HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til. Løgtingslóg um Etiskt ráð

Like dokumenter
Løgtingsmál nr. 192/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Uppskot. til

. Fundarbók hjá Eysturkommunu / Síða 520 Leirvík Jóhan Christiansen, borgarst./ Erik Lervig, skr.

SØLUTILFAR, JUNI 2016

HUGSKOTSKAPPING Skúlin á Fløtum. Kappingarskrá Oktober 2015

HAGTØL. Hagtøl og frágreiðing um áheitanir til Deyvafelagið, ið fær stuðul frá Almannamálaráðnum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

KOMMUNUSTÝRISSKIPAN fyri

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. oktober og 13.,19. og 25. november og 1. og 3. desember 2014.

Hvussu gera tey yvirskipað í Noreg Danmark Íslandi Hvat vilja vit? Hvussu koma vit víðari? Uppskot til loysn Uppskot til setan av arbeiðsbólki

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2010, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2010 er tað beint Vinnunevndini.

Hin synoptiski trupulleikin

Hanna Jensen hevur boðað frá at hon ikki kann møta til fundin og næstvali á lista F, Fríðgerð Heinesen er innkalla og tekur sæti fyri Honnu Jensen

Tilmelding svimjiárið 2018/19 BØRN:

ZETA a r c h i t e c t s

Føroysk oljuráðstevna á Fólkatingi 21. februar 2014

Almannamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 3. november 2017 Mál nr.: 16/00052 Málsviðgjørt: PL/HP/MFH/MM

lógini vóru lokin, tann 9. september 2005 avgjørdi at tilnevna Símun Absalonsen sum løggildan grannskoðara í Føroyum.

Partabrævakonta. Nordea, Danske Bank, SEB og DnBNOR

Gips venjingar - tá armurin er brotin

TILRÁÐING. um íverksetan av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót

Fólkaheilsuráðið. Virksemisfrágreiðing

Bresti Ryggshamar. Karolina Enni álitisfólk. Dávur Neshamar

MASKINMEISTARIN YNSKI UM SHIPPING- ÚTBÚGVING Í FØROYUM. Nr. 3 / Desember Nýggj góðkenning av køliveitarum. Sett gamlan dampara í stand

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

STARVSBLAÐIÐ. Eitt dreymastarv. Jónhild Rasmussen. FRIÐARLIGT ÍTRIV sum kortini krevur góða konditión. POLITISKU FLOKKARNIR Betri arbeiðsumhvørvi

STRATEGI OG MÁL 1. PARTUR ÍLØGUÆTLAN 2. PARTUR

Eysturoyartunnilin. Partur 2 TILMÆLISBÓLKURIN FYRI EYSTUROYARTUNNILIN. Arbeiðsbólkur: Róaldur Jákupsson Tórir Michelsen Hans Albert Hansen

STARVSBLAÐIÐ. setur stór krøv til fakfeløgini SÍÐA NR.2 JUNI 2016

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Orka og orkupolitikkur

Vøkstur og Virksemi átøk til at skapa búskaparligan framburð

Fróðskaparsetur Føroya University of the Faroe Islands

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vága kommuna Hammershaimbsvegur Sandavágur Tel: (+298) Sethúsabygging. Sethúsabygging

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Lønarsáttmáli millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før oya Ar beiðsgevar afelag

Verkætlanarbólkur settur av Fiskimálaráðnum at lata frágreiðing til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Nr desember Kunngerð. atkomuviðurskifti

Lita sama slag akfør við sama liti. Set ein kross fyri hvønn lastbil. Tekna striku ímillum sirklar við sama tali av lutum.

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Uppsetan av SMC 7904WBRA

ORKUGOYMSLUR Í FØROYUM yvirskipað frágreiðing

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2009

Sjálvandi taka vit livur

At síggja við hjartanum. Síggja við hjartanum. At vera avvarðandi

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir øllum eitt gott og eydnyberandi nýggjár

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á 14 fundum.

Nr. 17 apríl 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

2012 BLAÐ NR. 43 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 19. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Úr innihaldinum: Tema: Eldrarøkt Nýggja nevndin Altjóða sjúkrarøktar frøðisdagur Røntgan

Víst gera føroyingar mun! "Anastasis" er eitt gott dømi um, at tað ber til at hjálpa.

Tíðindi úr Føroyum tann 15. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Undirvísingarfrágreiðing

Tíðindi úr Føroyum tann 15. august Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kanningar av diflubenzuron í og við u rvald aliøki í Føroyum í 2013

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Nr. 1 Apríl 2009 MIÐ & MAGN. Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Tíðindi úr Føroyum tann 9. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

EIN OLJUSØGA eftir Deboru Hansen Kleist. Leikgerð: Paula Rehn-Sirén

Svanurin og EU Ecolabel. sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Tjaldrið bjargar kanónum av eysturindiafaranum Walcheren

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1

Nr. 16 februar 2013 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Reglugerð fyri 10a og 10b í lógini um Búnaðargrunn

0.1 Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN

Tíðindi úr Føroyum tann 14. Sep Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Eingin fjølmiðlaetikkur

Nr. 22 November 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

FTZ KAPPINGIN H71 - KYNDIL. Sunnudagin 29. nov. kl Hoyvíkshøllin

Sethús Høgabø 8, Vágur

Nr. 21 Juli 2014 MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Prosent og promilla. Orðið prosent merkir av hundrað ella hundraðpartar. Tað verður stytt til pct, men í støddfrøði brúka vit teknið %.

