lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Like dokumenter
Hin synoptiski trupulleikin

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

SØLUTILFAR, JUNI 2016

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Gips venjingar - tá armurin er brotin

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Sjálvandi taka vit livur

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Eingin fjølmiðlaetikkur

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

Verkætlanarbólkur settur av Fiskimálaráðnum at lata frágreiðing til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Uppsetan av SMC 7904WBRA

ZETA a r c h i t e c t s

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

UMHVØRVISGÓÐKENNING AV SMOLTSTØÐ Í HEYGARDALSVATNI Í VESTMANNA

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til. Løgtingslóg um Etiskt ráð

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Sethús Høgabø 8, Vágur

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Undirvísingarfrágreiðing

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Fróðskaparsetur Føroya University of the Faroe Islands

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Tú alfagra land mítt. tjóðsangurin og søga hansara

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Tíðindi úr Føroyum tann 4. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Kirkjuligt Missiónsblað

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Heimsins nalvi í Hósvík

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Small Federation Games Magni Jøkladal, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen og Marjun Restorff skriva

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tvídráttur heimsveldanna

Kanning av oljudálking við Flesjarnar august 2007

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Tíðindi úr Føroyum tann 7. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Orka og orkupolitikkur

Transkript:

Undirritaði tók í fjør við við starvi sum bráðfeingisstjóri fyri Skráseting Føroya við tí endamáli at avgreiða spurningin viðvíkjandi møguligari afturtøku av løggilding av grannskoðara við norskari løggilding, ið sambært frágreiðing hjá Løgtingsins Umboðsmanni var givin á skeivum grundarlag. Starvið fevndi um at kanna, hvørt omanfyrinevnda løggilding átti at verða tikin aftur og, grundað á hesa kanning, at taka avgerð í spurninginum um afturtøku. Starvið var skipað undir Vinnumálaráðnum, ið eisini var kærumyndugleiki fyri avgerðini hjá bráðfeingisstjóranum. Niðurstøða Eg eri nú liðugur at viðgera málið, og tað er mín meting, at tað var í samsvari við ásetingina í tí føroysku grannskoðaralógini 2, stk. 1, at Skráseting Føroya sammetti útbúgvingina sum statsautorisert revisor í Noreg við kravið í tí føroysku grannskoðaralógini um at hava staðið eina serliga roynd og seinni, vísandi til at hini krøvini í lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna grannskoðaran sum løggildan grannskoðara í Føroyum. Meting Skráseting Føroya hevði, tá ið Símun Absalonsen sendi sína umsókn um løggilding í januar 2005 lóggilt fimm grannskoðarar í Føroyum eftir at grannskoðaralógin kom í gildi í 1993. Allir hesir vóru frammanundan løggildir grannskoðarir í Danmark og høvdu staðið serliga roynd í samsvari við danska grannskoðaralóggávu. Hesir vóru grundað á ta donsku løggildingina løgildir í Føroyum við heimild í 2, stk. 1, sbr. 1, stk. 2, sum ásetir, at skrásetingarmyndugleikin kann løggilda persónar, sum sanna, at teir uttanlands hava tikið eina útbúgving, sum kann sammetast við eina útbúgving, sbr. 1, stk. 2, nr. 4 og 5, og sum annars lúka treytirnar í 1, stk. 2, sbr. stk. 3, sbr. sum upplýst í ódagfestari grundgeving fyri løggilding av Símun Absalonsen og notu um løggilding av grannskoðara frá 4. februar 2005. Ímóti rættleikanum av hesi siðvenju kundi verið víst á, at Skráseting Føroya var forðað í at gera ta í 2, stk. 1 kravdu samanlýking orsakað av, at tað tá ikki vóru nærri ásettar reglur um serliga próvtøku, sum eftir grannskoðaralóggávuni 1, stk. 2, nr. 4 var ein ófrávíkilig treyt fyri at verða løggildur. Siðvenjan hjá Skráseting Føroya tykist ikki at vera ivasom. Tí hóast støðan var tann, at tann danska grannskoðaralógin sambært 24 ikki var galdandi fyri Føroyar, var veruleikin tann, at ásetingin kortini var sett í gildi í Føroyum orsakað av, at føroysku myndugleikarnir høvdu avritað ta donsku grannskoðaralóggávuna. Upphavið aftanfyri ta føroysku søguna gevur onga grund til at halda, at føroyska lóggávuvaldið skuldi hava ætlað, at tað fyri at klára ta serligu royndina, sum føroyska lógin kravdi, skuldi galda strangari krøv enn danska lóggávan kravdi. Tað at føroyska lóggávuvaldið avritaði ta donsku grannskoðaralóggávuna, og harvið reelt setti ta dansku grannskoðaralóggávuna í gildi í Førroyum er eftir mínari fatan eisini avgerðandi fyri metingin um, hvørt løggildingin, sum Skráseting Føroya gav Símun Absalonsen, var lóglig.

