Alipolitikkur. Vinnumálaráðið November 2005 Heimasíða:

Like dokumenter
Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Gips venjingar - tá armurin er brotin

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Vøkstur og Virksemi átøk til at skapa búskaparligan framburð

SØLUTILFAR, JUNI 2016

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Hin synoptiski trupulleikin

ZETA a r c h i t e c t s

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Sethús Høgabø 8, Vágur

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

UMHVØRVISGÓÐKENNING AV SMOLTSTØÐ Í HEYGARDALSVATNI Í VESTMANNA

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Orka og orkupolitikkur

Tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar september 2010

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Sjálvandi taka vit livur

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til. Løgtingslóg um Etiskt ráð

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Verkætlanarbólkur settur av Fiskimálaráðnum at lata frágreiðing til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Kostráð í sambandi við hjarta- og æðrasjúkur

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðar afelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Lyklatøl Søgan hjá Bakkafrost Bygnaðurin hjá samtakinum Framleiðsluøkir Kjarnuhendingar... 12

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Kanning av oljudálking við Flesjarnar august 2007

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Eingin fjølmiðlaetikkur

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Framleiðsluoptimering av føroyskum laksi 2. partur

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Almenna byggisamtyktin fyri Vioareiois kommunu gr. Byggisamtyktin fevnir um aha kommununa. 2. gr. Asetingarnar i samtyktini galda:

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á 14 fundum.

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Transkript:

Alipolitikkur Vinnumálaráðið November 2005 Heimasíða: www.vmr.fo 1

Fororð Vinnumálaráðið hevur endurskoðað vinnupolitikkin frá 1999 og orðað hann av nýggjum í 2005. Umframt tann yvirskipaða vinnupolitikkin hevur Vinnumálaráðið orðað politikk fyri ymsu vinnugreinarnar. Vinnupoltikkurin skal tryggja, at ein reyður tráður er í politikkunum fyri ymsu vinnugreinarnar. Í vinnugreinapolitikkinum verður farið meira niður í smálutir innan tey ymsu evnini, sum eru viðkomandi fyri avvarðandi vinnugrein. Vinnumálaráðið byrjaði longu í 1997 at arbeiða við at orða ein alipolitikk og í mars 1998 undirskrivaði landstýrismaðurin í vinnumálum fyrsta orðaða uppskotið til alipolitikk. Alipolitikkurin varð dagførdur í 2000, og er hetta ritið er ein dagføring av alipolitikkinum frá juli 2000 og er samstundis liður í framhaldandi arbeiðnum við vinnupolitikkinum hjá Vinnumálaráðnum. Orðingin av alipolitikkinum verður soleiðis at taka útgangsstøði í samtykta vinnupolitikkinum, v.ø.o. alipolitikkurin má lúka krøvini um at stuðla uppundir ein sjálvberandi búskap, skapa avkast, framburð, hækka livistøðið og vælferð í fríari, altjóða kapping og við at raðfesta trivnað og umhvørvi ovarlaga. Á sama hátt sum vinnupoltikkurin er alipolitikkurin ein leiðregla, sum Vinnumálaráðið nýtir í sínum dagliga arbeiði innan aliøkið, og tá ið talan er um at orða ítøkiligar politiskar ætlanir innan alingina. Ætlanin er, at alipolitikkurin skal endurskoðast og lagast til dagsins og komandi krøv innan alingina, so hvørt tørvur er á hesum. 2

