EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Like dokumenter
Gips venjingar - tá armurin er brotin

Hin synoptiski trupulleikin

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Hvussu at standa sterkur í storminum

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Heimsins nalvi í Hósvík

Kirkjuligt Missiónsblað

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

E G C F H/B D A D C A G H/B F E. Tekna við ngrinum frá nóta til bókstav til tangent

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

ELDRI. Landsfelag Pensjónista. Limablað, útgáva 2

Tvídráttur heimsveldanna

Duruta og aðrar søgur

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Ein gomul søgn sigur frá, at tá Svarti deyði herjaði um , livdi bara ein maður eftir á Strondum, sum æt Meggrus.

Sjálvandi taka vit livur

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðar afelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Kostráð í sambandi við hjarta- og æðrasjúkur

GRUNDBÓK. í FØROYSKUM

Landsstýrismaður við líki í lastini

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Small Federation Games Magni Jøkladal, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen og Marjun Restorff skriva

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tá Johannes mundi fingið bumbu undir vangan

1500 Kanningarferðir. rembingar. Mál. Uppgávur

Oljeeventyret av Debora Hansen Kleist Oversatt av Hilde Lyng (MNO)

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Kappingarárið mai kl Leikskrá nr. 6

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Árg. 19 Nr sunnudagur 28. mai VÍKINGUR SKÁLA

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Orka og orkupolitikkur

STARVSBLAÐIÐ SKATTALÆTTI ØLL FÁA NÚ EFTIRLØN STARVSMANNAFELAGIÐ. í Smæruni. afturat lønini. og hækkaði gjøld SÍÐA 9 SÍÐA 20 SÍÐA 14 NR.

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Eingin fjølmiðlaetikkur

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Eliesar 100 ár djórasløg undir Føroyum. Eitt virðiligt minningarhald fyri teir 219, sum mistu lívið á sjónum bardagárini.

Tað stóð nógv á monnum tá Polarhav læsti seg fast á Bedingini. Páll Andrasson Klettskarð vildi aftur til KÍ

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Nr. 21 Juli 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Tíðindi úr Føroyum tann 24. jan Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Sethús Høgabø 8, Vágur

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Transkript:

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist Týtt úr grønlendskum til danskt hava Rithøvundarnir og úr donskum til svenskt hevur Irene Elmerot Leikgerð: Paula Rehn-Sirén (Her eru ymiskir hættir at arbeiða við tekstinum. Tað er senur at lesa og spæla, og senur at improvisera. Bæði drama og evni til kjak. Tit gera sjálv av, hvørjar spurningar, ið tit vilja taka upp, og hvussu ið tit vilja arbeiða við tekstinum. Reyðu brotini eru partar av sjálvari stuttsøguni. Tá tit arbeiða við drama-partinum kunnu tit loypa reyðu brotini um, um tit hava hug, ella lata onkran lesa upp fyri betri at skilja samanhangin). Eg minnist, tá ið olja fyrstu ferð varð funnin í Grønlandi. Lærarin spurdi okkum til stuttleika, hvønn bil vit ætlaðu at keypa, tá ið vit blivu miljóningar. Hajja! Ikki fyrr enn 20 ár seinni varð olja so við og við útvunnin í búskaparliga burðardyggum mongdum. Ikki at tað gagnaði tí vanliga fólkinum, tí heldur enn at fáa eitt betri lív, noyddust tey at flyta burtur úr miðbýnum, har tað bleiv ov dýrt at búgva. Foreldur míni høvdu annars búð í Nuuk alt lívið, men vórðu noydd at flyta til Akia, Norðurlandið, av tí at húsaleigan bleiv ov høg. Eg var farin at grunda yvir tátíðar Nuuk, av tí at teir illa gitnu íbúðablokkarnir á Slættanum vóru horvnir. Nuutoqaq, miðbýurin, var sum vanligt pinpakkaður við bilum, so hóast eg hevði hug at spita mín BMW upp fyri at náa til arbeiðis fyri klokkan átta, var tað ikki møguligt. Heldur enn blokkarnir, sum eg búði í eitt skifti fyri langari tíð síðani, prýddu nú glitrandi háhús úr glasi og listaverkum tað almenna rúmið. Slættin æt nú Central Business District, og har vóru skrivstovur og handlar sjónligast. Tey fáu hepnu sluppu at búgva har nærhendis. Nuutoqaq, saman við Nuusuaq, Oyggjunum, Qinngorput og Lille Malenes síðu út móti Sermitsiaq vóru í dag býarpartarnir hjá teimum ríku. Akia var vorðin ein sovibýur, og vegurin hagar gekk gjøgnum ein undirsjóvartunnil. Altjóða flogvøllurin lá eisini har. Eg náddi umsíðir fram til mítt arbeiði í norðara enda á Nuutoqaq, tað sum einaferð varð rópt Radiofjallið. Tá ið eg var ung, sigraði skilið, og eg valdi at lesa jarðfrøði. Sigast skal tó, at tað eisini var av áhuga. Eg hevði annars havt mest áhuga fyri gosvirksemi, men valdi í staðin oljufrøði sum sergrein, og eg hevði nú starv hjá eini útlendskari oljufyritøku. Eg skundaði mær inn á skrivstovuna og tjekkaði netið, áðrenn arbeiðsdagurin byrjaði. Ding! Eg smíltist, tá ið eg hugdi at fráboðanini. Unnusti mín, Neil, hevði sent eina umbøn. Request for dinner and permit calendar change. Eg trýsti ja og smíltist spent, tá ið eg sá, hvar hann hevði tilskilað, at hann ætlaði at eta. Il Trattori, Michelin-matstovan í Nuuk. Eg var eitt stór smíl og skundaði mær at skriva til hansara: Hví akkurát Il Trattori?

