Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Like dokumenter
Hin synoptiski trupulleikin

Gips venjingar - tá armurin er brotin

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Tíðindi úr Føroyum tann 18. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Tíðindi úr Føroyum tann 26. august Tíðindi frá Kringvarpi Føroya samansett av Føroysku Sjómanskirkjuna/bjg

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Ársfrágreiðing 2016/17 hjá Føroya brigdesambandi Eykaársfundur leygardagur 6. januar 2018 í Bridgehúsinum.

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

Kappingarárið mai kl Leikskrá nr. 6

Rakel Helmsdal. Útvarpsleikur

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

Tíðindi úr Føroyum tann 25. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Sjálvandi taka vit livur

Tíðindi úr Føroyum tann 24. jan Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Tíðindi úr Føroyum tann 19. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Small Federation Games Magni Jøkladal, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen og Marjun Restorff skriva

Tvídráttur heimsveldanna

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 3. Juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

Tíðindi úr Føroyum tann 21. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Heimsins nalvi í Hósvík

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Árg. 19 Nr sunnudagur 28. mai VÍKINGUR SKÁLA

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Tíðindi úr Føroyum tann 11. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Síða 9. Síða 11. Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Síða 16. Síða 17

Tíðindi úr Føroyum tann 7. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

norskari oljuvinnu Trupulleikin við runda fiskinum Fiskamarknaðurin Bernhard 4. partur Heilsan til eini megnar hjún "Egil Reyði" fórst

Tað stóð nógv á monnum tá Polarhav læsti seg fast á Bedingini. Páll Andrasson Klettskarð vildi aftur til KÍ

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

E G C F H/B D A D C A G H/B F E. Tekna við ngrinum frá nóta til bókstav til tangent

ZETA a r c h i t e c t s

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Tíðindi úr Føroyum tann 7. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Advent. Nr. 8 desember Árið. Jólaheilsan

Hvussu at standa sterkur í storminum

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðlað av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Tíðindi úr Føroyum tann 1. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ELDRI. Landsfelag Pensjónista. Limablað, útgáva 2

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 19.12.16 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Hey øll. Til tykkum sum eru burtur á jólum, so berð til at senda jólaheilsir til Kringvarp við at brúka postkassan: fjarrit@kvf.fo Um so er at ein hevur gott internet so kunna tit senda eina heilsu og mynd til postkassan: sverri@skipini.fo Vinarlig heilsan -- Áhugafelagið Antares - vit sum starvast uttanlands www.antares.fo, post@antares.fo Nógvur vindur í nátt og í morgin fyrrapartin 19.12.2016-13:57 Lágtrýstið, sum vit hava spátt um, er ávegis. Eingin nevniverd broyting er at síggja, hvussu tað ferðast ella dýpist. Nú á middegi er tað statt einar 300 fjórðingar suður úr Kappanum. Í Føroyum er veðrið enn ikki so ringt umleið 15 m/s úr útsynningi. Seinnapartin fer at æla. Á midnátt í kvøld er lágtrýstið komið nakað nærri okkum einar 300 fjórðingar í ein útsynning úr Íslandi. Tá er vindferðin vaksin upp í 13 til 18 m/s. Men lágtrýstið nærkast okkum enn meiri, og klokkan 3 í nátt er vindferðin komin upp í 15 til 20 m/s úr suðuri ella vesturhallum suðuri. Klokkan 6 er vindferðin 20 til 25 m/s; klokkan 8 einar 23 til 28 m/s. Upp í ódn í hvirlunum. Tað fer at regna meginpartin av náttini og fyrrapartinum. Tað fer at minka aftur eitt lítið vet nakrar tímar eftir middag, men ikki niður um 20 m/s. Ikki fyrr enn mikumorgunin er minkað niður um 15 m/s. Nordlysid.fo Eg veit ikki hvat vit skulu brúka pengarnar til 19.12.2016 (09:57) Vit vilja fegin hava, at umsóknin frá okkum verður viðgjørd. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.

