Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Like dokumenter
Gips venjingar - tá armurin er brotin

Hin synoptiski trupulleikin

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

SØLUTILFAR, JUNI 2016

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Uppsetan av SMC 7904WBRA

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Sethús Høgabø 8, Vágur

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Frágreiðing frá Lineseminar - Havforskningsinstituttet i Bergen, 19. og 20. oktober 2000

Uppskriftir til jólahugna. Jólabollar Piparnøtur Rómkúlur Karamellur. Jólauppskriftir

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Búskaparfrágreiðing Búskaparráðið desember 2006

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Námsferð hjá M6 maskinmeistaraflokkur á Vinnuháskúla Føroya

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Tíðindi úr Føroyum tann 9. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Kanning av oljudálking við Flesjarnar august 2007

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Orka og orkupolitikkur

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

Haruveiðan í Føroyum. Hunting of hare in the Faroe Islands in Eyðfinn Magnussen. NVDRit 2013:02

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Vøksturin við Nesvatn og Eystnes

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Sjálvandi taka vit livur

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2011

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Fundur við løgmann um 2015 FF hevur havt fund við landsstýrið um tess ætlanir fyri Tilmælið varð gjørt um, hvussu byrjast skuldi í 2005.

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

BØRN Í BILINUM. Ráðið fyri Ferðslutrygd

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

ZETA a r c h i t e c t s

ARB-Vegleiðing V-E /11. Arbeiðseftirlitið

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Ársfrágreiðing 2012/13 hjá Føroya Brigdesambandi

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Heimsins nalvi í Hósvík

Alipolitikkur. Vinnumálaráðið November 2005 Heimasíða:

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

Eingin fjølmiðlaetikkur

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Kostráð í sambandi við hjarta- og æðrasjúkur

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

SNÆLDUNI spinna tey ull til tógv Snældan verður nærum eitt samheitið við bygdarnavnið Strendur

UMHVØRVISGÓÐKENNING AV SMOLTSTØÐ Í HEYGARDALSVATNI Í VESTMANNA

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Vøkstur og Virksemi átøk til at skapa búskaparligan framburð

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Hesa lagnu ætlaðu nasistarnir

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðar afelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kappingarárið september. Leikskrá nr. 11

fisk fleiri ferðir um vikuna

L ønar sáttmáli millum Havnar Ar beiðsmannafelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Transkript:

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu Vágs kommuna Februar 2014 1

Innihaldsyvirlit Inngangur... 3 1. Tvey reinsiverk og eitt privat vatnfelag... 4 1.1. Gjógvarábrunnurin... 4 Vatn úr haganum og av Ryskivatni... 5 2. Avbjóðingar við drekkivatninum... 6 2.1. Rávatnið er vánaligt... 6 Kanning og sýn 1. oktober 2013... 10 Vatnroynd og sýn 25. og 26. oktober 2013... 10 Sýn í november og desember 2013... 10 Góðskan á drekkivatninum á Nesi... 11 2.2. Vatnnýtslan óvanliga høg... 11 Skrásetingar í 2013... 11 Lekar ella óvanlig vatnnýtsla?... 13 Vatnmátari keyptur... 14 Dýrir lekar... 14 3. Arbeiða við loysnum... 15 3.1. Niðan á Miðvatn eftir drekkivatni... 15 3.2. Bora eftir drekkivatni... 15 3.3. Drekkivatn úr Sumbiarbergholinum... 16 3.4. OZON-reinsiverk til drekkivatni... 16 3.5. Yvirtaka Brekkugerðar Vatnfelag... 16 3.6. Mugu loysa trupulleikar við lekum... 17 4. Samanumtikið... 18 2

Inngangur Avbjóðingar vóru aftur í 2013 við kommunala drekkivatninum og góðskan var ivasom partar av summarhálvuni. Tó so hava vatnroyndirnar fram til november 2013, bara í einum føri víst at vatnið ikki lýkur krøvini, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur. Nógv tíð hevur síðan januar 2013 verið brúkt uppá at staðfesta trupulleikar og arbeiða við loysnum. Tekniska deild hevur brúkt nógva tíð og orku uppá avbjóðingar við drekkivatninum. Við fyribyrgjandi átøkum, eydnaðist at sleppa undan, at drekkivatnið varð kolldømt av Heilsufrøðiligu Starvstovuni summarhálvuna í 2013. Men enn er ikki komið á mál, soleiðis at talan er um eina endaliga loysn uppá avbjóðingarnar við drekkivatninum í Vágs kommunu. Arbeitt verður við uppskotum um endaligar loysnir uppá avbjóðingarnar við kommunala drekkivatninum. Endamálið við hesum riti er at lýsa avbjóðingarnar og trupulleikarnar, samstundis sum greitt verður frá, hvørjar loysnir arbeitt verður við. 3