Tað vardi ikki leingi, so svaraði hann: Tað er ov langt síðan, vit hava hugnað okkum ordiliga saman, góða <3 Hevur tú bílagt borð? skrivaði eg aftur. Tað eydnaðist mær at nápa eina avlýsing :-) Eg takkaði honum og savnaði meg um arbeiðið. Stjórin hjá mær var jarðalisfrøðingur og hevði sum vant undirmett, hvussu nógv telduarbeiði skuldi gerast. Eg suffaði og fór í holt við leitingarmið fyri olju í Norðureysturgrønlandi. Um fimm-tíðina tók eg frí frá arbeiði og hevði eina keðiliga kenslu av at vera farin ov tíðliga. Men eg vildi náa heim til Oyggjarnar út fyri Qinngorput fyri at taka eitt bað, leggja makeup og skifta til eitt sindur penari klæðir. Eg hevði ikki hug at fara á Il Trattori í gerandisklæðum. Út ímóti klokkan sjey fór eg aftur til Nuutoqaq og náddi fram til matstovuna akkurát til tíðina. Tá ið tú bílegði, var tað fyri alt kvøldið, og har vóru bara fá pláss. Neil sat og bíðaði eftir mær, tá ið eg kom inn, og eg klemmaði hann og gav honum ein muss. SENA IL TRATTORI (Neil situr og bíðar eftir Deboru) Eri eg ov sein? Nei, akkurát til tíðina. Sum tað var stuttligt, at tú fanst uppá at fara út at eta. Eg haldi, at tað var uppá tíðina. Eg havi longst eftir tær! Vit hava aldrin tíð at vera saman. Eg havi eisini saknað teg. So eg hugsaði, at eitt heilt kvøld saman, tað er akkurát tað, vit hava brúk fyri. Einasta matstovan við Michelin-stjørnu í Nuuk. Fekst tú borð har? Eg var heppin at fáa eitt avboð. Eg bílegði eina fløsku av reyðvíni til okkara Brunello, árgang 2034.

Eg veri heilt sæl av hesum anganum. Eg havi hugsað um eitt. Ja? Skulu vit bæði ikki fara at ferðast skjótt? Jú gjarna! Um eg fái frí frá arbeiði. Hvar hevur tú hug at fara? Hvat sigur tú til Hawaii ella Tahiti? Njei, tað er ov langt burturi. Tað verður ov nógv og ov lang flúgving. So nógv frí fái eg ikki. Frí mást tú í øllum førum fáa, um vit skulu sleppa longri út enn til Oyggjarnar. Tó tað hevur ikki so nógv at siga, hvar vit fara, bara vit fara saman. Hvat sigur tú til Barbados? Við einum stuttum steðgi í New York? New York og Barbados? Hevur tú hug at fara har? Hví ikki Hawaii? Vt kunnu flúgva beinleiðis til New York frá flogvøllinum í Akias. Jú so er. Beina leið. Og har er lætt at sleppa víðari til Barbados. Tað gera vit. Tað fer at vera lekkurt at ferðast við tær. Skál!

