ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Like dokumenter
ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Almenna byggisamtyktin fyri Vioareiois kommunu gr. Byggisamtyktin fevnir um aha kommununa. 2. gr. Asetingarnar i samtyktini galda:

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Sethús Høgabø 8, Vágur

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Gips venjingar - tá armurin er brotin

Hin synoptiski trupulleikin

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

ZETA a r c h i t e c t s

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Støðumeting Almennar ognir

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðar afelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

UMHVØRVISGÓÐKENNING AV SMOLTSTØÐ Í HEYGARDALSVATNI Í VESTMANNA

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Hvussu at standa sterkur í storminum

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Sjálvandi taka vit livur

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

ÁRSROKNSKAPUR FYRI. apríl 2018

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Jóhann Mortensen skrivar Andras Róin skrivar Bústaðir sum bústaðapolitiska amboðið Nýggjur samleiki Verkætlanir...

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

Eingin fjølmiðlaetikkur

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til. Løgtingslóg um Etiskt ráð

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Kirkjuligt Missiónsblað

Anti-doping og eg. - ein hondbók um mannagongdir og leiðreglur. Umbróting, repro og prent: Hestprent

Orka og orkupolitikkur

Tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar september 2010

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Alipolitikkur. Vinnumálaráðið November 2005 Heimasíða:

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Kanning av oljudálking við Flesjarnar august 2007

Verkætlanarbólkur settur av Fiskimálaráðnum at lata frágreiðing til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Transkript:

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU Seinast rættað 26. novembur 2003

KAP. I. UMSITINGARLIGAR FYRISKIPANIR 7 1. Byggivaldið 7 2. Økið, sum byggisamtyktin hevur gildið fyri 7 3. Byggifulltrúin 9 4. Byggiumsóknir 10 5. Byggiloyvi og byggiváttan 12 6. Umsiting og niðurtøka av byggingum 14 7. Trygging, meðan bygt verður 15 8. Revsing fyri brot á fyriskipanirnar í byggisamtyktini, atgonguheimild og trygging av ásetingum o.ø. 16 9. Undantaksloyvi 17 10. Kæra 18 KAP. II. FRÁRENNING, VATNVEITING OG AÐRAR VEITINGAR 19 1. Frárenning 19 2. Broytingar í frárenningum, sum eru 20 3. Vatnveiting 20 4. Fráboðanarskylda 20 KAP. III. ÓBYGDU ØKINI 21 1. Tilhaldspláss 21 2. Innrætning og umsiting av tilhaldsplássunum 21 3. Øki til bilstøðil 21 4. Atgongd frá vegi til óbygd øki 22 KAP. IV BYGGINGARFYRISKIPANDI ÁSETINGAR 23 1. Grundumráði 23 2. Ásetingar fyri 1. Grundumráði 24 3. Ásetingar fyri 2. Grundumráði 25 4. Sundurbýting av 3. Grundumráði 26 5. Ásetingar fyri umráðispartarnar A1 í 3. grundumráði 26 6. Ásetingar fyri umráðispartarnar A2 í 3. grundumráði 27 7. Ásetingar fyri A3 í 3. grundumráði 28 8. Ásetingar fyri umráðispart B1 í 3. grundumráði 28 9. Ásetingar fyri umráðispart B2 í 3. grundumráði 29 10. Ásetingar fyri umráðispart B3 í 3. grundumráði 30 11. Ásetingar fyri umráðispart B4 í 3. grundumráði 30 12. Ásetingar fyri umráðispart B5 í 3. grundumráði 30 13. Ásetingar fyri umráðispart B6 í 3. grundumráði 31

14. Ásetingar fyri umráðispart B7 í 3. grundumráði 31 15. Ásetingar fyri umráðispart B8 í 3. grundumráði 32 16. Ásetingar fyri umráðispart B9 í 3. grundumráði 32 17. Ásetingar fyri umráðispartarnar B10 í 3. grundumráði 33 18. Ásetingar fyri umráðispartarnar C1 í 3. grundumráði 33 19. Ásetingar fyri umráðispartarnar C1A í 3. grundumráði 33 20. Ásetingar fyri umráðispart C2 í 3. Grundumráði 34 21. Ásetingar fyri umráðispart C3 í 3. Grundumráði 34 22. Ásetingar fyri umráðispartar D í 3. Grundumráði 34 23. Ásetingar fyri 4. Grundumráði 35 24. Greiningar, útrokning av nýtslustigum o.a. 35 25. Viðvíkjandi hæddar- og frástøðuviðurskiftum húsanna 36 KAP. V. VEGIR 39 1. Greiningar av vegi 39 2. Um at leggja av til og gera vegir 39 3. Byggilinjur 40 4. Loyvi til at ráða yvir vegi til serliga nýtslu 40 5. Hornaavskurður og útsýnisøki 41 6. Avtøka av vegum 41 7. Girðing út móti vegi 42 KAP. VI. INNRÆTTING AV HÚSUM 43 1. Búrúm 43 2. Køkar 43 3. Eykarúm innanfyri og uttanfyri íbúðina 43 4. Íbúðir 44 5. Atgongdar- og trappuviðurskifti 44 6. Ruskrúm og tílíkt 45 7. Onnur hús enn bústaðarhús 46 8. Arbeiðsrúm 46 9. Gistingarhús og tílíkt 46 10. Bilskúr og bilskýli 47 KAP. VII. ÁSETINGAR UM KONSTRUKTIÓN 48 1. Vanlig krøv 48 2. Krøv til byggipláss 48 3. Undirstøði og kjallaragólv 49 4. Kjallaraútveggir 49

5. Útveggir 49 6. Berandi skilaveggir 50 7. Skilaveggir ið ikki bera 50 8. Skilagólv 51 9. Gólv 51 10. Tak 52 11. Takkvistar og omanljós 52 12. Tekjan 52 13. Aðrar konstruktiónir 52 KAP. VIII. BRUNAVIÐURSKIFTI 54 KAP. IX. ELDSTAÐIR, HITAVERK OG SKORSTEINAR 54 KAP. X. AVBYRGING MÓTI SLAVI 55 1. Slav, ið kemur upp frá grundini 55 2. Slevja (kondens) 55 KAP. XI. HITABJÁLVING 56 1. Vanlig krøv 56 2. Útveggir og skilarúm 56 3. Gólv og tak 57 4. Vindeygu og hurðar 58 5. Onnur hús 58 6. Arbeiðsrúm o.a: 58 KAP. XII. LUFTNÝGGJAN 59 1. Vanlig krøv 59 2. Gerð av luftræsum 60 3. Náttúrligt luftskifti 60 4. Mekaniskt luftskifti 60 KAP. XIII. ONNUR VIÐURSKIFTI VIÐVÍKJANDI BYGGING 62 1. Ljóðviðurskifti 62 2. Innleggingar 62 KAP. XIV. ÚTGANGUR 62 1. Broytingar í byggisamtyktini 62

KAP. I. UMSITINGARLIGAR FYRISKIPANIR 1. Byggivaldið 1. Byggivaldið í Tórshavnar kommunu hevur býráðið sambært løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir (byggi- og býarskipanarnevnd býráðsins). 2. Byggifulltrúin hevur býráðsins vegna eftirlit við, at byggisamtyktirnar verða hildnar, og umsitur tær. 2. Økið, sum byggisamtyktin hevur gildið fyri 1. Henda byggisamtykt hevur gildið fyri alla Tórshavnar kommunu. 2. Ásetingarnar í samtyktini galda: a. Nýggja bygging. b. Umbygging ella bygging aftrat byggingum sum eru c. Broyting í innrætting ella nýtslu av byggingum, sum eru, og sum høvdu komið undir samtyktina, um tær vóru nýbyggingar. Samtyktin er eisini galdandi fyri byggingar, sum eru, tá ið tær einstøku reglurnar beinleiðis heimila hetta. 3. Til bygging verður roknað: a. Fastar konstruktiónir og virki, sum eftir ætlanini í byggisamtyktini mugu lýsast sum bygging. b. Flytiligar konstruktiónir, eitt nú bingjur, tjøld, bátavognar ella tílíkt, tá tær eru nýttar sum bygging, ið ikki bert er fyribils. c. Tangar, kranar, flutningsbrýr, tunnlar, pallar og aðrar konstruktiónir í tann mun, sum býráðið (byggi- og býarskipanarnevndin) heldur vera nattúrligt, tá ið hugsað verður um almennan tryggleika, reglulag og heilsu, sum hesar reglur eru ætlaðar at varða um. 4. Byggingar, sum eru, mugu ikki við um- ella aftratbygging, hækkan ella á annan hátt verða broyttar, soleiðis at tær stríða ímóti galdandi reglum.

