Undirvísingarfrágreiðing

Like dokumenter
Undirvísingarfrágreiðing

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Hin synoptiski trupulleikin

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Undirvíngarfrágreiðing

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

Maskinmeistarar

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

E G C F H/B D A D C A G H/B F E. Tekna við ngrinum frá nóta til bókstav til tangent

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

ZETA a r c h i t e c t s

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Gips venjingar - tá armurin er brotin

Sjálvandi taka vit livur

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Úrslit TF Klaksvík ½-marathon 5. mai 2012

Ársfrágreiðing 2013 um seyðahaldið í Heygshaga. Hans Martin Andreassen

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

FM kapping hjá teimum yngru 26.februar 2014 Haldur Suni

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Sankta Frans skúli Vígdur 8. des.1933

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Eliesar 100 ár djórasløg undir Føroyum. Eitt virðiligt minningarhald fyri teir 219, sum mistu lívið á sjónum bardagárini.

Ársfrágreiðing 2016/17 hjá Føroya brigdesambandi Eykaársfundur leygardagur 6. januar 2018 í Bridgehúsinum.

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Lestrarhandbók fyri námsfrøðinga- og læraralesandi

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Orka og orkupolitikkur

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Landsstýrismaður við líki í lastini

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Eingin fjølmiðlaetikkur

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

Tvídráttur heimsveldanna

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar september 2010

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Heimsins nalvi í Hósvík

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Tá Johannes mundi fingið bumbu undir vangan

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Tú alfagra land mítt. tjóðsangurin og søga hansara

Sethús Høgabø 8, Vágur

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

1. tími Ein firvaldur í góðum lag

Nr. 21 Juli 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

1. Dagur Sálmur 81 og 82, 1. Sám , Gal

GRUNDBÓK. í FØROYSKUM

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Transkript:

Undirvísingarfrágreiðing Hold H17a Lærugrein og stig FØR A Námsætlan Føroyskt A, mai 2015 Lærari Henrietta Arge Jacobsen Tíðarskeið Skúlaárið 2017-18 Undirvísingargongdir 1. undirvísingargongd: Innleiðsla til tekstsløg... 2 2. undirvísingargongd: Yrkistekstir... 3 3. undirvísingargongd: Stuttsøgur og yrkingar... 5 4. undirvísingargongd: Krossmessa... 6 5. undirvísingargongd: Lýsingamyndir... 8 6. undirvísingargongd: Lýsingafilmar... 10 7. undirvísingargongd: Mállæra... 11 8. undirvísingargongd: At skriva stíl... 12 H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 1 av 12

1. undirvísingargongd: Innleiðsla til tekstsløg Innihald og førleikamál Arbeitt hevur verið við ymiskum fagurbókmentaligum tekstsløgum stuttsøgum, yrkingum og einari søgn. Høvuðsendamálið við undirvísingargongdini hevur verið at geva næmingunum grundleggjandi førleikar at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagurbókmentalig tekstsløg. Vit byrjaðu við at umrøða fagrar bókmentir sum bókmentagrein, har vit m.a. arbeiddu við spurningunum: Hvat eru fagrar bókmentir? og hví er tað týdningarmikið at lesa fagrar bókmentir? Við støði í hesum fóru vit undir at viðgera tekstirnar niðanfyri. Í sambandi við stuttsøgur varð dentur lagdur á bygging, sjónarhorn, persónlýsing, myndamál, huglag og hugburð. Í sambandi við yrkingar varð dentur lagdur á bygging, ljóð og rútmu, skaldsligar myndir, huglag og yrkjara-eg. Arbeiðshættir: floksundirvísing, bólkaarbeiði og felags prát. Tilfar Skaldskapur í óbundnum máli; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Skaldskapur í bundnum máli; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Sagnir; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen: Greiningarfrymil til stuttsøgur Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen: Greiningarfrymil til yrkingar Jens Pauli Heinesen: Fagrar bókmentir, 1968 Hans A. Djurhuus: Góðan morgun ketta mín Regin Dahl: Hvar er rás? Martin Joensen: Morgun Karsten Hoydal: Barnið, bergið og blómurnar Andrea Reinert: Dreymurin; í Kirsten Brix og Svanna Hanusardóttir (ritstj.): Slóðir, Føroya skúlabókagrunnur, 1992. Jakob Jakobsen: Kálvur lítli; í Færøske folkesagn og æventyr, 1898-1901; http://snar.fo/sagnir/sandur/kalvur/ H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 2 av 12

