Lestrarhandbók fyri námsfrøðinga- og læraralesandi

Like dokumenter
Gips venjingar - tá armurin er brotin

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Hin synoptiski trupulleikin

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

ZETA a r c h i t e c t s

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Undirvísingarfrágreiðing

Sankta Frans skúli Vígdur 8. des.1933

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar september 2010

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Sethús Høgabø 8, Vágur

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðar afelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Fróðskaparsetur Føroya University of the Faroe Islands

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Undirvíngarfrágreiðing

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Nr. 18 juli 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Uppskot. til endurskoðan av BSc-útbúgvingini í lívfrøði. á Fróðskaparsetri Føroya

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Heimsins nalvi í Hósvík

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Tilboð Prísir út fyri eindunum eru uttan mvg. Vatnsoyra Snikkaravirki pf. Vatnsoyra Snikkaravirki pf.

Undirvísingarfrágreiðing

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Anti-doping og eg. - ein hondbók um mannagongdir og leiðreglur. Umbróting, repro og prent: Hestprent

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

Tórshavnar Kvøld-, Ungdómsog Listaskúli 2011/2012

Vøkstur og Virksemi átøk til at skapa búskaparligan framburð

Kostráð í sambandi við hjarta- og æðrasjúkur

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til. Løgtingslóg um Etiskt ráð

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Orka og orkupolitikkur

Nr. 21 Juli 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Hvussu at standa sterkur í storminum

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Árg. 19 Nr sunnudagur 28. mai VÍKINGUR SKÁLA

Tú alfagra land mítt. tjóðsangurin og søga hansara

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tvídráttur heimsveldanna

Eingin fjølmiðlaetikkur

ELDRI. Landsfelag Pensjónista. Limablað, útgáva 2

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2011

Transkript:

Hansina Iversen Lestrarhandbók fyri námsfrøðinga- og læraralesandi 2016-2017 Frælsið 20 Postrúm 348 Tlf. +298 352500 nad@setur.fo

Yvirlit Handbókin... 1 Kort av Námsvísindadeildini... 2 Hent at vita um Námsvísindadeildina... 5 Kunning... 6 Skrivstovur... 6 Lestrarstuðul... 6 Matstovan... 7 Kostnaðir... 7 Útbúgvingarnar... 8 Námsfrøðingaútbúgvingin... 8 Læraraútbúgvingin... 9 Ársyvirlit... 10 Heystið 2016... 10 Várið 2017... 11 At vera lesandi... 12 Fulltíðarlestur og møtiskylda... 12 Undirvísing og lestur... 12 Góð lestrarsiðvenja... 13 Útbúgvingarnar... 13 Uppgávusløg og metingarhættir... 14 Bókasøvn... 15 Teldur og tøkni... 16 Lestrarvegleiðingin... 16 Starvsfólk... 17 Starvsfólk Navn Arbeiðsøki t-postadr. Janus Jensen - dekanur, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina janusj@setur.fo Annika Antoniussen útbúgvingarleiðari fyri pedagogútbúgvingina, skúlabúgving/innskúling annikaa@setur.fo Louise M. Carlsen - Phd.-lesandi, støddfrøði Noomi í Dali - handarbeiði noomid@setur.fo Dagbjartur Debes - søga og bókasavn dagbjarturd@setur.fo Lydia Didriksen - grundskeið fø lydiad@setur.fo Annika í Garði - kreativa breytin annika.gardi@skulin.fo Poul F. Guttesen - lívsásk/siðalæra, vísindaásst. poulfg@setur.fo Jóhannes Eysturdal - húsavørður johannese@setur.fo Anna Gásadal - starvslærusamskipari annag@setur.fo Hans Harryson - Phd.-lesandi, undir.& læring hansh@setur.fo Sjúrður Hansen - kreativ breyt sjurdurh@setur.fo Súsanna Holm - serøkið sus_0308@hotmail.com Hanne Jacobsen - bókmentir, idésøga hanne.jacobsen@skulin.fo Ivonna Johansen - sálarfrøði/námsfrøði Ivonna72@hotmail.com Harald W. Knudsen - støddfrøði hwk@olivant.fo Katrin av Kák - sernámsfrøði katrink@setur.fo Karolina Matras - mál- og lesidid. sálarfrøði karolinam@setur.fo Jonhard Mikkelsen - grundskeið fø. jonhardm@setur.fo Mikkjal Mikkelsen - vísindaástøði, nat.breyt mikkjalm@setur.fo Terji Mikkelsen - húsavørður terjim@setur.fo Johannes Miðskarð - námsfrøðilig leiðsla johannesm@setur.fo Marita G. Nielsen - enskt maritagnielsen@gmail.com Ása Olsen - deildarskrivari asao@setur.fo Erla Olsen - nat.breyt erlao@setur.fo Vár í Ólavsstovu - móðurmálsnámsfrøði vario@setur.fo Paulina Poulsen - lestrarvegleiðari paulinap@setur.fo Sjúrður J. Ravnsfjall - kt-samskipari sjr1911@gmail.com Rósely Reynstind - skrivstovufólk roselyr@setur.fo Rúna í Skála - skúlab/innsk., undirv.&læring runais@setur.fo Sigrid Vesturgarð - smábarnaped. sigridv@setur.fo Kalpana Vijayavarathan - Phd.-lesandi kalpanav@setur.fo 17

