Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Like dokumenter
. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

Hin synoptiski trupulleikin

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Gips venjingar - tá armurin er brotin

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á 14 fundum.

Sethús Høgabø 8, Vágur

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Vøkstur og Virksemi átøk til at skapa búskaparligan framburð

Orka og orkupolitikkur

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

ÁRSROKNSKAPUR FYRI. apríl 2018

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

ZETA a r c h i t e c t s

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Sjálvandi taka vit livur

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 26. august Tíðindi frá Kringvarpi Føroya samansett av Føroysku Sjómanskirkjuna/bjg

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Vit hava roynt okkara besta at skipa fyri tiltøkum her upp til jólar og hava vit fylgjandi at bjóða uppá.

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Tíðindi úr Føroyum tann 21. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 26. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Eingin fjølmiðlaetikkur

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til. Løgtingslóg um Etiskt ráð

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juli Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Heimsins nalvi í Hósvík

Transkript:

Álit løgtingsmáli nr. 16/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. og løgtingslóg um eftirløn Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt málið fram tann 30. september 2014, og eftir 1. viðgerð 10. oktober er tað beint Fíggjarnevndini. í Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kommunufelagið, landsstýrismannin í vinnumálum og landsstýrismannin í fíggjarmálum. Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen) vísir á, at hetta er eitt uppskot í sambandi við, at kommununar yvirtaka eldraøkið. Við hesum verður eftirlønarlógin broytt soleiðis, at skattur av eftirlønarinngjøldum verður lutaður til kommunurnar eftir tali av borgarum, ið eru 67 ár ella eldri. Fyri at leggja upp fyri vansum við smárakstri telur ein persónur á Sandoynni tó 30%. Uppskotið er eitt úrslit av samráðing millum landsstýrið og kommunurnar, og tí tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Ein minniluti (Eyðgunn Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss) mælir Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum Orsøkin er, at uppskotið als ikki er klárt at taka støðu til. Enn er eftir at nágreina, júst hvørjar uppgávur kommunurnar skulu taka sær av í sambandi við, at ábyrgdin verður flutt (arbeiðsbólkar arbeiða enn við at nágreina markamót v.m.), og enn eru samráðingarnar millum land og kommunur, um hvør fígging skal fylgja við frá landi til kommunur, ikki lidnar. Eldrarøkt, eldratænastur og heimatænastur til øll vaksin eru grundleggjandi vælferðartænastur í samfelagnum. Tað er sjálvandi ikki ráðiligt at taka stig, ið kunnu seta trygdina undir hesum tænastum burtur. Tí má minsta kravið vera at útseta tíðspunktið fyri ætlaðu útleggingini av hesum stóru vælferðarøkjum frá landi til kommunur eitt ár. Hetta so møguligt verður at greina uppgávur og fíggingarleist nærri og at gera endaliga semju millum land og kommunur. Samgongan trýst málið ígjøgnum Í apríl samtykti samgongan at leggja eldraøkið og heimatænasturnar út til kommunurnar. Hetta varð gjørt, hóast fyritreytirnar als ikki vóru til staðar. Tí:

- fíggingin var ógreið bæði leisturin og upphædd - játtanin til eldraøkið var frammanundan skorin inn á bein og tørvar stóra uppraðfesting - í lóggávuni varð latið upp fyri privatisering av eldrarøkt og heimarøkt - einki minstamark var ásett viðvíkjandi tænastustøðinum - ógreitt er, hvat eftirlit verður við dygd og tænastu og hvørjir kærumøguleikar verða - eingi faklig krøv verða ásett í lógini hvørki í mun til almenna ella evt. privata partin - heimarøktin og endurmenningin liggja í andaleypi, og hava bráðfeingis tørv á íløgum - eingin trygd er fyri, at ójavnin í tilboðunum ymsastaðni í landinum ikki veksur - einki krav um, at fígging, ið verður latin frá landi til kommunur, verður nýtt til eldraøkið og heimatænastur. Kann nýtast til annað um kommunurnar ynskja hetta - kommunurnar eru framvegis ikki lagdar saman í fáar sterkar og virkisførar eindir. Hóast hetta, so valdi samgongan í apríl 2014 at samtykkja lógarkrav um, at kommunurnar skuldu átaka sær alla ábyrgdina av stóra og týðandi økinum eldraøkinum og heimatænastum longu 1. januar 2015. Hetta gjørdi, at kommunurnar mistu stóran part av samráðingarstøðu teirra, tí nú kundi landsstýrið vísa til Løgtingsins vilja, og kommunurnar kendu seg trýstar at taka undir við leistinum áðrenn freistina. Ein óvirðilig loysn, tí sjálvandi áttu samráðingar millum land og kommunur verið gjørdar lidnar áðrenn lógirnar - bæði viðvíkjandi ábyrgdar- og uppgávubýti og viðvíkjandi fígging - vórðu lagdar fyri Løgtingið. Fíggingarleisturin tryggjar ikki eldraøkið í framtíðini Tann fíggingarleistur, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, tykist løgin, og tykist ikki hava sum endamál at tryggja kommunum neyðugar inntøkur at fíggja eldraøkið og heimatænastur í framtíðini. Leisturin er býttur í 3 partar, og eingin av hesum tykist røkka endamálinum at tryggja kommunum, at inntøkurnar koma at økjast samsvarandi talinum av eldri í framtíðini. 1. Landið endurrindar kommunum fyri tap vegna frádráttir Fyrsti luturin í fíggingini er, at kommunurnar skulu árliga fáa goldið eina upphædd frá landskassanum, ið áleið samsvarar við skattavirðið á ávísum frádráttum, ið skattgjaldarar í kommununum fáa, roknað við einum prosentsatsi, ið Løgtingið samtykkir. Talan er um hesar frádráttir DIS, FAS, Fiskimannafrádrátt og Uttanlandsfrádrátt. Kommunurnar skulu eftir lógaruppskotinum fáa hesa upphædd eftir bústaði hjá viðkomandi skattgjaldara 1. desember árið fyri. Við hesum uppskoti verður fígging latin kommunum í mun til, hvussu nógvar borgarar kommunan hevur, ið starvast uttanlands og í fiskivinnuni. Hetta hevur í hvussu er einki við tørvin á ella fígging av eldraøkinum at gera. Beint øvugt. Tí so hvørt borgarar, ið hava starvast uttanlands ella í fiskivinnuni, gerast pensjónistar, so missir kommunan endurgjald frá landinum. T.v.s. missir júst, tá tørvur er á hesi játtan til eldratænastur.

2. Forskattaðar pensjónir til kommunur Næsti liðurin í fíggingarleistinum er, at kommunurnar skulu fáa forskatting av pensjónum. Men hetta samvarar við, at kommunurnar skulu fáa part av teirra egnu inntøkum aftur. Tí áðrenn 1. januar 2012 áttu kommunurnar 40-50% av øllum pensjónsskatti, ið varð rindaður, tá pensjónin varð útgoldin. Við forskattingini broytti samgongan hetta soleiðis, at landið tók allan framtíðar pensjónsskatt 100%. Í 2014 væntast 252 mió. kr. í forskattaðum pensjónum. Kommunurnar eiga av røttum 101-126 mió. kr. av hesum (40-50%). Nú sigur landsstýrið, at um kommunurnar átaka sær útreiðslurnar av eldraøkinum, so skulu kommunurnar fáa hesa inntøku, ið samgongan sjálv tók frá kommununum pr. 1. januar 2012, aftur, og kallar hetta nýggj fígging til kommunurnar frá landinum. Hugsið tykkum, um tað vendi øvugt. At kommunurnar fyrst tóku helvtina av skattainntøkunum frá landinum, fyri síðan at siga, nú skuldi landið fáa sínar egnu inntøkur aftur fyri at fíggja eitt øki, ið kommunurnar løgdu aftur til landið t.d. dagstovnaøkið og barnavernd. Tann helvtin av forskattaðu pensjónunum (101-126 mió. kr.), ið kommunurnar áttu sjálvar áðrenn 1. januar 2012, kann sjálvandi ikki telja við ella sigast at vera nýggj fígging. Trupulleikin við forskattaðu pensjónunum er hartil, at inntøkurnar ikki koma at hækka, samsvarandi økta talinum av pensjónistum. So sum tær annars høvdu gjørt, um pensjónistar rindaðu pensjónsskatt við útgjaldi. Um pensjón varð skattað við útgjald, hevði hetta jú merkt, at so hvørt farið varð frá 4-5 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist til 1-2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, hevði munandi størri parturin av skattainntøkum komið frá pensjónsskatti. Tí pensjónsskattainntøkurnar komu at økjast, so hvørt fleiri pensjónistar vóru, og so hvørt tørvur var á fleiri eldraútreiðslum. Samgongan hevur tó valt at undirgrava hetta fíggjarliga trygdarnetið undir framtíðar vælferðarsamfelagnum við at velja at forskatta pensjónir. Tí nú verður tað so, at jú fleiri pensjónistar, jú færri skattainntøkur, og jú færri inntøkur at rinda fyri eldraútreiðslur. Ein ófatuliga stuttskygd loysn. Tó skal nevnast, at av tí, at samgongan nú fer at krevja, at flest øll skulu rinda til egna pensjón, so fer forskattingin at økjast í sera avmarkað tíðarskeið, meðan lógarkravda pensjónsuppsparingin fer úr 1% upp í 15%. Hetta gevur tó bert meiri í pensjónsskattainntøku fyri teir føroyingar, ið ikki hava kravdu pensjónsuppsparingina í dag (umleið 4.500 onga og nøkur túsund minni enn 15%). Men tá tvungna pensjónsuppsparingin fyri hesar persónar samstundis verður tikin av A- inntøkuni, fer inntøkuskatturin at gerast samsvarandi minni í sama tíðarskeiði. T.v.s. at kommunurnar missa kommunuskatt, og landið missir landsskatt av teimum 15%, ið verða tikin av lønini til pensjón.

