Tíðindi úr Føroyum tann 14. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Like dokumenter
Hin synoptiski trupulleikin

Gips venjingar - tá armurin er brotin

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ZETA a r c h i t e c t s

Hvussu at standa sterkur í storminum

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Kirkjuligt Missiónsblað

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Tíðindi úr Føroyum tann 19. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Sjálvandi taka vit livur

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

ELDRI. Landsfelag Pensjónista. Limablað, útgáva 2

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Tíðindi úr Føroyum tann 24. jan Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Heimsins nalvi í Hósvík

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 1. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Eingin fjølmiðlaetikkur

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Sethús Høgabø 8, Vágur

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Orka og orkupolitikkur

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

Eliesar 100 ár djórasløg undir Føroyum. Eitt virðiligt minningarhald fyri teir 219, sum mistu lívið á sjónum bardagárini.

Landsstýrismaður við líki í lastini

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Tíðindi úr Føroyum tann 3. Juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 14. juli 2016 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni. Uppboðssølan: Seldu fyri umleið 20 miljónir krónur Fiskamarknaðurin seldi seinnapartin makrel og sild á uppboði fyri slakar 20 milliónir krónur. Miðalprísurin fyri makrelin var 3,52 krónur fyri kilo, og fyri sildina var miðalprísurin eitt sindur hægri, 3,56 krónur fyri kilo. Tey, sum bjóðaðu, vóru verandi uppsjóvarskip, umframt Fram. Eingin nýggjur bjóðaði uppá fiskin, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaðinum, sum heldur, at sølan gekk væl. Uppboðsøla av 600.000 kg av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum hevur eisini verið á Vørn í dag, og endaði tað við at Enniberg fekk 400.000 kg Gadus fekk 100.000 kg Sjúrðarberg fekk 50.000 kg Akraberg fekk 50.000 kg Prísurin, ið allir skulu gjalda, varð 3,40 kr/kg. Inn komu 2.040.000,- kr. Kelda: kvf.fo/vørn.fo Antares.fo 14.07.2016-17:28 Illgruni um ILA virus í aliøki hjá Bakkafrost Bakkafrost boðar í dag frá, at illgruni er um ILA virus í einum av teirra aliøkjum. - Í sambandi við regluligt eftirlit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður, er illgruni um at fiskurin er fongdur við sjúkuelvandi ILA virus. Illgrunin kemur eftir at kanningarúrslit í einum aliringi geva ábendingar um at sokallaða HPR-del ILA virus er í fiskinum, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi og leggur aftrat, at fyritøkan fyrireikar seg til at fremja neyðug tiltøk.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal komandi dagarnar gera nærri kanningar á økinum, og úrslitini verða tøk um nakrar dagar. - Á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður svimja 1,2 milliónir fiskar, sum hava eina miðalvekt á 0,54 kg. Hetta gevur ein biomassa á áleið 665 tons, skrivar Bakkafrost. - Bakkafrost sendir nýggja fráboðan út, tá endaligu úrslitini frá kanningunum á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður eru tøk, og niðurstøða verður gjørd um hvussu farast skal fram. Portal.fo 14.07.2016-17:57 Poul Michelsen umrøtt EFTA limaskap við Liktinstein Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, var í dag í Liktinstein, har hann hitti Aureliu Frick, uttanríkisráðharra í Liktinstein. Partarnir umrøddu føroysku ynskini um møguligan limaskap í EFTA. Fundurin er liður í eini tilgongd, har landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur hitt starvsfelagar sínar í EFTA londunum og greitt teimum nærri frá ynskjunum hjá landsstýrinum um samráðingar um møguligan EFTA limaskap. Portal.fo 14.07.2016-16:56 Ferðslustólparnir eru nú virknir Fólk frá kommununi hava í morgun verið undir Bryggjubakka og sett nýggju pullertarnar - ferðslustólparnar - til, og nú eru teir virknir. Í fyrstu atløgu verða teir royndarkoyrdir fram til 15. september, tá ein eftirmeting skal gerast. Tórshavnar kommuna sigur, at endamálið við ferðslustólpunum er at avmarka ferðsluna undir Bryggjubakka, og soleiðis at raðfesta trygdina hjá teimum gangandi og at veita frið til sølu og útiborðreiðing. Ferðslustólparnir eru niðri frá kl. 06 til 11 á morgni, meðan eftir tað verða teir koyrdir upp. Tey, ið starvast á økinum, íbúgvar og virki, fáa eina kotu ella fjarstýring, so tey sleppa fram við stólpunum, sum tá fara niður í koyribreytina. Portal.fo 14.07.2016 Miðbýurin í Klaksvík tekur skap - Biskupstorg er fantastiskt og spennandi í sær sjálvum, og eftir ætlan fer BankNordik í næstum fer at byrja byggingina av sínari

