Partille Cup í Svøríki. Neistin hevur sum siðvenju at luttaka í Partille Cup annaðhvørt ár. Neistin luttekur í 2016.

Like dokumenter
Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Gips venjingar - tá armurin er brotin

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Hin synoptiski trupulleikin

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Ársfrágreiðing 2016/17 hjá Føroya brigdesambandi Eykaársfundur leygardagur 6. januar 2018 í Bridgehúsinum.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Kappingarárið mai kl Leikskrá nr. 6

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar september 2010

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Small Federation Games Magni Jøkladal, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen og Marjun Restorff skriva

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

Sankta Frans skúli Vígdur 8. des.1933

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Kostráð í sambandi við hjarta- og æðrasjúkur

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Árg. 19 Nr sunnudagur 28. mai VÍKINGUR SKÁLA

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

21. oktober kl

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Sethús Høgabø 8, Vágur

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðar afelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

1. Dagur Sálmur 81 og 82, 1. Sám , Gal

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

ELDRI. Landsfelag Pensjónista. Limablað, útgáva 2

Kirkjuligt Missiónsblað

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

E G C F H/B D A D C A G H/B F E. Tekna við ngrinum frá nóta til bókstav til tangent

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Klaksvík - ein heilsubýur

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lestrarhandbók fyri námsfrøðinga- og læraralesandi

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Hvussu at standa sterkur í storminum

Heimsins nalvi í Hósvík

1. Páskadagur Lukas

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Vídd, ummál, rúmd og evnisnøgd

Tá Johannes mundi fingið bumbu undir vangan

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tilboð Prísir út fyri eindunum eru uttan mvg. Vatnsoyra Snikkaravirki pf. Vatnsoyra Snikkaravirki pf.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Anti-doping og eg. - ein hondbók um mannagongdir og leiðreglur. Umbróting, repro og prent: Hestprent

Eingin fjølmiðlaetikkur

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

fisk fleiri ferðir um vikuna

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Transkript:

í Svøríki Neistin hevur sum siðvenju at luttaka í Partille Cup annaðhvørt ár. Neistin luttekur í 2016. Partille Cup 4. 9. Juli 2016 Partille Cup er heimsins størsta altjóða ungdómshondbóltskapping. Kappingin er í Gøteborg í Svøríki. Hvørt ár luttaka um 20.000 luttakarar við 1.000 liðum frá 43 ymiskum londum. Høvuðssætið hjá Partille Cup eitur Heden. Heden liggur í hjartanum/miðbýnum í Gøteborg, sum er savningsdepilin. Á Heden er umframt hondbóltsbreytirnar, leiðbeiningin, ítróttarhandil, mat-og íssølubúðir og ymiskt stuttleika virksemi. Allir dystirnir verða spældir uttandura. Á Heden eru 30 hondbóltsbreytir. Spælt verður eisini í Valhalla, Kviberg og Skatås. Tilsamans verða um 60 breytir nýttar til um 4.000 dystir. Allar finalirnar verða spældar á Heden. Hetta er ein sera væl skipað kapping og á høgum støði hondbóltsliga. Ungdómurin fær upplivilsir og minnir fyri lívið, í bæði gaman og álvara. Tey fáa stórar hondbóltsligar avbjóðingar og fyri felagið Neistan og tann einstaka leikara, er hesin túrurin sera gevandi sosialt. Heimasíðan er: www.partillecup.com Hvør luttekur í Partille Cup Neistin luttekur við aldursbólkunum frá U11 (eldri árgangur 10 ár) til U18 Liðini eru tilmeldaði árgang fyri árgang, t.v.s. U11, U12, U13, U14 o.s.fr. Treytin fyri, at ein Neistaárgangur kann luttaka í Partille Cup er, at tað eru minimum 9 leikarar á liðnum + 1 venjari. Best er tó, um 10 leikarar eru á liðnum í alt. Um ikki ber til at mannað ein árgang bara við Neistaleikarum, er møguleiki at leita eftir leikarum í øðrum feløgum fyri at manna liðið. Ferðing - flogferð - norröna Møguleiki 1: Ferðing við flogfari, Vágar Keypmannahavn, síðan við leigubussi frá Kastrup, sum koyrir til skúlan, sum búgvast skal á, í Gøteborg. Heim aftur við leigubussi frá skúlanum í Gøtuborg til Kastrup, síðan við flogfari Keypmannahavn Vágar. Um farið verður við flogfari, verður mælt til at fara úr Føroyum leygardag ella sunnudag, áðrenn kappingin byrjar týsmorgun. Á henda hátt fáa øll høvi til at njóta Gøteborg, sum er ein fantastiskur býur. Fara í Lisseberg (tivoli), handlar, út at eta o. a., áðrenn kappingin byrjar. Tá kappingin er byrja, er lítil og eingin frítíð. Leikararnir spæla 2 dystir um dagin og tá teir ikki spæla sjálvir, verður hugt eftir øðrum Neistaliðum. Flogið verður heim aftur til Føroyar sunnudag, soleiðis at øll hava møguleika at síggja finalurnar, sum allar verða spældar leygardag. Eitt ella fleiri av Neistaliðunum kunnu eisini koma í finaluni og er tá sera gott at hava nógvar føroyskar áskoðarar. Tað eru bæði a og b finalur. Í 2010 vunnu G14 finaluna í a bólkinum. Møguleiki 2: Ferðing við Norrønu til Hirtshals, síðan við leigubussi ella egnum bili til Fredrikshavn, har siglt verður við báti, Stena Line, til Gøteborg og koyrt verður síðan frá keiini til skúlan, har búgvast skal. Um farið verður við Norrønu, verður siglt av Havnini fríggjakvøld og komið verður til Hirtshals leygardag og síðan yvir um við Stena Line, sama dag. Mælt verður til at sigla heim aftur týsdag frá Hirtshals. Hetta inniber, at finnast má ein bústaðarloysn frá sunnudag til týsdag, annaðhvørt í Gøteborg ella í Danmark, tí tað er bert møguligt at búgva á skúlunum til sunnudag, í Gøteborg. Norrøna siglir eisini til Føroyar leygardag, men tá er ikki møguleiki at verða við til finalurnar, sum er sera óheppið.