5. Skal so víðgongd umvæling ella broyting verða gjørd av byggingum, sum eru, at øll byggingin av tí í høvuðspørtum verður endurnýggja (høvuðsumbygging), skal arbeiðið um gjørligt verða gjørt soleiðis, at byggingin í øllum lutum samsvarar við tær ásetingar, ið galda fyri nýbygging. 6. Nýbygging, broytingar, um- ella aftratbyggingar og høvuðsumbyggingar skulu, umframt at vera í samsvari við galdandi byggisamtykt, eisini halda møguligar býarskipanir, serstakar byggisamtyktir, servituttir, har kommunan er átaluvald, og við lóggávu í arðamáta (sí 4 stk. 8, 2. petti).

3. Byggifulltrúin 1. Allar útstykkingar- og byggiumsóknir verða sendar býráðnum, sum síðani beinir tær til byggifulltrúan. Byggifulltrúin: a. Skal fyrileggja býráðnum (byggi- og býarskipanarnevndini) málið, um umsóknin ikki beinleiðis kann verða gingin á møti sambært byggisamtyktina, ella málið er meira víttfevnandi ella hevur principiellan týdning. Aftan á at málið er viðgjørt í byggi- og býarskipanarnevndini, skal byggifulltrúin siga umsøkjaranum frá avgerð nevndarinnar (sí tó 3, stk. 5.) b. Skal eftir avtalu við formannin fyri byggi- og býarskipanarnevndina boða nevndini til fundar til viðgerðar av teimum í 3, stk. 3, nevndu málum. c. Kann játta umsóknina, tá ið hon er innan fyri ásetingarnar fyri teimum galdandi byggi-samtyktum, og málið í aðra mátar ikki fevnir víðari ella hevur principiellan týdning (sí a.) Málið skal tó verða lagt fram fyri byggi- og býarskipanarnevndina til eftirtektar. 2. Er í einum máli talan um nýgerð ella umlegging av vegum, bryggjum, vatn-, kloakkella øðrum tekniskum leiðingum, skal ummæli fáast frá býarverkfrøðinginum, áðrenn avgerð verður tikin í málinum. 3. Í málum viðvíkjandi bygging av niðanfyrinevndum slag, skal álit frá heilsu- og brunamyndugleikum kommununnar vera til skjals hjá byggi- og býarskipanarnevndini, áðrenn byggiloyvi verður givið. a. Hús eins og stór rúm til ídnaðar- og goymsluverkstaðar ella handilsvirki. b. Kirkjur, leikhús, gistingarhús, sjúkrahús, hús ætlað til undirvísingar, framsýningar ella til stuttleika, og yvirhøvur hús ella stór høli, har nógv fólk kemur saman. 4. Byggi- og býarskipanarnevndin og byggifulltrúin nevndarinnar vegna kann krevja at fáa allar upplýsingar, sum neyðugar eru til í øllum lutum at meta um eina framlagda byggiætlan, har uppi í eftir umstøðum eina heildarbyggiætlan fyri tað virki, talan er um. 5. Avgerðirnar hjá byggi- og býarskipanarnevndini eru endaligar. Um so er, at ein ella fleiri av liminum í nevndini krevja tað, skal málið leggjast fram fyri býráðið til endaliga avgerð.

4. Byggiumsóknir 1. Bygging, umfatað av ásetingum í byggisamtyktum sambært løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, má ikki fara fram uttan skriftligt loyvi frá byggifulltrúanum er fingið til vegar. 2. Allar umsóknir, har uppi í umsóknir um loyvi til at grava fyri grund og møguligar spreingingar, til broytingar innan ella uttan sum til dømis at bróta ígjøgnum múrar (veggir) og skilarúm, seta upp eldstaðir, taka niður ella flyta hús, vega-, kloakk- og frárenningararbeiði, skulu vera sendar byggifulltrúanum. 3. Loyvi til smærri byggiarbeiði kunnu verða givin av starvsfólki, sum byggivaldið hevur givið umboð til tess. 4. Tekningar og útrokningar skulu verða gjørdar av fólki, sum eru før til tess, av byggifrøðingum, verkfrøðingum, teknikarum ella øðrum, sum byggivaldið heldur hava nóg góðan kunnleika til tess, og um tekningar og útrokningar teirra lúka tey krøv, ið vanliga verða sett til tekniska projektering. 5. Allar tekningar, planir, frágreiðingar, útrokningar o.t. fylgiskjøl hjá byggiumsókn, skulu verða dagfest, hava matr. nr. á ognini, og hann, ið uppsett tey hevur, skal skriva undir í høgra horni. Hesin hevur ábyrgd av, at tey eru fullgóð. 6. Sum fylgiskjøl við umsóknini um húsabygging skulu verða hjáløgd: a. Støðuplanur, ikki minni enn 1:1000, sum vísir stødd og skapilsi á byggigrundini, hvussu hon vendir móti gøtum og ættum, hvar og hvussu ætlað hús skulu standa, og ætlaða vatn-burturveiting. Støðuplanur skal soleiðis geva upplýsingar um verandi og framtíðar hæddarstig á grundini, og um tað verður hildið neyðugt fyri at avgreiða málið, hæddarstigini á grannagrundunum. b. Flatmyndir av húsunum í máli í minsta lagi 1:100 við áskrivaðum málum, bæði høvuðsmálum og gjøgnumgangandi stakmálum. Skilast skal til, hvat rúmini eru ætlað til. Berandi konstruktiónir skulu vera teknaðar og sperrurnar vístar, eisini skulu dyr, saniterar innleggingar o.a. verða teknaðar. c. Tvørskurðir í minsta lagi 1:50, sum neyðugir eru fyri at fáa eina fatan av húsunum, og tekningar av øllum útsíðum á húsinum. d. Frágreiðingar, sum saman við tekningum gevur fullfíggjaða og greiða lýsing av teirri ætlaðu bygging.

7. Byggifulltrúin kann skipa fyri, at stakprojekteringar saman við útrokningum skulu vera til taks og innsendar til góðkenningar, áðrenn bygging verður byrjað. 8. Umsóknir við tekningum, frágreiðingum og útrokningum - her uppi í eisini útrokning av byggistiginum ella nettonýtslustiginum - og onnur fylgiskjøl skulu verða innsendar í tveimum eintøkum og skulu hava allar upplýsingar, sum neyðugar eru fyri greitt at skilja og fáa avgjørt tað, sum søkt er um. Frávik frá lógum, samtyktum, servituttum og øðrum fyrisetanum - her uppi í møguligar býarskipanir - skulu greiniliga verða tilskilað, og samstundis skal verða upplýst um loyvi til frávik er fingið. Slík frávik eru bert roknað fyri játtað, tá tey hava verið nevnd í umsóknini, og tilskilað er í byggiloyvinum, at tað neyðuga loyvið ella undantaksloyvi er givið, sí 5, stk. 3.