1. Tvey reinsiverk og eitt privat vatnfelag Vágs kommuna hevur tvey reinsiverk. Høvuðsreinsiverkið til húsarhaldsnýtsluna er sokallaða vestara reinsiverkið, sum er við Gjógvarábrunnin. Eystara reinsiverkið, sum er við bóndagarðin í Toftum, veitir vatn til vinnulívið á Vágs Havn, harumframt fáa húsarhaldini á Nesi (og einstøk onnur hús) eisini vatn frá hesum reinsiverkinum. Á reinsiverkunum eru sandfiltur, UV-stráling og klor-anlegg. Talan er um skipan, sum samanlagt skal tryggja, at vatnið lýkur krøvini til drekkivatn og til framleiðslu av matvørum. Reinsiverkið við Gjógvarábrunnin reinsar 60 tons av vatni um tíman. Reinsiverkið við brunnin úti við bóndagarðin í Toftum reinsar eisini 60 tons av vatni um tíman. Kommunala vatnveitingin verður regluliga kannað, hetta útfrá fastari avtalu við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Vatnroyndir verða tiknar 11 ferðir um árið og sendar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til kanningar. Kunnað verður á heimasíðuni www.vagur.fo um úrslitini av kanningunum. Starvsfólk hjá Vágs kommunu hava dagligt eftirlit við reinsiverkunum, harumframt hevur Vágs kommuna eisini eina 24 tímar vaktarskipan knýtta at reinsiverkunum. Hartil verður inntakið til drekkivatnið, sum er í haganum uppi í Dalinum, eftirhugt av arbeiðsfólki hjá Vágs kommunu tvær ferð um vikuna. Umframt kommunalu vatnveitingina, so er eitt privat vatnfelag, Brekkugerðar Vatnfelag, hagani umleið 100 húsarhald fáa vatn. Onki reinsiverk er atknýtt Brekkugerðar Vatnfelag. 1.1. Gjógvarábrunnurin Vatnveitingin til flestu húsarhaldini í Vági er úr vestara reinsiverki, úr Gjógvarábrunninum. Gjógvarábrunnurin er skipaður við einari vatngoymslu, einari byrging, og við einum sokallaðum móru-brunni (fremst í vinstru síðu á myndini niðanfyri). Mynd 1. Gjógvarábrunnurin, móru-brunnur og byrging 4

Í móru-brunninum eru fleiri rúm, soleiðis at vatnið har fer gjøgnum eina reinsing. Upprunaliga er hendan skipanin gjørd við tí fyri eyga at taka vatn úr byrgingini. Men í dag verður byrgingin bert brúkt um so er, at ov lítið vatni kemur oman úr haganum ella ánni (vatnið úr haganum og ánni fer beint inn í móru-brunnin). Í móru-brunninum verður vatnið ført gjøgnum rúmini og í seinasta rúmið, áðrenn tað verður ført oman til sjálvt reinsiverkið (tað hvíta húsið høgrumegin á myndini niðanfyri). Á reinsiverkinum fer vatnið gjøgnum sandfiltur, verður síðani reinsað við UV-strálum og um neyðugt eisini við klori. Við reinsiverkið er ein brunnur, ein beholdningur, av reinsaðum vatni (tann longri hvíti bygningurin (vinstrumegin) á myndini niðanfyri)), sum skal tryggja, at tað er nokk av reinsaðum vatni til her-og-nú nýtsluna hjá brúkaranum. Mynd 2. Gjógvarábrunnurin, byrging og reinsiverk Vatn úr haganum og av Ryskivatni Tað mesta av vatninum verður tikið úr haganum og beint í móru-brunnin, hetta umvegis brunnin á Hálsinum við vegin niðan á Ryskivatn (brunnurin er frámerktur við reyðum ringi í mynd 3 niðanfyri) og útjavningarbrunnin við hjá Kristoffuri (frámerktur við reyðum ringi í mynd 4 niðanfyri). Mynd 3. Brunnurin á Hálsinum niðan á Ryskivatn 5

Mynd 4. Útjavningarbrunnurin við hjá Kristoffuri Vatnið til brunnin á Hálsinum kemur úr haganum, úr økinum eystanfyri vegin niðan á Ryskivatn. Vatnið rennur gjøgnum uppsamlingsskipan, sum SEV hevur gjørt. Skipanin er gjørd soleiðis, at ein partur av vatninum altíð rennur í brunnin á Hálsinum, meðan restin av vatninum rennur vestur í rørskipan hjá SEV, sum er atknýtt elverkinum í Botni. Seinastu tvey árini hevur hetta vatnið verið av ivasamari góðsku (meiri um hetta niðanfyri), men síðan september 2013 hevur hendan skipan aftur verið atknýtt reinsiverkinum við Gjógvarábrunnin. Tá vatntrot er, verður vatn eisini pumpað úr Ryskivatni. Seinastu tvey árini hava stórar nøgdir av vatni verið pumpaðar úr Ryskivatni, tí góðskan av vatninum úr haganum hevur verið so vánalig (meiri um hetta niðanfyri). Góðskan av vatninum í Ryskivatni er ikki góð summarhálvuna, tí Ryskivatn er so grunt og har er nógvur gróður, av somu orsøk hevur vatni í Ryskivatni ein dimma lit. 2. Avbjóðingar við drekkivatninum Trupulleikarnir við kommunala drekkivatninum hava í 2013 serliga fevnt um, at drekkivatnið hevur dimman lit og luktar í mold, luktar fuktað. Trupulleikar hava ikki verið av bakterium í summarhálvuni í 2013 1. Trupulleikarnir hava serliga verið við drekkivatni frá Vestara reinsiverki, sum er høvuðsveiting til húsarhald í Vági. Í 2013 var trupulleikin viðv. bakterium í vatninum ikki so stórur. Hetta orsaka av, at Tekniska Deild setti í verk fyribyrgjandi tiltøk tíðliga í summar. 2.1. Rávatnið er vánaligt Ein av høvuðstrupulleikunum við drekkivatninum er, at rávatnið er av ov vánaligari góðsku. 1 1. nov. 2013 varð tó boðað frá, at bakteriur vóru í kommunala drekkivatninum og at borgarar máttu kóka vatnið. Hetta var galdandi fram til 11. nov. 2013. 6