Gisting í Gøtuborg Gist verður á skúlum í Gøtuborg. Neistin roynir at fáa ein skúla til allan hópin og so tætt Heden sum til ber. Tað er Partille Cup sum avgerð, hvønn skúla Neistin fær at búgva í. Neistin kann bert seta fram sítt ynski. Leikarar, venjarar og liðleiðarar skulu búgva á skúlanum. Tað er ymiskt, hvussu nógvar liðleiðarar hvørt liði krevur. U11 krevur 1 foreldur per barn + 1 venjara U12/13 krevur 1 foreldur til 3 leikarar + 1 venjara U14/15 krevur 2 liðleiðarar per lið + 1 venjara U16/17/18 krevur 1 liðleiðara per lið + 1 venjara Foreldur og systkin avgerða sjálvi (tey, sum ikki eru liðleiðarar), um tey búgva á skúlanum saman við leikarunum ella tey bíleggja sær hotel. Mælt verður til at búgva á skúlanum saman við leikarunum, sum heilt víst ger, at man kennir seg meira sum ein part av Neistahópinum. Tey sum ynskja at búgva á hotel, mugu bíleggja hetta sjálvi. Ábyrgdarøkir - Neistin Neistin meldar liðini til og tekur sær av at bíleggja pláss á skúlanum bæði fyri leikarar, venjarar, liðleiðarar, foreldur og systkin. Neistin hevur tað yvirskipaða samstarvið við Partille Cup viðvíkjandi bílegging og gjald til tær ymisku tíðirnar. Eisini bíleggur Neistin buss frá Kastrup/Gøteborg og Gøteborg/Kastrup. Hirtshals/Gøteborg. Ábyrgdarøkir - foreldraumboð Foreldraumboð saman við foreldrunum á tí einstaka liðnum taka sær av at bíleggja ferðaseðlar við Atlantic/Norrønu til leikarar, venjarar, liðleiðarar, foreldur, systkin á teirra liði. Av royndum síggja vit hetta sum skilabestu loysn. Tað eru nógv fólk, sum skulu avstað og nógv ymisk ynskir eru, tá bíleggjast skal. Neistin ynskir at ganga teimum ymisku ynskjunum á møti. Tí er best og greiðast at skipa hesa bílegging liðvís. Eisini verður innsavnan av peningi til túrin gjørd liðvís. Heitt verður á tykkum, sum varða av liðunum, um ikki at leita eftir stuðlum, tá samlast skal peningur inn til at fara til Partille Cup. Hondbóltsfelagið Neistin leitar støðugt eftir stuðlum til at fíggja felagið og ynskiligt er, at allur stuðulspeningur ferð til felagið, soleiðis at allir leikarar í Neistanum fáa gleði av hesum. Rátt verður í staðin til at skipa fyri ymiskum tiltøkum, har leikarnir saman arbeiða fyri at vinna sær pening t.d. bingo ella vaska bilar. At samskifta við persónin í nevnd Neistans, sum tekur sær av partille Cup At bíleggja ferðaseðlar At hava skil á: Hvør ynskir at sova á skúlanum Hvør ynskir at leiga madrass, kodda, lak og dýnu Hvør ynskir at koyra við leigubussi At syrgja fyri, at leikarnir taka eitt avrit av passinum. Samla tey og taka tey við til Partille.