Heldur ikki hesum er hædd tikin fyri í fíggingarleistinum. Valt er bert at taka hækkingina í pensjónsskattinum við í roknistykkið, uttan at taka samsvarandi lækkingina í kommunuskattinum við. Hetta gevur eina sera misvísandi mynd. Tí hetta merkir, at, sum frá líður, fer talið av pensjónistum og eldraútreiðslurnar sostatt at økjast, uttan at inntøkurnar økjast samsvarandi hjá kommununum. Við forskattingini av pensjón og við fíggingarleistinum, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, er sostatt sera stórur vandi fyri, at neyðugt verður við stórum brúkaragjøldum ella nýggjum skattum, um eldratænastan skal kunna veitast og rindast í framtíðini. Men tað tykist sum landsstýrið ikki sær hetta sum ein trupulleika, ella kanska er tað júst, tí tey síggja henda trupulleikan, at landsstýrið nú skumpar álvarsomu avleiðingarnar av forskattaðu pensjónunum yvir til kommunurnar at taka sær av. 3. 15 mió. kr. frá landi til nakrar kommunur í 3 ár Ásannandi, at fíggingarleisturin als ikki kemur at tryggja grundarlagið undir eldarøkinum og heimatænastuni í framtíðini, hevur landsstýrið bjóðað kommunum eitt eingangsgjald á 15 mió. kr. fyrstu 2 árini. Hetta er tó ikki nakað, ið kemur at halda áfram eftir hetta tíðspunkt, og tykist meira sum ein roynd at keypa seg til frið, heldur enn at tryggja eitt gott og støðugt fíggjarligt grundarlag undir eldraøkinum og heimatænastunum í framtíðini. Einki hoyringssvar og andstøðan hildin uttanfyri Tá hetta týðandi málið fígging av framtíðar eldraøkinum og heimatænastum var lagt fyri á Løgtingi, var einki hoyringsskriv lagt við. Andstøðuflokkarnir eru heldur ikki hoyrdir í málinum og hava á ongan hátt fingið møguleika at luttikið í hesum avgerandi máli fyri eldraøkið, heimatænastur, land og kommunur í framtíðini. Hetta undrar. Tíverri kenna vit arbeiðsháttin aftur frá fleiri øðrum stórmálum. Eitt nú forskatting av pensjón, flatskatti, avtøku av Landsbanka, 15% tvungnari pensjónsuppsparing og nú eldraøkinum. Tykist at vera ein líkasæla við, hvat umboðanin á Løgtingi fyri um helvtina av fólkinum í Føroyum heldur. Hetta undirgrevur fólkaræðið og skapar ikki tryggar og varandi loysnir fyri samfelagið. Landsstýrið stavnsbindur forskattingina Fíggingarleisturin, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið og kommunurnar, fer ikki at tryggja eitt nóg trygt grundarlag undir eldraøkinum og heimatænastunum í framtíðini. Men hesin leistur tykist at røkka øðrum politiskum endamáli hjá landsstýrinum, herundir: 1. At binda forskattingina av pensjónum fastari, so komandi samgonga ikki líka lætt kann broyta hetta aftur