Tað er ikki ókent í Vági, at vatnið til tíðir summarhálvuna hevur verið av verri góðsku, enn tað er í vetrarhálvuni. Men hesi seinastu 2-3 árini hevur hesin trupulleiki verið bæði summar- og vetrarhálvuna; og hartil hevur trupulleikin verið vanligari enn onnur ár. Høvuðsorsøkin er, at rávatnið, sum rennur í Gjógvarábrunnin er av ov vánaligari góðsku. Størsti parturin av rávatninum kemur frá upplandinum uppi í Dalinum, har tað vanliga hava runnið eini 3-4 miðalstórar áir út í Gjógvará (frámerkt við reyðum ringi í myndini niðanfyri). 1 2 3 Mynd 5. Áir, sum fyrr runnu í Gjógvarábrunnin Vanlig ár hava seyður og annar fenaður í traðunum framvið Gjógvará um summarið skapt trupulleikar við drekkivatninum úr Gjógvarábrunninum. Hetta hevur verið ein smittu-kelda, tá umræður góðskuna av vatninum. Í erva, í haganum, hevur vatnið tó vanliga verið av góðari góðsku og hevur hildið í mun til regluna um, at jú longur upp í hæddina tú fer, jú betri verður góðskan av vatninum. Seinni árini eftir at SEV hevur grivið gjøgnum hagan, úr økinum í erva eystanfyri Hvannadal og heilt vestur á Hálsin við vegin niðan á Ryskivatn hevur góðskan av vatninum, sum kemur úr stórum parti av haganum verið ivasom. Grevsturin í haganum hevur ført við sær, at tá áarføri er, er góðskan á vatninum, sum kemur í reinsiverkið við Gjógvarábrunnin, ikki góð. Hvørja viku eru arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu í haganum og reinsa inntakið til drekkivatnið hjá Vágs kommunu. Arbeiðsmenn staðfesta, at tá tað hevur regnað illa, so er vatnið, ið rennur gjøgnum ánna, sum SEV hevur grivið, skitið / brúnt á at líta. Harumframt hevur grevsturin hjá SEV og byrgingar / uppsamlingar, sum eru stoyptar í haganum, ført við sær, at sera lítið vatn rennur í áirnar, sum fyrr runnu í Gjógvará. Niðanfyri eru tríggjar myndir, sum vísa hvussu lítið av vatnið rennur úr haganum í tær tríggjar stóru áirnar, sum vóru høvuðsáir til Gjógvará. 7

Mynd 6. Vestasta áin (Nr. 1 á myndini omanfyri). Úr hesari ánni rennur onki vatn í Gjógvarábrunnin. Mynd 7. Mittasta áin (Nr. 2 á myndini omanfyri). Úr hesari ánni rennur onki vatn í Gjógvarábrunnin. Mynd 8. Eystasta áin (Nr. 3 á myndini omanfyri). Úr hesari ánni rennur onki vatn í Gjógvarábrunnin. Orsaka av SEV-uppsamlingini í haganum kemur heilt lítið av vatni úr haganum í byrgingina í Gjógvarábrunninum. Við øðrum orðum, er at kalla alt vatnið, sum rennur í byrgingina, vatn úr láglendinum uppi í dalinum, har seyður og annar fenaður hevur dagliga gongd. Hetta ger eisini, at 8

góðskan á hesum vatninum í byrgingini (sum tó bert verður brúkt, um tað ikki er nokk av vatnið í haganum), sum heild ikki er góð. Ásannandi hesa støðuna, hevur verið roynt at sleppa undan at brúka vatnið úr byrgingini við Gjógvarábrunnin, og heldur dúva uppá vatnið úr haganum, sum verður savnað í brunninum á Hálsinum. Men hetta vatnið hevur seinastu árini verið vánaligt tí SEV hevur grivið ígjøgnum hagan. Myndirnar niðanfyri vísa grevsturin hjá SEV í haganum, í vestara parti av Toftahaga. Grevstur av hesum slagi í haganum hevur sjálvsagt ávirkan á hvussu vatnið, sum rennur í áirnar verður. Mynd(ir) 10. SEV-grevstur í Toftahaga. Er vatnið úr haganum (íbindingin í brunnin á Hálsinum við vegin niðan á Ryskivatn) vánaligt, so er næsta vatnkeldan Ryskivatn, men eisini har er góðskan ivasom, serliga um summarið. 9