Hugsjónin Málsetningurin við alipolitikkinum er at menna og eggja til, at alivinnan framhaldandi kann verða sjálvberandi og yvir tíð skapa stórt avkast. Hetta er fyrsta fortreytin fyri, at alivinnan kann gerast sjálvberandi og verða búskaparliga stabil. Skal alivinnan standa seg í altjóða kapping og skapa framburð og hækka livistøðið í samfelagnum má hon vera innovativ, hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Samstundis má hon liva upp til tey krøv, samfelagið setur henni um virðing fyri umhvørvi og trivnaði. Hugsjónin fyri alipolitikkinum er tí orðað soleiðis: ein fíggjarliga sjálvberandi aling av sjógvalidjórum, ið kann vera grundarlag fyri framleiðslu og víðari virking av dygdarvørum, sum kunnu skapa avkast og framburð í fríari altjóða kapping, har umhvørvi og heilsustøða hjá alidjórunum verður raðfest ovarlaga. Alivinnan skal, við virðing fyri hugsjónini og ásettum kørmum, sjálv skipa fyri sínum viðurskiftum bæði á fíggjarliga økinum og viðvíkjandi framleiðslu. Leikluturin hjá Vinnumálaráðnum Almenni leikluturin er í broyting. Tað gongur ímóti deregulering og fríari kapping. Almenni leikluturin broytist frá at vera tann planleggjandi ígongdsetarin til at vera tann, sum ger umstøðurnar hjá tí váðafúsa nøktandi, samstundis sum tann váðafúsi sjálvur tekur ábyrgd av egnum viðurskiftum. Hóast hetta rák er leikluturin hjá tí almenna í alivinnuni enn lutfalsliga stórur. Tað er tað almenna, sum gevur aliloyvi, t.e. einstakum loyvishavara rætt at ala á ávísum geografiskum øki. Við loyvinum kunnu fylgja ávísar treytir, og loyvishavari kann verða funnin út frá ávísum valkriterium. Tað er tað almenna, sum hevur ábyrgdina av, at neyðug krøv verða sett alarum til tess at tryggja, at brúkarin er vísur í, at hann fær heilsudyggar vørur, og at alarin livir upp til hesi krøv. Í hesum krøvum hevur tað almenna eisini ábyrgdina av, at umhvørvislig og vistfrøðilig atlit verða tikin í sambandi við aling, flutning og tøku, og at djóraetisk atlit eisini verða sett frammarliga. Ynskja vit fríari kapping, t.e. at alivinnan skal virka enn meira á marknaðarbúskaparligum treytum, og ynskja vit at deregulera, t.e. at tað almenna skal brúka minni orku og kreftir upp á at stýra og hava eftirlit við vinnuni, mugu vit ganga ígjøgnum okkara leiklut í dag við tí fyri eyga at einfaldgera hann. 3

Vinnumálastýrið er hægsti myndugleiki fyri alivinnuna, sum fevnir um aling av stamfiski, rognum, yngli, smolti og fiski til matna, har alingin fer fram á smoltstøðum og alistøðum. Uppgávan hjá Vinnumálastýrinum er at tryggja javnvág millum atlitið til fíggjarligu áhugamálini hjá vinnuni og atlitið til samfelagsáhugamál herímillum atlit til sjúkuniðurberjing, støðuna hjá dýrunum og umhvørvið v.m. Vinnuligu karmarnir verða støðugt raðfestir, soleiðis at vinnan fær rúm, ræsur og frið at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum. Vinnumálastýrið miðjar ímóti at: uppbyggja eina alifyrisiting, sum er væl samskipað at hava greiðar og vællýstar mannagongdir at virka á høgum tænastu- og vitanarstigi at hava fjøltáttað samskifti at geva sær far um og virka fyri at skapa alivinnuni vinnumøguleikar við stórari virðisøking Fyri at náa hesum málum, vil Vinnumálastýrið seta í verk eina dagføring av m.ø. hesum upplýsingum: Vinnumálastýrið Daføring av verandi skrá yvir verandi loyvir. Eigaraviðurskiftir, navn, adressa, telefon, fax, e-mail. Byrjunar- og endadato á loyvinum. Loyvistreytir. Landsdjóralæknin Heilsufrøðiliga Starvsstovan Landsverkfrøðingurin Ger av skipanar- og sjúkuskrá fyri smolt- og alistøðir. Eftirlitsfrágreiðingar (frá Fiskasjúkutænastuni). Starvsstovuúrslit (frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni). Flutningsloyvir. Dagføring av virkisskráum. Løggilding av sláturvirkjum. Umhvørvisgóðkenning av alibrúkum. Eftirlitsfrágreiðingar. Dagføring av skráum og kortum um alibrúk. Hvar alibrúkini liggja (kort). Stovnarnir hava hvør í sínum lag ábyrgdina av at viðlíkahalda sín part av dagførdu upplýsingunum. Partarnir avtala sínámillum, hvussu innihaldið og skapið av savnaðu upplýsingunum skal vera eins og atgongið til upplýsingarnar. 4