5. Byggiloyvi og byggiváttan 1. Byggiloyvi skal verða givið skrivliga. Eitt makaskjal av byggiloyvinum skal verða varðveitt á skjalagoymslu býráðsins. 2. Byggiloyvið kann verða bundið av treytum, sum verða hildnar neyðugar, tá ið hugsað verður um dálking, umhvørvi og konstruktión, heruppi í innkoyring, bilstøðlar og tún, og av heildarbyggiætlan fyri økið, talan er um. Byggiloyvið kann somuleiðis verða givið treytað av trygdartiltøkum (eitt nú girðing, skorðum, skjóltaki o.ø). 3. Um so er, at í byggiloyvinum er tilskilað krav um, at ásetingar, ið ikki standa í byggisamtyktini, skulu verða lúkaðar, skulu slík krøv verða tilskilað saman við upplýsing um heimildina fyri teimum og, um so er at kravið er sett fram av øðrum valdi enn byggivaldinum, upplýsing um hetta og um, hvar ein kæra um hetta krav kann verða send inn - og møguliga innanfyri hvørja freist. 4. Byggiloyvi hevur gildið í eitt ár, frá tí degi, tað er játtað. Um bygging ikki er byrjað innan ta tíð, skal nýtt byggiloyvi verða fingið. 5. Byggifulltrúin skal skrivliga verða fráboðaður, áðrenn farið verður undir bygging. 6. Verður byrjað bygging steðgað, í 6 mánaðir ella longur, skal verða boðað byggifulltrúanum frá, áðrenn aftur verður byrjað. Verður steðgurin longri enn eitt ár, skal nýtt byggiloyvi verða fingið. 7. Tá ið bygging er liðug, skal byggifulltrúin verða fráboðaður, og váttan fáast frá honum - byggiváttanin - at byggingin, so vítt staðfesting er gjørlig, er gjørd í samsvari við byggisamtyktina og tær serstøku treytirnar, ið settar vórðu, tá byggiloyvið varð givið. Ein fingin byggiváttan forðar ikki byggivaldinum í at kunna krevja rætting av ósamsvaran, sum kemur í ljósmála seinni. (sí 8, stk. 4). 8. Áðrenn byggiváttan verður givin, ansar byggifulltrúin eftir, at býarverkfrøðingurin hevur góðkent, at frárenning, kloakk og vegir eru í lagi, og at ummæli frá brandsýninum er fingin um, at einki er til hindurs fyri at reinsa skorsteinar, eldstaðir og roykpípur.

9. Byggifulltrúin kann í serstøkum førum geva byggiváttan til bygging, hóast hon ikki enn er gjørd liðug í samsvari við byggiloyvi. Hetta kann tó bara loyvast, um so er, at eigarin av teimum húsum, ið bygd verða, skrivliga svarar fyri, at viðurskiftini skulu koma í rættlag, sambært byggisamtyktina innan eina ásetta freist, og játtar, at byggivaldið annars letur tað, ið restar í, gera fyri hansara rokning. Byggivaldið kann krevja bankaveðhald ella aðra trygd veitta til slíka bygging, tá ið bráfeingis byggiváttan verður givin. Herumframt kann byggifulltrúin geva váttan um, hvussu langt bygging er komin áleiðis í mun til givið byggiloyvi, hetta tá ið hann, sum byggir, ynskir tað.

6. Umsiting og niðurtøka av byggingum 1. Allar byggingar skulu í øllum lutum og øllum tí sum hoyrir til, altíð verða hildnir í fullgóðum og vandaligum standi. Um umsiting av bygging er stak vánalig, kann byggivaldið geva boð um, at bøtast skal um brekini og um neyðugt lata tey gera fyri eigarans rokning. 2. Um umstøðurnar eru soleiðis, at ein bygningur verður hildin at verða til vanda fyri íbúgvar ella onnur fólk, kann byggivaldið, uttan at neyðugt er at geva boð um hetta, krevja byrging ella um neyðugt burturflyting av fólki úr hesum húsum ella úr grannahúsum. 3. Bygging má ikki verða tikin niður, uttan so at loyvi er fingið frá byggivaldinum. Í umsókn um slíkt loyvi, skal verða skilað til umleið hvussu hædd og flatamál á byggingini eru. Undantak frá hesi áseting er t.d. niðurtøka av úthúsum, skúrum og tílíkum smáum byggingum. 4. Niðurtøka- og byggiarbeiði, skal verða væl úr hondum greitt, og í samsvari við tær ásetingar, ið býráðið í teim einstøku førunum fyrisetur, har uppi í viðvíkjandi burturtøku ella hyljing av undirstøðum o.a. á vegaøkinum. 5. Hava húsini innleggingar til frárenningar, vatn, ravmagn, telefon ella tílíkt, er ikki loyvt at fara undir arbeiðið, fyrr enn skrivliga er boðað avvarðandi valdi ella felagi frá.

7. Trygging, meðan bygt verður 1. Tá ið grivið ella sprongt verður fyri grund, skal tann ið byggir, taka til øll neyðug tryggingarráð til at verja fyri vanda ella skaða. 2. Hevur veggur ella onnur bygging skotist soleiðis ímóti marki at annan mans ogn, at hesin hevur ampa av tí, so er byggivaldinum heimilað at geva fyriskipan til tess, at gera tey í hesum føri neyðugu byggingartiltøk. 3. Eru grannar ikki samdir og verður hildið neyðugt meðan byggiarbeiði fer fram, her uppi í neyðturvilig umvæling ella umsiting, bráðfeingis at loyva atgongd á annan mans ogn ella á henni at seta skorður, byggipall, stiga, skjóltak ella tílíkt á henni ella inn yvir hana ella hús á henni, er byggivaldinum heimilað at loyva tí við hóskandi fyrivarningi og í tann mun, sum eftir umstøðunum gera tað neyðugt at ráða yvir annan mans ogn. Ansað skal verða eftir, at eigarin ella brúkarin av grannaognini, sum byggivaldið gevur loyvi til at ráða yvir, fær minst møguligan ampa av hesum. Ognin skal, tá ið tílík nýtsla heldur uppat, sum skjótast verða sett í sama stand sum áður.

8. Revsing fyri brot á fyriskipanirnar í byggisamtyktini, atgonguheimild og trygging av ásetingum o.ø. 1. Sektaður verður: a. Hann sum uttan fyrisett loyvi byrjar nakað arbeiði, sum kemur undir ásetingar í byggi-samtyktini. b. Hann, sum letur vera at boða byggifulltrúanum frá nøkrum, sum fyrisett er. c. Hann, sum fer at nýta bygging uttan fyrisetta váttan ella fráfeingis loyvi. d. Hann, sum tálmar eftirkanning, ið er lógliga heimilað. e. Hann, sum ikki ger eftir lógliga frásøgdum boðum. f. Hann, sum letur vera við at greiða úr hondum tey av byggivaldinum fyrisettu umsitingararbeiði, sum eru neyðug fyri at íbúgvarnir í húsinum ella onnur fólk ikki koma í vanda. g. Hann, sum annars ger brot á hesa almennu byggisamtykt og á ásetingar í serstøkum byggisamtyktum, ið eru góðkendar av landstýrinum, uttan at brotið kann verða talt upp í ásetingarnar a - f. 2. Tá ið revsing verður ásett, skal vera farið eftir tí fíggjarvinningi, ið fingin er ella var ætlaður at fáa av ólógliga gjørdum arbeiði. 3. Rættarábyrgd fyri ólógliga bygging hevur hann, ið staðið hevur fyri arbeiðnum, ella hann, ið gjørt tað hevur, eftir umstøðum báðir. Hann, sum byggir, hevur bara ábyrgd, tá ið hann ikki veit at siga nakran annan, sum kann verða kravdur at hava rættarábyrgd, ella tá ið hann avvitandi hevur verið við í brotinum ella væl grunaði, tað var ólógligt. Rættarábyrgd kann tá eftir umstøðum falla burtur fyri teir í fyrstu punktum nevndu persónum. 4. Tað er skylda hansara, sum til eina og hvørja tíð eigur eina ogn, at rætta tað, sum ólógligt er á henni. 5. Ger eigarin ikki eftir fyriskipan, hann hevur fingið, kann við dómi verða álagt honum at rætta viðurskiftini, áðrenn ásett tíð er umliðin, noyddur av nóg stórari framhaldandi bót. 6. Snýr brotið seg um nýtslu av ognini, og eigarin hevur givið brúkaranum tey neyðugu boðini um skyldur, hevur brúkarin ábyrgdina.