Uppgávan hjá venjaranum Uppgávan hjá venjaranum er at venja liðið til farið verður til Partille Cup Í Partille Cup at hava ábyrgd av øllum tí hondbóltsliga m.a. dystir, útskifting, upphiting, taktikk, og eisini at vera um leikararnar mentalt og sosialt. Uppgávan hjá foreldrum og liðleiðarum Uppgávan hjá foreldrum og liðleiðarum er at hjálpa til við praktiskum uppgávum, sum t.d.: At syrgja fyri, at spælaraklæðini eru klár At syrgja fyri, at 2 bóltar eru tøkir í taskuni At eitt sett av vestum eru tøkir í taskuni At ein fyrstihjálparataska er í spælarataskuni ( plástur, saltvatn, saks, 1 stk. tape, 2 stk. ísposar) Kanna buss/tokætlan til dystir Syrgja fyri, at leikararnir drekka vatn áðrenn og undir dysti (serliga um nógvur hiti er) Hjálpa við at leikararnir halda avtalur, m.a. songartíð, matarsteðg o.a. Verða tøkur, um venjarin hevur tørv á hjálp til eitthvørt At fjálga um liðið sosialt og mentalt, um tørvur er á hesum Praktiskar upplýsingar Allir dystir verða spældir uttandura á graslíki/grasi, tí verður mælt til at hava gaggir við. Bólkaspæl verður spælt týsdag til hósdag. A og b endaspæl fríggjadag og leygardag. Allar finalur í øllum aldursbólkum verða leiktar á Heden leygardag. Tann síðsti finaludysturin er liðugur kl. 18.00 leygardag. Øll lið fáa minimum 6 dystir. Dystirnir er 2x15 min. í øllum aldursbólkum, tó í A-endaspælinum spæla U18 og U21 2x20 min. European Open. Ein hondbóltskapping fyri juniorlandslið (U18), sum koyrir parallelt við Partille Cup. Spælt verður innandura í Valhalla, Liseberghallen og Scandinavium frá mánadag til fríggjadag. Annaðhvørt ár eru tað gentulandslið (líka ár) og annaðhvørt ár eru tað dreingjalandslið (ólíka ár), sum kappast. Setanin Opening ceremony er týskvøld í Scandinavium -, letur upp kl. 19.00 og showið byrjar kl. 20.00. Sera stórligi. Nakrir leikarar hjá Neistanum skulu marsjera inn. Nevnd Neistans avgerð, hvør hetta verður. Diskotek fyri tey ungu Players Club í - Svenska Massan - Opið mik, hós, frí kl. 20.00 24.00 Veitsla fyri venjarar/liðleiðarar Leaders Party í Scandinavium hóskvøld frá kl. 19.00 24.00. 18 ára aldursmark. Uml. 23. juni er dystarskráin klár Bóltastøddir Allir aldursbólkar hava loyvið at brúka harpiks. U10 gentur og dreingir stødd 50-52 cm (290-330g.) U11 gentur og dreingir stødd 50-52 cm (290-330g.) U12 gentur og dreingir stødd 50-52 cm (290-330g.) U13 gentur stødd 50-52 cm (290-330g.) U18 dreingir stødd 58-60 cm (425-475g.) U21 dreingir stødd 58-60 cm (425-475g.) Allir aðrir aldursbólkar stødd 54-56 cm (325-375g.)