Alipolitikkur. Vinnumálaráðið November 2005 Heimasíða:

Frágreiðing frá Fiskiorkunevndini

Skatta- og avgjaldskærunevndin - avgerðir

Við seksmannafari til Danmarkar í 1946

Lestrarhandbók fyri námsfrøðinga- og læraralesandi

#Tweetin. Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur

Nr. 19 Des MIÐ & MAGN. Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið

Lønarsáttmáli millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Galdandi frá 1.

Tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar september 2010

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KÍF. Sunnudagin 29. mars kl Hoyvíkshøllin

ALMENNA BYGGISAMTYKTIN FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2011

Var til skips við Hans Jacob Højgaard

Tíðindi úr Føroyum tann 30. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

STARVSBLAÐIÐ SKATTALÆTTI ØLL FÁA NÚ EFTIRLØN STARVSMANNAFELAGIÐ. í Smæruni. afturat lønini. og hækkaði gjøld SÍÐA 9 SÍÐA 20 SÍÐA 14 NR.

Tíðindi úr Føroyum tann 29. feb Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 17. apríl Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Avbjóðingar við drekkivatninum í Vágs kommunu

Kappingarárið juni. Leikskrá nr. 4

Tíðindi úr Føroyum tann 24. aug Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Transkript:

Løgtingið 23. februar 2017 Mál: 16/00237-54 Viðgjørt: BL/FJ Løgtingsmál nr. 66/2016: Uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð Uppskot til Løgtingslóg um Etiskt ráð Endamál og óheftni 1. Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Ráðið er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum. Stk. 2. Etiska ráðið eigur í sínum virki at leggja dent á virðing fyri tign og friðhalgi menniskjans, virðing fyri komandi ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi. 2. Etiska ráðið er óheft í sínum virki. Virkisøki og uppgávur 3. Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju. Stk. 2. Harumframt kann ráðið taka til viðgerðar aðrar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum og etiskar spurningar um lívfrøðiliga, medisinska gransking viðvíkjandi menniskjum. 4. Ráðið ráðgevur Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum. Stk. 2. Harumframt skal ráðið upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum. 5. Ráðið letur úr hondum í minsta lagi eina frágreiðing um árið við støði í 3 í hesi løgtingslóg. Skipan av ráðnum 6. Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum setur ráðið eftir hesum reglum: 1) Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim. 2) Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í

vinnumálum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi. Stk. 3. Tey, ið verða tilnevnd í ráðið sambært stk. 2, nr. 1 og 2, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Stk. 4. Limir í ráðnum kunnu ikki sita á Løgtingi ella í kommunustýri. Stk. 5. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum skal tryggja, at ráðið verður samansett við fólki við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað. Stk. 6. Tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Limir kunnu verða settir av nýggjum eina ferð. Stk. 7. Ráðið ásetur sína egnu fundarskipan. 7. Limirnir í ráðnum fáa fundarpengar og ferðapening sambært galdandi reglum landsins. Stk. 2. Serlig avtala kann gerast um samsýning til formannin í ráðnum, sum skal góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Gildiskoma 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. september 2017.

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar 1.1. Endamálið við uppskotinum Endamálið við hesum lógaruppskoti er at seta á stovn eitt óheft etiskt ráð, rópt Etiska ráðið. Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, ið hava ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkinum. 1.2. Orsøkir til uppskotið Tað var í kjalarvørrinum av tí fyrsta reagensglasbarninum síðst í 70-árunum, at stjórnir ymsastaðni í Norðurevropa fóru undir at seta óheft etisk ráð, sum fingu til uppgávu at viðgera og ráðgeva í etiskum spurningum úr einum samfelagsligum sjónarhorni. Stóru frambrotini innan medisinska og lívfrøðiliga gransking og royndir høvdu flutt mørkini fyri tí, ið vit hildu vera møguligt. Tøkniliga menningin ikki bara flutti mørkini fyri hvat var tøkniliga møguligt, men hótti við at fara útum etisk mørk, t.v.s. gingu ímóti virðum, sum tilveruliga (eksistensielt) og mentanarliga vórðu mett ikki at kunna nertast. Ein onnur kjarnuuppgáva hjá etisku ráðunum kring Evropa hevur verið at fáa skapt áhuga og orðaskifti um etiskar spurningar í almenninginum. Frakland var tað fyrsta landið, sum setti á stovn etiskt ráð í 1983 og teimum á baki komu Svøríki, Danmark og onnur. Í dag hava flest øll lond í Norðurevropa eitt etiskt ráð ella etiska nevnd. Áhaldandi tøkniliga menningin skapar støðugt fleiri møguleikar, sum aftur hava við sær nýggjar etiskar spurningar. Føroyar eru partur av hesum veruleika. Kjakið seinastu árini um ílegugransking í Føroyum og um at kortleggja ílegurnar hjá øllum føroyingum, hevur eisini eina etiska dimensión. Tað var í hesum høpi, at Løgtingsins Trivnaðarnevnd á vári í 2013 mælti táverandi landsstýrismanni í heilsumálum til at fara undir at fyrireika eitt etiskt ráð í Føroyum. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum er av teirri fatan, at tað er týðandi, at spurningar av slíkum slag verða tiknir upp til reiðiliga og dygga viðgerð í føroyska samfelagnum. Við at seta á stovn eitt etiskt ráð, kunnu vit fáa ein skipaðan pall at hava kjakið á. Givið er, at grundleggjandi spurningar um bioetikk fara at verða hornasteinurin í arbeiðinum hjá einum etiskum ráði, og virkisøkið er eisini fyrst og fremst teir etisku spurningar, sum knýta seg til gransking og nýtslu av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á menniskjur. 1.3. Galdandi lóggáva og lóggáva í hinum Norðanlondunum Í løtuni er eingin lóggáva í Etiskt ráð í Føroyum. Lóggáva um Etisk ráð er tó í hinum Norðanlondunum. Í sambandi við tilevnan av hesum lógaruppskoti hevur Heilsu- og innlendismálaráðið kannað, hvussu lóggáva um etisk ráð er skipað í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi. Niðanfyri er stutt frágreiðing um lóggávuna í hesum Norðanlondum. Í Danmark er etiska ráðið skipað við: Lov nr. 440 af 9. juni 2004 om det Etiske Råd. Ráðið viðger almennar og meginregluligar spurningar, sum hava tilknýti til gransking og brúk av bioog ílegutøkni, sum viðvíkja menniskjum, náttúruni, umhvørvinum og mati. Á heilsuøkinum arbeiðir ráðið m.a. við nøringartøkni, forsturdiagnostikki og brúk av fruktaðum menniskjaeggum, fosturanleggum og fostrum. Á náttúru- og umhvørvisøkinum arbeiðir ráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Tel: +298 304050 Fax: +298 304025 E-mail: himr@himr.fo