7. Verður farið undir arbeiði, sum kemur undir ásetingarnar í byggisamtykt uttan at fyrisett loyvi er fingið, kann byggivaldið krevja, at løgreglan beinanvegin setur bann fyri, at hildið verður fram við hesum arbeiði. 8. Tá ikki verður gjørt eftir skyldu til at rætta ólóglig viðurskifti (ólógligt lag), sum er álagt við dómi, áðrenn tann til henda ásetta tíðarfreist er umliðin, og tá ið innheinting av sektum, sum dømdar eru sambært 1.stk., ikki verður hildin at fáa ætlaða úrslit, kann byggivaldið krevja hjálp frá løgregluni til at fáa atgongd til at gera tað, ið byggivaldið heldur vera neyðugt, til tess at viðurskiftini verða løglig. 9. Ongum er heimilað at nokta starvsfólkum byggivaldsins ella umboðsmanni byggivaldsins atgongd, tá ið tey, við neyðugum heimildarprógvi, koma til eina ogn at kanna eftir, um og í hvønn mun ein bygging er í samsvari við galdandi lóg, og um ásetingarnar í samtyktini eru hildnar. 10. Reglur, reglugerðir, skipanir og ásetanir, gjørdar sambært hesari samtykt, ella ásetingar settar við tí einstaka byggiloyvinum skulu vera at rokna fyri partar av byggisamtyktini og hava somu vernd sum hon. 9. Undantaksloyvi 1. Byggivaldið kann, har tað snýr seg um mál av lítlum týdningi, geva lættar viðvíkjandi áseting-unum í hesari byggisamtykt. 2. Áðrenn undantaksloyvi verður givið, skal boð sendast grannunum skrivliga, og skulu teir hava høvi til at kanna umsóknina í minsta lagi í tvær vikur, frá tí teir hava fingið boðini. Møguligar viðmerkingar frá grannum eru vegleiðandi og skulu haldast innanhýsis hjá byggivaldinum.

10. Kæra 1. Avgerðir býráðsins sambært hesari almennu og teimum serstøku byggisamtyktunum kunnu skjótast til landstýrið. 2. Tá ið annað ikki er fyrisett, er kærufreistin 30 dagar, frá tí degi, avvarðandi fekk avgerðina at vita og upplýsing um hesa freist og um, til hvat vald kært kann verða. Fyri avgerðir, sum alment eru kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá hesum degi. 3. Kæra um fyriskipan, sum byggivaldið hevur givið, frítekur ikki frá at gera eftir henni; tó er kæruvaldinum heimilað at áseta, um kæra skal kunna leingja tíðarfreist í málinum. 4. Sakarmál til tess at royna avgerðir, sum er tikin av landsstýrinum sambært ta almennu og teimum serstøku byggisamtyktunum, skal verða gjørd innan 6 vikur, frá tí degi, har avgerðin er boðað tí avvarðandi. Viðvíkjandi avgerðum, sum eru alment kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá kunngerðardegnum.

KAP. II. FRÁRENNING, VATNVEITING OG AÐRAR VEITINGAR 1. Frárenning 1. Tá ið byggivaldið onki annað hevur góðkent, skal hvør nýggj bygging hava fullgóða frárenning, bæði til skitið vatn og til regn-, omanávatn og grunnvatn. 2. Byggivaldinum er heimilað, nær tað so er, at krevja øll tey tiltøk framd, sum neyðug eru sambært byggiloyvi, til at hetta verður gjørt til lítar. Ger hetta tað neyðugt, at frárenning verður løgd um annan mans grund, skal eigarin av húsi, ið bygt verður, fáa tær neyðugu avtalurnar tinglisnar um hetta á tær ognir, sum talan er um. 3. Tá ið undirstøði verður gjørt tætt hjá ella oman á leiðingum, sum liggja framman undan, skulu hesir verða vardir, og atgongd til reinsingar, møguliga til at leggja teir berar, skal verða tryggjað á slíkan hátt, sum byggivaldið góðkennir. 4. Tá ið kanningar, her uppi í at fáa leidningar og tílíkt í ljósmála, verða hildnar neyðugar til at finna atvoldina til brek á frárenningini frá einari ogn, kann byggivaldið lata gera tey arbeiði, ið krevjast til tess, bæði á hesari ognini, sum talan er um, og á teim ognum, sum eru næstar. Verða tá funnin løstir ella brek, sum heilt ella fyri ein part verða hildin at vera atvoldin í ólagnum, skal eigarin av hesi somu ogn endurgjalda byggivaldinum tær útreiðslur eftir rokning, sum standast av teimum gjørdu kanningum og arbeiðum. 5. Gerð og nýtsla av frárenningum frá ognum við tí frárenningarútbúnaði, sum hertil hoyrir, skal lúka tær fyriskipanir og ásetingar, sum byggivaldið setur, eftir samráðing við heilsunevndina. 6. Í fyriskipanunum kunnu verða settar reglur, sum tryggja, at kloakk ikki verður nýtt á annan hátt, enn ætlað var við henni, tá hon varð gjørd, sum til dømis at veita í hana skaðilig evni ella løgir. Henda regla hevur eisini gildi fyri frárenningar sum eru. 7. 1, stk. 4, 5 og 6 eru eisini galdandi fyri frárenningar, sum eru.

2. Broytingar í frárenningum, sum eru 1. Kravt kann verða, at frárenningar og frárenningarútbúnaðir innan fyri tíðarfreist, sum byggivaldið avgerð og tilskilar, verða fingin at samsvara við fyriskipanirnar ásettar í 1 í hesum kapitli. 2. Hesar ásetingar omanfyri skerja ikki rættin hjá heilsumyndugleikunum at krevja frárenning, sum er, broytta av heilsugrundum. 3. Vatnveiting Byggivaldið skal ansa eftir, áðrenn farið verður undir nýggja bygging, at hon hevur trygga og nóg góða veiting av drekkingarvatni, sum skal verða í samsvari við reglurnar í heilsusamtykt kommununnar. Til byggingina skal vera ein eftir umstøðunum høglig og tryggilig atgongd til eldsløkkingar. 4. Fráboðanarskylda 1. Eigari av vatnveitingum, frárenslum, ravmagnsveitingum, telefonveitingum, sjónvarpsveiting-unum og veitingum annars skulu fráboða kommununi nágreiniliga, hvar hesar eru. 2. Tann, ið ætlar sær at grava fyri veitingum í ogn hjá kommununi skal, áðrenn hann fer undir arbeiðið, hava loyvi frá býarverkfrøðinginum. Umsókn um graviloyvi skal hava upplýsingar um hvar, ið ætlanin er at grava og um orsøkina til grevsturin, og hvat ið verður lagt niður.

KAP. III. ÓBYGDU ØKINI 1. Tilhaldspláss 1. Hjá sethúsum skal verða tryggjað eitt tilhaldspláss úti, sum í minsta lagi er eins stórt og øll bruttohæddarvíddin í sethúsunum. 2. Í bústaðarøkjum skal, tá ið annað ikki er vorðið góðkent av byggivaldinum, harumframt eisini verða eitt nóg stórt og opið øki fingið til vegar eittans ætlað sum tilhalds- og spælipláss hjá børnum, Sostatt skal verða gjørt: Spælipláss til smábørn uppá 200 m² fyri hvørjar 20 bústaðir, (tey skulu vera í mesta lagi 75 m frá tí bústaði, ið er longst burtur frá), Spælipláss uppá 2000 m² fyri hvørjar 200 bústaðir (tað skal liggja í mesta lagi 150 m frá tí bústaði ið er longst burtur frá). 3. Við hús, sum heilt ella fyri ein part verða gjørd til vinnulig endamál, skal, tá ið byggivaldið ikki góðkennir annað, verða gjørd serligt tilhaldspláss úti til teirra, sum arbeiða í fyritøkuni. Byggivaldið kann í hvørjum einstøkum føri gera av, um stødd tilhaldsplássanna er hóskandi. 4. Byggivaldið kann fyri eldri býlingar geva bráðfeingis lættar viðvíkjandi hesum reglum, til tess ein hóskandi heildarloysn er fingin fyri eitt størri øki. 2. Innrætning og umsiting av tilhaldsplássunum 1. Óbygd øki, sum eru løgd av og góðkend sum tilhaldspláss o.a. sambært hesum ásetingum, eru ikki loyvd at nýta til onnur endamál, enn tey vóru avløgd til. Tá ið við eini hús, sum eru bygd áðrenn ásetingarnar komu í gildi, eru óbygd øki, sum ganglig eru til tað endamál, ið tilskilað er í hesum kapitli, er byggivaldinum heimilað at seta forboð fyri, at tey verða bygd ella nýtt á slíkan hátt, at tey verða til bága fyri hesi endamál. 2. Tilhaldspláss, spælipláss og øki, sum eru til ferðslu hjá teimum, ið nýta húsini ella øðrum, skulu verða hildin í góðum standi, so tey vandaleys fáa verið nýtt til tað, tey eru ætlað. Byggivaldið kann seta neyðug umsitingararbeiði í verk fyri rokning eigarans. (sí annars kap. I 8, stk. 5 og 7). 3. Øki til bilstøðil 1. Nóg stórt øki skal verða lagt av til bilstøðil, soleiðis at íbúgvarnir og tey sum hava arbeiði í húsunum, og vitjandi viðskiftafólk, útvegamenn o.a. fáa sett motorakfør síni frá sær á økinum, ið hoyrir til húsini.