Karmar Málsetingurin er, at alivinnan hevur karmar at virka undir, sum standa mát við onnur samfeløg, soleiðis at vinnan, kapitalur eins væl og arbeiðsmegi kunnu trívast og fjølgast - innanfyri tað lógarverk, sum til eina og hvørja tíð regulerar vinnuna. Karmar, sum her verða viðgjørdir eru: regluverk virkisbúskapur hjá alifyritøkum bygnaðurin í alivinnuni sjúkuniðurberjing umhvørvi gransking og førleikamenning innan alivinnuna marknaðaratgongd samskifti grundarlag fyri øðrum vinnum Aðrir karmar, sum eisini kunnu sigast at hava stóran týdning fyri alivinnuna, men sum eru av meira generellum karakteri eru: eginfíggingarumstøður skatta- og avgjaldsskipanir vinnuframaskipanir Hesir karmar eru nærri lýstir í vinnupolitikkinum. Regluverk Hesar lógir regulera í høvuðsheitum virksemið innan aliøkið: Alilógin Umhvørvislógin Fiskasjúkulógin Vinnumálstýrið vil arbeiða miðvíst fyri at hesar lógir so vítt møguligt verða dagførdar til tann tørv, sum til eina og hvørja tíð verður at vísa seg innan alivinnuna, herímillum at tryggja, at lógarverkið ikki kemur at liggja aftan fyri, tá ið tað snýr seg um at gera neyðug umhvørvis og heilsutiltøk innan vinnuna. Bæði fyri at kunna nøkta tey krøv, sum altjóða marknaðurin setur og fyri sjálvan trivnaðin í havumhvørvinum kring Føroyar. Av øðrum regulerandi virksemi innan alivinnuna kann nevnast upptekningar av aliøkjum, sum Vinnumálastýrið vil miðja í móti verður so tíðarhóskandi sum gjørligt fyri alivinnuna, har neyðugar dagføringar verða gjørdar í tráð við tann vøkstur og menning, sum vilja verða í komandi tíðum innan framleiðsluna í føroysku alivinnuni. 5

Virkisbúskapur Fyri at tryggja alingini fríari umstøður vil Vinnumálastýrið miðja eftir at taka burtur almennar framleiðslu avmarkingar, sum lagdar eru á smolt- og alistøðir. Hvussu nógv alt verður og stødd á støðunum eigur so vítt gjørligt marknaðurin at gera av. Marknaðarstýring Útboð, eftirspurningur og prísur skulu vera týðandi reiðskap til at stýra framleiðsluna. Tað inniber samstundis, at Vinnumálastýrið ikki veitir stuðul til ov framleiðslu ella loyvir parkering av smolti uttan fyri givin loyvisøkir. Men Vinnumálastýrið letur ikki rættin frá sær at áleggja almennar framleiðslustýringar, um framleiðslan gerst ov ógvuslig, og vinnan ikki sjálv er før fyri at gera avtalur, sum hava framleiðslu avmarkingar við sær. (presiserast útgreinast nærri) Tað er politikkurin hjá Vinnumálastýrinum, at tað er marknaðarin, sum skal stýra, so leingi sum framleiðslan ikki gongur í móti hesum atlitum: Atlit at sjúkuniðurberjing Atlit at vælferð hjá djórum Atlit at umhvørvi Atlit at øðrum viðurskiftum Framleiðslan á smolt- og alistøðum eigur ikki at elva til sjúkutrupulleikar ella smittuspjaðing til aldan ella villan fisk. Landsdjóralæknin hevur loyvi til at leggja avmarkingar á framleiðsluna í samband við niðurberjing av sjúkum. Framleiðslan (stk. ella kg) á smolt- ella alistøðum skal vera á einum rímiligum støði samanborið við støddina av støðini ( m2 ella m3). Landsdjóralæknin er heimilaður at seta avmarkingar, soleiðis at vælferðin hjá djórunum ikki kemst í vanda t.d. við ov stórum tættleika. Framleiðslan á smolt- og alistøðum má ikki koma upp á eitt slíkt støði, at farið verður út um tað, sum umhvørvið kann bera. Umhvørvismyndugleikin eigur at kunna áleggja avmarkingar, soleiðis at vatngóðskan í áum, vøtnum og firðum ikki versna munandi. Trygd hjá sjó- og øðrum flutningi. Hav- og feskfiskiveiðu. Landsplanlegging. Náttúrufriðing. Bygnaðurin í vinnuni Vinnumálastýrið tekur undir við eini menning av vinnuni við vertikalari integratión og samstarvi millum ymisku liðini í alingini fyri á hendan hátt at tryggja, at vinnan í størri mun sjálv skipar fyri framleiðsluni og egnum viðurskiftum í síni heild umframt at fremja yrkisførleikan í vinnuni. 6