Tey í Vági hava søkt Løgtingið um eina millión í stuðuli til at skipa ein ítróttareftirskúla í Vági. Men tað vil Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ikki. Tá ið fíggjarlógin var til viðgerar mikudagin, gjørdi hon púra greitt, at hon vil vita, hvørja lagnu, ætlanin at gera ein eftirskúla í norðaru helvt í Suðuroy, fær, áðrenn hon tekur støðu til ein eftirskúla afturat í Vági. Ístaðin fyri at ganga umsóknini um ein ítróttareftirskúla í Vági, á møti, eru tey í samgonguni samd um at játta 700.000 krónur til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági, segði Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, við KvF. Í hesum sambandi segði landsstýriskvinnan, at hon ætlar at broyta reglurnar fyri háskúlar, soleiðis at aldurin fyr, nær ein kann fara á háskúla, verður lækkaður niður í 16 ár. Harumframt verða eisini 400.000 krónur verða settar av til at fyrireika ein eftirskúla í Norðaru helvt í Suðuroy. Dennis Holm sigur, at tað er ikki í samráð við tey, at peningur verður settur av til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági. Tvørturímóti kundi hann hugsað sær, at umsóknin um ein eftirskúla, varð viðgjørd. Hetta við einum víðkaðum eftirskúlatilboði er so ógreitt, at vit vita ikki, hvat liggur í hasum, og tískil vita vit heldur ikki, hvat pengarnar skulu brúkast til. Men er tað ætlanin at broyta skipanina um eftirskúla, soleiðis, at hesin peningurin kann brúkast til eitt tilboð, sum líkist einum eftirskúla, hevði tað verið fínt. Annars er ringt at skilja ætlanina við at lækka aldurin fyri at fara á ein háskúla, tí tað er eitt sindur ógreitt, hvat hon skal brúkast til. Skal játtanin bara brúkast til at bjóða næmingum eitt vanlig háskúlaskeið í nakrar vikur, er tað høpisleyst tí eg dugi ikki at síggja, at nakar næmingur í 9. flokki, ella 10. flokki, sum vil royna nakað nýtt, fer úr skúlanum fyri at fara á háskúla í nakrar vikur, sigur hann. Og tað verður seinnapartin í dag, at Løgtingið fer at taka endaliga støðu til málið. Vilja sleppa undan at hava umboð kring landið 19.12.2016 (11:20) Nevndin í Fiskimannafelagnum fer nú at gera enn eina roynd at strika skipanina, har fiskimannafelagið hevur sóknarformenn í hvørjum øki í Føroyum Ein roynd varð gjørd fyri tveimum árum síðani, men tá miseydnaðist tað akkurát, tí tá vóru 20 atkvøður fyri, og 21 atkvøður ímóti. Men á landsfundinum, sum verður hósdagin verður roynt einaferð afturat, sigur Fiskimannafelagið í eini fráboðan í morgun.

Sóknarformenninir høvdu stóran týdning, tá limatalið hjá Fiskimannafelagnum var fleiri ferðir størri enn tað er nú, samstundis sum samskiftismøguleikarnir vóru nógv verri enn, sigur Fiskimannafelagið. Men tey halda, at tíðin er farin frá skipanini. Tað gongur striltið yvirhøvur at manna fleiri av sóknunum við sóknarformonnum, og harafturat er skipanin bæði stirvin og tvørlig Tað hevur annars verið ført fram, at sóknarformenninir møta á landsfundi, og at tað hevði mangan verið tómligt møttu teir ikki. Tað er helst eisini rætt, at soleiðis hevur verið. Men tað kann ikki verða einasta orsøkin til at varðveita skipanina. Limirnir eiga at hava áhuga at møta landsfundi at gera sína ávirkan galdandi, sjálvt um teir ikki eru sóknarformenn, sigur Fiskimannafelagið. Kongolesar stovna reiðarí í Føroyum 19.12.2016 (13:13) Millum nýggju partafeløgini, sum eru sett á stovn í Føroyum seinastu tíðina, er smápartafelagið Kubilai Khan. Sambært yvirlitinum hjá Business-Line, er tað er útgerðarmaðurin André Gregory Wan, sum er stovnari av reiðarínum, hvørs endamál er at reka skipavinnu og annað í hesum sambandi. André Gregory Wan er búsettur í Bruxelles. Saman við honum í nevndini situr Alain Wan, sum er búsitandi í Kinshasa í Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Stjóri í felagnum er Franck Kanyinda Tshibangu, sum eisini er búsitandi í Kinshasa. André Gregory Wan er ikki ókendur í føroysku partafelagsskránni. Hann er stjóri í felagnum All Oceans Logistics, sum er reiðarí hjá handilsskipinum El Nino, sum er skrásett í FAS. El Nino siglir í vesturafrika, í høvuðsheitum millum Demokratiska Lýðveldið Kongo og Namibia. Stovnari av All Oceans Logistics er Alain Wan. Hava fingið upp í 3000 krónur meiri - um mánaðin 19.12.2016 (14:06) Hetta síðsta árið hava fólk, við lágari, ella miðal inntøku, fingið væl meiri at liva fyri um mánaðin. Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvussu fíggjarligu viðurskiftini hjá fólki eru broytt hesi seinastu árini.

