Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Like dokumenter
Gips venjingar - tá armurin er brotin

Hin synoptiski trupulleikin

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 25. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Tíðindi úr Føroyum tann 19. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

ZETA a r c h i t e c t s

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Orka og orkupolitikkur

Tíðindi úr Føroyum tann 11. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Sethús Høgabø 8, Vágur

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Tíðindi úr Føroyum tann 26. august Tíðindi frá Kringvarpi Føroya samansett av Føroysku Sjómanskirkjuna/bjg

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Uppsetan av SMC 7904WBRA

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Heimsins nalvi í Hósvík

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Tá Johannes mundi fingið bumbu undir vangan

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

Sjálvandi taka vit livur

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Tíðindi úr Føroyum tann 3. Juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Tíðindi úr Føroyum tann 4. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Tíðindi úr Føroyum tann 24. jan Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Vøkstur og Virksemi átøk til at skapa búskaparligan framburð

Tíðindi úr Føroyum tann 1. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Verkætlanarbólkur settur av Fiskimálaráðnum at lata frágreiðing til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Oljuprísfallið byrjar at fáa avleiðingar Avleiðingarnar eru nú so smátt farnar at síggjast av oljuprísfallinum. Bæði Maersk Supply Service og Maersk Drilling hava sagt meðarbeiðarum upp á høvuðsskrivstovuni, og Dong Energy kom í síðstu viku við einum ársroknskapi fyri 2014, ið er merktur av sera stórum niðurskrivingum og einum undirskoti upp á 5,3 miljardir krónur. Ongar uppsagnir eru enn fráboðaðar í Maersk Oil, sum er størsta oljudeildin í A.P. Møller-Mærsk. Men tað merkir ikki, at ikki eitt uppsagnarumfar kemur har eisini. Tað merkir sannlíkt bara, at onki tal enn er ásett í einum uppsagnarumfari. Harumframt verður spennandi at síggja, hvussu nógv Mærsk noyðist at niðurskriva sítt oljuvirksemi við, tá ársroknskapurin fyri 2014 verður almannakunngjørdur 25. februar. Dong Energy noyddist at niðurskriva oljuvirksemið við 8,1 miljardir krónum, sum var høvuðsorsøkin til stóra undirskotið upp á 5,3 miljardir krónur. Harumframt hevur ATP mist tvær miljardir krónur upp á sínar oljuíløgur, og felagið hevur tí í fleiri umførum skert nøgdir sínar av oljuíløgum. Kortini heldur A.P. Møller-Mærsk, at góðir keypsmøguleikar framvegis eru á marknaðinum. Í síðstu viku varð Nils Smedegaard Andersen stjóri endurgivin fyri at siga, at Maersk Oil er til reiðar til nýggjar íløgur. Fleiri oljufeløg kunnu fáa trupulleikar við at lyfta allar sínar verkætlanir, nú oljuprísurin er fallin við 50 prosentum. Her kundu tey ivaleyst verið freistað ella noydd til at seta verkætlanirnar á marknaðin. Har hava vit tann stóra fyrimunin, at vit hava ein tryggan eginkapital og í høvuðsheitum onga skuld. Hetta gevur okkum møguleika at liggja framvið, um onkur verkætlan kemur, ið hóskar seg til okkara virksemi, segði Nils Smedegaard Andersen. Eitt møguligt keyp verður helst framt í Danmark, Norra ella Stórabretlandi, sum eru tey umráðini, har Maersk Oil fyrr hevur havt góðar royndir. Kelda: Finans.dk Antares.fo Tað almenna fær 135 mió. kr. frá FAS Samlaða netto-inntøkan hjá tí almenna av virkseminum hjá FAS í 2013 lá um 135,6 mió. kr., stendur í kanningini Føroysk arbeiðsmegi uttanlands ein fongur fyri samfelagið. Við árslok 2013 vóru 87 skip í FAS-skipanini ímóti 15-20 skipum fyrstu mongu árini eftir stovnanina í 1992. Tað eru serliga føroysk, norsk og svensk skip, sum eru í FAS. Einans fá skip eru úr Danmark og Íslandi. Í tali eru flestu skipini úr Føroyum (39 %), meðan Svøríki umboðar meginpartin av bruttotonsunum (46 %). Umleið 800 føroyingar vóru við FAS-skipum í 2013, meðan talið á útlendingum lá um 1500. Hetta verður m.a. upplýst í kanningini Føroysk arbeiðsmegi uttanlands ein fongur fyri samfelagið, sum Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, hevur gjørt fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Áhugafelagið Antares, og sum varð almannakunngjørd í síðstu viku. Fleiri broytingar eru gjørdar í lógargrundarlagnum, síðan Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin varð sett á stovn fyri 23 árum síðani. Millum annað eru tiltøk gjørd fyri at tryggja, at føroyska flaggið skal vera á hvíta lista hjá Paris MoU. Skattingin av sjófólki undir FAS er eisini broytt. Kunnu velja