m.a. við varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldni og burðardyggari menning. Á matvøruøkinum arbeiðir ráðið m.a. við spurningum um matvøruframleiðslu. Umframt hetta viðger ráðið aðrar almennar og meginregluligar etiskar spurningar innan heilsuverkið, biologiska medisinska gransking viðvíkjandi menniskjum, herundir brúk av nýggjum viðgerðarhættum, nýggjari diagnostiskari tøkni og nýggjari medisinskari tøkni, spurningar um skráseting, lata víðari og brúk av upplýsingum um arvaligar sjúkur og eginleikum hjá einstaklingum ella bólkum av persónum. Ráðið ráðgevur Fólkatinginum, ráðharrum og almennum myndugleikum um omanfyrinevndu etisku spurningar. Harumframt skal ráðið skapa kjak í almenninginum og veita upplýsing um omanfyrinevndu etisku spurningar. Ráðið virkar óheft av øðrum myndugleikum og hevur 17 limir, ið verða valdir 3 ár í senn. Ein fólkatingsnevnd velur 9 limir í ráðið, ráðharrin, ið varðar av heilsumálum tilnevnir 4 limir, meðan ávikavist umhvørvismálaráðharrin, ráðharrin fyri matvørur, ráðharrin fyri vísind, teknologi og menning, og ráðharrin fyri økonomi og vinnumál tilnevna 1 lim hvør í ráðið. Bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað í ráðnum. Sundhedsministeriet hevur upplýst Heilsu- og innlendismálaráðnum, at tá ið talan er um fakfólk sambært donsku lógini, verður hugsað um fólk, sum hava sítt starv innan økið. Hetta kann t.d. vera ein granskari innan heilsu-, náttúru- ella umhvørvisøkið. Við leikfólk sambært donsku lógini verður hugsað um fólk við aðrari útbúgving enn júst t.d. granskarar innan heilsuøkið. Hetta kunnu vera t.d. lærarar, prestar o.o. Heilsu- og innlendismálaráðið hevur frá skrivstovuni hjá Etiska ráðnum í Danmark fingið upplýst, at limirnir í ráðnum ikki fáa samsýning, men bert fáa endurgoldið sínar ferðaútreiðslur í sambandi við virksemið í ráðnum. 8 fólk starvast í løtuni í umsitingini hjá Etiska ráðnum í Danmark. Í Noreg er Bioteknologinemda skipað við lov 1993-04-02 nr. 38: om framstilling av genmodifiserte organismer (Genteknologiloven) og lov 2003-12-05 nr. 100: om humanmedisinsk bruk av bioteknologi m.m. (Bioteknologiloven). Nevndin viðger spurningar viðvíkjandi medisinskari nýtslu av biotøkni við virðing fyri tí einstaka menniskjanum, mannarættindi og integriteti. Nevndin sigur í hesum sambandi m.a. sína áskoðan um manngjørda ísáðing, gransking av gitnum eggum, kloning, fostur-diagnostikk, ílegukanningar av føddum og íleguterapi. Nevndin viðger eisini spurningar viðvíkjandi framleiðslu og brúki av ílegutillagaðum verum, umframt framleiðslu av klonaðum djórum, soleiðis at hesi mál bæði etiskt og samfelagsliga verða viðgjørd á fullgóðan hátt og í samsvari við meginregluna um burðardygga menning, uttan heilsu- og umhvørvisligar avleiðingar. Nevndin sigur í hesum sambandi m.a. sína áskoðan um framleiðslu av klonaðum rygg- og krabbadjórum, og evnum/tilfari og vørum, sum eru gjørdar av ella innihalda ílegutillagaðar verur. Nevndin skapar eisini kjak og veitir upplýsing til almenningin og politikarar um økið. Nevndin virkar óheft av øðrum myndugleikum og hevur 21 limir og 8 eygleiðarar, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Norska Statsráðið (Statsrådet) setur nevndina, soleiðis at 12 limir og formaðurin verða persónliga valdir, meðan 8 limir verða valdir eftir tilmæli frá hesum feløgum: Felag teirra brekaðu, Landbúnaðarfelagnum, Fískarí- og Havbúnaðarfelagnum, Náttúruverndarfelagnum, Landsfelagnum, Vinnufelagnum og Menningargrunninum. Umframt limirnar í nevndini eru 8 observatørar umboðandi 8 ymisk málaráð. Bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað í nevndini. Umsitingin hjá Bioteknologinemda hevur upplýst Heilsu- og innlendismálaráðnum, at limirnir í nevndini sambært Statens Regulativ fáa ein ávísan tímasats sum samsýning fyri at sita í nevndini. Í umsitingini hjá Bioteknologinemda starvast í løtuni 7 fólk. Síða 4 av 16