Føroyska grannskoðaralóggávan má sostatt grundað á sín uppruna tulkast í samsvari ta donsku grannskoðaralóggávuna við teirri avleiðing, at ein útbúgvinging, sum dømd eftir donsku granskoðaralógini 2, stk. 1, má sammetast við ta í hesi lóg umrøddu útbúgving, herundir at hava staðið ta serligu royndina, eisini dømd eftir føroysku grannskoðaralógini 2, stk. 1 má sammetast við tað í hesi lóg umrøddu útbúgving, herundir at hava staðið eina serliga roynd. Tá tann danska grannskoðaralógin 2, stk. 1 skuldi tulkast og útinnast í samsvari við direktivið um sínámillum góðkenning og ta hartil knýttu EBS-avtalu, mátti 2, stk. 1 í føroysku grannskoðaralógini, tí eisini tulkast og útinnast í samsvari við direktivið og avtaluna, hóast Føroyar ikki beinleiðis vóru fevndar av direktivinum og avtaluni. Eg kann í hesum sambandi viðmerkja, at ES-rættlarreglur á økinum eisini hava týdning í Føroyum, sbr. soleiðis 31 í tí tágaldandi løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum beinleiðis ásetir, at reglurnar um próvtøku hjá løggildum og skrásettum grannskoðarar skulu tryggja, at útbúgvingin hjá løggildum og skrásettum grannskoðarum lýkur neyðug krøv fyri at vera góðkend í einum ES- ella EBSlandi. Símun Absalonsen gjøgnumførdi sína útbúgving við høyere revisorrstudiet við Norges Handelshøyskole í 2003 og 2004 og varð síðani góðkendur sum statsautorisert revisor í Noreg tann 13. januar 2005. Noreg var umvegis EBS-avtaluna fevnt av áttanda direktivinum hjá Ráðnum, herundir kravinum í direktivinum um at hava staðið eina fakliga dugnaskapsroynd sum treyt fyri at løggilda persónar til at fremja lógarásetta grannskoðan. Í samsvari við grein 4 og 5 í áttanda direktivinum hjá Ráðnum var góðkenning sum løggildur grannskoðari eftir tí norsku grannskoðaralógini 3-3, fimta lið m.a. treytað av, at viðkomandi hevði staðið eina verkliga roynd, sum sbr. forskrift nr. 712 skuldi testa evnini hjá grannskoðaranum til at nýta ástøðiliga vitan í verki. Tað gongur fram av norsku løggildingini hjá Símuni Absalonsen frá 13. januar 2005, at hann hevði prógvað, at hann uppfylti treytirnar í norsku grannskoðaralógini 3-1, fyrsta lið, t.v.s. treytirnar í 3-3 um at hava staðið eina verkliga roynd. Tá Símun Absalonsen sostatt uppfylti treytirnar fyri at útinna lógarkravda grannskoðan í Noreg, hevði hann ikki, um hann hevði søgt um at verða løggildur í Danmark, kunnað verði forðaður í at útinna sama yrki í Danmark, eftirsum donsku myndugleikarnir høvdu verið tvungnir til at fyrisita 2, stk. 1 í tí tágaldandi donsku grannskoðaralógini í samsvari við direktivið um sínámillum viðurkenning, sbr. lóg nr. 291 frá 8. mai 1991, kunngerð nr. 292 frá 8. mai 1991 og kunngerð nr. 806 frá 7. september 1994. Tað er í hesum sambandi uttan týdning, at Símun Absalonsen er danskur ríkisborgari. Alt eftir ítøkiligu førleikunum hjá Símuni Absalonsen hevði Danmark kunnað sett krav um fyriskipan av førleikaroynd, t.v.s. eina roynd í materiellum reglum, sum eru av stórum týdningi fyri at kunna útinna grannskoðaravirksemi í Danmark. Av hesi orsøk var tað eftir mínari meting í samsvari við ásetingina í tí føroysku grannskoðaralógini 2, stk. 1, at Skráseting Føroya við forhondsgóðkenningini tann 9. mars 2005 sammetti útbúgviningina hjá Símun Absalonsen sum statsautorisert revisor við krøvini í grannskoðaralógini um at hava staðið eina serliga roynd og seinni, eftirsum hini krøvini í