Teldur og tøkni Í lon 5 eru fleiri teldur, ið lesandi kunnu nýta. Við lestrarbyrjan fáa øll lesandi útflýggjað brúkaranavn og loyniorð, sum gevur atgongd til telduskipanina. Skrivstovan Skrivstovan er í lon 5 og er opin gerandisdagar frá kl. 8.30-12.00. Telefonavgreiðsla er kl. 9.00-15.00. Á skrivstovuni fáa tit tilfar til innbinding o.a., har keypa tit atgongd til prenting og kopimaskinur. Tilfarssøvnini vera løgd á tykkara stevnu í samráð við undirvísaran. Um tit broyta eftirnavn, bústað, telduadressu ella telefonnummar skulu tit siga frá á skrivstovuni. Setursskrivstovan Setursskrivstovan heldur til í J.C. Svabosgøtu 14. (Tlf. 352 500, setur@setur.fo) Setursskrivstovan umsitur innskriving og próvtøl hjá øllum lesandi á setrinum. Øll lesandi skulu skrivast inn á hvørjum ári. Innskrivingin kann avgreiðast á skrivstovuni á NÁD. Lestrarkort fæst, tá innskrivingin er avgreidd og mynd er tikin. Nærri verður lýst við uppslagi um myndatøku. Um lesandi hava tørv á avriti av próvtølum, skulu tey seta seg í samband við setursskrivstovuna, provbok@setur.fo Handbókin Góðu lesandi. Hjartaliga vælkomin á Fróðskaparsetur Føroya/Námsvísindadeildina. Vónandi verður lestrartíðin góð, stimbrandi og lærurík. Henda handbók er ætlað at geva tykkum eitt lætt og greitt yvirlit yvir lestur tykkara á deildini, og um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri lesturin. Eitt sindur um hvussu handbókin er skipað: Fyrst eru nakrar hentar upplýsingar um deildina. Síðani eru útbúgvingarnar á deildini lýstar. Fyri at tit kunnu fáa eina so góða byrjan á lestrinum sum møguligt, hava vit savnað nøkur góð ráð um at vera lesandi á einum hægri lærustovni. Eisini er eitt yvirlit yvir teir vanligastu eftirmetingarhættirnar. Bóklingurin endar við ymsum upplýsingum um lestrarumstøður og -amboð, so sum bókasavn og tøkni, ið eru til taks á deildini. Aftast er eitt yvirlit yvir starvsfólkini. Lestrarvegleiðingin Lestrarvegleiðingin heldur til í innasta rúminum í stovu 53. Lestrarvegleiðingin er vanliga opin Mánadag til hósdag kl. 9 14 annars eftir avtalu við lestrarvegleiðaran Paulinu Poulsen á paulinap@setur.fo ella tlf: 299414. 16 1