Tá ið vit skuldu fara, ætlaði eg at gjalda fyri døgurðan, men Neil steðgaði mær, hann helt upp á at rinda, tí hann hevði boðið mær. Hvussu nógv bleiv tað? spurdi eg hann. Á, tað var í grundini heilt hampuligt hesa ferð, svaraði hann. Minni enn 3000 kr. Hygga síggj, tað var ikki so galið, segði eg. Men lat nú meg gjalda næstu ferð. Tað er í lagi. Vit mussaðust. Túsund takk fyri matin! Skulu vit fara heim til tín? Eg eri ov móð til at koyra aftur til Oyggjarnar. Hann játtaði og vit fóru til hansara íbúð í Nuutoqaq í hvør sínum bili. Heimkomin í íbúðina slappaðu vit av eftir at hava verið í so svinn í matstovuni. Oys, sum eg havi saknað teg! segði eg, meðan vit hálsfevndust og mussaðust. Vit høvdu bæði havt nógv at gera og høvdu ikki havt tíð til at vera saman rættiliga í seinastuni. Eg mussaði hann alskin á hálsin, og eg føldi, at hann livnaði upp. Vit høvdu so smátt verið saman í fleiri ár, líka síðan vit lósu á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevði gingið í árganginum undir mær. Tá ið eg varð liðug, mátti tað verða eitt fjarsamband í eitt ár. Tað var hart, men vit kláraðu tað, og tíbetur vóru ferðaseðlarnir til Keypmannahavnar lutfalsliga bíligir. Og eg fekk góða løn í oljufyritøkuni, sum eg varð sett hjá. Tá ið Neil varð liðugur og flutti til Nuuk, fekk hann starv hjá einum kappingarneyta. Vit løgdu okkum tíðliga og tosaðu um alt og einki í ørmunum hvør á øðrum. Eg kendi meg fullkomiliga avslappaða og lá og hugsaði um, hvussu høgt eg elskaði Neil. Vit hóskaðu sera væl hvør til annan, tí eg hataði drama, og hann var ikki serliga snarsintur. Mann bleiv bara glaður av at vera saman við honum. Eg legði meg tætt inn at honum og hugdi smílandi í eyguni á honum. Vit fóru at mussast, fyrst avslappað og spælandi, men so hitnaðu kossirnir. Tá ið eg fór til arbeiðis dagin eftir, legði eg aftur til merkis, hvussu nógvir útlendingar búgva í Nuuk. Nú búðu næstan 50.000 fólk í býnum, og mong av teimum vóru ikki grønlendsk. Bara á mínum arbeiðsplássi vóru kinverjar, amerikanarar, bretar, franskmenn, venesuelarar og fólk úr øðrum tjóðum. Tey flestu arbeiddu í oljuvinnuni og vóru flutt higar, tí trot var á útbúnum grønlendskum jarðfrøðingum. Tað vóru hesi, ið høvdu fyrimun av oljuævintýrinum. Men lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur í tí almenna forvunnu nógv minni enn tey í oljuvinnuni, og av tí at livikostnaðurin, orsakað av oljupengunum, var so høgur, vóru tey so at siga blakað út úr sínum egna býi og noyddust at taka til takkar við at búgva í einum keðiligum øki norðanfyri. Teir grønlendsku oljujarðfrøðingar, eg kendi, eg sjálv íroknað, høvdu barst hart fyri síni útbúgving og røktu nú krevjandi størv. Lønarseðilin, sum fylgdi við, var kortini stríðið verdur og gjørdi okkum før fyri at liva eitt sera fjálgt lív. SENA BILURIN (Debora skal til at stíga úr bilinum, frammanfyri har hon arbeiðir. Ein maður oysur eina spann av vatni á framrútin á bilinum.)

MAÐUR 1 Qallunaarsuaq! Angerlarniant! Hvat er tað tú gert?! MAÐUR 1 Qallunaarsuaq! Angerlarniant! MAÐUR 2 Skíti danskarar, far heim! MAÐUR 1 Tillitoorsuaq! Nunarput utertinniaruk! MAÐUR 2 Tjóvur, vit eiga landið, gev okkum tað aftur! Halló! Aamma uanga kalaaliuvunga. Eg eri eisini grønlendingur! MAÐUR 1 Qaa! MAÐUR 2 Skíti danskarar, far heim! Lurta tit yvihøvur eftir, hvat ið eg sigi? Hví skuldi eg verið danskari, bara tí at eg arbeiði her? MAÐUR 2 Hvussu kanst tú kalla teg grønlending, tá ið tú og fyritøkan hjá tær skíta á okkara land?! Haldið upp at at eyðræna og oyðileggja okkara náttúru! Minnast tit ikki hvussu, ið tað var, áðrenn oljan kom? Arbeiðsloysi, gomul forfallin hús Síggja tit ikki at undirstøðukervi, heilsutænastan, útbúgvingarnar og nógv annað er vorðið nógv betur. MAÐUR 1 Nipangerit! Qallunaarsuaq!