2. Fyri hús, sum heilt ella fyri ein part verða nýtt til bústað, galda, um ikki annað verður kravt ella góðkent av byggivaldinum, hesi minstu krøv til tess at ganga tørvinum á bilstøðlum á møti. a. Við einbýlishús skal tað økið, ið verður lagt av til bilstøðil, verða í minsta lagi so stórt, at har er pláss fyri 2 bilum fyri hvønn búðstað sær. b. Við sethús í fleiri hæddum og ketu- og raðhús skal tað øki, ið verður lagt av til bilstøðil verða í minsta lagi so stórt, at tað er pláss fyri 1½ bili fyri hvønn bústað sær. 3. Fyri hús, sum heilt ella sum part verða nýtt til vinnu, skal støðilsøkið til vinnuendamálini í hvørjum einstøkum føri verða góðkent av byggivaldinum, soleiðis at farið verður eftir hvat vinnan er, talið á starvsfólkið og tørvi hjá viðskiftafólki at seta bilar frá sær og tílíkum. Tó skal vanliga í minsta lagi verða pláss til ein bil fyri hvørjar 50 m² bruttohæddarvídd í húsunum. 4. Bilstøðlar skulu verða gjørdir, áðrenn byggiváttan verður skrivað ella loyvi verður givið at taka verandi bygningar í nýtslu til annað endamál. 5. Frávik frá omanfyristandandi ásetingum (stk.1, 2, 3 og 4) kunnu verða loyvd, um so er, at gjøllari reglur eru fyrisettar í eini skipan gjørd av býráðnum. 4. Atgongd frá vegi til óbygd øki 1. Tann fyriskipaða atgongdin frá vegi til tún, skal altíð vera nóg væl upplýst og farandi, og má ikki verða gjørd nýtsla av henni á nakran hátt sum til dømis til bilstøðil, goymslu ella tílíkt, sum er ímóti tí, sum hon var ætlað til. 2. Bjargingaramboðini hjá sløkkiliðinum skulu altíð ótálmað sleppa inn á grundina. 3. Portur ella gongd skulu hava elddyggar veggir. Í veggir, loft ella gólv mugu ikki uttan serligt loyvi verða gjørd hurð, vindeygu ella annað op.

KAP. IV BYGGINGARFYRISKIPANDI ÁSETINGAR 1. Grundumráði Kommunan verður býtt í 4 grundumráði: 1. grundumráði er eitt samanhangandi miðstatt býarøki. 2. grundumráði er eitt umráði, ið liggur upp at hesum miðstadda býarøki. 3. grundumráði eru teir partar av kommununi, ið annars eru lagdir til byggingar. 4. grundumráði er restin av kommununi. Grundumráðini eru merkt á viðfesta korti í máti 1:10.000, hvørt við síni skuggastriku. Nágreiniligu mark grundumráðanna eru sýnd á korti í máti 1:4.000, ið hoyrir til hesa samtykt. Kortið er til skjals hjá tekn. umsiting býráðsins.

2. Ásetingar fyri 1. Grundumráði 1. 1. grundumráði verður lagt til blandaða bústaða- og miðstaðabygging. Miðstaðabyggingin má einans vera hús, sum heilt ella lutvís verða innrættað til handlar, skrivstovur, stovnar, sam-komuhús, heilsubótarhølir og tílíkt. 2. Byggistigið má ikki fara upp um 0,6. 3. Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 1,0. Tó kann tað fyri grundstykkir, sum eru 200 m² ella minni fara upp til helvtina hægri og fyri stykkir millum 200 m² og 500 m² verða sett javnt minkandi, soleiðis sum mynd 1 vísir. 1,5 1,4 1,3 1,2 1,1 1,0 0,9 0 100 200 300 400 500 600 MYND 1 4. Hús mugu einans verða bygd í mesta lagi í 3 hæddum við nýttum lofti og ikki vera hægri enn 10 m til yvirgrindina og 13 m til mønuna mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). Kjallari verður roknaður sum húsahædd um so er, at loftið er meira enn 1,0 m oman fyri hægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallarahædd má vera. 5. Hús skulu vanliga vera samanbygd við framsíðu í veglinjuna ella í byggilinjuna, har ein tílík er løgd. 6. Kortini eru gjørligt at víkja frá ásetingunum í stk. 2, 3, 4 og 5 í serstakari byggisamtykt fyri hóskiligt, nattúrliga avmarkað øki. Tó má nettonýtslustigið fyri økið sum heild ikki fara upp um 2,0. 7. Fyri bygging á ognunum fram við N. Finsensgøtu av Vaglinum og niðan til N. Winthersgøtu, kann byggivaldið geva serloyvi til bygging, sum tað metir hóskandi til at stimbra gøtuna sum gongugøtu.

3. Ásetingar fyri 2. Grundumráði 1. 2. grundumráði verður alt sum tað er lagt til blandaða bústaða- og miðstaðabygging. Mið-staðabyggingin má einans vera hús, ið heilt ella lutvís verða innrættað til handlar, smáhandverk, skrivstovur, stovnar, samkomuhús, heilsubótarhøli og tílíkt. 2. Byggistigið má ikki fara upp um 0,5. 3. Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,5. Tó kann tað fyri grundstykkir, sum eru 200 m² ella minni fara upp til helvtina hægri og fyri stykkir millum 200 m² og 500 m² verða sett javnt minkandi, soleiðis sum mynd 2 vísir. 0,9 0,8 0,7 0,6 0,5 0,4 0 100 200 300 400 500 MYND 2 600 4. Hús mugu einans verða bygd í mesta lagi í 2 hæddum við nýttum lofti og ikki vera hægri enn 7 m til yvirgrindina og 10 m til mønuna mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). Kjallari verður roknaður sum húsahædd um so er, at loftið er meira enn 1,0 m oman fyri hægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallarahædd má vera. 5. Hús skulu vanliga standa fyri seg og verða sett í veglinju, har ein tílík er løgd. Tó kann verða loyvt at samanbyggja hús, tá ið umstøðurnar eftir meting býráðsins gera tað ráðiligt. 6. Kortini er gjørligt at víkja frá ásetingunum í stk. 2, 3, 4 og 5 í serstakari byggisamtykt fyri hóskiligt, náttúrliga avmarkað øki. Tó má nettonýtslustigið fyri økið sum heild ikki fara upp um 1,0.

4. Sundurbýting av 3. Grundumráði 3. grundumráði verður lagt til hesi endamál: A. Bústaðabygging. B. Atvinnubygging. C. Miðstaðaendamál D. Almenn endamál. Omanfyri standandi nýtslur eru merktar við bókstavum á viðfesta korti í máti 1:10.000 og sam-stundis eru umráðispartarnir, ið eru umrøddir niðanfyri, avmerktir. Nágreiniligu mark eru sýnd á korti í máti 1:4.000, ið hoyrir til hesa samtykt. Kortið er til skjals hjá teknisku umsiting býráðsins. 5. Ásetingar fyri umráðispartarnar A1 í 3. grundumráði 1. Loyvt er einans at byggja stakhús við í mesta lagi tveimum íbúðum og - eftir serloyvi frá byggivaldinum - tvíhús, raðhús og ketuhús og tílíkar bústaðir fyri eitt húski. Í sambandi við bústaðarøkið kann byggivaldið geva serloyvi til at byggjast kunnu handlar, smærri vinnuvirki og stovnar, ið natúrliga hoyra býlinginum til, treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spillir dámin á økinum sum sethúsabýlingur. 2. Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 500 m². Tá byggingin verður framd eftir heildarætlan, sum býráðið hevur góðkent og tryggjað, ella eftir serstakari byggisamtykt, kann býráðið loyva, at grundstykkini eru minni enn 500 m², tó í minsta lagi 400 m² fyri stakhús og 300 m² fyri hvønn partin av einum tvíhúsum, ketu- ella raðhúsum. Ein partur av teirra ásettu minstuvídd kann verða lagdur sum felagslendi og sum bilstøðil. 3. Útstykking verður einans loyvd, um hon hóskar við eina útstykkingarætlan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri eitt náttúrliga avmarkað øki, og tá ið byggibúningin annars er tryggjað sambært vanligu útstykkingartreytum kommununnar. 4. Byggistigið má ikki fara upp um 0,3. 5. Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,3 fyri stakhús og 0,4 fyri tvíhús, ketu- ella raðhús. Tó kann tað fyri grundstykkir, sum eru 200 m² ella minni fara upp til helvtina hægri og fyri stykkir millum 200 m² og 500 m² verða sett javnt minkandi, soleiðis sum mynd 3 vísir.