Tað ger hann, tí herfyri upplýsti løgmaður upplýsti í Løgtinginum, at ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, hevur nú 40.000 krónur meira at liva fyri um áriðm ella 3.300 krónur um mánaðin. Og nú vildi hann hava landsstýriskvinnuna at útgreina um tað passar. Kristina Háfoss sigur, at næsta ár fer ein familja við tveimum børnum, har annar forvinnur 5.400 krónur um mánaðin, og hin forvinnur 25.000 krónur um mánaðin at hava 250.568 krónur at liva fyri, ella 20.881 kr. um mánaðin. Hon staðfestir, at Jørgen Niclasen hevur víst á, at ein familja í somu støðum hevði 242.950 krónur at liva fyri í fjør ella 20.246 kr. um mánaðin. Sostatt fær hon 635 krónir meira at liva fyri um mánaðin næsta ár. Taka vit eitt par í Havn við einum við einum barni í barnagarði og einum í vøggustovu, har bæði hava miðalinntøku, har annar fær 20.000 krónur um mánaðin í løn, og hin 30.000 krónur um mánaðin, hava tey 32.657 krónur meira at liva av næsta ár, enn tey høvdu í fjør, ella 2.721 krónur meira um mánaðin. Høvuðsorsøkin til økingina, er skattalættin til lág- og miðallønt, sum kom í gildi í ár, umframt at barnafrádrátturin til børn undir skúlaaldur, hækkar á nýggjárinum. Somuleiðis lækkar kommunuskatturin í Torshavnar Kommunu, og harumframt eru ansingargjøldini í Tórshavnar Kommunu munandi lækkað fyri tey, ið hava fleiri børn á dagstovni. Leggjast kann afturat, at lági oljuprísurin, og lága rentan hava eisini gjørt tað nógv bíligari at liva hesi seinastu árini, umframt at lønirnar eru hækkaðar. Kristina Háfoss sigur sigur eisini, at ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, ið fær forsorgarhjálp, fær 232.139 krónur at liva fyri næsta ár í 2017 ella 19.345 kr. um mánaðin. Í hesum sambandi vísir Jørgen Niclasen á, at í fjør hevði ein stakur uppihaldari í effinett somu støðum, eina tøka inntøku upp á 195.466 krónur um árið, ella 16.289 krónur um mánaðin. Tað vil siga, at ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, ið fær forsorgarveiting, hevur næstan 37.000 krónur meira at liva fyri næsta ár enn í fjør ella góðar 3.000 krónur meira um mánaðin. Kristina Háfoss vísir eisini á, at fólk við ongum børnum, og 20.000 krónum um mánaðin í løn, 158.946 krónur at liva fyri næsta ár, ella 13.246 kr. um mánaðin. Tað vil siga, at hann hevur 535 krónur meiri at liva fyri um mánaðin næsta ár, enn hann hevði í fjør. Hinvegin heldur landsstýriskvinnan ikki, at hetta kann brúkast til at eftirkanna um løgmaður gav Løgtinginum rættar upplýsingar, tí fortreytirnar eru ikki tær somu. Eitt nú taldi løgmaður eisini lønarvøkstur upp í, so svarini kunnu ikki samanberast. Nú mugu vit fáa skil á 19.12.2016 (16:04) Tað almenna má fáa betri skil á, tá ið farið verður undir byggjarí av ymsum slagi. Tað heldur Hilbert Elisson, sum í hesum døgum hevur sæti í Løgtingi fyri Javnaðarflokkin.