Kort av deildini Námsvísindadeildin ovara hæddin Lestrarmøguleikar á Námsvísindadeildini og í nærumhvørvinum Bókasøvn Bókasavnið á deildini hevur eitt breitt úrval av bókum um arbeiðsøkið hjá lærarum og námsfrøðingum, og eisini aðrar fakbókmentir. Bókasavnið er ein týdningarmikil liður í lestrinum, og tí er umráðandi, at lesandi gagnnýta tað. Bókasavnið er opið í vanligari skúlatíð. Eitt yvirlit yvir, nær bókavørður er á bókasavninum, hongur á rútinum vinstrumegin hurðina á bókasavninum. Í august mánaði fáa lesandi lánarakort. Lánitíðin er ein mánað í senn. Er bókavørður ikki til staðar, tá ið lænt verður, ber til at brúka sjálvlánið. Bøkurnar á bókasavninum eru talgilt skrásettar, og tú kanst leita eftir bókum á http://fao.elibdrift.dk/fao-lararaskulin (eitt leinki til bókasavnsgrunnin er á heimasíðuni). Fleiri onnur bókasøvn, t.d. Landsbókasavnið, bókasøvnini á Fróðskaparsetrinum og Býarbókasavnið, eru eisini skrásett í hesum grunni. Onnur bókasøvn, ið lesandi hava atgongd til, eru m.a.: Landsbókasavnið: www.flb.fo Nám: www.nam.fo Býarbókasavnið: www.bbs.fo Á bokasavn.fo eru leinki til øll bókasøvn í Føroyum. Aðrir áhugaverdir leitigrunnar eru: http://www.dpb.dpu.dk (Danmarks Pædagogiske Bibliotek) www.bibliotek.dk 2 15

Uppgávusløg og metingarhættir Ymsir metingarhættir vera nýttir í sambandi við lestur á deildini. Eftirmeting fer fram í bólki ella einsæris. Hetta verður kunnað um í skeiðslýsingunum og lesiætlanunum til hvørt skeið. Teir metingarhættir, sum vit serliga nýta, eru: Stórar og smáar spurdómsstýrdar uppgávur Stórar og smáar skrivligar uppgávur við ásettum uppgávuorðingum Fakligar ritroyndir Synopsur Verkligt arbeiði Munnligar framløgur við og uttan opponering Munnligar próvtøkur Loggbøkur Starvslæra Lesandi fáa gjøllari vegleiðing um ymisku uppgávusløgini, áðrenn uppgávurnar skulu gerast. Ein góð og praktisk bók um, hvussu ein uppgáva verður skrivað, er Den gode opgave eftir L. Rienecker og P.S. Jørgensen. Útgivið hevur Forlaget Samfundslitteratur í 2012. Ymiskt um uppgávuskriving verður eisini lagt út á heimasíðuna hjá deildini, ið er at finna á www.setur.fo. Vísindaligir tekstir eru høvuðsgrundarlagið undir øllum skrivligum uppgávum. Hvørja ferð, tekstir verða brúktir, skulu kelduávísingar verða settar upp. Kelduávísingarnar verða settar upp eftir APA tilvísingarlistanum, sum er á heimasíðuni www.setur.fo, trýst á Til studentar og síðani á studentasíðuna hjá Námsvísindadeildini. Eftirmetingarúrslitið er annaðhvørt staðið/ikki staðið ella eitt próvtal. Próvtøl verða givin eftir galdandi próvtalsstiga. Um lesandi ikki standa eina próvtøku, er møguleiki at royna umaftur. Lesandi kunnu royna umaftur tvær ferðir. Søkjast kann um góðskriving (merit) tvær ferðir um árið 20. august og 1. mars. Meir fæst at vita um hetta við at venda sær til lestrarvegleiðingina. 1. Íbúð 2 (miðíbúðin) 2. Skrivstovur, lærarar 3. Bókasavnið 4. Aulan 5. Dekanur/útbúgvingarleiðarar, skrivstova 6. Skrivstova skúlans 7. Lærarastovan 8. Stova 52 9. Rúm 53, innara rúmið: lestrarvegleiðingin uttara rúmið: arbeiðsrúm hjá lesandi/lærarum 10. Stova 54 11. Stova 55 12. Stova 56 13. Starvslærusamskipari, skrivstova 14. Evnisstovan 15. Alisfrøði, royndarstova 16. Alisfrøði, stova 17. Evnafrøði, royndarstova 18. Lívfrøðistovan 19. Stova 62 20. Stova 63 21. Stova 64 22. Høli til tónleikaamboð 23. Sangstovan 24. Fimleikarhøllin 14 3