2. At binda frádráttir og skattlig undantøk fastari, so Løgtingið í veruleikanum ikki fær broytt hetta í framtíðini 3. At kommunurnar harvið binda seg til ikki at biðja um endurgjald fyri, at landið tók 40-50% av pensjónsskattinum (101-126 mió. kr. árliga) frá kommununum uttan endurgjald 1. januar 2012. 4. At lata kommunurnar um at taka stór brúkaragjøld og/ella nýggjar skattir, tá inntøkurnar frá pensjónsskatti vegna forskattingina - ikki fara at økjast samsvarandi hækkandi eldratalinum. 5. At landið letur minni fígging enn veruligi útreiðslutørvurin fer at verða á eldraøkinum frameftir. Trýstið verður tí á kommunuskattin, ið er ein flatskattaskipan (í enn størri mun enn landsskatturin), heldur enn á landsskattin. Undirgravar fíggjarliga haldførið hjá vælferðarsamfelagnum Hetta er eisini enn eitt átak at minka um fíggjarliga haldførið hjá landi og kommunum. Hetta vísa bæði Búskaparráðið og danski Nationalbanken á. Millum fyrstu átøk síni valdi samgongan at tøma Búskapargrunn Føroya og at avtaka einasta óhefta tjóðarbúskaparliga stovn okkara, Landsbanka Føroya. Vit fáa tí í verandi løtu tíverri eingi tilmæli og ongar niðurstøður frá Landsbanka Føroya, men fyri stuttum kom danski tjóðbankin so við síni meting av føroyska búskapinum. Ein av niðurstøðunum er fylgjandi: Í løtuni gongur tað óvanliga væl bæði í uppsjóvarvinnu og alivinnuni. Almennu inntøkurnar eru tí størri enn vanligt. Um tað verður eitt yvirskot í 2016, fer hetta ikkiat endurspegla grundleggjandi støðuna hjá almennu fíggjarstøðuni. Tað eiga at verða framd fleiri átøk, ið bygnaðarliga/strukturelt kunnu styrkja almennu fíggjarstøðuna. Hetta ger seg serstakliga galdandi, tá landsstýrið frá 2012 hevur broytt skatting av pensjónum, so hesar verða skattaðar við inngjald heldur enn við útgjald. Hetta økir inntøkurnar nú, men minkar tær seinni. Hallið er tí lægri nú, uttan at haldførið hjá almennu fíggjarstøðuni er betrað. Búskaparráðið kom við líknandi niðurstøðu í seinastu frágreiðing síni: Sama er at siga um forskattingina av eftirlønaruppsparing frá 2012 til tess at fíggja skattalætta, og sum undir verandi demografisku viðurskiftum ger fíggjarliga haldførið verri í longdini. Hetta er ein veruleiki, ið landsstýrið higartil hevur roynt at goyma fyri almenninginum ein veruleiki, ið tó ikki gerst minni veruligur av hesi orsøk tvørturímóti. Við at flyta forskattaðu pensjónsskattainntøkurnar út til kommunurnar, saman við eini stórari rokning, royna landsstýrið og samgongan at flyta trupulleikan við forskatting av pensjón út til kommunurnar. Hvussu skal landið fíggja framtíðar tænastur? Ein annar tættur, ið als ikki er lýstur í sambandi við fíggingarleistin, er avleiðingin fyri landskassan, sum frá líður.