0,7 0,6 0,5 0,4 0,3 0,2 0,1 0 100 200 300 400 500 600 MYND 3 6. Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 5 m til yvirgrind og 9 m til mønuna mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). Kjallaraloftið má ikki vera meira enn 1,0 m omanfyri hægsta jørðildi við húsahorn. Er hæddarmunurin á lendinum, roknað sum munurin millum hægsta og lægsta jørðildi, minni enn 1,5 er tó loyvi at leggja kjallaraloftið upp til 2,5m oman fyri lægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallarahædd má vera. 7. Í serstakari byggisamtykt er ikki loyvt at fara upp um tey nýtslustig, ið nevnd eru í stk. 3, tá økið verður roknað sum heild. 6. Ásetingar fyri umráðispartarnar A2 í 3. grundumráði 1. Loyvt er einans at byggja hús í fleiri hæddum til bústaðarendamál. Í samband við bygging skal tó bera til at gera rúm til felags nýtslu sum t.d. stovnar, vaskirúm o.a. fyri tey, ið har búgva. 2. Útstykking til tílíka bygging verður einans loyvd, um hon hóskar við eina vegleiðandi byggiskipan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri eitt nattúrliga avmarkað øki. 3. Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,5. 4. Hús kunnu einans verða bygd í mesta lagi við 3. hæddum við nýttum lofti, og mugu ikki vera hægri enn 10 m til yvirgrind og 13 m til mønuna mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). Kjallari verður roknaður sum húsahædd, um so er at loftið er meira enn 1,0 m omanfyri hægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallarahædd má vera.

7. Ásetingar fyri A3 í 3. grundumráði 1. Økið verður lagt til blandaða bústaða- og miðstaðabygging, har loyvt er at hava handlar, smáhandverk og minni virkir, skrivstovur, stovnar, samkomuhús, heilsubótarhøli og tílíkt. 2. Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 500 m². Tá ið byggingin verður framd eftir heildarætlan, sum býráðið hevur góðkent og tryggjað, kann býráðið loyva at grundstykkini eru minni enn 500 m², tó í minsta lagi 300 m² fyri stakhús og 200 m² fyri hvørt tvíhús, ketu ella raðhús. Ein partur av teirri ásettu minstuvídd kann verða lagdur sum felagsøki og sum bilstøðil. 4. Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,3 fyri stakhús og 0,4 fyri tvíhús, ketu- ella raðhús. Tó kann tað fyri grundstykkir, sum eru 200 m², fara upp til helvtina hægri og fyri stykkir millum 200 m² og 500 m² verða sett javnt minkandi niður til vanliga ásetta nettonýtslustigið. Í heildarætlan sum býráðið hevur góðkent og tryggjað, kann nettonýtslustigið verða roknað út frá heildarbyggingini í mun til eitt náttúrliga avmarkað øki. 4. Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 5 m til yvirgrind og 9 m til mønuna mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). Kjallaraloftið má ikki vera meira enn 1,0 m omanfyri hægsta jørðildi við húsahorn. Er hæddarmunurin á lendi, roknað sum munurin millum hægsta og lægsta jørðildi, minni enn 1,5 er tó loyvt at leggja kjallaraloftið upp til 2,5 m oman fyri lægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallarahædd má vera. Í heildarætlan ella í serætlan fyri náttúrliga avmarkað øki kann verða loyvt at byggja hægri og fyriskipað at húsini verða sett í veglinju ella byggilinju. 8. Ásetingar fyri umráðispart B1 í 3. grundumráði 1. Umráðisparturin verður sum heild lagdur til endamál, ið hava beinleiðis við havnarakstur at gera, fyrst og fremst skrivstovur og goymslur í samband við skipaferðslu og vøruflutning og tílíkt og til virksemi, ið hava samband við hesi, t.e. tænastuvirksemi og bilstøðlar o.t. 2. Byggistigið fyri havnaøkið sum heild og fyri tær einstøku havnadeildirnar má ikki fara upp um 0,5. 3. Hæddir á húsum skulu verða settar í hvørjum einstøkum føri út frá heildarmeting av nýtslu og skapi. 4. Bygging má ikki verða sett nærri bryggjutromunum enn 12 m. 5. Kortini er gjørligt at víkja frá ásetingunum í stk. 2, 3 og 4 í serstakari byggisamtykt fyri alt økið ella ein náttúrligan part av tí.

9. Ásetingar fyri umráðispart B2 í 3. grundumráði 1. Umráðisparturin verður lagdur til vinnuendamál, ið hava samband við skipaferðslu og fiskiskap og til virksemi, ið hava samband við hesi, t.e. skrivstovur, tænastuvirksemi, bilstøðlar og tílíkt. 2. Byggistigið fyri umráðispartin sum heild og fyri tær einstøku deildirnar má ikki fara upp um 0,5. 3. Hæddir á húsum skulu verða settar í hvørjum einstøkum føri út frá heildarmeting av nýtslu og skapi. 4. Bygging má ikki verða sett nærri bryggjutromunum enn 10 m. 5. Kortini er gjørligt at víkja frá ásetingum í stk. 2, 3 og 4, í serstakari byggisamtykt fyri alt økið ella ein náttúrligan part av tí.

10. Ásetingar fyri umráðispart B3 í 3. grundumráði 1. Loyvt er einans at byggja hús til smá vinnuvirki, verkstaðir og tílíkt og til tænastuvirksemi, ið hava samband við hesi. Tó er loyvt á hvørjum grundstykki at gera bústað til eigara ella fyristøðufólk virkisins. 2. Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 800 m² og í mesta lagi 2000 m². 3. Útstykking verður einans loyvd, um hon hóskar við eina útstykkingarætlan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri ein náttúrliga avmarkaðan lut av umráðispartinum. 4. Byggistigið fyri grundstykkini má ikki fara upp um 0,5. 5. Rúmmálið í húsinum má ikki fara upp um 2m³ fyri hvønn m² av stykkinum. 6. Eingi hús og eingin húsalutur má vera hægri enn 9 m, mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). 11. Ásetingar fyri umráðispart B4 í 3. grundumráði 1. Loyvt er einans at byggja hús til vinnuvirki, verkstaðir og tílíkt og til tænastuvirksemi, ið hava samband við hesi. 2. Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 1000 m². 3. Útstykking verður einans loyvd, um hon hóskar við eina útstykkingarætlan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri náttúrliga avmarkaðan lut av umráðispartinum. 4. Byggistigið má ikki fara upp um 0,5. 5. Rúmmál á húsinum má ikki fara upp um 3 m³ fyri hvønn m² av grundstykkinum. 6. Eingi hús og eingin húsalutur má vera hægri enn 10 m, mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). 12. Ásetingar fyri umráðispart B5 í 3. grundumráði 1. Loyvt er einans at byggja hús til stór vinnuvirki, verksmiðjur og tílíkt og til tænastuvirksemi, ið hava samband við hesi. 2. Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 2000 m². 3. Útstykking verður einans loyvd, um hon hóskar við eina útstykkingarætlan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri ein náttúrliga avmarkaðan lut av umráðispartinum.