Námsvísindadeildin niðara hæddin Góð lestrarsiðvenja Leggið tykkum eftir at møta til tíðina. Teldan er eitt hent amboð í lesnaðinum, men tað er ringur siður at sita og spæla spøl, reika á netinum, kjatta o. líkn. undir fyrilestrum. Minnist eisini til at rudda upp eftir tykkum aftan á fyrilestrar. 26 Matstovan 27 Heimkunnleiki 28 Drama 29 Smíðstovan 30 Fimleikarhøllin Útbúgvingarnar Á Námsvísindadeildini eru tvær útbúgvingar: læraraútbúgving og námsfrøðingaútbúgving. Læraraútbúgvingin hevur verið síðani 1870 og námsfrøðingaútbúgvingin frá 1986. Føroya læraraskúli er upprunaliga danskur, men varð yvirtikin av Føroya landsstýri í 1988. Í 2008 varð Føroya læraraskúli lagdur saman við Fróðskapasetri Føroya og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Samstundis broyttust útbúgvingarnar til B.Ed. lestur (bachelorútbúgvingar), sum eru skipaðar eftir Bologna tilgongdini við ECTSstigum. Í 2012 skifti Føroya læraraskúli navn til Námsvísindadeildin. Bygnaðarliga er Námsvísindadeildini nú saman við Føroyamálsdeildini og Søguog Samfelagsdeildini - partur av megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Útbúgvingarnar eru 4- ára B.Ed. útbúgvingar. Á síðu 8 og 9 eru yvirlit yvir útbúgvingarnar. Til hvørt skeið hoyrir ein ECTS- skeiðslýsing og ein nágreinilig lesiætlan. Í lesiætlanini verður kunnað um mál og innihald, bókmentalista, undirvísingarhættir og undirvísarar, vegleiðing og eftirmetingarhættir, innlatingartíð og stað og slag av eftirmetingarúrsliti. 4 13

At vera lesandi Hent at vita um námsvísindadeildina Fulltíðarlestur og møtiskylda Útbúgvingarnar á Námsvísindadeildini eru fulltíðarlestur, hetta merkir, at lesandi skulu rokna við at brúka 40 tímar um vikuna at lesa, granska, skriva, ganga til fyrilestrar, bólkaarbeiði o.a. Á deildini er møti- og luttøkuskylda, hetta merkir, at lesandi hava skyldu at koma til fyrilestrar og aðra skipaða undirvísing og at vera virkin í bólkaarbeiði o.líkn. Fert tú í farloyvi ella ætlar at gevast við lestrinum skalt tú fyrst venda tær til lestrarvegleiðingina. Minst til at útfylla oyðublað til próvbókina og til Studna, og at gera avtalur við skúlan/lærararnar um próvtøkur og ECTS virðini. Kunning Heimasíðuna hjá Námsvísindadeildini finnur tú á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum (www.setur.fo). Her eru nógvar hentar upplýsingar, t.d. skeiðsyvirlit. Her verða almenn boð, kunning og tíðindi, ið eru viðkomandi fyri starvsfólk og lesandi, løgd út. Tí er tað týdningarmikið at hyggja inn á heimasíðuna við jøvnum millumbilum. Undirvísing og lestur Ein týðandi munur ímillum at vera næmingur á einum fólka- ella miðnámsskúla og at vera lesandi á einum hægri lærustovni er, at stórur dentur verður lagdur á sjálvstøðugan lestur, og tí eru lutvíst fáir tímar skipaðir sum undirvísing í eini floksstovu. Vanliga eru umleið 12-15 skúlatímar um vikuna í skipaðari undirvísing. Harafturat skal roknast við nøkrum tímum í bólkaarbeiði, o. líkn. Á flestu skeiðunum hjá 1. árs lesandi eru tríggir undirvísingardagar og tveir lesidagar. Lesandi fáa eina lestrarskrá við hvørja skeiðsbyrjan. Hinir 20-25 tímarnir um vikuna eru ætlaðir til sjálvstøðugan lestur, at lesa pensum, skriva uppgávur, fyrireika seg til próvtøkur o.líkn. Lesandi skulu ikki vænta at standa eitt skeið, um tey ikki seta hesa tíð av til lesturin. Ein grundleggjandi táttur í hægri lestri er, at útbúgving er ikki nakað onnur hava skyldu at geva einum. Lesandi koma á hægri lærustovnar at ogna sær sjálvum kunnleika og førleikar. Hetta setir stór krøv. Ein fortreyt fyri at fáa væl burtur úr lestrinum er, at lesandi arbeiða sjálvstøðugt og frá fyrsta degi leggja sín egna lestur til rættis og seta tíðina av, ið krevst til tess at gerast ein góður námsfrøðingur ella lærari. First Class stevnurnar. Øll lesandi fáa við lestrarbyrjan útflýggjað teldupostaddressu, brúkaranavn og loyniorð. First Class verður brúkt sum samskiftisamboð millum lærarar og lesandi. Hvør flokkur hevur eina stevnu á First Class, har kunning og boð til allan flokkin verða løgd. Lesandi kunnu ikki taka sum givið, at deildin samskiftir við tey umvegis aðrar privatar teldupostadressur. Tí eiga tey lesandi at kunna seg á First Class stevnuni dagliga. Endamálið við øllum stevnunum floksstevnum og lærugreinastevnum við tilhoyrandi undirstevnum og -skjáttum er at veita lesandi og lærarum ein samskiftispall, sum serliga er ætlaður til fakligt, skrivligt samskifti í sambandi við útbúgvingina á Námsvísindadeildini. Harumframt er sjálvsagt eisini møguleiki at brúka pallin til annað samskifti, sum er viðkomandi fyri flokkin, lærugreinainnihald ella smærri bólkar. Alt samskifti skal vera orðað á sømuligan hátt, so onnur við atgongd til stevnuna ikki kenna samskiftið ósømiligt, ærumeiðandi el. líkn. Lesandi hava atgongd til floksstevnur, lærugreinastevnur og bólkastevnur, ið eru teimum viðkomandi. Lærarar hava atgongd til allar stevnur. 12 5