nýggju deild í Norðoyggjum her í miðbýnum, og skjótt fer tann triðja miðbýarbyggingin í gongd, tá ið nýggi Húsarhaldsskúli Føroya, við tilhoyrandi lestraríbúðum, verður bygdur, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tá ið reisigildi var á Biskupstorgi hósdagin. Hósdagin varð fyrsti bygningurin í nýggja miðbýnum í Klaksvík reistur, og í tí sambandi varð skipað fyri hátíðarløtu í bygninginum, har eitt nú arbeiðsfólk, býráðslimir, Andras Róin, stjóri í Bústaðir, og onnur umboð fyri Bústaðir vóru við. Danny and the Veetos undirhildu við góðum sangi og tónleiki, og Gepetto syrgdi fyri sera góðum mati til mongu arbeiðsmenninar og gestirnar. Byggingin av Biskupstorgi verður framd sum samstarv millum Bústaðir og Klaksvíkar kommunu. Bygningurin fevnir um íalt 30 íbúðir umframt hølir til alment virksemi so sum handlar, matstovur o.s.fr. í veghæddini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomið og segði nøkur orð. Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, og Gunvá við Keldu, býráðslimur, hildu somuleiðis røður. Meir enn eitt vanligt reisigildi Jógvan Skorheim byrjaði við at staðfesta, at fyri hann var hetta ein ógvuliga gleðilig og stór løta, at vit henda sólskinsdag her í Klaksvík kunnu halda eitt reisigildi í sjálvum hjartanum av nýggja og spennandi miðbýnum. - Sostatt er hetta ikki bara eitt vanligt reisigildi, nei hetta er nakað heilt serligt, og tað er av fleiri orsøkum. - Fyri tað fyrsta er tað støddin og endamálið. Tað er langt ímillum at ein so stórur og umfatandi bygningur verður bygdur til bústaðaendamál her í býnum. Her inni fara ikki færri enn 30 hjún, familjur og einstaklingar at búgva, virka og hava sín dagligdag. Harumframt fara handlar og matstovur at halda til á veghæddini í hesum bygningi. Nú er nóg nógv teknað Nú byggja vit miðbýin - Fyri tað næsta er tað staðsetingin. Hetta er fyrsti bygningur, sum verður bygdur her í miðbýnum í Klaksvík sambært tí nýggju miðbýarætlanini, sum býráðið hevur samtykt, so hetta er veruliga eitt frambrot, tí nú kunnu vit endiliga siga, at vit eru byrjað at byggja sjálvan miðbýin í Klaksvík. - Alt ov ofta hava vit uppliva, at miðbýarætlanir eru blivnar gjørdar, viðgjørdar og samtyktar av býráðnum. Tað er eitt stórt og gott arbeiði blivið lagt í tað, men tíverri mugu vit staðfesta, at í fleiri áratíggju so er ikki hent tað stóra afturat. Tann fyrsta miðbýarætlanin varð løgd longu afturi í 80'unum, so vit tosa her um eitt 30-40 ár langt tíðarskeið, har góðar og spennandi ætlanir hava verið lagdar, men uttan at gongd er komin á tað, sum hevur størstan týdning, og tað er hetta, sum vit í dag kunnu hátíðarhalda - nevniliga at tað, sum er planlagt av dugnaligum arkitektum og øðrum fakfólkum, verður framt í verki. - Tí er hendan løtan veruliga søgulig, tí nú - endiliga - er hendan nøtin knekkað. Vit eru farin frá skrivaraborðunum til stóru kránarnar, frá tekningunum til stóru formarnar. Nú verður bygt, og tað er vert at feira. - Eg havi hug at siga hjartaliga tillukku við okkum øll. Hetta er av sonnum ein gleðisdagur, segði Jógvan Skorheim. Fleiri miðbýarbyggingar á veg - Og tað besta av øllum er, at tað steðgar ikki her. Biskupstorg er fantastiskt og spennandi í sær sjálvum, men longu nú vita vit, at BankNordik í næstum fer at byrja byggingina av sínari nýggju deild her í Norðoyggjum - her í miðbýnum - og skjótt fer tann