Í Svøríki er etiska ráðið ikki skipað við lóg, men sambært einari stjórnaravgerð (regeringsbeslutning) frá 1985. Ráðið kallast Statens medecinsk-etiska råd (SMER) og viðger medisinskt etiskar spurningar í sambandi við bæði gransking og viðgerð, sum kunnu hugsast at hava týdning fyri menniskjaliga integritetin og ávirka virðingina fyri tí einstaka menniskjanum. Ráðið hevur eisini til uppgávu at skapa kjak og veita upplýsing um medisinskt etiskar spurningar í málum um gransking og viðgerð, vera bindilið millum vísind, fólkahugsan og politikarar og skapa dialog millum granskarar og politikarar. Ráðið viðger spurningar út frá einum breiðum samfelagshøpi. Ráðið hevur frælsi at viðgera teir spurningar, sum ráðið heldur eru týdningarmiklir. Tó skulu mál um javnrættindi hjá menniskjum og rættur til integritet fylla nógv í ráðnum. Dømi um mál, sum ráðið viðger eru: Spurningar um ísáðing uttanfyri menniskjakroppin, fosturdiagnostikk, ílegugransking og deyðshugtakið. Ráðið virkar óheft av øðrum myndugleikum. Ráðharrin, ið varðar av heilsumálum, setur 7 limir og ein formann í ráðið, eftir tilmæli frá politisku flokkunum í Svøríki. Limirnir eru bæði fakfólk og leikfólk. Ráðið kann innkalla onnur sakkøn eftir tørvi í sambandi við viðgerð av málum. Í løtuni eru 10 sakkøn knýtt at ráðnum: 4 serfrøðingar, ið eru tveir medisinskir siðfrøðingar (etikarar), ein psykiatari og ein viðvíkjandi eldraøkinum. Umframt eitt umboð fyri hvørt av hesum feløgum: Felag teirra brekaðu, Landslæknan, Læknafelagið, Tænastumenn og Sjúkrarøktarfelagið. Umsitingin hjá Statens medecinsk-etiska råd hevur upplýst Heilsu- og innlendismálaráðnum, at limirnir í ráðnum fáa eina samsýning á uml. 350 svenskar krónur pr. fund. Hetta sambært ásetingum í Komité-ersatningsforordningen. Í umsitingini starvast í løtuni 3 fólk. Ísland hevur ikki eitt etiskt ráð, men hevur í staðin eina Visindasiðanemd, sum hevur til høvuðsuppgávu at góðkenna medisinskar granskingarverkætlanir á sama hátt sum okkara Vísindasiðseminevnd. Umframt at hava hesa uppgávu, hevur nevndin eisini sum uppgávu at ráðgeva, skapa kjak og upplýsa um biomedisinskar granskingarverkætlanir í sambandi við menniskju. Í hesa nevnd velur ráðharrin, ið varðar av heilsumálum, 2 limir, harav minst ein er lækni, innlendismálaráðharrin velur ein lim, sum er løgfrøðingur, mentamálaráðharrin velur ein lim, ið sum oftast er skúlastjóri, universitetið (Institut for etik) velur ein lim, ið sum oftast er heimspekingur ella siðfrøðingur (etikari). Harumframt velur landslæknin 2 limir, har annar er sjúkrarøktarfrøðingur og hin er lækni. Eisini í Finnlandi er skipan við einari etiskari nevnd. Etiska nevndin er skipað við kunngerð frá 2009 og rópast Riksomfattande etiska delegationen inom social- och hälsovården (ETENE). Uppgávan hjá nevndini er at viðgera prinsipiellar etiskar spurningar innan almanna- og heilsuøkið, umframt etiskar spurningar, sum viðvíkja rættindum hjá sjúklingum og klientum, og at gera tilmælir hesum viðvíkjandi. Í Finnlandi verður lagt upp til, at ETENE eisini setur sjóneykuna á etisk viðurskifti og vekir samfelagskjak við frágreiðingum, tiltøkum og kunning um aktuellar etiskar spurningar bæði innan- og uttanlands. Í ETENE sita ein formaður, ein næstformaður og í mesta lagi 18 aðrir limir og varalimir. Tað er finska Statsráðið, sum tilnevnir formann, næstformann, limir og varalimir. Tey sum vald verða, skulu hava innlit í etiskar spurningar innan almanna- og heilsuøkið og skulu umboða tær fatanir, sum eru ráðandi millum bæði tey, ið lata tænastur og tey, ið fáa tænastur á almanna- og heilsuøkinum. Eisini skal løgfrøðiligur kennskapur til økið verða umboðaður, eins og gransking innan almanna- og heilsuøkið og innan etisku spurningarnar á økinum skulu verða umboðaðir í nevndini. Í minsta lagi fýra av limunum skulu sita i parlamentinum. Limirnir verða settir fyri fýra ár í senn. Sambært fyriskipanini er eingin serlig samsýning til limirnar, sum tó fáa endurgoldið møguligar ferðaútreiðslur í sambandi við fundirnar. Síða 5 av 16