Sum heild hevur trupulleikin tey seinastu 2-3 árini sostatt verið, at rávatnið orsaka av einari samanrenning av orsøkum eins og greitt er frá omanfyri hevur verið vánaligt. Tað hevur borið til at reinsa vatnið fyri bakteriur, men ikki fyri lit og mold-smak. Kanning og sýn 1. oktober 2013 1. oktober 2013 varð alt upplandið, sum hevur tilknýtið til reinsiverkið við Gjógvarábrunnin eftirhugt og vatnroyndir vórðu tiknar til skoðan/sýn. Harumframt vóru eisini tiknar vatnroyndir til sýn av Miðvatni, umframt úr vatnkrananum á Kommunuskrivstovuni. Hesar royndir vóru ikki sendar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til kanningar. Niðurstøðan var heilt greið. Vatnið, sum varð tikið í haganum omanfyri grevsturin hjá SEV, varð púrasta klárt. Tað sama var galdandi fyri vatnið úr Miðvatni, sum eisini var púrasta klárt á at líta. Tvær aðrar vatnroyndir vórðu tiknar. Ein úr einari á uppi í dalinum (við vegin niðan í Dalin), sum rennur oman í byrgingina við Gjógvarábrunnin, og ein úr vatnkrananum á Kommunuskrivstovuni. Galdandi fyri báðar vatnroyndirnar var, at tær høvdu ein dimman lit. Vatnroynd og sýn 25. og 26. oktober 2013 Mánakvøldið 25. oktober 2013 vóru vatnroyndir tiknar á Vestara reinsiverki og sendar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til kanningar. Góðskan á vatninum var tá í lagi, hóast tað hevði regnað illa allan dagin. Tá vatnroyndin varð tikin, gjørdi leiðaranum av Teknisku Deild, Tórhalli Áslaksson, notat: Tað regnaði nógv seinnapartin mánadagin og tá er altíð vandi fyri at vatnið gerst óklárt. Tá eg tók vatnroyndina um 23 tíðina mánakvøldið, var UV-strálingin 100 % á báðum vísarunum 2, men tá Suni Poulsen kannaði reinsiverkini týsmorgunin, var UV-strálingin bara 45 %. Hettar vísir, at tann grevstur, sum SEV hevur framt í haganum, órógvar okkara vatngóðsku sera nógv tá regn er. Um hesa tíðina á árinum, plagar at vera púra klárt vatn og ongar bakteriur. Sýn í november og desember 2013 Í september 2013 varð brunnurin á Hálsinum atknýttur uppsamlingini, sum SEV hevur grivið í Toftahaga aftur. Onki vatn hevur annars verið tikið úr hesari uppsamlingini í 2 ár áðrenn hetta. Eftir at skipanin varð sett til aftur, hava arbeiðsfólk hjá Vágs kommunu tvær ferðir hvørja viku verið og reinsað ristina til inntakið til drekkivatnið hjá Vágs kommunu. Arbeiðsfólk hava staðfest bæði í november og desember 2013, at tá tað regnar illa, hevur vatnið, sum rennir í grevstrinum, sum SEV hevur gjørt, ein brúnligan lit. Hetta ávirkar sjálvsagt eisini góðskuna á drekkivatninum, sum rennur til vestara reinsiverk. 2 Jú, hægri UV-strálingin er, jú betur. Tað at % / strálingini fer niður er tekin um at vatnið gerst dimmari, tá fær strálingin ikki dripið bakteriurnar. 10