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum. Eg leggi í hesum sambandi dent á, at Skráseting Føroya við hesum gav ásetingini í grannskoðarinnar 2, stk. 1 eitt innihald svarandi til 2, stk. 1 í tí donsku grannskoðaralógini, sum tað eftir lógarmotivunum júst var meiningin skuldi setast í gildi í Føroyum. Eg viðmerki, at tann fullkomiligi paralleliteturin millum tær donsku og tær føroysku ásetingarnar á hesum øki harumframt er avspeglaður í kravinum um kunnleika til føroyska lóggávu, sbr. ta galdandi ásetingina um góðkenning av grannskoðarum við útlendskari útbúgving í 10, stk. 1, síðsta pkt. í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009. Ásetingin hevur sostatt fingið sama innihald sum 10, stk. 1 í tí donsku grannskoðaralógini nr. 468 frá 17. juni 2008, har viðkomandi formulering um skjalprógv fyri kunnleika til danska lóggávu avspeglar møguleikan fyri í direktivinum um ástøðligan førleika fyri at seta krav um at hava staðið eina dugnaskapsroynd, sbr. soleiðis motivini aftanfyri ásetingina og 2009- kommentarin til ta donsku grannskoðaralógina. Víðari viðmerki eg, at eg fyri so vítt ikki eri samdur við Løgtingsins umboðsmanni, tá hon í frágreiðingini frá 2. november 2010 sigur, at ein løggilding ikki í sjálvum sær og uttan eina ítøkiliga meting av grundarlagnum for henni, kann leggjast til grund fyri, at ein umsøkjari lýkir treytirnar fyri at verða tilnevndur løggildur grannskoðari sambært 2, stk. 1 í grannskoðaralógini. Sum tað framgongur, meti eg kortini, at Skráseting Føroya av røttum kundi leggja avgerandi dent á, at løggildingin av Símuni Absalonsen var farin fram í einum landi (Noreg), sum er bundið av reglunum í áttanda direktivi hjá Ráðnum. Hatta bar nevniliga í sær, at talan var um eina løggilding, ið sum útgangspunkt skuldi góðkennast av málsráðandi donsku myndugleikunum eftir tí samlíku 2, stk. 1 í tí donsku grannskoðaralógini. Eg skilji, at tað grundað á eitt bræv frá Kredittilsynet frá apríl 2005 til ein dulnevndan móttakara er sáddur ivi um, hvørt Símun Absalonsen uppfylti tær norsku treytirnar fyri løggilding, og hvørt tær norsku treytirnar fyri løggilding uppfyltu kravið í áttanda direktivi hjá Ráðnum um at hava staðið eina fakliga dugnaskapsroynd. Til hetta kann eg viðmerkja, at brævið frá Kredittilsynet viðvíkur einum øðrum persóni enn Símun Absalonsen og eftir mínari fatan longu av hesari orsøk er óviðkomandi fyri málið hjá Símun Absalonsen. Innihaldið í brævinum broytir annars ikki, at Skráseting Føroya kundi leggja til grund, at Noreg, tá Símun Absalonsen varð løggildur tann 13. januar 2005, livdi upp til sínar skyldur sambært EBS-avtaluni eisini við atliti at treytunum í áttanda direktivi Ráðsins fyri løggilding av persónum við ábyrgd fyri at útinna lógarkravda grannskoðan og at tann málsráðandi norski myndugleikin (Kredittilsynet) hevði løggilt Símun Absalonsen í samsvari tær tá galdandi norsku reglurnar á økinum. Eg viðmerki fyri góðan ordan skyld, at viðmerkingin hjá Kredittilsynet í brævinum frá 8. apríl 2005 um at seta í verk eina verkliga roynd frá á heysti í 2005 eftir mínari meining ikki kann útleggjast soleiðis, at Noreg ikki eisini frammanundan setti krav um at hava staðið eina fakliga dugnaskapsroynd í samsvari við áttanda direktiv Ráðsins sum treyt fyri at verða løggildur sum grannskoðari.