1.4. Samandráttur og nýskipanin við uppskotinum Sambært hesum lógaruppskoti, hevur Etiska ráðið skyldu til at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniliga økinum. Uppgávan hjá Etiska ráðnum er at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni. Skotið verður upp, at Etiska ráðið harumframt skal viðgera almennar og meginregluligar etiskar spurningar á heilsuøkinum og spurningar, ið snúgva seg um lívfrøðiliga-medisinska gransking í menniskjum. Ráðið skal í sínum virki arbeiða við virðing fyri tign og friðhalgu menniskjans (integritetur) og hjá komandi ættarliðum, og eisini við virðing fyri náttúru og umhvørvi. Etiskir spurningar um nýtslu av bio- og ílegutøkni, sum hevur ávirkan á eitt nú umhvørvið og náttúruna, eru í fyrstu syftu ikki partur av virkisøkinum hjá Etiska ráðnum. Mett verður, at virkisøkið hjá Etiska ráðnum verður ov breitt, um hesir spurningar eisini skulu vera partur av virksemi ráðsins. Etiska ráðið letur úr hondum minst eina frágreiðing um árið. Tað er týdningarmikið at undirstrika, at ráðið er óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, sum ráðið tekur til viðgerðar innan lógarásettu karmarnar. Ráðið kann eisini velja at taka mál til viðgerðar, sum borgarar gera vart við. Harumframt er ætlanin, at Etiska ráðið skipar fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum fyri at varpa ljós á aktuellar etiskar spurningar. Ráðið kann til dømis savna saman tilfar og kunna um etiskar spurningar við føroyskum áhuga, sum okkara grannalond hava viðgjørt. Á hendan hátt kann Etiska ráðið virka sum eitt týðandi bindilið millum vísindi, almennar myndugleikar og fólkahugsan. Virkisøkið hjá Etiska ráðnum Virkisøkið hjá Etiska ráðnum er, sum omanfyri nevnt, teir etisku spurningar, sum knýta seg til gransking í og nýtslu av lív- og ílegutøkni, sum viðvíkja menniskjum. Dømi um mál, sum Etiska ráðið kann taka upp, eru granskingarverkætlanir viðvíkjandi nøringartøkni, fosturdiagnostikki ella brúki av gitnum menniskjaeggum og fostrum. Virkisøkið fevnir somuleiðis um etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsuøkið og lívfrøðiliga-medisinska gransking viðvíkjandi menniskjanum. Etiskir spurningar í hesum høpi kunnu vera t.d. sjúklingarættarligir spurningar, sum íkoma í sambandi millum lækna og sjúkling, etiskir spurningar í sambandi við viðgerð av og umsorgan fyri doyggjandi, etiskir spurningar um, nær lívið byrjar, og eisini spurningar í mun til at býta tilfeingið á heilsuøkinum rættvíst. Skipan av Etiska ráðnum Etiska ráðið er óheft. Etiska ráðið verður mannað við níggju ráðslimum, ið verða settir fyri fýra ár í senn. Sambært uppskotinum setur landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum ráðið eftir hesum reglum: Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi. Tey, ið verða tilnevnd í Etiska ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Landsstýrismaðurin í heilsu- og Síða 6 av 16