Núverandi skipan er soleiðis: Feløg, ið hava skip skrásett í FAS-skipanini, hava somu skattligu viðurskifti, sum onnur feløg í Føroyum. Tó kunnu tey velja millum at vera undir vanligu skipanini fyri felags-skatt ella fara undir tonnasjuskattaskipanina. Øll manningin umborð á skipum, ið eru skrásett undir FAS, gjalda 35 prosent í skatti. Harumframt gjalda føroyingar undir FAS eisini arbeiðsmarknaðargjøld. Inntøkan meira enn tvífaldað Samlaða inntøkan hjá sjófólki undir FAS-skipanini øktist úr 300 mió. kr. í 2010 til 623 mió. kr. í 2013. Talan er sostatt um meiri enn eina tvífaldan av inntøkuni. Í 2010 var býtið millum føroyingar og útlendingar umleið 48/52, meðan býtið í 2013 var 42/58. Samlaða inntøkan hjá føroyskum sjófólki undir FAS øktist hesi árini úr 143 mió. kr. til 264 mió. kr. Ein partur av frágreiðingini fyri vøkstrinum í inntøkum undir FAS-skipanini er sjálvandi, at talið á skipum og sjófólki er økt, og harvið økist inntøkan samsvarandi. Hetta er tó ikki øll frágreiðingin, tí verður hugt at miðalinntøkuni hjá sjófólki undir FAS-skipanini, sæst, at eisini miðalinntøkan er økt seinastu árini. Í tíðarskeiðinum frá 2010 til 2013 er miðalinntøkan hjá føroyskum sjófólki økt úr kr. 262.000 upp í kr. 343.000 (31 pst.) Samstundis er miðalinntøkan hjá útlendingum økt úr kr. 180.000 upp í kr. 236.000 (31 pst.). Aðrar inntøkur Umframt beinleiðis inntøkuna, sum stavar frá sjófólki undir FAS-skipanini, eru eisini aðrar inntøkur, sum stava frá umsiting av skipum, ferðaseðlum og øðrum. Skal ein samlað meting gerast av samfelagsliga týdningunum av FAS-skipanini, er neyðugt at gera eina meting av hesum partinum eisini. Sjóvinnustýrið gjørdi eitt yvirlit fyri 2011 og Vinnumálaráðið fyri 2012 yvir lønarútgjaldingar o.a. til størv í FAS-umsiting á landi. Yvirlitið bygdi á roknskapir og fyrispurningar til fólk í vinnuni. Verður støði tikið í, at sama tal av starvsfólki skuldi nýtast til umsiting á landi til hvørt skipið í FASskipanini, ber til at rokna gongdina undanfarnu árini og fyri 2013. 70 miljónir á landi Gongdin vísir, at lønargjaldingarnar á landi hava ligið rættiliga støðugt á uml. 10 mió. kr. um árið fram til 2004, fyri síðan at vaksa til uml. 70 mió. kr. seinastu árini. Metingin var, at umleið 1,5 starvsfólk vóru á landi til Ship Management til hvørt skipið í 2012, og gav hetta eitt samlað tal á 126 starvsfólk við eini lønargjalding á 57,4 mió. kr. Harumframt var nakað av útreiðslum til sakførarar, grannskoðarar og reiðarar- og manningarfeløg. Samanlagt var talan um 62,3 mió. kr. í lønargjaldingum í 2012 til umsiting á landi, umframt ein upphædd til nevndarsamsýningar o.a., sum Vinnumálaráðið onga meting gjørdi um. Nevndarsamsýningarnar eru mettar til 4,2 mió. kr. í 2012, sum verða lagdar omaná tær 62,3 mió. kr. Umframt beinleiðis lønargjaldingar til umsiting o.a. á landi, hevur virksemið hjá skipum undir FAS-skipanini eisini við sær annað keyp av tænastuveitingum. Serliga er talan um tryggingar, ferðaseðlar og sýningar. Árliga gjaldið fyri sýn hjá klassafeløgunum liggur millum 50 og 200 túsund krónur. Fyri tey 84 skipini í 2012 vil hetta merkja eina upphædd millum 4,2 og 16,8 mió. kr. Avleiddar inntøkur Við at taka støði í metingini hjá Vinnumálaráðnum fyri 2012 og taka hædd fyri prísbroytingum, ber til at gera eina meting av søguligu gongdini í avleiddu inntøkunum frá tænastuveitingunum í Føroyum. Metingin vísir, at tænastuveitingar lógu í mong ár um 5-10 mió. kr., men eru seinastu árini øktar til góðar 40 mió. kr. Frá at hava havt eina árliga inntøkuskapan á 30-40 mió. kr. fram til ár 2000, er inntøkuskapanin nú vaksin til omanfyri 350 mió. kr. Av tí at talan er um tøl í ársins prísum, kann vera ringt at samanbera tøl frá eitt nú 1992 og 2012. Tí er ofta best at samanbera við BTÚ. Í 1990-unum og fram til 2004 var inntøkuskapanin frá FAS-skipanini umleið ½ prosent av BTÚ. Í dag er hon vaksin til omanfyri 2½ prosent av BTÚ. Tað almenna fær 135,6 mió. kr. Samlaðu almennu inntøkurnar av FAS-skipanini eru í 2013 mettar til 228,1 mió. kr. Skattainntøkan var 123,8 mió. Harav vóru 92,6 afturbornar til reiðaríini, meðan 31,2 mió. komu netto inn í almennu kassarnar.