Eg vísi í hesum sambandi til, at góðkenning sum statsautorisert revisor eftir 3-3, fimta lið, í tí tágaldandi norsku grannskoðaralógini, sum júst var laga eftir áttanda direktivi Ráðsins, sbr. soleiðis 2010-kommentarin til ta norsku grannskoðaralógina, m.a. var treytað av, at grannskoðarin ha gjennomgått en praktisk prøve etter avsluttet teoretisk og praktisk opplæring som dokumenterer at vedkommende er egnet til å påta seg revisjonsoppdrag. Krøvini til royndina og tær nærri ásettu reglurnar fyri at fremja royndina vóru ásettar í forskrift nr. 712 frá 25. juni 1999 og forskrift nr. 433 frá 24. apríl 2001, sum báðar vóru galdandi tá Símun Absalonsen varð løggildur sum grannskoðari í Noreg tann 13. januar 2005. Tað kann sostatt staðfestast, at tað eftir teimum norsku reglunum fyri løggilding var ein treyt, at grannskoðarin stóð eina verkliga roynd. Eg vísi í tí sambandi til ta umhugsan um ta verkligu royndina, sum framgongur av 2001-kommentarinum og 2010-kommentarinum til ta norsku grannskoðaralógina. Eg kenni ikki nærri innihaldið í royndini, sum tá varð hildin í sambandi við høyere revisorstudium, og sum Símun Absalonsen fullførdi, áðrenn hann varð løggildur í Noreg, herundir í hvønn mun kandidatarnir blivu royndir í verkligum førleikum, sbr. grein 5 í áttanda direktivi Ráðsins. Eg meini kortini heldur ikki, at hetta er avgerandi fyri lógargildið av løggildingini hjá Skráseting Føroya av Símuni Absalonsen sambært 2, stk. 1 í grannskoðaralógini. Avgerandi má harafturímóti vera, at Noreg sambært EBS-avtaluni var bundið av áttanda direktivi Ráðsins, at Noreg í grannskoðaralógini við tilhoyrandi forskriftum hevði gjøgnumført krøvini í direktivinum við at eisini tá Símun Absalonsen varð løggildur krevja at verkliga royndin skuldi vera staðin sum treyt fyri at verða løggildur sum grannskoðari, sbr. norska grannskoðaralógin 3-3, fimta lið, og at henda royndin tá fevndi um tær próvtøkur, sum blivu gjøgnumførdar í sambandi við høyere revisorstudium, sum Símun Absalonsen hevði staðið. Av hesari orsøk hevði Skráseting Føroya eftir mínari meining í sambandi við viðgerðina av málinum hjá Símun Absalonsen uttan mun til skrivið hjá Kredittilsynet frá 8. apríl 2005 rætt til lutvíst grundað á norsku løggildingina hjá Símuni Absalonsen frá 13. januar 2005 at leggja til grund, at hann uppfylti tær norsku reglurnar fyri løggilding, lutvíst grundað norska limaskapin í EBS at leggja til grund, at norsku treytirnar fyri løggilding uppfylti kravið í áttanda direktivi Ráðsins, herundir eisini kravið um at hava staðið eina fakliga dugnaskapsroynd, sum tryggjar ta neyðugu ástøðiligu vitanina um tey viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at útinna lógarkravda grannskoðan umframt førleikar til at nýta hesa vitan í verki, sbr. grein 5 í direktivinum. Loksins viðmerki eg, at tað hevði verið ilt at mett um avleiðingarnar og tað hevði í hvørt fall verið óhóskandi, um Skráseting Føroya hóast ta norsku løggildingina hevði noktað at løggilda Símun Absalonsen sum grannskoðara í Føroyum. Um Føroyar vilja fylgja ES/EBS-reglunum, er neyðugt at leggja til grund, at gjøgnumføringin hjá Noreg av áttanda direktivinum var røtt og loyal. Tað hevði í sjálvum sær verið óhaldbart og ført til umsitingarligar trupulleikar, sum ilt er at meta um, um Skráseting Føroyar skuldi kanna, um norska lóggávan var í samsvari við ES-reglurnar. Um Skráseting Føroya valdi at síggja burtur frá norsku løggildingini, hevði Símun Absalonsen verið noyddur til at søkja um góðkenning í Danmark eftir samlíku ásetingini í 2, stk. 1 í tí donsku grannskoðaralógini. Tann málsráðandi danski myndugleikin hevði eftir