4. Byggistigið má ikki fara upp um 0,5. 5. Rúmmálið á húsinum má ikki fara upp um 3 m³ fyri hvønn m² av grundstykkinum. 6. Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 12 m frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). 13. Ásetingar fyri umráðispart B6 í 3. grundumráði 1. Loyvt er einans at gera virki og byggja hús ætlað til skrivstovur, goymslur og tænastuvirki, ið hava samband við hetta. Bygging má einans fara fram, aftan á at loyvi er fingið frá friðingarnevndini, samanber løgtingslóg um náttúrufriðing frá 9. juli 1970 2, stk. 2. 2. Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 1000 m². 3. Útstykking verður einans loyvd, um hon hóskar við eina útstykkingarætlan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri hvønn einstakan umráðispart. 4. Byggistigið má ikki fara upp um 0,5. 5. Eingi hús og eingin húsalutur má vera hægri enn 8 m mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). 14. Ásetingar fyri umráðispart B7 í 3. grundumráði 1. Loyvt er einans at byggja hús til stór vinnuvirki, verksmiðjur, goymslur og tílíkt og til tænastu-virksemi, ið hevur samband við hesi. 2. Byggingin skal verða sett samsvarandi heildarætlan fyri alt økið ella fyri hóskiligar partar av økinum. 3. Byggistigið má ikki fara upp um 0,4. 4. Rúmmálið á húsunum má ikki fara upp um 2,5 m³ fyri hvønn m² av grundstykkinum. 5. Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 13 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins.

15. Ásetingar fyri umráðispart B8 í 3. grundumráði 1. Loyvt er einans at byggja hús til vinnuvirki, herundir umsitingar- og tænastuvirki, verksmiðjur, goymslur og tílíkt og til tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi. 2. Byggingin skal verða sett samsvarandi heildarætlan fyri alt økið ella fyri hóskiligar partar av økinum. 3. Byggistigið má ikki fara upp um 0,4. 4. Rúmmálið á húsunum má ikki fara upp um 2,5 m³ fyri hvønn m² av grundstykkinum. 5. Eingin partur av útveggi ella tekju má verða hægri enn 13 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir verða hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. 16. Ásetingar fyri umráðispart B9 í 3. grundumráði 1. Umráðisparturin B9 verður lagdur til vinnu, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru útflutningsfremjandi og til virksemi, ið hava samband við hesar vinnur. Herumframt verður øki tryggjað til verandi elverk og seinni útbygging av verkinum. 2. Byggistigið fyri umráðispartin sum heild og fyri tær einstøku deildirnar má ikki fara upp um 0,5. 3. Hæddir á húsum skulu verða settar í hvørjum einstøkum føri út frá heildarmeting av nýtslu og skapi. 4. Bygging má ikki verða sett nærri bryggjutromum enn 20 m. 5. Øll bygging skal annars verða sambært einari av býráðnum góðkendari vegleiðandi byggiskipan fyri eitt náttúrligt avmarkað øki. 6. Í einari av býráðnum góðkendari heildarbyggiætlan fyri umráðispartin, kann frávik frá pkt. 2 og 3 verða gjørt fyri bygging, ið er ætlað at hýsa tí tænastuvirksemi, ið er loyvd sambært pkt. 1. 7. Vegleiðandi byggiskipan og heildarbyggiætlan skulu virða avgerð friðingarmyndugleikanna um, at bóndahúsini verða varðveitt við einum hóskandi grundstykki, strikumerkt á fylgikortinum.

17. Ásetingar fyri umráðispartarnar B10 í 3. grundumráði 1. Økið verður kannað miðstaðaendamálum, skrivstovuendamálum, heilsuendamálum o.t. og til virksemi, ið hevur samband við hetta. 2. Sundurbýti verður einans loyvt, um tað hóskar við byggiskipan, sum byggivaldið hevur gjørt fyri allan umráðispartin. 3. Byggistigið má ikki fara upp um 0,4 og nýtslustigið ikki upp um 0,5 roknað fyri umráðispartin sum heild. 4. Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 10 m roknað frá meðaljørðildi (meðal við húsahorn). 18. Ásetingar fyri umráðispartarnar C1 í 3. grundumráði 1. Umráðispartarnir verða í síni heild lagdir til miðstaðarbygging, t.e. handlar, skrivstovur, heilsubótarhøli, samkomuhús og tílíkt. 2. Útstykking innan teir einstøku umráðispartarnar verður einans loyvd, um hon hóskar við heildarbyggiskipan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri umráðispartin. 3. Byggistigið má ikki fara upp um 0,4. 4. Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,5. 19. Ásetingar fyri umráðispartarnar C1A í 3. grundumráði 1. Umráðispartarnir verða í síni heild lagdir til miðstaðarbygging, t.e. handlar, skrivstovur, heilsubótarhøli, samkomuhús og tílíkt. 2. Mest loyvda hædd á bygningum frá meðaljørðildi er 9 m. Í sambandi við bygging á hvørjum einstøkum grundøki, verður álagt eigaranum at planta runnar/trø í 5 m breiða geira millum bygning og Vegin Langa-/Løgmannabreyt. 3. Byggistigið má ikki fara upp um 0,5. Ikki er loyvt, at hava bingjur standandi á grundøkjunum uttan so, at talan er um av- og áskipan. 4. Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,6. 5. 2 P-pláss skulu verða fyri hvørjar 50 m² av bruttohæddarvídd í húsunum.

20. Ásetingar fyri umráðispart C2 í 3. Grundumráði 1. Umráðisparturin verður í síni heild lagdur til miðstaðarendamál, serstakliga ætlað stovnum, framsýningarhøllum, samkomuhúsum, tónleikarahøllum og øðrum mentunarligum stovnum og tílíkum og til tænastuvirksemi, ið hava samband við hesi, skrivstovur, matstovur o.t. 2. Útstykking verður einans loyvd, um hon hóskar við ein útstykkingarætlan, ið byggivaldið hevur góðkent fyri eitt nattúrliga avmarkað øki. 3. Byggistigið má ikki fara upp um 0,25. 4. Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,3. 21. Ásetingar fyri umráðispart C3 í 3. Grundumráði 1. Umráðisparturin verður í síni heild lagdur til miðstaðaendamál, t.e. handlar, skrivstovuhøli, ráðleggingarvirki og tænastuvirki í hava samband við hetta. Loyvt er eisini at byggja skúlar, almennar stovnar og íbúðir. 2. Útstykking og bygging verður einans loyvd, um hon hóskar við ætlan, ið byggivaldið hevur góðkent fyri alt økið ella ein nattúrliga avmarkaðan part av tí. 3. Byggistigið fyri umráðispartin má ikki fara upp um 0,4. 4. Nettonýtslustigið fyri umráðispartin má ikki fara upp um 0,5. 22. Ásetingar fyri umráðispartar D í 3. Grundumráði 1. Umráðispartarnir D 1 verða í síni heild lagdir til almenning, náttúrufriðingarog mentunarlig endamál og tílíkt. Økið fram við Hoydalsá kann einans verða skipað og bygt sambært serstaka byggisamtykt fyri økið. 2. Umráðisparturin D2 verður kannaður ítrótti og øðrum, sum eftir eini heildarætlan fyri alt økið ella ein part av økinum kann virka saman við ítróttinum. 3. Umráðispartarnir D 3 verða kannaðir stórum almennum stovnum fyri umsiting, skúlaskap, heilsurøkt og tílíkt. 4. Byggistigið og nettonýtslustigið mugu, innan fyri eitt náttúrliga avmarkað øki, ikki fara upp um ávikavist 0,25 og 0,30. 5. Útstykking innan fyri ein umráðispart verður einans loyvd, um hon hóskar til byggiskipan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri ein náttúrliga avmarkaðan lut av umráðispartinum.