triðja byggingin í gongd, tá ið tann nýggi Húsarhaldsskúli Føroya, við tilhoyrandi lestraríbúðum, verður bygdur. - Vit eru sum kunnugt í holtur við at byggja nýggja mentanarhúsið í Klaksvík á Posthúsinum, samstundis sum miðbýarætlanin leggur upp til aðrar stórar verkætlanir so sum sjósavn, nýtt kappróðrarneyst og hotell - so vit fara veruliga at fáa ein kraftar- og trivnaðardepil her í hjartanum av Klaksvík við nógvum og fjølbroyttum lívi. - Beint nú eru vit her í Klaksvíkar kommunu í eini ógvuliga spennandi tíð við nógvum frambrotum og spennandi verkætlanum, sum fara at byggja, dagføra og ríka okkara lokalsamfelag, og tí er ikki so undarligt, at her er menning og nørandi gróður, sum Bernhard Brim so vakurt yrkir í Klaksvíkssanginum. Ímynda tær lívið í miðbýnum - Tá ið eg fyri smáum 2 árum síðan hevði tann framíhjárætt at seta fyrsta spakan í hetta arbeiðið, sum vit nú hava reisigildi fyri, loyvdi eg mær at hugleiða eitt sindur um tað spennandi umhvørvi og lív, sum skjótt fer at vera her í miðbýnum - og eg havi hug at endur taka okkurt av tí her í dag: - Latið okkum spola tíðina eitt sindur fram - ikki so grúuliga nógv, tí nú nærkast miðbýurin av álvara: Tað er leygarmorgun, tónleikur er á torginum, luktur av nýbakaðum bakverki fyllir torgið, meðan tvær konur fara inn at keypa sær skógvar, og børn og ung hugna sær á gøtuni. Onkur situr við einum koppi av kaffi, annar við einari avís, og á ovastu hædd sita hjúnini úti á terassuni og njóta morgunsólina - - hetta er trivnaður, segði borgarstjórin í Klaksvík millum annað. In.fo 14.07.2016-16:54 Mæla frá at eta norskan laks Danska Náttúruverndarfelagið heitir nú á danir um ikki at keypa norskan aldan laks Stóri eftirspurningurin eftir aldum laksi hevur við sær, at alsamt fleiri laksar eru í alibrúkunum sum eru á sjónum í Noreg, og tí er vandi fyri umhvørvinum, sigur danska náttúruverndarfelagið. Felagið vísir á, at laksalús ger nógv um seg í norsku alibrúkunum, og ein orsøk er, at laksurin stendur ov tætt. Fyri at basa laksalúsini, verða stórar nøgdir av eiturevnum nýtt, og felagið vísir á, at norska alivinnan í fjør nýtti 67.000 tons av ymsum evnum, fyri at fáa tamarhald á laksalúsini. Ístaðin fyri at keypa aldan laks úr Noreg, so vísir felagið til aðrar hættir at ala uppá, millum annað til alibrúkið Langsand Laks, sum alir laks á landi. Kvf.fo 14.07.2016-15:07 Besta rakstrarár nakrantíð Byggifyritøkan Articon hevði sítt besta ár nakrantíð í 2015. Yvirskotið var góðar 22 milliónir krónur áðrenn skatt og góðar 18 milliónir eftir skatt