Góðskan á drekkivatninum á Nesi Á vári 2013 vórðu húsarhaldini á Nesi atknýtt eystara reinsiverki, úti við bóndagarðin í Toftum. Í hesum sambandi varð lagdur nýggjur kaðal frá reinsiverkinum og út á Nes, har knýtt er uppí verandi rørleiðing. Borgarar á Nesi hava síðani fleiri ferðir staðfest, at góðskan á drekkivatninum á Nesi hevur ongantíð verið so góð sum nú. Áðrenn Nes varð knýtt uppí eystara reinsiverk á vári 2013 fingu tey á Nesi drekkivatn frá privatum vatnfelag. 2.2. Vatnnýtslan óvanliga høg Ein annar stórur trupulleiki í smb. við drekkivatnið hjá Vágs kommunu er, at nýtslan pr. húsarhald er sera høg í mun til nýtsluna, sum vanliga verður mett pr. fólk í einum vanligum føroyskum húski. Mett verður, at vatnnýtslan pr. fólk í Føroyum er umleið 300 litrar pr. dag. Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark er vatnnýtslan mett til at verða umleið 125 litrar pr. fólk um dagin. Í Danmark kostar tað at brúka vatn, hetta er helst ein av orsøkunum til lægri vatnnýtslu enn í Føroyum. Útfrá føroysku metingunum av vatnnýtslu pr. fólk eigur vatnnýtslan í Vági at liggja á umleið 145.635 Kbm um árið, ella tilsamans umleið 400 Kbm um samdøgrið, svarandi til 300 litrar pr. fólk um samdøgrið. Verður hugt eftir vatnnýtsluni seinastu fimm árini, so er greitt, at vatnnýtslan í Vágs kommunu er væl hægri enn tær metingar, ið eru fyri vatnnýtsluna pr. fólk í Føroyum. Talva 1 niðanfyri vísir vatnnýtsluna í Vágs kommunu árini 2008 til 2012. Tølini eru avlisin í Vestara reinsiverki og Eystara reinsiverki, fyri Brekkugerðar Vatnfelag er gjørd ein meting út frá miðaltølunum í Vestara reinsiverki. Talva 1. Vatnnýtslan í Vágs kommunu Ársnýtslan í Vágs kommunu Ár (virkir, stovnar og húsarhald) Fólkatal Litrar pr. fólk hvørt samdøgur 2008 843.972 1.403 602 2009 949.952 1.360 698 2010 977.392 1.377 710 2011 877.918 1.381 636 2012 838.912 1.330 631 Vatnnøgdirnar eru í kbm Talvan vísir greitt, at vatnnýtslan í Vágs kommunu er óvanliga stór, um samanborið verður við metingina um hvussu nógv vatn fólk brúka pr. samdøgur. Nýtslan í Vágs kommunu var í 2012 í miðal 631 litrar pr. fólk hvørt samdøgur, ella tvær ferðir so stór sum vatnnýtslan eigur at verða. Skrásetingar í 2013 Í 2013 varð vatnnýtslan á vestara- og eystara reinsiverki í fleiri umførum skrásett, har nýtslan í dagtímunum og í kvøldar- og náttartímunum er skrásett. 11

18. og 19. februar 2013 varð skrásett á vestara reinsiverki, at nýtslan tað samdøgrið var 1.054 kbm, svarandi til í 44 kbm í miðal pr. tíma. Sí eisini talvu 2 niðanfyri. Talva 2. Vatnnýtslan á Vestara reinsiverki 18. og 19. feb. 2013 Dagf. Kl. 08.00 Kl. 20.00 Brúkt dag Brúkt nátt Tilsamans Miðal um tíman 18.02 (mánadagur) 4.037.744 470 19.02 (týsdagur) 4.038.214 4.038.798 584 1.054 44 Vatnmongdirnar eru í kbm (kubikkum) Verður hugt eftir nýtsluni í dag- og náttartímunum, so er ikki so stórur munur á. Frá kl. 20 á kvøld til kl. 8 á morgni var nýtslan 470 kbm, svarandi til uml. 39 kbm. um tíman. Í dagtímunum frá kl. 8 til kl. 20 var nýtslan 584 kbm, ella umleið 48,5 kbm um tíman. Í tíðarskeiðinum frá 30. sept. til 6. okt. 2013 varð eisini skráseting gjørd á Vestara reinsiverki. Hetta var mitt í slaktinum, tá verður óvanliga nógv vatn verður brúkt, ikki minst í kvøldartímunum. Talva 3. Vatnnýtslan á Vestara reinsiverki 30. sept. til 6. okt. 2013 Dagf. Kl. 08.00 Kl. 20.00 Brúkt dag Brúkt nátt Tilsamans Miðal um tíman 30.09 (mánadagur) 4.276.567 4.277.082 515 518 1.033 43 01.10 (týsdagur) 4.277.600 4.278.191 591 556 1.147 48 02.10 (ónsdagur) 4.278.747 4.279.353 606 557 1.163 48 03.10 (tórsdagur) 4.279.910 4.280.520 610 580 1.190 50 04.10 (fríggjadagur) 4.281.100 4.281.720 529 538 1.067 44 05.10 (leygardagur) 4.282.258 4.282.881 623 511 1.134 47 06.10 (sunnudagur) 4.283.392 4.283.916 591 Vatnmongdirnar eru í kbm (kubikkum) Eins og víst í talvu 3 omanfyri, so var nýtslan teir flestu dagarnir í vikuni frá 30. sept. 2013 til 6. okt. 2013 hægri enn 18. og 19. feb. 2013. Vert er at leggja tilmerkis, at nýtslan um kvøldið onkrar dagar var hægri enn um dagin, møguliga orsaka av slaktinum. Talva 4. Vatnnýtslan á Vestara reinsiverki 11. nov. til 17. nov. 2013 Dagf. Kl. 08.00 Kl. 20.00 Brúkt dag Brúkt nátt Tilsamans Miðal pr. Tíma 11.11 (mánadagur) 4.323.925 4.324.445 520 557 1.077 45 12.11 (týsdagur) 4.325.002 4.325.641 639 529 1.168 49 13.11 (ónsdagur) 4.326.170 4.326.758 588 542 1.130 47 14.11 (tórsdagur) 4.327.300 4.327.898 598 531 1.129 47 15.11 (fríggjadagur) 4.328.429 4.329.028 599 568 1.167 49 16.11 (leygardagur) 4.329.596 4.330.138 542 536 1.078 45 17.11 (sunnudagur) 4.330.674 0 Vatnmongdirnar eru í kbm (kubikkum) Men verða talva 3 og talva 4 omanfyri samanbornar, so er eitt sindur ivasamt í hvønn mun slakti ávirkar vatnnýtsluna, tí vatnnýtslan í november 2013 er fleiri dagar hægri enn fyrst í oktober 2013, meðan vatnnýtslan aðrar dagar er lægri. Verður samanborið við 18. og 19. feb. 2013, so var vatnnýtslan kvøldar- og náttartímarnar 18. og 19. feb. 2013 væl lægri enn í oktober og november 2013. 12