MVG og onnur gjøld eru mett til 78,9 mió. og arbeiðsmarknaðargjøldini eru mett til 25,5 mió. kr. Samlaða netto-inntøkan hjá tí almenna lá sostatt um 135,6 mió. kr. Kelda: Føroysk arbeiðsmegi uttanlands ein fongur fyri samfelagið Antares.fo Norröna ársins skip 09-02-2015 11:00:44 Sjóvinnustýrið hevur kosið Norrönu til Ársins skip 2014 Vit á Smyril Line eru errin um hendan heiðurin, um at verða kosin til Ársins Skip 2014. Í fráboðan skrivar Sjóvinnustýrið soleiðis:»sjóvinnustýrið kann avdúka, at Norrøna er kosið árs ins skip í 2014. Nummar tvey gjørdist M/V Tananger og nummar trý varð M/V Haukur. Sjóvinnustýrið velir einaferð um árið at geva heiðursmerki til skip undir tí føroyska flagginum, sum kann vísa á serliga góð úrslit eftir bestu rakstrarúrslitum. Norrøna er ársins skip fyri 2014. Hesa avgerð hevur Sjóvinnustýrið tikið og ársins skip verður valt einaferð um árið og kosið fyrst í árinum eftir. Eitt av atlitunum, sum eru tikin og, sum er munurin millum skipini, sum eru á næsta og triðja plássi er, at Norrøna oftast ongan feil hevur havt, tá eftirlit hevur verið gjørt umborð. Hetta eftirlit er undir Paris MoU Skipið við bestu rakstrarúrslitum verður funnið við at hyggja at úrslitunum við ongum feilum, tá eftirlit er umborð og tey verða tald og lønt eftir einari torleikaskipan, sum geva ymisk stig. Umframt hetta verður eisini talt, um feilir eru, tá sýn er umborð á skipunum og somuleiðis er atlit tikið til, hvussu stendur til viðvíkjandi klassaskjølum í samb and við góðkenning av skipum. Ábyrgdin hjá skipara umborð á skipum er stór og m.a. verður kravt, at skiparin hevur vakið eyga við øllum skipsskjølum, eisini skjølunum hjá manningini. Harumframt má hann tryggja sær, at skipið til eina og hvørja tíð er til reiðar at taka í móti sýnsfólki. Krøvini frá eigara, myndugleika, farmsendara saman við stranga eftirlitinum, sum vitjar umborð á handilsskipum eru sera stór fyri skipara og manning við farmskipum. Í nútíðar skiparakstri krevst tí nógv av teimum fólkum, sum starvast innan hetta økið. Fremsta endamálið við leiðbeining og stuðli, ið flaggmyndugleikin roynir at veita sjófólki og leiðslu á landi er, at skip verða rikin og sigla trygt. Hetta er við til at byggja virðing fyri føroyska flagginum á høvum og fremmandum havnum. Sjóvinnustýrið hevur seinastu árini sent áminningar um reglugerðir fyri góðan og reglurættan rakstur og stórur dentur verður lagdur á, at eggja skipunum til at bera so í bandi, at tey koma frá einum altjóða eftirliti við ongum feilum ella viðmerkingum. Hetta hevur stóran týdning fyri virðingina av flagginum og hevur uttan iva somuleiðis stóran týdning fyri feløgini, sum vilja kappast millum tey bestu á marknaðinum.«sandportal - Sandoyarportalurin 51 tons til Fiskamarknaðin ímorgun 09-02-2015 12:00:59 Jens Leon hevur í morgun avreitt í Leirvík og selt 18 tons á uppboðssøluni Fyrrapartin eru 51 tons seld um uppboðssøluna - ein samlað upphædd á kr. 946.488,56. Tað eru 6 skip sum hava boðið fiskin út í morgun. Prísurin á toski:

Toskur 1, kr. 19,29 Toskur 2, kr. 18,27 Toskur 3, kr. 17,30 Toskur 4, kr. 14,67 Toskur 5, kr. 11,28 Prísurin á hýsu: Hýsa 1, kr. 12,36 Hýsa 2, kr. 11,86 Hýsa 3, kr. 10,76 Hýsa 4, kr. 10,40 Sandportal - Sandoyarportalurin Kvinna beit durðavørð í ryggin 09.02.2015-07:32 Politiið fer í dag at avhoyra fleiri vitnir til ein harðskapstilburð, sum hendi uttan fyri skeinkistaðið Marco Polo í miðbýnum í Havn sunnumorgunin, tá ein kvinna slóg og beit ein durðavørð. Durðavørðurin meldaði tilburðin til løgregluna í gjárkvøldið. Skaðin hann fekk var so mikið álvarsligur, at hann mátti ein túr á skaðastovuna eftir hendingina. Durðavørðurin og kvinnan komu til hendurs, og kvinnan gjørdist so óð, at hon slóg mannin fleiri ferðir eins og at hon tók um hálsin á durðavørðinum og beit hann í ryggin! Duravørðurin kenndi ikki kvinnuna, men kundi geva eina góða lýsing av henni. Eisini varð staðfest, at fleiri vitnir sóu tilburðin, og løgreglan fer tí í dag at tosa við hesi vitnir í royndini at finna fram til harðskapskvinnuna. Oljuprísurin byrjar vikuna við at lækka 09.02.2015-07:50 Fríggjadagin náddi oljuprísurin sítt hægsta støði higartil í ár, tá eitt fat av norðsjóvaroljuni Brent fór fyri 59 dollarar. Tað er hægsti oljuprísurin síðani 29. desember 2014.Prísiurin helt sær ikki allan fríggjadagin, og tá keypsskálarnir stongdu var prísurin millum 58 og 59 dollarar fyri fatið. Í morgun lækkar prísurin aftur, og er í løtuni 57,7 dollarar fyri fatið av Brent, meðan amerikanska lættoljan, WTI, verður seld fyri 51,86 dollarar fyri fatið. Byggitilfar feyk í vindinum 09.02.2015-08:05 Um 9 tíðina sunnumorgunin varð sløkkiliðið í Fuglafirði sent út á Kambsdal fyri at tryggja tilfar, sum feyk runt í nógva vindinum. Tað eydnaðist sløkkiliðinum at tryggja tilfarið, nakrar plátur, áðrenn nakar skaði stóðst av tí. Hetta var einasti tilburður, sum varð fráboðað politistøðini orsaka av nógva vindinum, sum herjaði í gjár. Vindurin er framvegis nógvur. Landsverk boðar í morgun frá hvirlum upp móti 40 m/s á Heltnini á oyndarfjarðarvegnum. Føroysk kúpuhús á stóra messu í London 09.02.2015-09:04 Føroyski arkitekturin Kári Thomsen og fyritøka hansara er boðin við til stóru marknaðarføringarstevnuna Grand Designs Live, sum verður í ExCel bygningunum í London í døgunum 2. til 10. mai. Orsøkin er serligu kúpuhúsini, sum hann hevur teknað og framleiðir gjøgnum fyritøkuna Easy Dome Ltd. Talan eru um igloo-hús av slagnum, vit kenna frá Grønlendingahúsinum og Túgvunum í haganum oman fyri Kvívík. Eisini eru fleiri onnur slík kúpuhús sett upp uttanlands.