23. Ásetingar fyri 4. Grundumráði 1. 4. grundumráðið verður alt sum tað er nýtt til landbúnað og alment frílendi og tílíkt. 2. Loyvt verður einans at byggja fjós, úthús og annað, sum hevur við vanligt traða- og jarðabrúk at gera. Tó er loyvt at umvæla verandi sethús og byggja somikið afturat teimum, at tey eru hóskilig til nútímans nýtslu sum sethús. Á traðum og urtagarðsstykkjum er herumframt loyvt at byggja eini frítíðarhús, ið eru í mesta lagi 30 m² í gólvvídd. Eisini er loyvt at gera byggingar, sum neyðugar eru fyri el- og vatnveitingum og øðrum til Tórshavnar kommunu. 3. Hús og onnur bygging skulu vera soleiðis vorðin og verða sett soleiðis í landslagið, at tey lýta tað sum minst. 3. Í bygdunum Kaldbak, Kaldbaksbotni, Hvítanesi, Norðradali og Syðradali kann, út um tað, ið er ásett fyri 4. grundumráði, einans verða bygt sambært serstakar byggisamtyktir. 24. Greiningar, útrokning av nýtslustigum o.a. 1. Størsta loyvda bygging á grund verður avgjørt fyri hvørt grundstykki sær, sum lutfallið millum víddina á húsinum og víddina á grundstykkinum. Talið, sum kemur úr hesari útrokning verður kallað byggistigið. 2. Mesta stødd á húsum verður avgjørt fyri hvørt grundstykki sær, sum lutfallið millum samlaðu gólvvíddina í øllum húsahæddum á húsunum og víddina á grundstykkinum. Talið, sum kemur úr hesari útrokning, verður kallað nettonýtslustigið. 3. Viðvíkjandi bygging til vinnu verður stødd á húsum tó vanliga ásett á tann hátt, at í staðin fyri nettonýtslustigið, verður sett ávíst lutfall millum rúmmálið í húsinum og víddina á grundstykkinum. 4. Víddin á hvørjari einstakari hædd verður roknað frá útsíðunum á útveggjunum. Eldverjuveggir ella tílíkir, ið tvey hús hava í felag, verða roknaðir hvørjum húsum til helvtar av veggjartjúktini. Kjallari verður ikki roknaður til gólvvíddina. Er eingin kjallari, kann byggivaldið fyri vanlig sethús loyva, at 10% verður lagt aftur at mest loyvdu samlaðu gólvvíddini. 5. Víddin av loftshæddum, sum kunnu verða nýttar, verður roknað til 50% av hæddini beint undir teimum.

6. Bilskúr, úthús og hjallar í sjálvstøðugum bygningum, verða bert roknaði upp í hæddavíddina við tí parti av samlaðu víddini á hesum bygningum, ið fer upp um 35 m². 7. Bilskúr og bilskýli samanbygd við sethús verða bert roknað upp í hæddarvíddina við tí parti av samlaðu víddini á bilskúrinum/-skýlinum, ið fer upp um 35 m². 25. Viðvíkjandi hæddar- og frástøðuviðurskiftum húsanna 1. Eingi hús og eingin húsalutur má gerast hægri enn at fáast kunnu nóg góð ljósviðurskifti og hóskiligt samljóð við hús á sama grundstykki og hús á grannagrundum. 2. Frástøðan bilskúr, úthús o.t. bygningar sínamillum, somuleiðis fráleikin millum hesar smærri bygningar og sethúsini, kann verða minkaður niður í 1 m. Út fyri vindeygu til búrúm og køk, skal frástøðan tó í minsta lagi vera 2,5 m. Veksur hetta ikki um vandan av eldi, kann verða loyvt at byggja fast millum bygningar. 3. Byggivaldið kann gera frávik frá ásetingunum í stk. 2, tá ið tað snýr seg um atvinnuøki og um bygging sum er gjørd, áðrenn almenn byggisamtykt kom í gildi. 4. Frástøðurnar, ið nevndar eru í stk. 2, verða máldar vatnrætt uttan mun til jarðarmun og vinkulrætt á linju ella flata yvirav. Hæddin - t.e. loddrætta hæddin máld av vatnrættum flata. 5. Útveggur á húsum, sum vendir móti grannamarki og ikki er í minsta lagi 2,5 m frá tí, skal gerast sum eldverjuveggur. Undantøk kunnu verða loyvd, um so er, at tað ber til fyri eldvanda, eitt nú tá ið bygt verður sambært góðkendari heildarbyggiskipan fyri økið, ella so er, at trygd er fyri at frástøðan millum húsini, sum venda móti markið á teimum báðum grundstykkjunum, ikki verður minni enn 5 m. 6. Í 3. grundumráði skulu allar byggingar standa fyri seg t.e. í minsta lagi 2,5 m frá markinum. Undantikin eru bilskúrar, bilskýli, skúr og smá úthús við ongum eldstaði. Hesir smærru bygningar kunnu verða bygdir nærri grannamarki, tá ið hesar treytir verða loknar: a. Longdin á bygninginum móti grannamarki, má ikki vera størri enn 8 m, Vendir bygningurin móti tveimum mørkum, má samlaða longdin ikki vera størri enn 12 m.[b7] Viðmerking: Um søkt verður um byggiloyvi til bilskúr til 2 bilar, kann breiddin verða 6 m og longdin 6 m.

b. Bygningurin má ikki í einum fráleika upp til 2,5 m frá grannamarki vera hægri enn 2,5. c. Eldstaður og skorsteinur mugu ikki vera grannamarki nærri enn 2,5 m. d. Vindeygu mugu ikki vera móti marki. f. Takvatn skal verða hildið á egnari grund. g. Veggur móti grannamarki, skal verða gjørdur sum eldverjuveggur. Frávik frá hesum er loyvt, tá ið tað ikki veksur um vandan av eldi. 7. Í serstøkum byggisamtyktum kann verða loyvt at víkja frá ásetingunum í stk. 2, 5 og 6. 8. Byggivaldið kann loyva smáum húsalutum, sum vanliga standa fram úr sjálvum húsunum t.d. grund, trappum, ljóskassum, altanum (svalum) og tílíkum, at standa fram um byggi- og veglinjur. 9. Allar útsíður á húsum, ið eru fríar, skulu gerast úr slíkum tilfari og soleiðis viðgjørdar, t.d. málaðar ella pussaðar, at tær saman við teimum húsum, ið standa í nánd, geva góða heildar-mynd. Eisini skulu húsini í sniði og útsjónd yvirhøvur vera soleiðis, at tey fella væl inn í lendi og grannalag.

KAP. V. VEGIR 1. Greiningar av vegi 1. Sum vegur er at skilja hvørt eitt øki, sum er lagt av ella gjørt til veg, har uppi í gøta, rás og pláss. 2. Øki verður roknað fyri avløgd til veg, tá ið: a. almenningurin ella fleiri enn ein luteigari hava rætt til ferðslu á økinum. b. øki við býarætlan, tinglýsing, hevd ella matrikli er tryggjað soleiðis, at tað fer at kunna nýtast til veg. 3. Øki verður roknað fyri vegur, tá ið: a. økið verður nýtt til ferðslu av almenningi ella av luteigarum, sum hava rætt til tess. b. øki er greitt til ferðslu við merking ella á annan sjónligan hátt. 4. Miðlinjan á vegi verður tilskilað av teknisku umsitingini hjá kommununi. 2. Um at leggja av til og gera vegir 1. a. Vegir, ið hava ella fara at fáa týdning fyri gjøgnumferðslu, verða avlagdir í minst 12,5 m breidd, av hesum til akbreytir 7,5 m. b. Vegir millum býlingar verða avlagdir í 12,5 m breidd, av hesum til akbreyt 7,5 m. c. Vegir í býlingini verða avlagdir í minst 10,0 m breidd, av hesum til akbreytir 6,0 m. Byggivaldið kann tó loyva, at til vegir, ið eftir meting tess ikki fara at hava ferðslutýdning, verður avlagda breiddin sett niður í 8,0 m, av hesum til akbreyt 6 m. d. Um vegur bert gevur atgongd til í mesta lagi 8 grundir, kann byggivaldið tó loyva, at hin avlagda breiddin verður sett niður í 8 m, av hesum til akbreyt 6 m, og 1,0 m grasjaðar í báðum síðum. e. Somuleiðis kann byggivaldið loyva, at hin avlagda breiddin verður sett niður í 6 m, um vegur bert gevur atgongd til í mesta lagi 4 grundir. Í slíkum føri skal akbreytin eisini verða 6 m. f. Tá ið serstakar umsóknir tala fyri, kann verða loyvt at gera undantøk frá ásetingunum um vegabreidd. g. Vendipláss skulu í minsta lagi verða avløgd í 12 m breidd. h. Gøtur skulu í minsta lagi verða avlagdar í 2 m breidd.