innlendismálum skal tryggja, at bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað, og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir í ráðnum. Løgtingslimir og kommunustýrislimir kunnu ikki sita í ráðnum. Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at starvsfólk verður sett at taka sær av dagligu umsitingini hjá Etiska ráðnum. Starvsfólk verða sett eftir tilmæli frá formanni ráðsins. Uppgávan hjá umsitingini hjá Etiska ráðnum verður eisini at fyrireika fundir, ráðstevnur og frágreiðingar hjá ráðnum. Fyri at kunna seta seg inn í og viðgera tey evni, ið Etiska ráðið tekur upp og fyri at kunna skriva frágreiðingar, fyrireika ráðstevnur v.m., verður mett, at tað er neyðugt, at starvsfólkið hjá Etiska ráðnum hevur útbúgving frá hægri lærustovni. Landsstýrismaðurin metir tað vera ynskiligt, at Etiska ráðið samstarvar við onnur líknandi ráð, t.d. Sjúkrarøktaretiska ráðið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Siðafrøðinevndina hjá Føroyskum Sálarfrøðingum. Ætlanin er, at lógin skal endurskoðast um nøkur ár, møguliga tá ið eitt skeið hjá Etiska ráðnum er farið. Hetta fyri at kanna og endurskoða, um ráðið viðvíkjandi uppgávum og samanseting virkar á nøktandi hátt, ella um broytingar eiga at verða gjørdar. 1.5. Ummæli Hesi hava fingið lógaruppskotið til hoyringar: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús, Sjúklingaráðið, Vísindasiðseminevndin, Fíggjarmálaráðið, Almannamálaráðið, Mentamálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið, Heilsutrygd, Talgilda heilsuskipanin THS, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Ílegusavnið, Gigni - Heilsufrøði til børn og ung, Fólkaheilsuráðið, Landsapotekarin, Læknafelag Føroya, Felagið fyri Yngri læknar, Serlæknafelagið, Føroya Kommunulæknafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Tannlæknafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Heilsurøktarafelagið, Tannrøktarafelagið, Radiografar, Føroyskir Sálarfrøðingar, Føroya biskupur, Prestafelag Føroya, Róland í Skorini, studentaskúlalærari, Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrarøktaretiska ráðið, Landslæknin, Granskingarráðið, Umhvørvisstovan, Landsdjóralæknin, Djóraverndarfelagið, Havstovan, Almannaverkið, Krabbameinsfelagið, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, Samtak, Føroya Provita, Magistarafelagið, Ráðið fyri brekað, Kommunufelagið og Kirkjuliga Heimamissiónin. Feløgini í Samtak mæla til, at ráðið hevur fleiri enn 7 umboð, umboðanin tykist ov avmarkað. Víst verður á, at umboðanin í etiskum ráðum í grannalondum okkara er munandi størri og breiðari. Til hetta er at siga, at landsstýrismaðurin hevur víðkað um talið í ráðnum til 9 limir. Almannamálaráðið fegnast um, at sett verður á stovn eitt Etiskt ráð at veita ráðgeving í etiskum spurningum á heilsuøkinum. Almannamálaráðið mælir til, at kommunurnar, ið veita tænastur á eldraøkinum, eiga at verða nevndar í serligu viðmerkingunum til 3. Ráðið vísir eisini á, at hóast virkisøkið hjá Etiska ráðnum eisini fevnir um málsøkið hjá Almannamálaráðnum og kommununum, hava hvørki Almannamálaráðið ella kommunurnar Síða 7 av 16

ein tilmælandi leiklut í mun til at tilnevna limir í Etiska ráðið. Ráðið vísir harumframt á, at átrúnaður eigur at verða positivt nevdur í 6, stk. 3 í lógini. Ráðið viðmerkir, at 265.000 kr. røkka ikki til eitt starvsfólk frá hægri lærustovni, og tí eigur at verða nevnt í viðmerkingunum, at talan verður um at seta starvsfólk í starv niðursetta tíð. arnar hjá Almannamálaráðnum eru partvíst tiknar til eftirtektar í lógaruppskotinum, soleiðis at kommunurnar verða nevndar í serligu viðmerkingunum til 3, og at nevnt verður í almennu viðmerkingunum, at talan í fyrstu atløgu verður um at seta starvsfólk í niðursetta tíð. Almannamálaráðið mælir til, at átrúnaður verður positivt nevndur í 6, stk. 3 í lógaruppskotinum. Í 6, stk. 3 stendur: innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Mett verður, at átrúnaður kemur undir hesa orðing, soleiðis at Etiska ráðið eisini kann viðgera spurningar viðv. átrúnaði. Í serligu viðmerkingunum til 6, stk. 3 verður greitt frá, at átrúnaður er partur av virki ráðsins. Landsstýrismaðurin hevur tikið viðmerkingarnar frá Almannamálaráðnum til eftirtektar soleiðis, at virksemið hjá ráðnum verður víðkað til eisini at fevna um heilsufakliga virksemið bæði á sjúkrahús- og almannaøkinum, umframt í kommunala geiranum, og at etiska ráðið verður víðkað til at fevna um 9 limir, har landsstýrismaðurin í almannamálum tilmælir ein lim og Kommunufelagið tilmælir ein lim. Almannaverkið vísir á viðmerkingarnar, sum Almannaverkið hevði til fyrra lógaruppskotið, ið varð sent Heilsumálaráðnum tann 30. januar 2014. Flestu av hesum viðmerkingum eru tiknar til eftirtektar í núverandi lógaruppskoti. Av teimum viðmerkingum, sum ikki vórðu tiknar til eftirtektar tá var, at Almannaverkið tá vísti á, at umboð fyri sosiala vísind og samfelagsvísind áttu at verið umboðað í ráðnum. Mælt varð tá til, at sosial- og samfelagsvísind skuldi verða nevnt í 6 í lógaruppskotinum og mælt varð til, at tey, ið skuldu tilnevnast í ráðið, eisini skuldu hava innlit í sosial viðurskifti. Annars helt Almannaverkið, at tað var frálíkt, at stig vórðu tikin til at skipa eitt Etiskt Ráð. Ongir starvsbólkar verða nevndir í fyriliggjandi lógarteksti. Ongir starvsbólkar eru nevndir í lógartekstinum. in er tikin til eftirtektar soleiðis, at umboð fyri sosial- og samfelagsvísind, umframt innlit í sosial viðurskifti verða nevnd sum dømi í serligu viðmerkingunum til 6. Granskingarráðið tekur undir við hugsanini um Etiskt ráð. Granskingarráðið fegnast um, at fleiri av viðmerkingunum, sum tey høvdu, tá ið fyrra lógaruppskotið var til hoyringar, eru tiknar til eftirtektar í hesum lógaruppskotinum. Granskingarráðið fegnast serliga um, at politisku flokkarnir, sum hava umboð á Løgtingi, skulu mæla til tríggjar limir, so øll politiska skipanin fær ávirkan á valið, ikki bert sitandi samgonga. Granskingarráðið metir, at tað í størstan mun eiga at sita fakfólk í Etiska ráðnum. Mælt verður til, at tað í 6, stk. 2-6 verður tryggjað, at Heilsu- og innlendismálaráðið hevur møguleika at samanseta nevndina við fjølbroyttum førleikum. Tað kundi verið gjørt við, at partarnir, sum mæla til limir, skulu koma við fleiri uppskotum, enn tað er tørvur á, so tað eru fleiri uppskot at velja ímillum. Alternativið kundi verið, at tað ber til hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum at venda aftur til tey sum tilmæla, um at koma við fleiri uppskotum, fyri at kunna tryggja nóg fjølbroytta samanseting. Eitt annað, Síða 8 av 16