Kári Thomsen fekk í 2013 bronsuvirðisløn í sniðgevakappingini A Design Awards innan bólkin Stucture Design. Sølu- og marknaðarstevnan í London hevur sum mál at varpa ljós á og geva vitjandi høvi at kunna seg um nýggj dømi innan bygging og byggitøkni og alt, ið hoyrir til bygging, hús og heim. Á stevnuni er eisini møguleiki at fáa ráðgeving frá arkitektum og verkfrøðingum. Hvørt ár verða nakrar fáar fyritøkur, ið hava eitthvørt nýtt, ókent og innovativt at vísa, boðin við at vís fram verk í fullari stødd. Sostatt hevur Kári Thomsin fingið tillutað fría luttøku við einum framsýningarbási á góðar 130 fermetrar. Á básinum verða tvey hús í fullari stødd sýnd fram, har annað er liðugt bygt og við øllum teim hentleikum slíkt hús skal hava, og har annað húsið er sjálv tann berandi konstruktiónin, ið er serstaki luturin í konseptinum. Hugsanin er her m.a. at bjóða vitjandi sjálvi at seta kúpukonstruktiónina upp, og síggja hvussu skjótt og lætt tað kann gerast, sigur Kári Thomsen. Fleiri undirveitarar verða umboðaðir úr Danmark, Føroyum og úr Onglandi. Ein megintáttur er, at allir lutir og alt byggitilfarið er fult burðardygt, og at øll krøv til nútíðar orkuloysnir eru gingin á møti. Grand Designs Live stevnan hevur virkað í góð 10 ár og koma nakað yvir 100 túsund vitjandi hesar dagar. Easy Domes Ltd hevur fingið góðar 1,5 milliónir krónur í sponsorstuðuli frá ensku fyritøkuni Anglian, og Vinnuframi hevur eisini veitt marknaðarføringarstuðul á góðar 200.000 krónur. Statoil hevur funnið stóra oljukeldu vestanfyri Bergen 09.02.2015-09:53 Einar 150 kilometrar í ein beinan vestan frá Bergen hevur boripallurin Transocean Leader funnið meir olju og gass. Hetta boðar norska Oljefirektoratet frá í morgun. Talan er um ein sokallaðan avmarkingarbrunn, har oljufeløgini royna at finna hvar markið gongur fyri aðrar brunnar í økinum. Hetta er fimta oljufundið á Krafla-økinum síðani 2011, og tað skal rúma millum 50,3 og 81,8 milliónir oljulíkar - talan er um bæði olju og gass í brunninum. Tað er Statoil sum er fyristøðufelag á Kraftla við 50 prosentum av loyvinum, mevandet norske og Svenska Petroleum Exploration hava 25 prosent hvør. Irene Rummelhoff, ið er leitistjóri hjá Statoil í Norðsjónum, sigur at hetta er eitt stórt fund á einum øki sum ein longu veit nógv um. Við nýggja fundinum verður Kraftla-økið mett at geva millum 140 og 220 milliónir oljulíkar. Boripallurin Transocean Leader, sum fann oljuna og gassið, hevur nú ikki fleiri uppgávur fyri Statoil. Kári heldur at Johan og Jørgen bluffa 09.02.2015-11:23 Í síðstu viku segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, ið eisini hevur samferðsluøkið undir sær, at tað framyvir skal verða ókeypis at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Um sama mundi fráboðaði landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, at tað framyvir eisini skal verða ókeypis at ferðast við Strandfaraskipum Landsins. Sum heild vildi ein mett, at talan er um gleðilig tíðindi fyri ein stóran part av Føroya fólki, ið regluliga brúka skipini ella tunlarnar. Men formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, gevur lítið fyri hesi lyftini. Hann vil vera við, at tað er mest at líkna við ballónir í samband við eitt valstríð. Tað vil siga, at løgtingsmaðurin ikki metir at talan er um nakað annað enn tóm lyftir nú valið nærkast og politikarar royna at vinna vælvild frá veljaranum. Tí hevur løgtingsmaðurin eisini sett løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, nakrar spurningar, har hann vil hava greiðu á, um tað liggur nøkur verulig ætlan aftanfyri útmeldingunum hjá