MAÐUR 2 Halt kjaftin á tær danskari. (Ein vaktur kemur og biður menninar sleppa sær burtur. Treyðugt fara teir.) MAÐUR 2 (meðan teir fara haðani) Næstu ferð blaki eg kanska máling í staðin. (við vaktarmannin) Thank you. SENA TÍÐINDI Neil, hevur tú lisið tíðindini? Heldur tú, at eg lat tað fara framvið? At Grønland fær loysing? Hvat skal tað vera gott fyri? Heimsins lond eru jú ikki longur óheftar eindir. Øll lond arbeiða yvir um gomul mørk. Bæði tá tað snýr seg um orku, vørur og hernaðarmál. Hvussu skal vera við verjuni av okkum, um vit knappliga fáa loysing? Og hvør skal hava rætt til grønlendskan ríkisborgaraskap? Um Kalaallit Partiiat hevði fingið sín vilja, so høvdu nógv útlendsk arbeiðsfólk verið noydd at farið av landinum. Hvør skal so gera teirra arbeiði? Tað kemur eisini at raka okkum. Hvønn okkum? Danskarar? Hvør fær loyvi at vera verandi? Pápi tín skuldi ongantíð verið blakaður út bara vegna tjóðskap. Hann hevur jú búð her mesta partin av lívi sínum! Og sjálvandi skuldi tú fingið grønlendskan ríkisborgararætt.

Heldur tú veruliga tað? Tú veist hvat Kalaallit Partiiat heldur um danskarar og fólk av grønlendskum-donskum uppruna. Um teir høvdu meirlutan í eini nevnd fyri ríkisborgararætt, høvdu vit øll fingið fótin. Og ikki bert úr arbeiðinum. Rætt hevur tú. Hajja! Í morgun vóru teir menn uttanfyri, har eg arbeiði, og oystu vatn á bilin hjá mær og róptu, at eg skuldi fara heim. Og tað hjálpti einki, at eg segði, at eg var grønlendingur akkurát sum teir. Tramans idiotar! Eg eri ikki so uppøst longur. Eg eri grønlendsk. Eg eri jú ikki danskari. Hvussu kanst tú siga tað? Men góðasti, at eg ikki eri danskari, er ein staðfesting. Eg eri fødd og uppvaksin í Grønlandi við grønlendskum foreldrum. Eg hugsi og uppføri meg á grønlendskum, sjálvt um eg havi búð eina tíð í Danmark. Tað merkir ikki, at eg sigi, at tað er nakað ringt at vera donsk. Eg eri eisini føddur og uppvaksin í Grønlandi. Men hóast tað, so hava fleiri sagt við meg, at eg ikki eri grønlendingur. Men eg havi ongantíð kent meg heima í Danmark heldur. So hvat eri eg? Hetta hevur tú ikki sagt nakað um fyrr. Eg havi ikki hugsað nó nógv um tað fyrr. Tað er tosið um tjóðskap, og hvør, ið sleppur at búgva hvar, sum hevur fingið meg at hugsa. Fólk eru bara øvundsjúk, bert tí vit eiga pengar. Um tey so gjarna høvdu vilja forvunnið sær meiri pengar, so høvdu tey bara kunnað fingið sær ein ordiliga útbúgving. Jú, men tað eru jú ikki øll, ið hava ráð at fáa sær eina hægri útbúgving. Kanska hava tey ikki havt møguleika til tað. Øll eru jú ikki so væl fyri innan tað akademiska sum tú og eg.

Hevur tú viljan, so klárar tú alt. Nei, tað eru ikki øll, sum bara klára alt, sjálvt um tey hava sett sær tað fyri. Fyri tað um tú hevur sjálvsálit, merkir tað ikki, at tú kanst vænta tað sama av øllum øðrum. Jú, sjálvandi kann eg tað! Nei, tað kanst tú ikki. Og tú mást geva mær rætt í, at tað er órættvíst, at fólk, ið ikki hava júst røttu útbúgvingina, hava so vánaligar umstøður í dag. Jú, men Onki men. Tað eru ikki øll, ið kunnu fara til Barbados at ferðast. Fólk hava enn ikki ráð at verða búgvandi í íbúðunum hjá foreldrunum, og tað er ikki bara teirra egna skuld. Hvat so, heldur tú ikki at vit skulu fara? Tað var ikki tað, eg meinti. Sjálvandi fara vit. Hann hevði rætt. Hví skuldi eg hava so góða løn, tá ið onnur illa fingu endarnar at røkka saman? Eg føldi, at hann hevði prikað í eina ásannan, sum eg hevði krógvað væl, eisini fyri mær sjálvari. Men hvat skuldi eg gera við alt? Eg var akademikari, ikki politikari. Eg var ikki før fyri at loypa upp og greiða alt við einum gandastavi. Orðini hjá Neil píndu áhaldandi. Nakrar dagar seinni koyrdi eg gjøgnum stórtunnilin til Akia Flogvøll. Beint áðrenn eg kom fram, bar eg eyga við frákoyringina móti Maniitsoq. Eg mintist eina vikuskiftisferð hagar í bili saman við Neil, tá ið vit akkurát vóru farin at ganga saman. Eg hugdi við longsli eftir frákoyringini, men noyddist at snara inn móti flogvøllinum, tí eg skuldi fara eftir tveimum amerikanarum, sum komu á eina skjóta vitjan á Nuukdeildini hjá oljufelagnum. Teir arbeiddu við somu verkætlan sum eg, so eg hevði fingið boð um at fara eftir teimum. Teir vóru spentir, tí hetta var fyrstu ferð, teir vóru í Grønlandi. Vit høvdu tó ikki koyrt leingi, so sást týðiliga, at teir vóru vónbrotnir. I thought Greenland was supposed to be beautiful, segði annar og eygleiddi ta sosialu íbúðabyggingina í Akia, har tey fyrstu teknini um forfall longu sóust. Akia var eisini so helvitis flatt, hugsaði eg við mær sjálvari.