Tí vil hann hava at vita frá Hendriki Old, landsstýrismanni, um nakrar ætlanir eru frammi um a broyta mátan, almennar verkætlanir verða fyriskipaðar og stýrdar upp á. Hann vísir á, at seinastu árini eru fleiri verkætlanir hjá landinum farnar av kós. Ofta eru tær vorðnar væl dýrari enn ætlanin var, og tá ið tær eru lidnar, kemur harafturat javnan undan kavi, at handverkið ikki er ov vánaligt. Í fleiri førum eru avleiðingarnar av hesum, at stórar sparingar verða gjørdar, longu áðrenn byggingin byrjar, og eisini undir sjálvari byggingini. Hilbert Elisson sigur, at ein afturvendandi trupulleiki er, at ov lítið av pengum verður sett av til tað, ætlanin er at byggja. Hetta førir sum oftast við sær, at óhepnar avgerðir verða tiknar, sum gera úrslitið nógv verri enn gott er. Hann vísir á, at eiyt tað nýggjasta dømi er vegurin í sambandi við nýggja Viðareiðistunnilin, sum krevur stórar ábøtur, hóast tunnilin er nýliga tikin í brúk Eitt annað dømi er skúladepilin í Marknagil, har ógvusligar sparingar vórðu settar í verk, áðrenn farið varð at byggja. Og fyri at fáa játtina yvirhøvur at halda, eru peningaligar ósemjur á meira enn 70 milliónir endaðar í gerðarrætti. Fyri nøkrum árum síðan endaði ein skúlabygging í Suðuri við, at skúlin skuldi umvælast fyri einar 16 milliónir krónur, nøkur fá ár eftir at hann varð tikin í brúk. Tað er okkurt í skipanini riggar ikki, sum tað skal, og tað eiga vit at rætta, sigur Hilbert Elisson. Fíggjarlógin samtykt 19.12.2016 (17:29) Orðaskiftið bleiv aftur rættuliga langt í dag um fíggjarlógina fyri 2017, men fyri lítlari løtu samtykti Løgtingið uppskotið. Tað vil siga, at nú er lagt fast, hvussu stórar útreiðslurnar hjá almennu Føroyum verða næsta ár og samstundis eisini inntøkurnar. Eftir tí samtykta fara góðar 200 milljónir krónur at leypa av næsta ár. Andstøðan hevði 21 broytingaruppskot, men tey fullu øll. 21-12 var atkvøðutalið gjøgnumgangandi eftir at fíggjarlógin hevur verið viðgjørd í tingsalinum í góðar 30 tímar. Tá ið fíggjarlógin var til endaliga atkvøðugreiðslu atkvøddu 29 fyri og fýra atkvøddu blankt og sostatt ongin ímóti. Skal seljast til størri felag