Hetta vil m.a. hava við sær, at ein fjørður og tað økið, sum letur vatn til fjørðin, eru at síggja sum ein eind bæði hvat loyvum og sjúkuniðurberjing viðvíkja. Vinnumálastýrið gevur tí ikki nýggj loyvir hvørki til smolt- ella alistøð, har frammanundan loyvi er givið, tí miðað verður eftir tí langtsiktaða málinum ein fjørður - eitt loyvi/ein fjørður - eitt felag. Viðmerkjast skal, at ein fjørður í hesum samanhangi skal skiljast í víðkaðari merking. Vinnummálastýrið arbeiðir við at býta føroysku firðirnar og sundini upp í aliøkir, har miðjað verður ímóti, at bert eitt aliloyvi verður í hvørjum øki sær. Endaliga niðurstøðan av hesum arbeiði verður tilknýtt alipolitikkinum sum undirskjal. Reglur fyri flutningi millum smolt- og alistøðir og fyri flutning av fiski til og frá sláturvirkjum skulu hava fyrilit fyri sjúkuniðurberjing. Við atliti til sjúkuniðurberjing vil Vinnumálastýrið arbeiða fyri øktari spesialisering í vinnuni við at skilja sundur aling av stamfiski og aling av fiski til matna. Hetta hevur við sær, at tað kann gerast neyðugt at leggja av serliga vælegnaðir og fjarskotnir firðir og tað økið, sum letur vatn til fjørðin, til aling av stamfiski og smolt ætlað til stamfisk. Omanfyri nevndi bygnaðarpolitikkur útilokar ikki, at fyritøkur kunnu hava fleiri loyvir, ella at fyritøkur samstarva, men at samlaða talið av loyvum á verandi økjum uppá longri sikt minkar í tráð við tey náttúrugivnu viðurskiftini. Sjúkuniðurberjing Vinnumálastýrið vil menna arbeiðið við sjúkuniðurberjing og eftirlit við sjúkum innan alingina, tí ein fyritreyt fyri framleiðslu av dygdarvørum úr alifiski og frí atgongd til útflutningsmarknaðirnar er eitt høgt støði, tá tað snýr seg um at sleppa undan sjúkum í fyrstu liðunum í alingini. Strategiin verður m.a. hendan: Frá fjørði til borð Alt inn alt út Flyting sambært sjúkustøðu Ein hydrologisk eind Gjørt verður ein fiskaheilsuætlan sum fevnir um øll lið í framleiðsluni frá gýting til slátur. Innaneftirlit. Djóralæknaeftirlit á smolt- og alistøðum. Eftirlit við stamfiski. Sláturlinjueftirlit. Gjørdar verða virknar smittuforðingar fyri at sleppast kann undan resirkulering av sjúkum, sum smitta, millum einkultu liðini í framleiðsluni, fisk av ymiskum aldri og uppruna. Aling av stamfiski og fiski til matna verða skild sundur. Flyting av stamfiski, rognum, yngli og smolti millum alistøð og smoltstøð við somu ella lægri sjúkustøðu. Ein fjørður og tað økið, sum letur vatn til fjørðin, mugu 7