ES-reglunum um sínámillum góðkenning verið noyddur at viðurkenna norsku løggildingina hjá Símuni Absalonsen, men kundi møguliga sett krav um, at hann skuldi standa eina dugnaskapsroynd í materiellum donskum reglum. Hereftir hevði aftur verið neyðugt hjá Símuni Absalonsen at søkt um løggilding í Føroyum nú vísandi til ta donsku góðkenningina. Tað tykist ósannlíkt, at tað skal hava verið meiningin við ásetingini í 2, stk. 1 í tí føroysku grannskoðaralógini, at umsøkjarar á henda hátt skuldi roynast í danskari lóggávu, sum ikki er galdandi í Føroyum og sum tí í prinsippinum er uttan týdning fyri at útinna starvið sum løggildur grannskoðari í Føroyum. Eisini hetta talar fyri, at ásetingin í 2, stk. 1 í grannskoðaralógini lógliga kundi tulkast við atliti at ES-reglunum um sínámillum góðkenning, sum eru avgerandi fyri umsitingina av teimum samsvarandi donsku reglunum. Í sambandi við viðgerðina hjá Skráseting Føroya av umsóknini hjá Símuni Absalonsen um løggilding, gav Felagið fyri Løggildar Grannskoðarar kortini til kennar júst ta fatan, at tað átti at verði sett sum krav, at Símun Absalonsen skrivaði seg inn til dugnaskapsroynd í Danmark. Tað framgongur sostatt av málinum, at Felagið fyri Løggildar Grannskoðarar grundaði ynskið um eina dugnaskapsroynd á ta fatan, at krøvini annars vórðu linkaði í mun til higartil galdandi førleikakrøvini í Føroyum. Felagið vísti í hesum sambandi til svar frá Foreningen af Statsautoriserede revisorer i Danmark um, at tann norska útbúgvingin sum løggildur grannskoðari ikki kundi sammetast við ta donsku. Um hetta skal eg fyri góðan ordan skild viðmerkja hetta: Hugtakið dugnaskapsroynd verður nevnt í direkttivinum um sínámillum góðkenning og direktivinum um verkligar førleikar og er ein møguleiki fyri ES- og EBS-londini, sum eru skyldug at góðkenna eina løggilding sum grannskoðari frá einum øðrum limalandi, at royna umsøkjaran í viðkomandi pørtum av lóggávuni í vertslandinum, sum umsøkjarin ikki frammanundan kennir, og sum verða mettir at vera neyðugir fyri at útinna starvið sum grannskoðari í vertslandinum. Sum tað framgongur av vegleiðingini hjá Grannskoðaranevndini vil ein dugnaskapsroynd í Danmark fevna um eina munnliga roynd á 30-45 minuttir og vil, grundað á eina ítøkiliga meting av útbúgingarligu royndum umsøkjarans, kunna fevna um avgerðandi munir innan materiellu vinnulóggávuna, skatta- og skattafyrisitingarlóggávuna, reglur innan roknskaparframløgu og reglur innan roknskaparførslu í Danmark. Ein dugnaskapsroynd verður sostatt gjørd fyri persónar, sum longu eru góðkendir til at útinna lógarkravda grannskoðan í einum ES- ella EBS-landi, og sum harvið í hesum landi verða mettir at hava gjøgnumgingið eina útbúgving í samsvari við krøvini í áttanda direktivi Ráðsins, herundir at hava staðið fakliga førleikaroynd, sum eftir áttandi direktivi Ráðsins er ein fyritreyt fyri, at ES- og EBS-londini kunnu løggilda ein persón við ábyrgd fyri at útinna lógarkravda grannskoðan. Eg meti ikki, at tað í 2, stk. 1 í tí føroysku grannskoðaralógini var heimild til at seta krav um, at ein føroysk løggilding grundað á eina norska góðkenning sum løggildur grannskoðari var treytað av, at umsøkjarin fyrst gjøgnumgekk eina dugnaskapsroynd fyri at gerast løggildur í Danmark. Símun Absalonsen skuldi ikki útinna starvið sum løggildur grannskoðari í Danmark, og tað hevði eisini sæð í mun til ta núgaldandi orðingina í 10, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45, sum ásetir at umsøkjarin skal prógva sín kunnleika til føroyska