sum kundi verið umhugsað er at tryggja, at limir ikki samstundis eru í líknandi ráðnum ella sessum í øðrum høpi, eitt nú í fakfeløgum ella á stovnum. Landsstýrismaðurin tekur undir við Granskingarráðnum, at ráðið eigur at verða sett við fjølbroyttum førleikum. Granskingarráðið metir, at fakfólk skulu sita í ráðnum. Møguliga er her talan um eina misskiljing. Sambært viðmerkingunum til 6 verður hugsað um fakfólk, tá ið talan er um fólk, ið starvast innan økið, t.d. granskarar á økinum. Tá ið talan er um leikfólk verður hugsað um fólk við aðrari útbúgving, t.d. lærarar, prestar, akademikarar v.m. 6, stk. 5 í lógaruppskotinum er nú broytt, soleiðis at orðini: bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað í ráðnum eru tikin burturúr lógartekstinum. Krabbameinsfelagið fegnast um, at Etiskt ráð verður sett á stovn. Felagið metir, at eitt slíkt ráð fer at skapa umhugsni og fer at seta etisk evnir meira í miðdepilin. Eisini fer tað at skapa størri vitan, og verður við til at menna eitt størri og betri kjak um hesi evnir. Heilsutrygd fegnast um, at stig verða tikin til at seta á stovn eitt etiskt ráð í Føroyum. Í viðmerkingunum á síðu 11 verður víst til, at bæði fakfólk og leikfólk skulu lúka treytirnar í lógarinnar 1, stk. 3. Í lógaruppskotinum hevur 1 bara 2 stk., men Heilsutrygd væntar, at víst verður til 6, stk. 3. Tað er rætt, at víst verður til 6, stk. 3. Mælt verður til, at teksturin verður rættaður til eftir viðmerkingunum frá Heilsutrygd. Lógarteksturin er rættaður til eftir viðmerkingunum hjá Heilsutrygd. Gigni hevur boðað frá, at Gigni ongar viðmerkingar hevur til uppskotið. Fiskimálaráðið hevur ikki viðmerkingar til uppskotið. Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fegnast um, at lógaruppskot er komið um at fáa sett eitt Etiskt ráð í Føroyum. Felagið harmast tó um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki verður nevnt í 6, stk. 2 í lógaruppskotinum. Felagið hevur ta greiðu fatan, at felagið eigur at hava lógartryggjaða umboðan í Etiska ráðnum. Ongir starvsbólkar verða nevndir í hesum lógaruppskoti. in er tikin til eftirtektar soleiðis, at sjúkrarøktarfrøðingar verða nevndir sum dømi í serligu viðmerkingunum til 6. Føroyskir sálarfrøðingar fegnast um uppskotið. Felagið hevur tó ávísar viðmerkingar til lógaruppskotið. Felagið mælir til, at 3, stk. 2 verður víðkað, soleiðis at tað kemur at standa:... og etiskar spurningar um lívfrøðiliga, medisinska og sálarfrøðiliga gransking viðvíkjandi menniskjum. Felagið fegnast um, at tað nú, í mun til fyrra lógaruppskotið, í viðmerkingunum til 3 stendur: við heilsuøkið verður hugsað um økið, har medisinsk viðgerð ella onnur heilsufrøðilig viðgerð verður veitt, undir hesum eisini sálarfrøðilig viðgerð. Felagið væntar tí, at teirra Siðfrøðinevnd verður ein natúrligur partur av teimum tiltøkum, sum Etiska ráðið setur í verk. Í viðmerkingunum til 7 á s. 11 verða ávísir fakbólkar, t.d. læknar, tiknir fram um aðrar. Hetta metir felagið ikki vera rætt. Um fakbólkar skulu nevnast her, eigur ein serkønur í siðafrøði at fáa sjálvskrivað sæti í Etiska ráðnum. Felagið heldur eisini, at tað er óheppið, at politisku flokkarnir á Løgtingi skulu velja limir í ráðið, tí tá verður ivamál um, hvørt ráðið er óheft. Harumframt metir felagið, at tað eigur at vera eitt fakfólk, ið er formaður í ráðnum. Síða 9 av 16