19.12.2016 (18:48) Sonni Ragnar Nattestad, sum fyri einari viku síðani gjørdi sattmála við norska Molde FK, fær eftir ætlan ein avgerandi leiklut hjá norska liðnum, har navnframi Ole Gunnar Solskjær er venjari. - Eg havi samskift nógv við Ole Gunnar undan skiftinum. Hann hevur sagt við meg, at eg eri keyptur inn sum fyrsta val til verjuna, og hann hevur eisini sagt við meg, at hann skal gera meg til mann sum fótbóltsspælara, sigur Sonni Ragnar og heldur fram: - Eisini hevur hann sagt, at hann sær meg sum ein leikara, sum verður í Molde FK í tvey til trý ár, áðrenn at eg skal seljast víðari til okkurt størri felag. So hetta er ein fantastiska spennandi møguleiki hjá mær, greiðir Sonni Ragnar frá. Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við Sonna Ragnar Nattestad um skiftið til Molde FK. Í áhugaverdu greinini ber til at lesa um hørðu tíðina í Danmark, nýggja familjulívið og framtíðarætlanirnar hjá 22 ára gamla landsliðsmiðverjanum. Í greinini kann eisini lesast um serligu søguna, tá ið talentskótin hjá Molde FK var í Íslandi og hugdi at einum heilt øðrum leikara, men heldur fekk eyga á Sonna Ragnar. Annar brotsmaðurin er dripin 19.12.2016 (21:15) Ein brotsmaður er dripin, og ein er handtikin í samband við hendingina í Berlin í kvøld, tá ein lastbilur við pólskum nummarplátum koyrdi inn í ein jólamarknað. Tað váttar lokala løgreglan í Berlin yvirfyri Berliner Morgenpost. Blaðið leggur aftrat, at annar brotsmaðurin helst varð dripin av løgreglumonnum við lastbilin, meðan hin flýddi inn í eina aðra gøtu, har hann varð handtikin í einari viðarlund. Talsmaður fyri løgregluna í Berlin sigur, at tey kenna ikki motivið til tað, sum er hent, men tey taka hendingina sum eitt álop. Sagt verður, at pólsku nummarpláturnar á lastbilinum kunnu vera falskar - men í løtuni veit týska løgreglan ikki, hvør identiteturin hjá brotsmonnunum er. - Eg hoyrdi hørð buldur og skríggj 19.12.2016 (22:39) Týskar tíðindatænastur hava í kvøld havt samband við fleiri fólk, sum vóru á staðnum, tá stóri lastbilurin koyrdi inn í mannamúgvuna í Berlin og drap níggju fólk og særdi fleiri enn fimmti. Millum tey, sum tíðindatænasturnar hava skift orð við, er ein eldri maður, sum var har, tá lastbilurin koyrdi inn í mannamúgvuna.

- Lastbilurin koyrdi bara beinleiðis tvørtur um kantsteinin og inn á plássið. Tað má hava verið vil vilja, tí lyktirnar á bilinum vóru ikki tendraðar, sigur eldri maðurin við Berliner Morgenpost. Hann leggur aftrat, at hann hoyrdi bara hørð buldur og skríggj. - Knappliga hoyrdi eg eitt ógvuliga hart brak. Onkur tók í annan armin á mær, og síðan hoyrdi eg bara skríggj. Beint við síðuna av mær datt onkur, og so rann eg bara, sigur eldri maðurin, sum Berliner Morgenpost hevur skift orð við. Ikki loyvt at taka fleiri útbúgvingar í Danmark framyvir 19.12.2016-17:31 Fólkatingið fer væntandi í dag at samtykkja lógaruppskot, sum skal forða fólki í at taka fleiri útbúgvingar. Hetta visti Kringvarpið at siga í útvarpstíðindunum á miðdegi. Lógaruppskotið skal avmarka talið av lesandi, sum longu hava eina útbúgving, við at nokta fólki at taka eina útbúgving, sum er á sama ella hægri støði. Uppskotið kemur óvart á fleiri, og eisini onkur føroyingur verður ávirkaður av broytingini. Kringvarpið tosaði við Holger Arnberg, leiðara á Altjóða Skrivstovuni, og hann visti um tveir lesandi í Føroyum, sum ætlaðu sær at gevast við sínari kandidat útbúgving, og heldur saðla um. Men hesir fingu ráð frá lestrarvegleiðara í Danmark um, at tað var skilabest at gera útbúgvingina teir vóru í holt við lidna fyrst, fyri síðani at fara í holt við eina aðra útbúgving. Hesir standa nú í einari keðiligari støðu, sigur Holger Arnberg millum annað. Holger Arnberg vísir á, at tað fyrr hava verið avmarkingar á, um ein lesandi, ið longu hevði kandidat útbúgving søkti, og plássini vóru avmarkaði, at hesin so ikki slapp framat. Men hetta er meira drastiskt, og ónøgdin er, sum vera man, stór. Umleið 80 túsund fólk hava skrivað undir mótmæli av uppskotinum, tí tey óttast at koma í kløtur av lógarbroytingini, upplýsir Kringvarpið. Lógin er bert galdandi fyri Danmark, og tí er møguleiki at halda fram við lesnaðinum uttanfyri Danmark. Ikki allar útbúgvingar eru tengdar at hesum nýggja lógaruppskotinum, og ráðharrin fær heimild til at gera undantøk. Eitt nú um stórur mangul verður á arbeiðsmegi innan ávís økir. Portal.fo