Eins og í Vestara reinsiverki, so eru skrásetingar gjørdar á Eystara reinsiverki, sum veitir vatn til vinnuøkið á keiini og húsarhaldini á Nesi. Talva 5. Vatnnýtslan á Eystara reinsiverki 30. sept. til 6. okt. 2013 Dagf. Kl. 08.00 Kl. 20.00 Brúkt dag Brúkt nátt Tilsamans Miðal pr. Tíma 30.09 (mánadagur) 9.191.730 9.192.335 605 536 1.141 48 01.10 (týsdagur) 9.192.871 9.193.533 662 555 1.217 51 02.10 (ónsdagur) 9.194.088 9.194.818 730 560 1.290 54 03.10 (tórsdagur) 9.195.378 9.196.132 754 673 1.427 59 04.10 (fríggjadagur) 9.196.805 9.197.576 771 632 1.403 58 05.10 (leygardagur) 9.198.208 9.198.880 672 578 1.250 52 06.10 (sunnudagur) 9.199.458 9.199.710 252 Vatnmongdirnar eru í kbm (kubikkum) Talva 6. Vatnnýtslan á Eystara reinsiverki 11. nov. til 17. nov. 2013 Dagf. Kl. 08.00 Kl. 20.00 Brúkt dag Brúkt nátt Tilsamans Miðal pr. Tíma 11.11 (mánadagur) 9.248.388 9.249.241 853 595 1.448 60 12.11 (týsdagur) 9.249.836 9.250.688 852 588 1.440 60 13.11 (ónsdagur) 9.251.276 9.252.100 824 652 1.476 62 14.11 (tórsdagur) 9.252.752 9.253.563 811 616 1.427 59 15.11 (fríggjadagur) 9.254.179 9.254.961 782 636 1.418 59 16.11 (leygardagur) 9.255.597 9.256.135 538 550 1.088 45 17.11 (sunnudagur) 9.256.685 Vatnmongdirnar eru í kbm (kubikkum) Talvurnar 5. og 6. omanfyri vísa greitt, at tað er ein ávísur munur á nýtsluni í dagtímunum og í kvøldar- og náttartímunum. Áhugavert er, at sunnudagin 6. okt. 2013 er nýtslan sera lág. Møguliga kemst hetta av, at slangur o.a. renna stóran part av samdøgrinum flestar dagar í vikuni, eisini tá vatni ikki verður nýtt til framleiðslu. Lekar ella óvanlig vatnnýtsla? Skrásettu tølini fyri vatnnýtsluna seinastu árini og skrásetingarnar í ávísum tíðarskeiðum í 2013 staðfesta, at vatnnýtslan í Vágs kommunu er óvanliga stór og at talan tískil má verða um bæði lekar í skipanini, samstundis sum at vanliga nýtslan er ov stór. Lekar kunnu verða so nógv. Talan kann verða um lekar í sjálvari vatnveitingin, sum liggur niðurgrivin víða um í kommununi. Í summum førum eru lekar sjónligir, í øðrum førum eru teir ikki sjónligir. Eisini kunnu lekar verða í húsarhaldunum og á stovnum og fyritøkum, soleiðis at nýtslan gerst óvanliga høg. Ein rennandi wc-kumma brúkar umleið 300 kbm av vatni um árið, ella umleið 820 litrar pr. samdøgur, ella sama nýtslan, sum 2½ fólk eru mett at hava hvørt samdøgur. Ein onnur orsøk til óvanliga høgu vatnnýtsluna er helst, at húsarhald, stovnar og vinnulív ikki hugsa um, at kostar at veita vatn til húsarhald, stovnar og vinnulív í kommununi. Vanligi hugburðurin í 13