Karsten Hoydal: Eini hjún; í Kirsten Brix og Svanna Hanusardóttir (ritstj.): Slóðir, Føroya skúlabókagrunnur, 1992. Bergtóra Hanusardóttir: Várvindar; í Kirsten Brix og Svanna Hanusardóttir (ritstj.): Slóðir, Føroya skúlabókagrunnur, 1992. Pálina Valsdóttir: Eingin veit á morgni at siga; í Frostrósan og aðrar søgur, Føroya skúlabókagrunnur, 1987 Longd (tal av blokkum) 10 2. undirvísingargongd: Yrkistekstir Innihald og førleikamál Arbeitt hevur verið við yrkistekstum við støði í føroyskari ferðavinnu sum evni. Høvuðsendamálið hevur verið at geva næmingunum grundleggjandi førleikar at greina, tulka og seta í frásjón yrkistekstir. Harafturat hevur endamálið verið at fyrireika næmingarnar til støðisritgerðina, sum teir skuldu lata inn 30. november 2017. Í støðisritgerðini skuldu næmingarnir við støði í ávísum yrkistekstum viðgera føroyska ferðavinnu. Arbeiðið í hesari undirvísingargongd hevur sostatt fevnt um 1: ein bókmentaligan part, har vit hava viðgjørt ymisk sløg av yrkistekstum 2: ein praktiskan part, har vit hava arbeitt við, hvat ein støðisritgerð er, og hvat krevst, tá ið ein slík skal skrivast. Tekstsløgini, sum arbeitt hevur verið við, fevna um blaðgreinina, lesarabrævið, fyrilesturin, dokumentarfilmin, lýsingina og klummuna. Í arbeiðinum við ymisku tekstsløgunum hevur dentur verið lagdur á sendara og móttakara og sambandið teirra millum, bygging, retorisk amboð og endamál. Í praktiska partinum hevur dentur verið lagdur á formalia (t.d. forsíðu, innihaldsyvirlit, keldutilvísing, inngang o.s.fr.) og tær tríggjar uppgávuorðingarnar, sum næmingarnir høvdu at velja ímillum. Arbeiðshættir: floksundirvísing, bólkaarbeiði og felagsprát. Tilfar Yrkistekstir; í Kirsten Brix og Lydia Didriksen (ritstj.): Les ástøði, Føroya skúlabókagrunnur, 2009. Yrkisbókmentir; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 3 av 12

Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen: Greiningarfrymil til yrkistekstir. Pál Weihe og Høgni Debes Joensen: Tilmæli um at gevast at eta grind; Sosialurin, 5. desember 2008. Eyðun Klakstein: Føroyingar mugu verða skítbýttir; Sosialurin, 5. desember 2008. Leif Láadal: Vaksandi uppreistur ímóti ov stórari ferðavinnu; Dimmalætting, 1. september 2017. Sverre Patursson: Føroyar sum ferðaland; Varðin, bind 18., 1938. Durita Holm: Er eydnan onkra aðrastaðni?; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Klumman 14. desember 2017; Kringvarp Føroya; http://kvf.fo/gmf?sid=75506 Jákup Weihe og Sjúrður Skaale: Jólagleðin, 2017 https://www.youtube.com/watch?v=m13xly3fpxw Ferðafólkini koma (dokumentarsending); Kringvarp Føroya, september 2017. Visit Faroe Islands. Unspoiled, Unexplored, Unbelievable; Visit Faroe Islands, 16. august 2013; https://www.youtube.com/watch?v=okkiwf_ozvi&t=3s Longd (tal av blokkum) 15 H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 4 av 12