landsstýrismonnunum. Heilt ítøkiliga spyr Kári P. Højgaard løgmann tann heldur torføra spurningin, um løgmaður kann upplýsa hvørjar óvæntaðar høvuðsbroytingar, samgongan ætlar at fremja í hesum valári, sum komandi árini fáa fíggjarligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Harumframt vil hann hava at vita, hvussu stórur kostnaðurin verður fyri hesar óvæntaðar ætlanir og hvussu tær skula fíggjast. Sólarmyrking: Sannlíkindi fyri at síggja fjaldu sólina 09.02.2015-12:33 Sannlíkindini fyri góðum líkindum at síggja fjaldu sólina skuldu verið til staðar tá full sólarmyrking verður í Føroyum 20. mars. Tað heldur havnarmaðurin Birgar Johannessen, sum, millum fleiri áhugamál, hvønn dag skrivar niður hvussu veðrið hevur verið í Havn. Birgar hevur lagt eitt yvirlit út á Facebook-vanga sín yvir veðrið 20. mars síðan 2008, og yvirlitið vísir hetta: 2008: Nógvur kavi kom niður. 2009: Turt og stilt veður við nógvari sól. Tá tað var heitast vóru 15 stig. 2010: Turt og gott veður allan dagin, tó vóru 2-3 stutt regnæl millum kl. 7 og 8 á kvøldi. 2011: Ráligt og gráligt allan dagin, tó var so gott sum turt fyrrapartin. Klokkan trý seinnapartin fór at regna. Seinnapartin vaks hann vindin, og móti kvøldið var illveður. 2012: Frá klokkan 8 til 9 fyrrapartin var turt og gott veður, síðani regnaði illa til klokkan 12. Millum 12 og 3 var turt, og síðani fór aftur at regna til kl. 10 um kvøldið. 2013: Av fægrasta veðrið við massar av sól allan dagin, tó kom nakað av vátakava niður millum klokkan 2 og 3 seinnapartin. 2014: Skiftandi veður, fyri tað mesta turt, tó vóru grov heglingsæl av og á. Nakað av sól var og nógvur vindur allan dagin. Niðurstøðan hjá Birgari Johannessen er sostatt, at alt veður kann hugsast, men mjørki hevur ikki verið 20. mars tey seinastu átta árini. Samfelagið skal brúka 3 milliardir næstu 10 árini uppá grøna orku 09.02.2015-15:21 Í dag hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, fingið handa eina frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum. Endamálið við frágreiðingini var millum annað at seta út í kortið, hvussu Føroyar kunna mennast til ein reinorkubúskap, tað vil siga, at bólkurin skuldi finna útav, hvussu Føroyar skjótast gjørligt og í mest møguliga mun, kann nýta varandi orku í føroysku orkuskipanini. Tilsamans er talan um 26 tilmælir, harav arbeiðsbólkurin, ið er mannaður av Vinnumálaráðið, SEV, Jarðfeingi og Dansk Energi, hava sett í verk sjey teirra. Talan er tó um nøkur dýr tilmælir, tí millum annað verður ført fram, at tað er neyðugt at fremja útbyggingar fyri tríggjar milliardir næstu tíggju árini. Í frágreiðingini verður mælt til, at Føroyar gerast minni tengdar at oljuinnflutningi við at byggja munandi út við varandi orkuframleiðslu, samstundis sum føroyska oljunýtslan verður flutt til elorku. - Tað er gleðiligt, at vit nú hava eina virkisætlan og ein ítøkiligan leist fyri at fremja orkupolitikk landsins í verki. Neyðugt er, at politiska skipanin er við til at stuðla undir eina elektrifisering av orkunýtsluni við politiskum átøkum. Bæði gularót og pískur skulu nýtast til at økja um nýtsluna av