haldast at vera ein eind við atliti til vernd móti sjúkum. Fiskaheilsuætlanir, sum byggja á eina frá fjørði til borð strategi, vilja m.a. innibera, at upplýsingar um sjúkur, sum kunnu savnast við slaktilinjueftirliti, kunnu koma til nyttu í samband við sjúkufyribyrging í undanfarnum framleiðsluliðum. Og á líknandi hátt kunnu upplýsingar um sjúku á smolt- og alistøðum brúkast til at gera av, hvussu eftirlitið skal vera í slaktiliðnum. Gerð av smittuforðingum millum einkultu liðini í alingini vil hava við sær, at loyvi verður ikki givið til at hava fisk til matna gangandi í opnum nótum frammanfyri sláturvirkir fyri at avstressa fiskin áðrenn slátur, uttan at sláturvirkið er einsamalt um at hava loyvi á fjørðinum og harvið sjálvt hevur ábyrgdina av smittuvandanum. Umhvørvi Vinnumálastýri vil á umhvørvisøkinum reka sama politikk yvirfyri alingini sum yvir fyri øðrum framleiðslufyritøkum. Hetta vil m.a. siga, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil seta krøv um umhvørvisgóðkenning. Hesi krøv um avmarkingar av umhvørvisárininum frá alifyritøkum skal harumframt stuðla upp undir tey krøv, sum sett verða fyritøkunum í samband við sjúkuniðurberjing og -fyribyrging. Viðvíkjandi aling í feskum vatni kann verða skilt millum hesi sløg av útbúnaði: Opin aliútbúnaður Gjøgnumstreyms útbúnaður Resirkulerings útbúnaður Fiskurin verður aldur í nótum ella líknandi útbúnaði á vøtnum ella í byrgingum. Góðskan á vatninum velst um náttúrugivnu streymviðurskiftini og tættleikan í nótunum. Útbúnaðurin og vatnið kunnu ikki reinsast og desinfiserast til lítar, tá sjúka er íkomin. Fiskurin verður aldur í kørum, har vatn frá áum ella vatnverki streymar ígjøgnum. Góðskan á vatninum, sum rennur inn og út, kann betrast við at filtrera og við UV-stráling. Útbúnaðurin kan reinsast og desinfiserast, tá sjúka er íkomin. Fiskurin verður aldur í kørum, har vatnið streymar gjøgnum við resirkulering. Vatnið, sum rennur til, kann minkast til fá prosent av sirkuleraðu mongdini. Útbúnaðurin setir stór krøv til knowhow. Góðskan á á vatninum er í mun til, hvussu væl filtrini virka. Útbúnaðurin kann vera trupul at reinsa og desinfisera, tá sjúka er íkomin. Við atliti til umhvørvið og sjúkuniðurberjing vil Vinnumálastýrið vera sera varið við at geva nýggj loyvir og at taka burt avmarkingar á framleiðsluni, tá tað snýr seg um aling í opnum útbúnaði. Aling av smolti skal fara fram í kørum og á ein slíkan hátt, at trýstið á umhvørvið og frárenslið av sjúkuelvandi mikroverum verður minst møguligt. 8

Atlit til náttúrufriðing og -varðveiting, vinnuligan og frítíðar fiskiskap, ferðslu og trygd á sjónum v.m. eru eisini mál, sum Vinnumálastýrið tekur við, tá støða skal takast viðvíkjandi veitan av loyvum. Gransking og førleikamenning Granksing og førleikamenning eru lyklaorð, tá ið talan er um at royna at stýra alivinnuni mót betri kappingarevnum og víðari menning innan góðskingararbeiði í alivinnuni. Vinnumálastýrið vil tí stuðla alingina við at vera vil til at fremja gransking og menning m.a. á hesum økjum: Kynbøtur og fóðring v.m. Sjúkuniðurberjing Vørumenning P/F Fiskaaling og onnur. Nýggj fiskasløg. Nýggir alihættir. Aling av stamfiski. Kynbøtur. Nýggj aliøkir. Landsdjóralæknin. Diagnostiskir hættir. Eftirlitsætlanir. Heilsufrøðiliga Starvsstovan og onnur. Slaktihættir og góðska. Marknaðarføringar átøk Tøkni Ymiskir aktørar. Knowhow innan tøkni. Reinsing av vatni. Resirkuleringstøkni. Marknaðaratgongd Framleiðslan hjá alivinnuni er ætlað øðrum marknaðum enn tí føroyska. Umframt leiklutin, nevndur omanfyri, hjá tí almenna at seta í verk regluverk, ið tryggjar brúkaranum heilsudyggar vørur frá føroysku alivinnuni, er týdningarmikil leiklutur hjá tí almenna at tryggja alivinnuni frægastu atgongd til allar týðandi og møguligar marknaðir. Samskifti Alment verður tað almenna eisini at virka fyri, at forðingar fyri, at henda atgongd eisini er fysiskt møgulig, verða tiknar burtur, og at tað almenna sjálvt hevur og eggjar vinnuni til at hava dygt samskifti við teir altjóða og vinnuligu felagsskapir, sum kunnu ávirka okkara frælsu atgongd til altjóða marknaðir. 9