Lestrarstuðul Lesið um stuðulsmøguleikar á www.studni.fo. Á hesi síðuni eru upplýsingar og umsóknarbløð, sum tær tørvar fyri at søkja um lestrarstuðul. At søkja um studning umvegis Mínboks (www.minboks.fo) er skjótari og lættari fyri allar partar. Møguligt er eisini at søkja um lestrarstuðul á pappíri. Um umsóknin verður send talgild, skulu øll skjøl skannast og sendast við. Tað minkar um avgreiðslutíðina hjá Studna, um øll skjøl vera send saman (til barnastudning: dóps-/navnabræv, p-tal hjá barni/børnum og bústaðarváttan, sum er váttan um at tann lesandi býr saman við barninum/børnunum). Av tí at lesandi á Námsvísindadeildini fáa hægra studningin, er ikki neyðugt við leiguváttan og vígslubrævi. Umsóknarblað til lestrarlán kann ikki skrivast út av netinum, men fæst á skrivstovuni. Tann lesandi eigur at lesa Vegleiðing til lestrarstuðul skúlaárið 2016/2017, sum fæst á heimasíðuni (http://www.studni.fo/get.file?id=13671), pkt. 9 er um upplýsingarskyldu og ábyrgdina hjá tí lesandi. Strandferðslukort Lesandi, sum hava bústað uttanfyri Tórshavn, kunnu bíleggja ferðakort á kort.ssl.fo. Fylg vegleiðingini niðast á síðuni (5. Trýst her!) fyri at bíleggja ferðakortið. Tá tú hevur útfylt umsóknarblaðið, verður umsóknin send til skúlin sum góðkennir, at tú ert skrásettur lesandi. Strandfaraskip Landsins fær umsóknina, og kortið verður prentað. Várið 2017 Jan. Febr. Mars Apríl Mai Juni 1 Vika 18 2 Fø-mat (læ) 3 Vika 14 Nám/did (p) 4 Vka 1 Fø-mat (læ) 5 Sálfr. (ped) Vika 6 Vika 10 Nám/did (p) Vika 23 2. hvítusunnud. 6 Fø-mat (læ) Fø-mat (læ) Uppg.(lær) 7 Nám/did (p) Nám/did (p) Nám/did (p) 8 Vika 2 Vika 19 9 Fø-mat (lær) Fø-mat (læ) 10 Sálfr. (ped Vika 15 Nám/did (p) 11 12 Vika 7 Vika 11 Páskafrí Dýribiðid. Vika 24 13 Fø-mat (læ) Fø-mat (læ) Próvtøka (læ) 14 Nám/did (p) Nám/did (p) Nám/did (p) 15 Vika 3 Vika 20 16 Fø-mat (lær) praktik (læ) 17 P Sálfr. (ped Vika 16 Nám/did (p) 18 Fø-mat (læ) 19 Vika 8 Vika 12 Nám/did (p) Vika 25 20 Fø-mat (læ) Fø-mat (læ) 21 Nám/did (p) Nám/did (p) 22 Vika 4 Vika 21 23 Fø-mat (lær) praktik (læ) 24 Nám/did (p) Vika 17 Nám/did (p) 25 Flaggd. Kr. Himmlf. 26 Vika 9 Vika 13 Fø-mat (læ) 27 Fø-mat (læ) Fø-mat (læ) Nám/did (p) Summarfrí 28 Nám/did (p) Nám/did (p) Vika 22 29 Vika 5 praktik (læ) 30 Fø-mat (lær) Nám/did (p) 31 Nám/did (p) Ein týðandi partur av skeiðunum í sálarfrøði, námsfrøði og almennum didaktikki eru eygleiðingardagar og starvslæra. Læraralesandi fara í starvslæru í tríggjar vikur og námsfrøðingalesandi í 6 vikur. 6 11