Russiski sendiharrin í Turkalandi dripin í vápnaðum álopi 19.12.2016-18:07 Russiski sendiharrin í Turkalandi, Andrej Karlov varð í dag skotin tá hann vitjaði eina framsýning í Ankara. Hann doyði av løstunum. Hetta váttar Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið sambært Reuters. Álopið hendi sambært Reuters meðan russiski sendiharrin skuldi til at halda eina talu til setanina av listaframsýningina, Russland sæð í eygunum á turkum. Ein vápnaður maður rann inn í bygningin og rópti: Gloym ikki Aleppo, gloym ikki Sýria. So longi Aleppo ikki er trygt, so kunnu tit ikki føla tykkum trygg. Síðani lat hann nøkur skot av móti sendiharranum, og tað var, sum kunnugt, nóg mikið til at drepa hann. Bæåi USA og ST hava longu fordømt álopið. Russland sær álopið sum eitt yvirgangsálop, og hevur í hyggju at umrøða málið í ST Trygdarráðnum, sigur russiska uttanríkisráðið sambært Russia Today. - Hetta síggja vit sum eitt yvirgangsálop sigur Maria Zakharova. Turkiska tíðindastovan, Andulo Agency skrivar, at gerningsmaðurin stutt aftaná varð nevtraliseraður. Portal.fo Steypakapping, kvinnur: Fleyr, SÍ og TB eru víðari 19.12.2016-19:35 Trý lið hava longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í kvinnuflogbólti. Fjórða liðið verður funnið fyrst í januar mánaði. Og tað áhugaveda er, at trý lið kappast um seinasta plássið í hálvfinalunum. Í gjár gjørdist endaliga greitt, at Fleyr, SÍ og TB hava kvalifiserað seg til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Í bólki 2 var rættiliga javnt áðrenn umfarið í gjár. SÍ lá best fyri, men í roynd og veru kundu øll liðini spælas eg víðari. SÍ var á vitjan hjá ÍF í Kambsdali, og tann dysturin endaði við 3-0 sigri til gestirnar. Tølini kunnu geva ábendingar um, at tað var ein tryggur sigur, men tað var bara í fyrsta setti, at munurin var so stórur. Tey bæði næstu settini endaðu 27-25 og 28-26 til SÍ, so har var javnt. Men tað var nóg mikið til sigur og til eitt pláss í hálvfinalunum í steypakappingini. Hin dysturin var millum TB og Mjølnir í Trongisvági, og hóast gestirnir byrjaðu best og vunnu fyrsta sett, so fótaði heimaliðið sær og endað við at vinna 3-1, og seinna plássið í hálvfinalunum í bólki 2 Í bólki 1 tók Fleyr í gjár ímóti oddaliðnum í landskappingini, Drátti, sum kom á vitjan í Gundadalshøllini, og har skuldi gerast av, hvat av liðunum skuldi vinna bólkin. Liðini vóru púra jøvn undan seinasta dystinum, við tað at bæði liðini høvdu fýra stig fyri tveir dystir, men Dráttur hevði betri settmun.