3. undirvísingargongd: Stuttsøgur og yrkingar Innihald og førleikamál Arbeitt hevur verið við stuttsøgum og yrkingum. Høvuðsendamálið hevur verið at geva næmingunum grundleggjandi førleikar at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagurbókmentalig tekstsløg (framhald av fyrstu undirvísingargongd). Arbeiðshættir: floksundirvísing, bólkaarbeiði og felags prát. Tilfar Karsten Hoydal: Vaktarmaðurin; í Kirsten Brix og Svanna Hanusardóttir (ritstj.): Slóðir, Føroya skúlabókagrunnur, 1992. Gunnar Hoydal: Hjartasorg; í Kirsten Brix og Svanna Hanusardóttir (ritstj.): Slóðir, Føroya skúlabókagrunnur, 1992. Gunnar Hoydal: Fjarur og følin; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Steintór Rasmussen: Føroyar; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Rasmus Effersøe: Kvæði til Føroya; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Longd (tal av blokkum) 5 H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 5 av 12

4. undirvísingargongd: Krossmessa Innihald og førleikamál Arbeitt hevur verið við krimiskaldsøguni Krossmessu, har høvuðsendamálið hevur verið at geva næmingunum innlit í og førleikar at fara í dýpdina við skaldsøguni sum tekstslagi. Byrjað var við einari felags innleiðslu, har næmingarnir fingu innlit í krimiskaldsøguna sum tekstslag. Harafturat arbeiddu vit í felag við bygnaðinum í Krossmessu, har vit m.a. tosaðu um týdningarmiklastu hendingarnar í skaldsøguni. Síðan hugdu vit at filminum Kvinden i buret. Restina av undirvísingargongdini arbeiddu næmingarnir sjálvstøðugt við seks ymiskum evnum, ið øll høvdu støði í skaldsøguni. Hesi vóru: søgugongd, teksslag, persónlýsingar, samfelagslýsingar, detektivarbeiði, umhvørvisfelagsskapir og filmurin Kvinden i buret (í hesum síðsta skuldu næmingarnir samanbera filmin og skaldsøguna). Vit endaðu undirvísingargongdina við, at hvør bólkur legði fram fyri flokkinum og læt inn eitt skrivligt avrik (umleið 3 síður). Undirvísingargongdin hevur sostatt fevnt um: - Talaða málið, har næmingarnir í framløgunum hava arbeitt við at orða seg málsliga rætt við greiðum og fjølbroyttum máli í mun til samskiftisstøðuna; at nýta viðkomandi og sakliga próvførslu; at nýta yrkorð og hugtøk rætt. - Tað skrivaða málið, har næmingarnir hava arbeitt við at brúka hóskiligt háttalag at greina, tulka og seta í frásjón krimiskaldsøguna sum fagurbókmentaligt tekstslag; at vísa kunnleika til føroyskar bókmentir og samband teirra við norðurlendskar bókmentir/film; at fara í dýpdina við einum evni; at orða seg málsliga rætt og greitt við fjølbroyttum orðatilfeingi; at nýta yrkorð og hugtøk rætt; at nýta teldu sum amboð. - Samansettar tekstir, har næmingarnir hava arbeitt við at nýta hóskiligt háttalag at greina, tulka og seta í frásjón krimifilmin sum samansettan tekst. Arbeiðshættir: floksundirvísing, bólkaarbeiði, felags prát, næmingaframløgur og skrivlig avrik. Tilfar Jógvan Isaksen: Krossmessa, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2005 Kvinden i buret, 2011 (filmur) H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 6 av 12

Grindadráp ; í Jógvan Isaksen: At myrða við skrivaraborðið, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2014. Tann linjurætti frásøgumyndilin ; í Elin Hentze og Marjun Niclasen: Filmur innleiðla í filmmál, filmlistfrøði og filmgreining, Sprotin, 2011. Tróndur Olsen: Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð ; í Songbók Føroya Fólks, 1983. Eyðun Andreasen: Um detektivar í skaldskapi (Gluggin, 1968, hefti 2). Longd (tal av blokkum) 9 H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 7 av 12