Grundararlag fyri øðrum vinnum Eins og aðrar primérvinnur skapar alivinnan gróðrarbotn fyri øðrum vinnum. Hon ger hetta við, at hon hevur ein eftirspurning eftir vørum og tænastum. Meira kappingarfør alivinnan vil vera á altjóða marknaðinum, meira krevjandi er hon, tá tað ræður um dygd og prís á tí, hon spyr eftir. Fleiri av hesum veitingum fær vinnan úr umheiminum, men skjótt verða føroyskir veitarar, ið kunnu bjóða kappingarførar vørur og tænastur. Sjálvt um tað almenna eigur at fegnast um slíka gongd og stuðla henni, eigur tað almenna heldur at seta hægri krøv til føroyskar veitingar enn at stuðla teimum valdum framum betri útlendskar. Á henda hátt kann tað almenna við sínum alipolitikki medvirka til, at alivinnan fær positivari árin á tøkniligar, kunningartøkniligar, lívtøkniliga og umsitingarligar vinnur í Føroyum, sum kunnu gera alivinnuna í Føroyum enn meira kappingarføra og gerast sjálvstøðugt nýggjar vinnur, sum skapa avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping. Gransking og útbúgving, nevnd omanfyri, má tí eisini fevna um hesi viðurskifti umframt um umhvørvis- og trivnaðarviðurskifti. Netverk Í orðaða vinnupolitikkinum verður nevnt, at hann sum kann fáa hendur á nýggjastu vitanini og brúka hana, hevur altíð munin á tí, sum má bíða til vitanin er almannakunnug. Avgerandi fyri, hvørt ein fyritøka hevur møguleikar fyri at fáa viðkomandi og dagførda vitan, eru tey starvsfólk sum starvast í fyritøkuni. Her er tað týdningurin av netverkum kemur inn. Fyritøkur kunnu gjøgnum netverk betra síni sambond við t.d. veitarar, kundar, lángevar, myndugleikar o. fl., heima eins og í útlondum. Havandi hetta í huga vil Vinnumálastýrið virka fyri m.a., at fólk og fyritøkur innan alivinnuna fáa umstøður til granskingarsamstørv, luttøku á úlendskum framsýningum og so vítt gjørligt skipa fyri altjóða seminarum og framsýningum í Føroyum. Hagtøl Neyðugt er, at Vinnumálstýrið gjøgnum hagtalsgreiningar kann skapa sær neyðugu vitanina til at gera eftirmetingar av førda poltikkinum. Hesi hagtøl kunnu m.a. snúgva seg um: roknskaparútgreiningar fyri alivinnuna, íroknað virðisøking fyri vinnuna í síni heild samanberingar við útlendsku alivinnuna eftirmetingar av grannskingar- og menningarætlanum hagtøl yvir útbúgvingarstøðið innan alivinnuna hagtøl yvir útflutnging av alifiski 10

Hagtølini eru neyðug bæði fyri at hyggja fram og aftureftir. Alt eftir, hvat hagtølini bera boð um tað verið aftur- ella framgongd, ella broytt framtíðarútlit, so er neyðugt at kanna orsakirnar og gera neyðugar tillagingar í førda alipolitikkinum. 11