Just wait until you can see Nuuk and the surrounding mountains! segði eg, og teir sóu báðir eitt sindur vónríkari út. Beint áðrenn tú koyrdi inn í stórtunnilin, var ein brekka, og tá ið vit komu heilt niðaná, og Nuuk dagaði undan, hoyrdi eg teir hugtiknar kikka eftir ondini. I take my words back. It is beautiful, varð sagt, og eg smílti til teirra í bakspeglinum. Amerikanararnir fóru avstað aftur nakrar dagar seinni. Teir høvdu latið eitt munagott íkast til mítt framhaldandi arbeiði. Nakað seinni byrjaði valstríðið. Tað stóra evnið var sum vera man sjálvstýri. IA og Siumut vardu framvegis ríkisfelagsskapin, meðan tann argasta mótstøðan var umboðað av Kalaallit Partiiat. Ein av døgunum sá eg eitt av teirra valevnum, sum geylaði sín boðskap út í sjónvarpinum. Her eru ov mong útlendsk starvsfólk, segði hann. Oljuserfrøðingar fáa ov høga løn, og tað fara vit at broyta - Kalaallit Partiiat hevur kravt tað leingi! Eg mundi dottið uppeftir, og hann helt fram: Eg lovi, at verði eg valdur, skulu øll hava somu løn uttan mun til útbúgving, tí tað hava vit ráð til. Eg eri til dømis sjálvur útbúgvin innan skrivstovuøkið. Eg havi tikið eina útbúgving eins og jarðfrøðingarnir hava. Hví fái eg so ikki ta somu lønina? Eg havi ikki ráð at búgva í tí gamla býarpartinum hjá foreldrum mínum, og prísurin á matvørum er ov høgur. Eg veit, at mong onnur eru í somu støðu sum eg, og hetta er tað, vit krevja: Tað skal løna seg at arbeiða. Latið okkum vísa heiminum, hvussu vælferð eigur at verða skipað. Latið øll starvsfólk í Grønlandi fáa somu løn. Eg undraðist meir og meir. Hvat í allari víðu verð, segði eg út í tóman heim. Eg hugsaði um avleiðingarnar av hansara boðskapi. Tað gjørdi meg spinnandi óða. Eg og aðrir jarðfrøðingar høvdu verið undir útbúgving í átta long ár, um studentaskúlin varð roknaður uppí. Hann hevði kanska havt fýra ár á handilsskúla, og helst nakað av starvsvenjing eini tvey ár. Tað vil siga, at tá ið eg var sperd av próvtøku og ikki fekk sovið, tí eg skuldi skriva høvuðsuppgávu, kundi hann hugna sær við løntum arbeiði. Og fyri alt tað arbeiddu skrivstovufólk bara 37 tímar um vikuna orsakað av teirra stak góða sáttmála. Eg arbeiddi nógv fleiri tímar enn tað. For helviti. Hvussu kundi tú samanbera yrkisgreinir og halda uppá, at tær vóru líka. Um hansara uppskot varð samtykt, fór eingin at tíma at fara undir langan hægri lestur. Hvør skuldi so arbeiða fyri Grønland í framtíðini? Alt hetta var farið at níva meg, so eg royndi at sissa meg sjálva við, at hann ongantíð fór at fáa nóg nógvar atkvøður til at koma í nakra stjórn. Men sum valstríðið leið, varð greitt, at tey illa løntu høvdu fingið nóg mikið av sínum hørðu lívskorum, og tey byrjaðu at rópa upp í miðlunum. Mótstøðan og kritikkurin harðnaðu, meðan tey, sum á skynsaman hátt førdu próvgrundir fram fyri at verða verandi í ríkisfelagsskapinum vórðu hunddálkað og skammað út. Meðan tónin gjørdist ljótari, royndi eg at halda mótinum uppi við at hugsa, at av tí at Kalaallit Partiiat ikki hevði fingið nóg nógvar atkvøður á teimum seinastu valunum, fóru tey neyvan at tey fáa tað nú. Tað, sum ørkymlaði meg mest við hesum orðaskifti, var, at eg partvíst var samd við teirra aðalmáli: Tað var órættvíst, at vanligir borgarar í Grønlandi ikki høvdu nóg mikið til dagin og vegin. Men merkti tað, at fólk við styttri úbúgving og lættari arbeiði enn eg skuldu hava somu løn? Hóast eg helt fólk hava ov vánalig kor, var svarið nei.