5. undirvísingargongd: Lýsingamyndir Innihald og førleikamál Arbeitt hevur verið við myndagreining við støði í lýsingum. Høvuðsendamálið hevur verið at geva næmingunum røttu amboðini til at greina, tulka og seta í frásjón lýsingamyndir sum samansettan tekst. Vit byrjaðu við at umrøða, hvønn týdning myndir hava í dagsins samfelagi, og hvat tær kunnu samanborið við tekstin sum miðil. Síðan fingu næmingarnir undirvísing í ymsu amboðunum í sambandi við myndagreining, har vit samstundis greinaðu nakrar lýsingamyndir saman. Dentur varð lagdur á frásjón og dýpd, sjónarhorn, bygging, ljós og litir, boðskap og sambandið millum sendara og móttakara. Við støði í hesum fóru næmingarnir í bólkum undir at viðgera nakrar lýsingamyndir. Hvør bólkur arbeiddi við einari mynd, og vit endaðu undirvísingargongdina við framløgum, har næmingarnir samstundis fingu kritiskar spurningar. Undirvísingargongdin hevur sostatt fevnt um: - Talaða málið, har næmingarnir í framløgunum hava arbeitt við at orða seg málsliga rætt við greiðum og fjølbroyttum máli í mun til samskiftisstøðuna; at nýta viðkomandi og sakliga próvførslu; at nýta yrkorð og hugtøk rætt. - Samansettar tekstir, har næmingarnir hava arbeitt við at nýta hóskiligt háttalag at greina, tulka og seta í frásjón lýsingamyndina sum samansettan tekst. Arbeiðshættir: floksundirvísing, bólkaarbeiði, felags prát, næmingaframløgur. Henda undirvísingargongd var samstundis ein fyrireiking til verkætlanina, sum byrjaði vikuna eftir. Høvuðsevnið í verkætlanini var nevniliga Edward Fuglø og fjølbroytta list hansara. Tilfar Myndagreining; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen: Greiningarfrymil til Myndir. Heimagjørt tilfar um myndagreining. World Wildlife Fund; https://www.adsoftheworld.com/media/print/wwf_fireman H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 8 av 12

Aware Helpline in Singapore; http://theinspirationroom.com/daily/2008/aware-helpline-for-verbalabuse/ Eik Banki, Kvinna nr. 1, 2016 MBM, Kvinna nr. 4, 2015 Visit Tórshavn, Kvinna nr. 3, 2015 Áarstova, Kvinna nr. 6, 2013 Tryggingarfelagið Føroyar, Kvinna nr. 5, 2015 Longd (tal av blokkum) 6 H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 9 av 12

6. undirvísingargongd: Lýsingafilmar Innihald og førleikamál Arbeitt hevur verið við filmgreining við støði í lýsingafilmum. Høvuðsendamálið hevur verið at geva næmingunum røttu amboðini til at greina, tulka og seta í frásjón lýsingafilmar sum samansettan tekst. Næmingarnir fingu undirvísing í ymsu amboðunum í sambandi við filmgreining, har vit samstundis greinaðu nakrar lýsingafilmar saman. Dentur varð lagdur á bygging, upptøku, ljós og litir, boðskap og sambandið millum sendara og móttakara. Við støði í hesum fóru næmingarnir í bólkum undir at viðgera nakrar lýsingafilmar. Hvør bólkur arbeiddi við tveimum lýsingafilmum, og vit endaðu undirvísingargongdina við framløgum, har næmingarnir samstundis fingu kritiskar spurningar. Undirvísingargongdin hevur sostatt fevnt um: - Talaða málið, har næmingarnir í framløgunum hava arbeitt við at orða seg málsliga rætt við greiðum og fjølbroyttum máli í mun til samskiftisstøðuna; at nýta viðkomandi og sakliga próvførslu; at nýta yrkorð og hugtøk rætt. - Samansettar tekstir, har næmingarnir hava arbeitt við at nýta hóskiligt háttalag at greina, tulka og seta í frásjón lýsingafilmin sum samansettan tekst. Arbeiðshættir: floksundirvísing, bólkaarbeiði, felags prát, næmingaframløgur og skrivlig avrik.. Tilfar Filmmálið (s. 36-40); í Elin Hentze og Marjun Niclasen: Filmur innleiðsla í filmmál, filmlistfrøði og filmgreining, Sprotin, 2011. Greiningarfrymil til lýsingafilmar. Eik: Vit eru har, sum tú ert, 2017 https://www.youtube.com/watch?v=6l8sz20--gy Keyp føroyskt, Sendistovan, 2012 https://www.youtube.com/watch?v=duouzau8fgk Smyril Line: Frítíðin byrjar umborð, 2015 https://www.youtube.com/watch?v=rwbz6g7imqo Longd (tal av blokkum) 7 Harafturat viðgjørdu næmingarnir nakrar sjálvvaldar lýsingafilmar. H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 10 av 12