grønari orku, segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú álitið varð handað. Eisini Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum fegnast um álitið. - Vit fegnast um, at enn eitt stig er tikið á leiðini at leggja til rættis framtíðar elveitingina, so at hon kann mennast og útbyggjast á skynsaman hátt. Virkisætlanin er gjørd í góðum samstarvi millum landsmyndugleikarnar, kommunurnar og SEV, og vónandi heldur góða stevið fram øllum landinum at gagni. Løgreglan sóknast eftir vitnum 09.02.2015-18:09 Tíðliga í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði brotið eina síðuhurð inn í bygningin hjá Bónus við Norðskála. Í tíðarskeiðinum frá kl. 23.30 leygarkvøldið til í morgun hava tjóvar verið í Bónus og stolið meira enn 40.000 krónur og sigarettir. Tað skrivar kvf.fo. Hildur Hentze á Kriminaldeildini sigur, at løgreglan hevur fleiri slóðir at elta, men vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt í samband við innbrotið. Løgreglan hevur tlf. nr. 351448. Obama: Enn eingin avgerð tikin um verjuvápn til Ukraina 09.02.2015-21:12 Verjuvápn til Ukraina er ein av møguleikunum, sum USA kannar, sigur Obama eftir ein fund við týska kanslarin Angelu Merkel. Presidenturin í USA, Barack Obama, sigur á einum tíðindafundi saman við týska kanslarinum, Angelu Merkel, at hann hevur biðið sína herleiðslu hugt at øllum møguleikum, um diplomati ikki riggar fyri Russland, men hann hevur enn ikki tikið nakra avgerð um at stuðla Ukraina við verjuvápnum. Tað skrivar Reuters. - Møguleikin fyri verjuvápnum er ein av møguleikunum, sum verða kannaðir, men eg havi enn ikki tikið nakra avgerð, segði hann á felags tíðindafundi við Merkel í Washington. Týski kanslarin staðfestir, at hon heldur ikki, at tað er eitt gott hugskot at senda vápn til Ukraina. - Vit vóna enn at finna eina diplomatiska loysn, sigur Merkel, og leggur afturat, at hon sær ikki eina hernaðarliga loysn sum ein møguleika. Merkel og aðrir evropeiiskir leiðarar halda, at tað ger bert stríðið verri, um vápn verða send til Ukraina. Týski kanslarin og franski presidenturin, François Hollande hittust í síðstu viku við russiska presidentinum Vladimir Putin, í eini roynd um at loysa trupulleikan. - Sum ein, ið er úr Evropa, kann eg bert siga, at um vit geva upp landsrættvísi, kunnu vit ikki varðveita friðin í Evropa, sigur hon. Obama og Merkel eru samd um, at halda fast í sanktiónunum móti Russlandi. - Tað er greitt, at Russland hevur brotið allar skyldur í Minsk-avtaluni, sigur Obama og vísir til avtaluna, sum varð gjørd í Minsk í Hvítarusslandi í septembur og handlar um vápnahvíld. - Um Russland heldur á fram soleiðis, so oyðileggur tað russiskan búskap og skaðar russiska fólki, samstundis sum, at tað hevur eina ræðuliga ávirkan á Ukraina. Sostatt fer isolatiónin hjá Russlandi bert av blíva verri politiskt og búskaparligt, sigur Obama. Meting um tilfeingið fyri viku 6