Eg var púra vís í, at ójavnin var úrslit av, at politikararnir gjøgnum árini høvdu tikið avgerðir, sum gjørdu meira skaða enn gagn fyri landið. Jú meira eg hugsaði um tað, meira kedd bleiv eg, og til endans royndi eg bara at skúgva tað til viks. Eitt annað, líka trupult, evni varð eisini drigið inn í valstríðið, og tað var málið. Hvat skuldi málið vera í Grønlandi? Í dag fór alt okkara arbeiði fram á enskum, hóast tað fyrr hevði verið danskt. Men enn vóru fólk úr Kalaallit Partiiat, sum kravdu, at um tú vildi búgva í Grønlandi, skuldi tú eisini duga at tosa grønlendskt. Tey hildu somuleiðis, at málið á arbeiðsplássunum skuldi vera grønlendskt burturav. Trupulleikin var bara, at nógvir av okkara starvsfeløgum ikki búðu í Grønlandi, men at vit samstarvaðu við teir gjøgnum alnetið í staðin. Har brúktu vit enskt, tí tað var eitt altjóða mál. Eg dugdi tí ikki at síggja, at tað bar til at seta grønlendskt inn sum einasta mál á arbeiðsplássunum. Onnur valevni úr flokkinum vóru uppaftur meira víðgongd og róðu framundir, at fólk, sum ikki tosaðu grønlendskt, ikki hoyrdu heima í landinum, heldur ikki um annað av foreldrunum var grønlendskt. Hetta varð ikki sagt beinleiðis, men undirtónin var har. Eg helt annars, at henda tankagongd langt síðan var avoldað. SENA DØGURÐI VIÐ Er tað ikki for vánaligt, hvat fólk fáa seg at siga alment? Hvør? Kalaallit Partiiat! Mm. Respektleyst! For galið, at man má duga grønlendskt bara fyri at kunna búgva her. Hvussu kanst tú gera av tjóðskapin hjá fólk út frá málførleikanum hjá teimum!? Mm. Men góðasta, gevur tú mær ikki rætt? Sjálvandi geri eg tað!

Málið er ikki tað, ið hevur størstan týdning í heiminum, og hóast alt so eri eg grønlendingur. Í hvussu so er, kenni eg meg so. Fólk, sum eru lík og hugsa á sama hátt, eru nógv betur mátistokkur fyri at hava sama tjóðskap, enn bert at hava málið til felags. Tað minnir meg um ein tíma í grønlendskum í studentaskúlanum. Vit komu ongantíð fram til, hvat tað var at vera grønlendingur. Sjálvandi haldi eg, at tú ert líka grønlendskur sum øll onnur, men tá tað er sagt, so haldi eg kortini, at málið hevur týdning. Men tú heldur væl ikki, at tað hevur størstan týdning? Tað havi eg ikki sagt heldur. Men tú skilur grønlendskt rættiliga væl, og eitt sindur dugir tú eisini at tosa. Jú, jú, men er tað nóg mikið? Hvat meinar túm tað er klárt, at tað er nóg mikið? Tað halda ikki øll í hesum landinum. Tað merkir tú jú sjálv. Tey halda, at tú skalt ikki tosa nakað annað enn grønlendskt til arbeiðis, enntá ikki enskt. Hvussu skalt tú kunna samstarva við onnur lond? Tað er líka mikið hvat, ið onnur halda. Tað sum hevur nakað at týða, er at tú sjálvur veist hvør tú ert. Og tað veist tú! Ella? Júúh Ella hvussu? Jú.