7. undirvísingargongd: Mállæra Innihald og førleikamál Arbeitt hevur verið við ymiskum grundleggjandi táttum í føroyskari mállæru. Endamálið við undirvísingini hevur m.a. verið at geva næmingunum innlit í, hvussu føroyska málið er uppbygt, tá ið tað snýr seg um vanligastu stavivillurnar og teknseting. Harafturat hevur dentur verið lagdur á, hvussu næmingarnir kunnu brúka ymisku mállærureglurnar sum amboð til at betra um skrivligu førleikarnar eitt nú lúka burtur bendingarfeilir o.a. Í sambandi við hvønn part hava næmingarnir arbeitt við uppgávum, sum vit síðan hava gjøgnumgingið í felag. Arbeiðshættir: floksundirvísing og skrivlig avrik. Tilfar Framløga um vanligastu stavivillurnar og teknseting. Heimagjørdar máluppgávur m.a. við støði í leikritinum Tómum rúmum (2014) eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Longd (tal av blokkum) 9 H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 11 av 12

8. undirvísingargongd: At skriva stíl Innihald og førleikamál Arbeitt hevur verið við stílaskriving. Endamálið við undirvísingini hevur m.a. verið at geva næmingunum innlit í, hvørji krøv verða sett til ein stíl í føroyskum á A-stigi. Harafturat hevur endamálið verið at geva næmingunum kunnleika og førleikar, ið skulu hjálpa teimum at lúka hesi krøv. Í sambandi við tann fyrsta stílin høvdu vit eina skrivivenjing, sum fevndi um tveir blokkar. Við støði í tilfari úr Sýni og dýpi 1 (tó nakað tillagað) fingu næmingarnir møguleika fyri partvíst í bólki og partvíst sjálv at arbeiða við einum inngangi (sum skuldi vera bæði áhugaverdur og upplýsandi), einari miðju (greining, tulking og frásjónargerð) og einum enda (har takast skuldi samanum umframt at tríva í aftur inngangin). Arbeitt varð við støði í stuttsøguni Dreyminum eftir Andreu Reinert, sum vit frammanundan høvdu viðgjørt í flokkinum. Á tann hátt kundu næmingarnir savna seg um skrivitilgongdina uttan at skula brúka nógva orku til at greina og tulka. Nakað seinri høvdu vit aftur eina skrivivenjing, sum somuleiðis fevndi um tveir blokkar. Her skuldu næmingarnir arbeiða við ymiskum málsligum amboðum við tí fyri eyga at menna sítt skriftmál. Arbeiðið skuldi latast inn og taldi tveir tímar í næmingatíð. Arbeiðshættir: floksundirvísing og skrivlig avrik. Tilfar At skriva stíl; í Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen (ritstj.): Sýni og dýpi 1, Nám, 2017. Gott skriftmál ævintýr (týtt úr donskum); í Rebecca Natasha Albinus og Sarah Nehammer (ritstj.): Skriv dig frem, Dansklærerforeningens Forlag, 2017. Minnisblað til stíl. Longd (tal av blokkum) 5 H17a FØR-A Henrietta Arge Jacobsen 2017-18 Síða 12 av 12