Føroyum er helst, at vatn er nokk av, tískil er ikki neyðugt at ansa eftir hvussu nógv vatn verður brúkt í gerandisdegnum. Vatnmátari keyptur Fyri at fáa greiði á hvar lekar eru, er vatnmátari keyptur, soleiðis at staðfestast kann hvar í kommununi tann óvanliga nýtslan er. Vatnmátarin kann festast uttan á rør og mátar nøgdina, sum rennur ígjøgnum rørini. Í februar 2014 verður farið undir skipaða kanning av vatnnýtsluni í býlingum og økjum í kommununi, soleiðis at metast kann um, um lekar eru ella ikki. Neyðugt verður helst eisini í 2014 at fara undir átøk, har heitt verður á fólk um at boða frá, um ábendingar eru um lekar á vatnveitingini í teirra grannalagi. Samstundis sum heitt verður á fólk at eftirkanna, at wc-kummur og kranar í húsinum ikki eru ótætt/leka. Eisini verður neyðugt við átøkum, sum skulu virka við til annan hugburð, tá umræður nýtslu av vatni í kommununi, hetta fyri at minka um nýtsluna sum heild. Dýrir lekar Við tað at vatnnýtslan hjá Vágs kommunu er óvanliga høg, hava tað í tíðarskeiðum verið pumpaðar stórar nøgdir av vatni úr Ryskivatni oman til vestara reinsiverk. Hetta hevur ført við sær stórar elútreiðslur. Í 2013 var talan um eina útreiðslu á umleið 300.000 kr. til el bara á pumpistøðini við Ryskivatn. Við øðrum orðum er tað eisini gjørligt at fremja stórar fíggjarligir sparingar við at fáa funnið fram til lekar í vatnveitingini hjá Vágs kommunu. 14

3. Arbeiða við loysnum Síðan ársbyrjan 2013 hevur verið arbeitt við loysnum uppá avbjóðingarnar, sum eru við drekkivatninum í Vágs kommunu. Sjóneyka er sett á varandi loysnir, soleiðis at sleppast kann undan, at afturvendandi trupulleikar við góðskuni á drekkivatninum ikki koma fyri í sama mun í framtíðini. Ítøkiliga verður arbeitt við fleiri ymiskum loysnum. Avgerð er ikki tikin um hvør loysnin ella loysnirnar verða, men arbeitt verður við at fáa lýst loysnirnar, soleiðis at eitt grundarlag verður skapt, sum Tekniska Nevnd og Býráðið kann taka støðu út frá. 3.1. Niðan á Miðvatn eftir drekkivatni Ein møguleiki er, at farið verður niðan á Miðvatn eftir drekkivatni. Miðvatn er høgt uppi í haganum. Vatnið er eisini nakað djypri enn Ryskivatn. Hesi viðurskifti samanlagt gera helst, at vatngóðskan á Miðvatni er betri enn á Ryskivatni. Vatnroyndir mugu tó sendast til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna fyri at staðfesta hvør góðskan er. Vatnroyndin, sum varð tikin til sýn (ikki til kanningar hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni) 1. okt. 2013, vísti greitt, at vatnið av Miðvatni var væl klárari enn vatnið úr kommunalu vatnveitingini sama dag. Metingar, sum Tekniska Deild hevur gjørt benda á, at ein rørleiðing v.m. niðan á Miðvatn, sum verður atknýtt brunninum á Hálsinum við vegin niðan á Ryskivatn, hevði kostað umleið 1 mió. kr. 3 Í dag verður vatnið úr Miðvatni brúkt av SEV til elverkið í Botni. Skal Miðvatn brúkast til drekkivatn hjá Vágs kommunu, er helst neyðugt við eini avtalu við SEV um hetta. Á fundi við SEV í februar 2014 varð staðfest, at SEV metir, at høvuðstrupulleikin við vatnveitingini í Vági er, at tað eru so nógvir lekar í skipanini, áðrenn tann trupulleikin er loystir, ber ikki til at tosa um at fara á Miðvant eftir drekkivatni. 3.2. Bora eftir drekkivatni Ein annar møguleiki, sum hevur verið umrøddur er at bora eftir drekkivatni. Jarðfeingið hevur verið í Vági í hesum sambandi og hevur saman við Teknisku deild verið í haganum fyri at kanna hvørji økið kundu verið vælegnaði til at bora eftir vatni. Jarðfeingið boðaði undan ársskiftinum 2013/14, at farið verður undir at skriva frágreiðing, sum verður latin kommununi í 1. ársfjórðingi í 2014. Í samskifti við Jarðfeingið er víst á, at roknast skal við, at tað kostar 1.000 kr. pr. metur at bora eftir vatni. Ongin trygd er fyri at finna vatn. Verður vatn funnið, so er heldur ongin trygd fyri, at nøgdirnar verða støðugar í framtíðini. Væntandi verður meiri um hetta í frágreiðingini frá Jarðfeingið. 3 Talan hevði tá verið um eina eingangs íløgu. 15