Hetta hevði tó ikki stórvegis ávirkan, tí tá dysturin var liðugur, hevði Fleyr vunnið ein greiðan 3-0 sigur á oddaliðnum í landskappingini. Tað hevur við sær, at tað nú er greitt, at Fleyr vinnur bólk 1 við sjey stigum, og tað vil siga, at tær eru víðari. Hinvegin er ikki greitt, hvat hitt liðið í bólki 1 verður. KÍF og Ternan skuldu eisini spæla í gjárkvøldið, men tann dysturin mátti útsetast. Nýggi leikdagurin er settur at vera 5. januar. Sum støðan er nú, kunnu øll trý liðini í bólki 1 spæla seg víðari. Dráttur liggur best fyri, tí tær hava fýra stig og ein settmun uppá -1. Men av tí, at KÍF og Ternan bæði hava tvey stig, og ein settmun uppá ávikavist -1 og -2, kunnu bæði liðini enda frammanfyri Drátt. Vinnur annað av liðunum 3-0 ella 3-1, fær vinnandi liðið trý stig, og so eru tær frammanfyri. Og vinnur KÍF 3-2, er tað eisini nóg mikið. Tí tá endar KÍF eisini á fýra stigum, men við betri settmuni enn Dráttur og eisini betri innanhýsis. Tí er í løtuni bara greitt, at Fleyr, SÍ og TB eru komin víðari í hálvfinalurnar, sum vera spældar í høllini á Hálsi tann 11. februar 2017. Úrslitini í gjár vóru annars hesi: Bólkur 2:TB-Mjølnir 3-1 (20-25, 25-16, 25-18, 25-9) Bólkur 2: ÍF-SÍ 0-3 (16-25, 25-27, 26-28) Bólkur 1: Fleyr-Dráttur 3-0 (25-17, 25-14, 25-21) Bólkur 1: KÍF-Ternan er útsettur til 5. januar 2017 (Innsent av fbf) Portal.fo Her koma Jesus tíni smá 19.12.2016-21:41 Í morgun klokkan 10:30 varð skipað fyri afturvendandi jólaguðstænastu fyri øllum dagstovnaella dagrøktarbørnum í Klaksvík. Um 400 eru tey í tali. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni. Á heimasíðuni skriva tey, at børnini sungu væl við og dugdu eisini at lurta eftir Marjun Lómaklett, sóknarpresti. Vanliga eru nógvir bilar kring kirkjuna, tá ið tiltøk eru har, men í dag vóru rættiliga nógvir barnavognar ístaðin, sum myndirnar á heimasíðuni eisini siga frá. Sí leinkju niðast í tekstinum. Í morgin, týsdagin klokkan 10:30, verða tað skúlabørnini í Klaksvík sum hittast í kirkjuni til jólaguðstænastu, har tey móti endanum plaga at syngja óføra væl við til Gleðilig jól, sum er ein fragd at hoyra so hjartaliga sungið. Portal.fo

Meting um tilfeingið fyri viku 51, 2016 Friday, 16 December 2016 Samandráttur: Línuskip: Øll línuskipini liggja við bryggju og fara neyvan útaftur áðrenn jól. Útróður: Streymurin verður góður, men veðrið verður vánaligt og so at tað nærkast jólum, ger at vit vantað lítið og einki av útróðri í vikuni. Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggu. Partrolarar: Øll, uttan tvey pør, eru til fiskarí. Koma at landa, sum vikan líður. Fiskiskapurin er fyri tað mesta smáligur. Trolbátar: Allir liggja við bryggju og sum veðurforsøgnin er, vantað vit ikki at nakar fer út áðrenn jól. Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa fyrst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku, men fiskaríið er smáligt. Fmf.fo Dato: 19.12.2016. Modvaluta: DKK. Valutanavn WMR Australske dollar 518,07 Bulgarske leva 380,10 Brasilianske real 211,42 Canadiske dollar 532,98 Schweizerfranc 694,31 Kinesiske renminbi.yuan 102,62 Tjekkiske koruna 27,510 Euro 743,44 Britiske pund 883,41 Hong Kong dollar 91,77 Kuna 98,69 Ungarske forint 2,3830 Israelske new shekel 184,41

Indiske rupees 10,50 Japanske yen 6,0780 Mexicanske peso 34,840 Norske kroner 82,26 Newzealandske dollar 494,68 Polske zloty 168,47 Russiske rubel 11,510 Svenske kroner 76,01 Singapore dollar 492,11 Thailandske baht 19,860 Tyrkiske lira 203,50 US dollar 712,75 Sydafrikanske rand 50,610 Danskebank.dk Andlát: Sanna Samuelsen, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 18. desember, 67 ára gomul. Kvf.fo