmerking til tíðindini í Útvarpinum fyri hálvari-triðju viku síðani um limatalið í fólkakirkjuni Yvirskriftin í Útvarpinum var, at færri og færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni. Limatalið er minkað støðugt seinastu 15 árini. Tað er rætt, tá roknað er í prosentum av fólkatalinum. Men hesi 15 árini eru 744 limir komnir afturat í fólkakirkjuni, skrivar biskupur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Biskupur sigur, at hann hevur spurt sóknarprestarnar, um fleiri fara úr kirkjuni ella gerast limir í henni. Niðurstøðan er, at heldur fleiri lima seg inn enn út. Tí er ikki talan um, at fólkakirkjan missir limir til aðrar samkomur ella at tey í stórum tali fara úr fólkakirkjuni, tí tey hava annan ella ongan átrúnað, sigur Jógvan Fríðriksson. Biskupur heldur tríggjar orsøkir vera Í 2000 vóru 84,3 prosent av fólkinum í Føroyum limir í fólkakirkjuni. Nú er talið komið niður í 81,6 prosent. Jógvan Fríðriksson nevnir tríggjar orsøkir. Fleiri útlendingar, nýggir føroyingar eru í Føroyum. Flestu teirra eru kristin við aðrari trúarlæru enn luthersku fatanini. Nakrir nýggir føroyingar hava aðra heimstrúgv. Karismatisku kirkjurnar eru virknar og dugnaligar. Nógv av eldru í teimum eru limir í fólkakirkjuni, hóast tey eru virkin í fríkirkju. Nú er talan um annað og triðja ættarlið. Yngra ættarliðið kennir ikki til fólkakirkjunnar siðvenju og er í minni mun uppvaksið í henni. Tá børn teirra ikki verða doypt í fólkakirkjuni, lækkar limatalið í fólkakirkjuni eina tíð, til tað finnur sína natúrligu legu. Og serliga ungdómurin ynskir skjótar avgerðir og frælsi at virka í tíðini. Tí er nútíðin størri avbjóðing fyri fólkakirkjuna enn fyri aðrar kristnar kirkjur og samkomur, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Kvf.fo Merkta grindin er støðuføst við 47 breiddarstig 07.10.2015-12:09 Hvalirnir vórðu merktir í summar í Fuglafirði, og hava ferðast í ring í avmarkaðum øki, har dýpið er 3-4.000 metrar Ein sendari slóknaði, tá 17 dagar vóru gingnir, men hinir fýra sendararnir hava virkað eftir ætlan, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á náttúrugripasavninum.

Bert sjey hvalir vóru í grindin í Fuglafirði, og tí varð avgerð tikin um ikki at halda henni til, men ístaðin seta sendarar á nakrar av hvalunum. Allir fýra hvalirnir fylgjast. Kvf.fo Danskur herovasti: Vit kunnu ikki verja Danmark 07.10.2015-11:20 Bjarne Højgaard Jensen, herstjóri fyri jútska dragonregimentið, vvil vera við, at danski herurin ikki er førur fyri at vera landamørkini í Danmark. Bjarne Højgaard Jensen varð valdur til regimentsstjóra í apríl mánaði, og nú vil hann hava politikkararnar, serliga Peter Christensen, nýsetta verjumálaráðharran, at síggja veruleikan í eyguni. Sambært Bjarne Højgaard er herurin í nógv verri standi, enn hvat pappírini siga. Millum annað sigur Bjarne Højgaard Jensen, at av teimum 50 stríðsvognunum, ið Danmark eigur, so eru bert helvtin teirra, ið kunnu nýtast, til hin helvtin manglar eykalutir ella útbúnað manning. - Eg haldi ikki, at politikkararnir vita, hvussu illa stendur til, sigur Bjarne Højgaard Jensen við Dagblaðið Holstebro. Hann nevndir eisini aðrar trupulleikar, so sum at bert fýra av 12 artillaríum kunnu nýtast, og bert 2000 av 16.000 herfólki eru búgvin til stríð. - Tað kann gott vera, at vit hava 68 kilometrar av landamarki og 7314 kilometrar av strond, men herurin kann bert verja um 20 kilometrar, sigur Bjarne Højgaard Jensen. Danska verjan hevur seinastu árini verið fyri nógvum sparingum, og í 2013 varð játtanin til verjuna skorin við 15%. Í august mánaði mátti Danmark halda uppat við at fremja loftálop á IS deildir í Irak, tí stríðsflúgvarar, flogskiparar og onnur manning hevði tørv á hvíld. Portal.fo Andlát Sigrun Juul Samuelsen úr Klaksvík andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin, 81 ára gomul. Olivia Jørgensen, fødd Petersen, ættað úr Sørvági andaðist í Aalborg hósdagin 1. oktober, 68 ára gomul.