Tí við førda fíggjarpolitikkinum og við hesum fíggingarleistinum fer inntøkugrundarlagið hjá landskassanum at gerast munandi veikari í framtíðini. Fyri landskassan merkir hetta m.a.: - Landsskatturin munandi minkaður (-330 mió. kr. í 2012 helst væl omanfyri -400 mió. kr í 2015) - Framtíðar pensjónsskatturin burtur (-280 mió. kr. í 2015) - DIS, FAS, uttanlandsinntøkur og sjómannafrádráttur nú skal landið bera allan kostnaðin (-113 mió. kr. í 2015) Samstundis vísa hagtøl, at støðugt størri partur av lønarinntøkum landsins koma frá, at føroyingar búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands. Í 2012 kom oman fyri 1 mia. kr. av lønarinntøku hjá føroyingum úr útlondum, hetta samsvaraði við um 13% av lønarinntøkuni í landinum. Í dag er henda upphædd helst væl hægri. Hetta skal setast í mun til um 300 mió. kr. í lønarinntøkur úr útlondum fyri bert 10 árum síðan í 2004. Tað er gleðiligt, at tað væl letur seg gera at búgva í Føroyum og at arbeiða uttanlands. Hetta ger tað eisini møguligt hjá enn fleiri at búgva í Føroyum, eisini tá færri størv eru í landinum. Men vegna skattaskipanirnar millum londini merkir hetta, at munandi minni kemur inn í lands- og kommunuskatti. Við fíggingarleistinum í sambandi við eldraøkið og heimatænasturnar merkir hetta, at landskassin í framtíðini kemur at bera allan kostnaðin av serstøku skattaskipanunum, og hetta merkir, at landskassin fer at hava enn minni at rinda vælferðartænastur, ið landið hevur ábyrgdina av, fyri. Tað er greitt, at tað ber ikki til at byggja alla vælferð á so óstøðugar inntøkur so sum MVG og tilfeingisinntøkur. Neyðugt er at hava meira støðugar inntøkur eisini so sum skattainntøkur. Men hetta grundarlagið er munandi viknað hjá landinum. Og spurningurin er tí, hvussu landskassin skal kunna rinda eitt nú fyri vaksandi útreiðslur eitt nú innan heilsuøkið í framtíðini. Tykist tíverri, sum landsstýrið og Fíggjarmálaráðið velja at hugsa og virka sera stuttskygt. Tí eingin meting av avleiðingunum fyri landskassan fyriliggja saman við hesum stóru og týðandi lógarmálum. Neyðugt er við neyvari eftirmeting av inntøkugrundarlagi landsins, og framskrivingum av útreiðslum til vælferðartænastur landsins. Hetta so fíggjarpolitikkur kann verða framdur, ið tryggjar framtíðar vælferðina í Føroyum. Kommunurnar: Fíggingin er ikki nøktandi Eisini er alneyðugt, at landið og kommunur fáa møguleika at samráðast liðugt um fíggingina, ið skal verða knýtt at eldraøkinum og heimatænastum í framtíðini. 2. desember fekk Fíggjarnevndin kunnningarskriv frá Kommufelagnum, har víst varð á, at enn eru nógvir tættir eftir at fáa avgreitt, áðrenn sigast kann, at fíggingin er nøktandi fyri kommunurnar. Ítøkiliga verður víst á fylgjandi: - At upphæddin, ið landsstýrið hevur bjóðað kommununum, ikki samsvarar við kostnaðin av at yvirtaka eldraøkið og heimatænastur

- At hædd ikki er tikin fyri øktum útreiðslum vegna øktum tali av eldri - At hædd ikki er tikin fyri lønarvøkstri - At hædd ikki er tikin fyri MVG útreiðslum frá kommunum til land í sambandi við eldraøkið - At nógv viðlíkahald manglar og peningur til hetta - At játtan ikki er sett av til nýtt lógarkrav um heimavitjanir - At játtan ikki er sett av til eftirlit við eldraøkinum - At endurvenjingarøkið enn liggur í óvissu, og eingin játtan fylgir við um kommunurnar skulu yvirtaka lógarkravda endurvenjing - At kommunurnar nú skulu rinda landinum fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, ið ikki hava eitt stað at fara, og at játtan ikki er sett av til hetta. - At játtan ikki er sett av til framtíðar íløgutørvin, nú alsamt fleiri eldri vera. - At hædd ikki er tikin fyri útreiðslum til umlegging av KT skipanum. Samanumtikið er greitt, at málið als ikki er klárt at taka støðu til, tí: - Samráðingarnar millum land og kommunur eru ikki lidnar enn - Enn er ikki nágreinað, hvørjar uppgávur skulu flytast frá landi til kommunur - Fíggingarleisturin fer ikki at tryggja kommunum neyðugu inntøkurnar at røkja eldratænastur og heimatænastur í framtíðini - Landið hevur enn ikki mett um framtíðar avleiðingarnar fyri landið av fíggjarleistinum Tað er av avgerandi týdningi, at vit tryggja føroyingum góðar og javnbjóðis tænastur innan eldraøkið og heimatænastur kring alt landið. Hetta kann ikki tryggjast við hesum uppskotum frá landsstýrinum, og minnilutin mælir tí Løgtinginum til ikki at taka undir við hesum uppskoti. Í staðin verður mælt til, at geva landi og kommunum eitt ár afturat til at gera neyðugu fyrireikingarnar. Hetta fyri at tryggja hvørjum einstøkum føroyingi góðar tænastur innan eldraøkið og heimatænastur kring alt landið - nú og frameftir. Fíggjarnevndin, 4. desember 2014 Bárður Nielsen Kristina Háfoss Bill Justinussen formaður næstformaður Jákup Mikkelsen Rodmundur Nielsen Eyðgunn Samuelsen Aksel V. Johannesen