Tær nýtist ikki at stúra fyri hasum har við málinum. Eg kann læra teg, um so er. Eg veit nøkur orð, sum høvdu hóskað seg sera væl júst nú. Men tey mugu teskast. Kom her. Á valdegnum fóru Neil og eg til samkomuhúsið. Tað nýggja, fína samkomuhúsið stóð á sama stað sum tað gamla og æt tað sama fyri at varðveita siðin. Uttanfyri stóð ein rúgva av fólki við bannarum. Eg tók um armin á Neil, tá eg sá, hvat stóð á teimum. Farið heim!, Rich bastards! og onnur herróp av sama slag stóðu skrivað á bannarunum. Tíbetur var eingin, ið rópti eftir okkum, men eg nøtraði, tá ið eg sá, hvussu tey tvitin skeittu at okkum. Neil helt verjandi um herðarnar á mær. Tá ið vit høvdu atkvøtt Neil hevði atkvøtt fyri Siumut, eg fyri IA fóru vit aftur í íbúðina hjá honum, og hann ansaði eftir, hvussu kedd eg var blivin. Tað fer at ganga alt, góða. Ajornavianngilaq, segði hann. Hesi víðgongdu hava ongantíð fingið valdið fyrr. Hví skuldu tey so fáa tað nú? Eg smílti fáliga og nikkaði. Dagin eftir fekk eg ein øgiligan skelk, tá ið eg fór inn at lesa tíðindini á telduni. Tað gjørdi eg altíð sum tað fyrsta, tá ið eg møtti til arbeiðis. Tann áleypandi yvirskriftin var: Kollvelting. Niðriundir stóð: Stórsigur til Kalaallit Partiiat. Eg klikti drálandi á greinina. Har stóð svart upp á hvítt, at flokkurin ætlaði at fara eftir fullum sjálvstýri og loysing, eftir at tey høvdu fingið so stóra undirtøku. Eg leyp alt fyri eitt upp úr stólinum og tuskaði út úr bygninginum uttan eitt orð við nakran. Eg var ikki á nakran hátt før fyri at hugsa um arbeiði nú. Eg koyrdi sum svøk yvir á arbeiðsplássið hjá Neil. Óteljandi tankar mólu í høvdinum á mær, meðan eg leitaði eftir orðum. Eg hugsaði um, hvat hann hevði sagt: Um Kalaallit Partiiat fekk sett eina nevnd fyri ríkisborgararætti í Grønlandi, fór hann ikki at sleppa at verða verandi her. Og tað fór uttan iva at henda, tá ið sjálvstýrið gjørdist veruleiki. Neil sat og stardi tómliga inn í sín egna skíggja, tá ið eg kom brestandi inn á hansara skrivstovu. SENA INNI Á SKRIVSTOVUNI HJÁ S (Debora kemur brestandi inn á skrivstovuna hjá Neil. Hann situr og starir inn í ein skerm.) Nú er tað hent. Ja, tað er nokk so. Hetta er endin. Eg veri útvístur. (Kvirt.) Eg.fekk akkurát eitt hugskot. Tú veist, at eg elski eg. Og hetta broytir alt Flyt saman við mær, góðasta tú.

Men Hvussu skulu vit kunna flyta saman, um tú skjótt mást fara av landinum? Flyt til Danmarkar við mær. Til Danmarkar? Vilt tú ikki? Vilt tú ikki vera saman við mær? Tað vil eg, men Hvat hugsar tú um? Jag vil ikki flyta úr Nuuk, fara frá øllum. Her hoyri eg heima, hetta er einasta stað, har eg nakrantíð havi kent meg ordiliga heima. Eg elski mítt arbeiði, eg elski at búgva akkurát her. Tað er so nógv øðrvísi í Danmark. Eg veit, at hetta er nógv at biðja um. Tað er ikki tað sama sum bara at fara til Barbados. Nei. Tað er ein onnur ferð. Ein lívslang. Ja. Um tú verður verandi her, so koma vit ikki at vera saman. Vit hava búð í hvør sínum landi fyrr. Men tá vistu vit, at vit fóru at vera saman seinri.