Ársyvirlit yvir skeið hjá 1P og 1L í 2016-2017 Heysthálvan 2016 Aug. Sept. Okt. Nov. Des. 1 Mál-lesim.(lær) 2 Vísindaást. (ped) 3 Vika 40 4 U&L 1 (lær) 5 Vika 36 Fø.gr. (ped) Vika 49 6 U&L 1 (lær) Fø-mat (lær) 7 Lsk/siðal.(ped) Vika 45 Sálarfr. (ped) 8 Mál-lesim.(lær) 9 Vísindaást. (ped) 10 Vika 41 11 12 Vika 37 Heystfrí Vika 50 13 U&L 1 (lær) Fø-mat (lær) 14 Fø.gr. (ped) Vika 46 Sálarfr. (ped) 15 Vika 33 Praktik (lær) 16 Innleiðsla Vísindaást. (ped) 17 Vika 42 18 Mál-lesi.(lær) 19 Vika 38 Fø.gr. (ped) Vika 51 20 U&L 1 (lær) Sálarfr. (ped) 21 Fø.gr. (ped) Vika 47 Jólafrí 22 Vika 34 Fø-mat (lær) 23 U&L 1 (lær) Sálarfr. (ped) 24 Lsk/siðal.(ped) Vika 43 25 Mál-les.(lær) 26 Vika 39 Fø.gr. (ped) 27 U&L 1 (lær) 28 Fø.gr. (ped) Vika 48 29 Vika 35 Fø-mat (lær) 30 U&L 1 (lær) Sálarfr. (ped) 31 Lsk/siðal.(ped) Vika 44 *U&L 1: Undirvísing og læring 1 10 Matstovan PM+ og Uni Gullfoss reka í løtuni matstovuna. Morgunmatur fæst frá kl. 8, og døgurði frá 11:30 til 13:30. RTL Ráð Teirra lesandi (RTL) er samstarvsráð fyri øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Aðalmálið er at røkja áhugamál teirra lesandi í samstarvi við leiðslu, undirvísarar og starvsfólk annars. Sí http://setur.fo/rad-teirra-lesandi/ Stýrið fyri Fróðskaparsetrið Lesandi á Fróðskaparsetrinum hava eisini eitt umboð í stýrinum fyri setrið. Til 31/12-16 er Kolbrún í Haraldsstovu, 1.umboð og varalimur er Ingun H.Söderqvist. Meginfelag Føroyska Studenta Meginfelag Føroyska studenta (MFS) arbeiðir fyri áhugamálum hjá lesandi á hægri lærustovnum í Føroyum og hjá føroyingum, ið lesa uttanlands. Til ber at melda seg sum lim í MFS á www.mfs.fo. Kostnaðir Fleiri teldur og ein prent/kopimaskina eru á geingini. Atgongd til prenting og kopiering fæst við at venda sær til skrivstovuna. Kort à kr. 100,- kunnu keypast á skrivstovuni. Einans kontant gjald. Kostnaðurin fyri seturskúlan hjá 1. árslesandi í innleiðsluvikuni er kr. 200,- og skal verða goldin á konto 6460-1558708 mánadagin 15. aug. og í seinasta lagi mikudagin 17. aug. 2016. 7