Kostnaður Uml. 6.000kr. per leikara. Íroknað flogferðaseðil tur/retur, buss, luttøkugjald (innivist+matur), 3 eyka nætur, venjari, liðgjald. Leikarnir skulu gjalda fyri 1 venjara per lið. Ferðaseðil tur/retur, buss, 3 eyka nætur, luttøkugjald+madrass v/ kodda, dýnu, seingjarklæði. Tilmeldingargjaldið er liðgjald 1.600 SEK (seinasta lagi 1. apríl.) Hetta er eitt gjald fyri alt liðið. Eyka nætur á skúlanum 150 SEK per persón, per nátt (skal bíleggjast og gjaldast 1. juni) Leiga av madrass v/kodda, dýnu og seingjarklæðum 360 SEK per persón (skal bíleggjast og gjaldast 1.juni) Luttøkugjald (innivist+matur) 1.990 SEK (skal verða goldið í seinasta lagi 1. mai) Øll, sum hava goldið luttøkugjald fáa eitt Golden Wristband Partille Cup armband. Luttøkugjald inniber Innivist á skúla, mánadag til leygardag 15 máltíðir (fyrsta máltíð mánakvøld og síðsta leygardag á middegi). Etið verður í skúlakantinum, sum ikki altíð eru í skúlanum, sum tú býrt í, men ofta í einum øðrum skúla, sum liggur tætt við. Opið er: Frukost kl. 06.30 10.00 Lunch/Middag kl. kl. 11.30 16.00 kl. 16.30 20.00 Eisini ber til at fáa serkost, um onkur ikki kann eta matin orsakað av t.d. ovurviðkvæmi. Boðast skal frá hesum, áðrenn 1. Juni á My Team. Upplýsast skal navn á viðkomandi og hvat slag av ovurviðkvæmi ella hvat fyri serkost talan er um. Ókeypis atgongd til Players Club Ókeypis atgongd til Opening Ceremony Ókeypis atgongd til allar finalurnar Ókeypis atgongd til European Open dystirnar Ókeypis at koyra við bussi og sporvogni í Gøteborg Liseberg (Tivoli). Opið er: Mánadag leygardag kl. 11.00 23.00 sunnudag kl. 11.00 22.00 Øll, sum hava Golden Wristband sleppa ókeypis inn. Uml. 300 SEK fyri eitt åkpass. Tað er upp til hvørt liðið sær, hvønn dag/kvøld tey velja at fara í Liseberg. Hvørjum skúla búgva vit í / dystarskrá Uml. 17 juni boðar Partille Cup okkum frá, hvørjum skúla vit skulu búgva í. Uml. 23. juni er dystarskráin klár Samansjóðingartiltak Áðrenn farið verður avstað til Partille Cup, verður skipað fyri einum tiltaki fyri allar leikarar, foreldur og systkin. Neistin ynskir øllum ein góðan og hendingaríkan túr. Góða eydnu øll somul

Pakkilisti til Partille Hvat skalt tú hugsa um at hava við Pass Bláa kortið (ferðatrygging) Medicin Vatndunk 2 stk handklæði Tannbust & tannkrem Shampoo & sápu Deodorant Sólbrillur Sólkrem & aftersun Shorts T-shirt Hosur Undirklæðir Venjingarbuksir Hondbóltsskógvar Gaggir +5 pør at spæla dyst í spælt verður uttandura á graslíki Sandalir Vanligar skógvar Svimjiklæðir Soviposa Madrass Hondbólt Lummapengar um tú ikki hevur bílagt um tú ikki hevur bílagt 50 SEK er eitt gott útgangsstøði at hava um dagin Øll, sum eiga eina Neistadrakt, ferðast í Neistadrakt. Hetta ger tað nógv lættari at síggja og finna hvønn annan. Børnini koma at verða í spælaraklæðum fyri tað mesta gjøgnum dagin og í shorts- og ella Venjingarbuksum um kvøldarnar.