Tú hevur rætt. Vilt tú ikki? Elskar tú meg ikki so høgt? Neil. So flyt við mær. Vit kunnu fáa eitt nýtt lív har. Jú. Eg vil! Ert tú viss? Ja. Vit gera tað! Vit flyta. Grønland kommer til å mangle masse kvalifisert arbeidskraft, ikke sant? spurte jeg ham en stund senere. Jo, svarte han. Men det er jo litt vanskelig å gjøre noe med det nå. Kalaallit Partiiat og regjeringen kommer til å ligge som de har redet. Jeg nikket enig, men følte samtidig at tristhet strømmet over meg. Hvem skulle ha trodd, midt i all optimismen og alle fremtidsvisjonene, at det ville ende på denne måten? At det ville gå så langt? En liten tåre trillet nedover mens jeg sørget over et splittet land og livet jeg nå ble nødt til å forlate. Og jeg kunne ikke unngå å være lei meg på samfunnets vegne, ettersom jeg selv var en del av det. Neil og jeg ventet nervøst på den nye regjeringens utspill som for alltid komt til å forandre livet vårt. Det tok litt tid før det skjedde noe som helst. Kalaallit Partiiat måtte falle inn i sin nye, uvante rolle i regjeringen og etablere orden før de kastet seg uti sine egne merkesaker. Men ikke lenge etter erklærte de selvstendighet. Tenk at det var så lett å gjøre noe man på Grønland hadde drømt om i uminnelige tider. Man kunne nærmeste høre jubelen bryte løs overalt i landet. Det var en festdag av dimensjoner, og jeg kunne ikke la være å ta del i gleden. Det bredte seg en euforisk stemning, en lettelse og glede det var vanskelig å motstå. Til tross for mine dårlige forutanelser, følte jeg meg stolt over det lille samfunnet på den store øya som trosset

omverdenens krav og grep sin rettmessige selvstendighet. Men det forandret selvfølgelig ikke det faktum at jeg ikke ville bli boende. Det var en bittersøt fest. Midt oppi alt spetakkelet gikk det nesten ubemerket hen at den nye komiteen for statsborgerskap ble dannet. Komiteen var selvfølgelig ledet av Kalaallit Partiiats folk og andre med partiboken i orden. Neil og jeg prøvde å ignorere det uunngåelige og passet på å nyte Nuuk. Tilfeldigvis var været veldig bra i den perioden, og fjorden og fjellene i sin snøkledde prakt var helt betagende. Neil fikk til slutt et utvisningsbrev fra komiteen. Jeg skrev øyeblikkelig et brev der jeg ba om å beholde mitt danske statsborgerskap og gi fra meg det grønlandske. Det tok ikke lang tid før jeg ble oppringt av en kvinne fra komiteen som ville vite om jeg faktisk mente det jeg sa. Da jeg svarte at jeg gjorde det, begynte hun å mase på at jeg skulle bli boende. Hun sa at jeg var viktig og uvurderlig for Grønland. Jeg svarte irritert at hvis de virkelig mente det, burde de ikke ha utvist halvgrønlenderne, da mange av dem var velutdannede. Det ble stille i røret. Hun ble nok fornærmet over det jeg sa. Så fortsatte hun å prøve å overbevise meg om ikke å flytte. Selv da samtalen ebbet ut, fortsatte hun å formane meg om å bli, men jeg var urokkelig. Pokker, dominerende rasshøl, tenkte jeg sint, men sa det ikke høyt. Da brevet fra komiteen kom i posten, fulgte det med en ekstra side der jeg ble bedt om å tenke meg grundig om enda en gang. Vil du virkelig gjøre det? Tenk deg om før du svarer! På selve blanketten sto det: Jeg vil oppgi mitt grønlandske statsborgerskap. jeg krysset ja og sendte det tilbake i en konvolutt. Like før jeg stakk brevet i postkassen, angret jeg nesten, men jeg hadde allerede tatt mitt valg. Dagen for avreisen begynte med å være overskyet og blåsete. Det var imidlertid ikke noe problem for flyene. Vi gikk om bord og fant plassene våre, og jeg forestilte meg hvordan Grønlands fremtid kom til å se ut. Oljefondet ville nok redde landet, men det kom til å skade økonomien og samfunnet alvorlig at så mange folk ble tvunget til å reise bort. Forholdene kom til å bli kaotiske. Det begynte å snø, og mens vi ventet på takeoff, falt snøen tettere og tettere. Da vi lettet og fløy over Nuuk, var det nesten storm. Veldig symbolsk, tenkte jeg, etter som sikten ble dårligere, til Nuuk forsvant under skyene. Et politisk uvær ventet Grønland, og selv om jeg følte at jeg kunne ha bidratt til samfunnet, var jeg også lettet over å slippe unna i tide. Den dårlige samvittigheten naget meg, og jeg hadde litt problemer med å innrømme for meg selv hvor lettet jeg var. Ikke desto mindre fikk mine indre kvaler tårene til å trille lydløst. Vi må prøve å se lyst på det nå, minnet Neil meg på og tok meg i hånden. Han hadde rett. Vi visste ikke om det virkelig kom til å gå så dårlig som vi forutsa. Kanskje kom samfunnet til å gjenoppstå, som Fugl Føniks gjenoppstår fra flammene, sterkere enn noen sinne. Det håpet jeg virkelig. Men jeg klarte ikke å tro helt på det.

Solen skinte på flyet vårt, jeg kikket ned på skyene, og for å holde motet oppe, tenkte jeg for meg selv: World, here I come.