Námsfrøðingaútbúgvingin Læraraútbúgvingin 1. ár Grundleggjandi førleikar: Námsfrøðingalesandi byrja lesturin við at ogna sær grundleggjandi lestrar-førleikar og ogna sær vitan, sum øllum tørvar, ið arbeiða við menniskjum og teirra menning. Kjarnuførleikar: Síðan savna tey seg um grundleggjandi sálarfrøðiligu, námsfrøðiligu og didaktisku vitanina og amboðini, tey fara at brúka alt yrkislívið á barnagørðum og øðrum stovnum. Seinni fara tey at royna sína vitan í verki á einum stovni. 1. ár Grundleggjandi førleikar: Læraralesandi byrja lesturin við at ogna sær grundleggjandi lestrarførleikar og grundleggjandi sálarfrøðiliga, námsfrøðisliga og didaktiska vitan, sum øllum tørvar, ið arbeiða við menniskjum og teirra menning. Fakligir førleikar: Síðani savna tey seg um grundleggjandi, didaktiska vitan í høvuðslærugreinunum føroyskt og støddfrøði og tey amboð, sum verða nýtt fólkaskúlunum í hesum lærugreinum. Seinni fara tey at royna sína vitan í verki á einum skúla. 2.ár Kjarnuøki: Lesturin á 2. ári er savnaður um ymisk faklig kjarnuøki. Fyrra hálvárið halda tey á við sálarfrøði, námsfrøði og almennanari didaktikk, men nú við áherðslu á serøkið. Seinna hálvárið eru fimm skeið: 1) Barna & ungdómsmentan, 2) kreativt námsfrøðiligt virksemi, 3) Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur og 4) Menniskja, stovnur og samfelag. 2.ár Fyrsta linjan: Á øðrum ári velja lesandi fyrstu av trimum linjugreinum ella arbeiðsøkjum fólkaskúlans at seta seg væl inn í. Tey nema sær ta fakligu vitanina, ið krevst, og fyrireika seg námsfrøðiliga og didaktiskt at undirvísa í lærugreinini. Starvslæra er partur av hesum linjulestri. Seinasti partur av øðrum ári verður nýttur at byggja víðari á og økja um sálarfrøðiligu, námsfrøðisligu og didaktisku vitanina, sum skjøtil var settur á fyrsta árið 3. ár Fyrsta og onnur linjan: Triðja árið hugsavna tey lesandi seg um tvær av trimum linjum, sum t.d. skúlabúgving, sernámsfrøði, estetiskar lærutilgongdir, smábarnafrøði, námsfrøðilig leiðsla og heilsa, kroppur og rørsla. Starvslæra er partur av hesum linjum. 3. ár Onnur linjan: Triðja árið velja tey lesandi sær ta næstu av trimum linjugreinum ella arbeiðisøkjum fólkaskúlans at seta seg væl inn í. Tey nema sær ta fakligu vitanina, ið krevst, og fyrireika seg námsfrøðiliga og didaktiskt at undirvísa í lærugreinini. Starvslæra er partur av hesum linjulestri. Seinasti partur av triðja ári verður nýttur at byggja víðari á og økja um sálarfrøðiligu, námsfrøðisligu og didaktisku vitanina frá árunum frammanundan. 4.ár Triðja linjan: Tey lesandi velja sær síðstu linjugreinina, og lestrarleisturin er tann sami sum á triðja ári. Bacheloruppgávan: Síðsti fjórðingurin av triðja lestrarári er settur av til bacheloruppgávuna, tá ið tey lesandi granska í evnum, ið eru námsfrøðini viðkomandi. 4.ár Triðja linjan: Tey lesandi velja sær triðju linjugreinina, og lestrarleisturin er tann sami, sum á triðja ári. Bacheloruppgávan: Síðsti parturin av fjórða lestrarári er settur av til bacheloruppgávuna, tá ið tey lesandi granska í evnum, ið eru viðkomandi á undirvísingarøkinum 8 9