Til samanberingar hevði Articon tríggjar millióni krónur í yvirskoti eftir skatt í 2014. Nógva virksemið í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í roknskapinum hjá fyritøkuni. Bruttuvinningurin hjá Articon fór úr smáum 75 milliónum krónum í 2014 upp í 130 milliónir í fjør. Fyritøkan hevur arbeiði í gerð fyri tilsamans 459 milliónir krónur, tað eru 135 milliónir meira enn árið fyri. Articon fæst við byggi- og anleggsarbeiði, umframt skipstimburarbeiði. Í roknskapinum fyri 2015 staðfestir felagið, at virksemið innan byggivinnuna er stórt og eftirspurningurin stórur. Articon roknar tó við, at nógva virksemið í føroyska samfelagnum fer at økja um áhugan fyri Føroyum í grannalondunum, og tað fer at økja um kappingina. Trupult at fáa skikkað fólk Tað er eisini ein stór avbjóðing at fáa fatur á arbeiðsmegi við røttu førleikunum. Í fjør rindaði Articon góðar 90 milliónir krónur í lønum, eftirlønum og arbeiðsmarknaðargjøldum. Tað eru 30 milliónir meira enn árið fyri. Starvsfólkini gjørdust eisini munandi fleiri í tali í fjør. Sambært ársroknskapinum hjá Articon fór starvsfólkatalið úr 158 fólkum í 2014 upp í 205 starvsfólk í fjør. Starvsfólkini hjá Articon eru nú meira enn tvífalt so nógv í tali í mun til fyrstu árini eftir fíggjarkreppuna í 2008. Kvf.fo Valutanavn WMR Australske dollar 509,50 Bulgarske leva 380,25 Brasilianske real 205,58 Canadiske dollar 515,31 Schweizerfranc 682,11 Kinesiske renminbi.yuan 99,71 Tjekkiske koruna 27,500 Euro 743,77 Britiske pund 892,08 Hong Kong dollar 85,98 Kuna 99,03 Ungarske forint 2,3690 Israelske new shekel 173,32 Indiske rupees 9,9640 Japanske yen 6,3040 Mexicanske peso 36,560

Norske kroner 79,73 Newzealandske dollar 480,67 Polske zloty 168,54 Russiske rubel 10,540 Svenske kroner 78,79 Singapore dollar 496,67 Thailandske baht 19,030 Tyrkiske lira 230,98 US dollar 666,85 Sydafrikanske rand 46,840 Danskebank.dk Eg fati tað ikki 08.07.2016-11:38 Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Sl.23,1 Bíbliuskúlanæmingurin skuldi hava morgunandakt fyri næmingunum. Hon hevði valt fyrsta ørindi í sálmi 23, tí hon var so glað fyri sálmin. Hon skuldi lesa á norskum: Herren er min hyrde, mig fattes intet. Hon kom at lesa skeivt, og las: Herren er min hyrde, jeg fatter det ikke. Tað, at hon las skeivt, gjørdi orðið ikki minni ríkt fyri henni og hinum. Sálmur 23 er ikki ein vitsku ella ástøðilig útsøgn um Gud. Sálmurin er ein persónligur vitnisburður um Gud. Dávid kundi syngjað og vitnað um Harran, um náði, miskunn, umsorgan, varveitslu... hansara, tí soleiðis upplivdi hann Gud. Dagliga samlívið við Gudi prógvaði, at Gud var tann, hann segði seg vera. At eitt Guds barn veruliga kann siga: -Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenniljóðar sum møsn oh heilaspuni fyri teimum vantrúgvandi - og av góðum grundum. Tey kenna ikki Gud og eru tí fremmand fyri náði, góðsku og ríkidømi hansara. At menniskju, sum siga seg kenna Gud eisini halda, at Dávid tekur í so rívan til, sigur meiri um tey, enn um Dávid. Bíbliunar samanhangandi vitnisburður um Gud tekur undir við Dávidi. Um tú veruliga hevur Harran til hirða, og setur alt álit títt á Jesus, tann góða hirðan, so eigur tú alt Guds ríkidømi í Jesusi og kennir ongan sakn. Allur Jesus er tá tín. Alt Jesus eigur, vil han býta við teg, sum tín frelsari og bróðir. Um tú kennir teg syndugan, fátækan, hjálparleysan, troyttan, einsamallan...so minst til, at kemur tú

til Jesus við øllum, verður Jesus tín frelsari, tín rættvísi, títt ríkidømi, tín styrki, tín hjálp, tín friður, tín gleði,... Tá tú eigur alt hetta í Jesusi, tørvar tær so meira? Tú, sum veruliga hevur Harran til hirða, kanst við undran vitnað: -Ongan sakn eg kenni- Tú kanst eisini taka undir við næminginum: -Harrin er hirði mín, eg fati tað ikki. Kortini er tað satt. Takk Jesus! Frelsarin hirði mín góður er, hjá honum eg einki sakni, við hann fylgir í míni ferð, tryggur eg sovi og vakni. Slb.503 Torleif Johannesen Kristin.fo