lóggávu tí verið meiningsleyst, um Skráseting Føroya setti krav um, at umsøkjarin hevði staðið eina roynd í danskari lóggávu. Annars meti eg ikki, at Foreningen af Statsautoriserede revisorer i Danmark í brævinum frá 18. februar 2005 umrøddi førleikastøðið við atliti at tí norsku útbúgvingini til løggildan grannskoðara. Felagið segði einans vísandi til ES-reglurnar um sínámillum góðkenning, at norska útbúgvingin ikki uttan víðari kundi sammetast við ta donsku. Henda staðfesting kemst av 2, stk. 1 í tí donsku grannskoðaralógini og direktivið um sínámillum viðurkenning, sum ásetir, at málsráðandi myndugleikin skal gera eina ítøkiliga meting av kunnleika umsøkjarans til lóggávuna í vertslandinum og hereftir møguliga seta krav um, at umsøkjarin stendur eina førleikaroynd. Tað er ikki ivi um, at Skráseting Føroya í sambandi við viðgerðina av einari umsókn um løggilding sambært 2, stk. 1 kundi treyta sær, at umsøkjarin gjørdi sannlíkt sín førleika til viðkomandi partar av føroyskari lóggávu, t.d. skattarætt. Eg vísi í hesum sambandi til motivini aftanfyri ta táverandi donsku grannskoðaralóggávuna, sum, sbr. frágreiðingina hjá umboðsmanninum kundi dragast inní tukingina av eini samsvarandi føroyskari áseting. Sambært tí, sum mær er upplýst, er tað kortini ikki grundarlag fyri at seta spurnartekin við metingina hjá Skráseting Føroya av, at Símun Absalonsen hevði fullgótt innlit í serlig føroysk viðurskifti, herundir skatta- og rættarviðurskifti. Skráseting Føroya legði sostatt í sambandi við avgerðina um at løggilda Símun Absalonsen m.a. dent á, at hann hevði staðið royndir í føroyskum skattarætti 1 og 2 á merkonomstøði, og at hann hevði virkað sum skrásettur grannskoðari í Føroyum í fleiri ár. Samanumtikið er tað tí mín fatan, at tað var í samsvari við ásetingina í 2, stk. 1 í tí føroysku grannskoðaralógini, at Skráseting Føroya sammetti útbúgvingina hjá Símuni Absalonsen sum løggildur grannskoðari í Noreg við kravið í tí føroysku grannskoðaralógini um at hava staðið eina serliga roynd og seinni, vísandi til at hini krøvini í lóggávuni fyri løggilding vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.... Eg eri sostatt ikki samdur í niðurstøðuni, sum Løgtingsins umboðsmaður kom fram til í síni frágreiðing frá 2. november 2010, har hon førir fram, at avgerðin hjá Skráseting Føroya um at tilnevna ein umsøkjara, sum var løggildur í Noreg, sum løggildan grannskoðara í Føroyum var grundað á eina skeivt grundarlag. Tað framgongur av frágreiðingini, at umboðsmaðurin við hesum hevur lagt áherðslu á, at Símun Absalonsen varð løggildur, hóast hann ikki hevði staðið eina serliga roynd, eftirsum Skráseting Føroya av órøttum legði avgerandi dent á hansara norsku løggilding uttan at gera eina ítøkiliga meting av grundarlagnum fyri hesari. Sum tað framgongur av omanfyri standandi, er tað kortini mín fatan, at tað var av røttum, at norska løggildingin hjá Símuni Absalonsen fekk avgerandi týdning, eftirsum Skráseting Føroya við hesum umsat 2, stk. 1 í grannskoðaralógini í samsvari við samlíku donsku ásetingina og sostatt ES/EBS-reglurnar um sínámillum viðurkenning.

Niðurstøðan hjá umboðsmanninum var annars í frágreiðingini frá 2. november 2010, at eftirsum løggildingin av Símuni Absalonsen var grundað á eitt skeivt grundarlag, var ikki talan um eina broyting í umsitingarligu siðvenjuni, og avgerðin gevur tí ikki øðrum umsøkjarum, sum ikki lúka lógarásettu treytina um serliga roynd, eitt rættarkrav um at verða tilnevndir sum løggildir grannskoðarar. Eg skal í hesum sambandi viðmerkja, at mín niðurstøða um lógargildi av løggildingini av Símun Absalonsen er uttan týdning fyri ta meting, eg áður havi gjørt viðvíkjandi grundarlagnum fyri at afturkalla løggildingarnar hjá 9 grannskoðarum, sum á sumri 2007, vórðu løggildir í Føroyum. Sum eg tá vísti á, er tað ikki í stríð líkheitsmeginregluna at áseta reglur, sum gera tað gjørligt at viðurkenna útlendskar útbúgvingar við sama gildi sum innlendskar.