3.3. Drekkivatn úr Sumbiarbergholinum Eisini hevur verið arbeitt við einari loysn, har drekkivatn fæst úr Sumbiarbergholinum. Ávíst samskiftið hevur verið við feløg, sum í dag gagnnýta vatn úr Sumbiarbergholinum. Skotið er upp, at loysnin inniber, at feløgini ella eitt felag ger íløgu, sum førir við sær, at vatnið verður leitt úr Sumbiarbergholinum og atknýtt vatnleiðingini í Vági. Allar útreiðslur av hesum verða hildnar av øðrum (ikki Vágs kommunu). Meðan Vágs kommuna so rindar eitt ávíst avtalað fast ársgjald, sum skal dekka vatnnýtsluna og íløguna hjá felagnum. Í skrivandi stund er ikki greitt um hendan loysnin kann gjøgnumførast. Tískil er heldur ikki greitt, hvør fíggjarligi kostnaðurin er av hesari loysnini. Hinvegin er tað kanska ikki so heppið, at kommunala drekkivatnið verður knýtt at uttanhýsis veitara, tí hetta kann føra við sær ótryggleika viðv. kostnaðinum. Tað er tó greitt, at hendan loysnin eisini krevur, at tað verður minkað um vatnnýtsluna í Vágs kommunu. Ivasamt er, um tað er nóg nógv av vatni úr Sumbiarbergholinum til at veita bæði kommunalt drekkivatn í Sumbiar kommunu (í Sumba, Lopra og á Økrum) og at veita vatn til Vágs kommunu. 3.4. OZON-reinsiverk til drekkivatni Í fjórða lagi verður arbeitt við einari íslendskari loysn, har drekkivatnið verður reinsað við einum OZON-reinsiverki. OZON er natúrlig luft (O 3 ), sum kann drepa allar óynsktar bakteriur (á sama hátt sum klor, men meiri effektivt enn klor) og harvið reinsa bæði drekkivatn og spillivatn. Eitt OZON-reinsiverk kostar umleið 1 mió. kr. Til Vestara og Eystara Reinsiverk verður sostatt talan um eina íløgu á umleið 2 mió. kr. Kannað verður, um OZON-reinsiverk eru vanlig í samband við reinsing av drekkivatni (tey eru vanlig í USA í smb. við reinsing av spillvatni 4 ), og um hetta er ein loysn sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann góðkenna. Biðið er um at fáa referansur og royndir frá øðrum plássum, har OZON-reinsiverk verða brúkt í samband við reinsan av drekkivatni. 3.5. Yvirtaka Brekkugerðar Vatnfelag 28. nov. 2013 boðaði Vinnumálaráðið 5 frá, at í næstum kemur kunngerð um krøv til góðskuna av drekkivatni í Føroyum. Vinnumálaráðið staðfestir í skrivi, at frameftir skulu borgarar og vinnufyritøkur hava trygd fyri, at drekkivatn og vatn til matvøruframleiðslu lýkur altjóða krøv til drekkivatnsgóðsku. Hetta merkir eisini, at krøv verða til alla veiting av drekkivatni í Vágs kommunu, bæði kommunalu vatnveitingina og hjá privata vatnfelagnum Brekkugerðar Vatnfelag. 4 Loysnin við OZON-reinsiverki kann gerast ein loysn í smb. við spillvatnsætlanina fyri Vágs kommunu, men tað er eitt annað mál. 5 http://www.vmr.fo/default.aspx?id=6855&action=1&newsid=5440&pid=25941 16

Gingið verður útfrá, at Brekkugerðar Vatnfelag ikki sjálvt er ført fyri at loysa hesa uppávu. Tí verður Vágs kommuna helst tvungin at keypa Brekkugerðar Vatnfelag, soleiðis at drekkivatnið úr brunninum hjá Brekkugerðar Vatnfelag kann atknýtast reinsiverki. Vágs kommuna hevur frammanundan keypt ein part av Brekkugerðar Vatnfelag (eystara partin). 3.6. Mugu loysa trupulleikar við lekum Líkamikið hvør loysn verður funnin á at fáa reinsað vatn av góðari góðsku til borgaran, stovnar og vinnulív í Vágs kommunu, so er tað alneyðugt at fáa loyst trupulleikarnar við stóru vatnnýtsluni í Vágs kommunu. Í 1. ársfjórðingi í 2014 fer tí eitt miðvíst arbeiðið ígongd, har leitað verður eftir lekum í býlingum og økjum í kommununi. Hetta arbeiðið fer væntandi at føra við sær, at vatnnýtslan í 2014 minkar, men ógreitt er í skrivandi løtu hvørji úrslitini verða. Í skrivandi løtu er eisini ógreitt, hvussu langa tíð tað tekur at fáa loysn á hesum málinum. 17

4. Samanumtikið Seinastu árini hava verið ávísar avbjóðingar við drekkivatninum hjá Vágs kommunu. Avbjóðingarnar standast serliga av, at rávatnið ikki er av nóg góðari góðsku. Grevsturin hjá SEV í haganum, sum er høvuðs-uppland til vatngoymsluna, Gjógvarábrunnin, við Vestara reinsiverk, hevur gjørt støðuna verri enn hon hevur verið vanlig ár. Umframt avbjóðingina við rávatninum, so er vatnnýtslan hjá Vágs kommunu óvanliga høg. Nógv bendir á, at talan er um stórar lekar. Í fyrsta ársfjórðingi í 2014 verður farið undir at máta vatnnýtsluna í býlingum og økjum í kommununi, samstundis sum átøk verða gjørd fyri at fáa húsarhald, stovnar og fyritøkur at spara vatn. Arbeitt verður við varandi loysnum tá umræður góðskuni á kommunala drekkivatninum. Í næstum verður Vágs kommuna harumframt tvungin at yvirtaka Brekkugerðar Vatnfelag, soleiðis at borgarar í hesum partinum av kommununi eisini fáa reinsað vatn, eins og ásett verður í kunngerð í næstum. 18