Friday, 06 February 2015 Samandráttur: Línuskip: Bara trý línuskip eru til fiskarí undir Føroyum og tey koma vantandi at landa síðst í vikuni. Tey hava mest tosk og so nakað av hýsu, brosmu og longu. Vit roknað við at fleiri línuskip fara út um vikuskiftið. Trý frystilínuskip, ið fiska við Flemish Kap, landa ella hava landa í Saint Pierre. Tey koma at gerða ein túr afturat og so koma tey heim við fiskinum. Eitt línuskip er ávegis til Flemish Kap. Tað kemur at ísa fiskin umborð. Útróður. Streymurin verður góður og veðri verður brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Teir fiska so at siga bara tosk og hýsu. Djúpvatnstrolarar: Allir ísfiskadjúpvatnstrolarirnir liggja við bryggju, men helst fer onkur út um vikuskiftið. Ein fiskar á djúpum vatni og landar niðri, ein fiskar svartkalva og frystur umborð. Partrolarar: Partrolarnir landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er smáligt í mun til tíðina, sum skuldi verði góð til upsa. Trolbátar: Fimm trolbátar fiska havtasku á Skeivabanka. Fiskaríið er hampuligt. Teir flestu koma at landa mánadagin. Garnaskip: Tað eru 2 garnaskip á svartkalvaveiðu. Eitt kemur at landa mánadagin, meðan hitt landar seinni í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Fmf.fo Valutanavn Nationalbankens middelkurs Australske dollar 515,87 Bulgarske leva 380,61 Brasilianske real 236,84 Canadiske dollar 528,17 Schweizerfranc 713,85 Kinesiske renminbi.yuan 105,70 Tjekkiske koruna 26,850 Euro 744,40 Britiske pund 1003,91 Hong Kong dollar 85,16 Kroatiske kuna 96,47 Ungarske forint 2,4220 Israelske new shekel 169,99 Indiske rupees 10,630

Japanske yen 5,5669 Mexicanske peso 44,560 Norske kroner 86,41 Newzealandske dollar 489,64 Polske zloty 177,99 Russiske rubel 9,9600 Svenske kroner 78,62 Singapore dollar 487,11 Thailandske baht 20,220 Tyrkiske lira 265,10 US dollar 660,22 Sydafrikanske rand 57,030 Danskebank.dk Andlát Hjørdis Høgenni, ættað úr Hvalba, búsitandi á Egilsstøðum í Íslandi, andaðist 6. februar, 86 ára gomul. Ennibjørg Niclasen Bech, ættað úr Hvalba, búsitandi í Esbjerg andaðist 6. februar, 69 ára gomul. Lítla Amalja, dóttir Gunnvá Joensen og Egon Simonsen, Miðvági, andaðist í heiminum 7. februar, 4 ára gomul. Sólrun Mikkelsen andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin 7. februar, 91 ára gomul. Páll Poulsen, Sumba, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum leygardagin 7. februar, 78 ára gamal.