Ongir starvsbólkar eru nevndir í lógartekstinum. in er tikin til eftirtektar soleiðis, at sálarfrøðingar verða nevndir sum dømi í serligu viðmerkingunum til 6. Felagið mælir til, at sálarfrøðilig gransking verður skoytt uppí 3. Mett verður, at sálarfrøðilig gransking kann verða partur av lívfrøðiligari, medisinskari gransking. Hesin parturin av sálarfrøðiligari gransking verður fevndur av 3. Hetta verður nágreinað í serligu viðmerkingunum til 3. Tannlæknafelagið hevur onga viðmerking til hoyringsskrivið um Etiskt ráð. Ílegusavnið fegnast um uppskotið og hevur annars ikki viðmerkingar til uppskotið. Fíggjarmálaráðið boðar frá, at ráðið ongar viðmerkingar hevur til uppskotið. Klaksvíkar sjúkrahús boðar frá, at sjúkrahúsið ikki hevur viðmerkingar til uppskotið. Vísindasiðseminevndin viðmerkir, at tað hevði verið betri, um onnur heilsufeløg enn læknar og sjúkrarøktarfrøðingar peika á limir í Etiska ráðið. Nevndin setur spurnartekin við, um Etiska ráðið verður politiskt sett, soleiðis at skilja, at landsstýrismenninir, sum seta ráðið, jú umboða politisku flokkarnar, sum sita við valdið, samstundis sum valið til Etiska ráðið fer fram. Eisini metir nevndin, at 7 limir í eitt Etiskt ráð í Føroyum er nakað nógv, um vit sammeta okkum við Danmark, sum hevur 17 limir. Í hesum lógaruppskoti eru tað ikki heilsufeløg, ið mæla til limir í ráðið. Tað eru landsstýrisfólkini, ið tilmæla og seta limir í ráðið. Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at víðka talið av limum í ráðnum til 9 limir, soleiðis at ráðið hevur breiðari umboðan av ymiskum fakbólkum í ráðnum. Kirkjuliga Heimamissiónin metir, at tað er eitt framstig, at eitt Etiskt ráð verður sett á stovn. Heimamissiónin viðmerkir annars, at lutfalsliga lága limatalið og avmarkingin fyri leikfólk tilsamans kunnu gera, at Etiska ráðið verður ov snævurt samansett, og at kjakið tí kann verða merkt av tí. Mælt verður til eitt hægri tal av limum, har leikfólk eisini eru væl umboðað. Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at víðka um talið av limum í ráðnum til 9 limir, soleiðis at ráðið hevur breiðari umboðan av ymiskum fakbólkum í ráðnum, og at Almannamálaráðið og kommunurnar tilmæla ein lim í part í ráðið. Kommunufelagið tekur fult undir við, at felagið velur ein lim í Etiska ráðið. Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum: 2.1. Fíggjarligar avleiðingar Mettu fíggjarligu útreiðslurnar av hesum lógaruppskoti eru umleið 559.000 krónur tilsamans í 2018. Í 2017 verður farið undir at velja limir í ráðið og farið verður undir at seta starvsfólk til Síða 10 av 16

skrivstovuna til at byrja 1. januar 2018. Mett verður ikki, at hetta hevur eyka útreiðslur við sær í 2017. Ætlanin er, at Etiska ráðið skal hava eina skrivstovu við starvsfólki, ið kann greina, savna inn tilfar, skipa fyri kunningarátøkum og tiltøkum og skriva frágreiðingar í samstarvi við ráðið. Mett verður, at útreiðslurnar til Etiska ráðið og skrivstovuhaldið tilsamans verður umleið 560.000 krónur árliga. Útreiðslurnar fevna um samsýning, fundarpening, løn til starvsfólk við útbúgving frá hægri lærustovni og skrivstovuhald annars. Uppskotið leggur upp til, at í Etiska ráðnum verða 9 limir við formanni. Ráðslimir fáa fundarpening og formaðurin kann fáa serliga samsýning, sum skal góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Samlaða játtanin til Etiska ráðið kann býtast á leið soleiðis: umleið 138 túsund kr. til ráðslimir og ferðing, umleið 265 túsund kr. til starvsfólk í heilt ella tíðaravmarkað starv til skrivstovuna, umleið 60 túsund kr. til vanligt skrivstovuhald og umleið 96 túsund kr. til ráðstevnur, evnisdagar og kunningarátøk. 2.2. Umsitingarligar avleiðingar Umsitingarliga avleiðingin av at seta Etiskt ráð á stovn er, at 9 limir verða settir í ráðið og skrivstova verður skipað við vanligum skrivstovuhaldi. Í fyrstu atløgu verður sett eitt starvsfólk í heilt ella tíðaravmarkað starv til skrivstovuna. 2.3. Avleiðingar fyri vinnuna Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyri vinnuna. 2.4. Umhvørvisligar avleiðingar Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar. 2.5. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. 2.6. Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. 2.7. Millumtjóðasáttmálar á økinum Lógaruppskotið er ikki tengt at millumtjóðasáttmálum, sum Føroyar hava skyldu at fylgja. Lógaruppskotið fær ikki fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar ella aðrar avleiðingar við atliti at millumtjóða samstarvi Føroya. 2.8. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar Mett verður ikki, at uppskotið er í ósamsvari við tvørgangandi millumtjóðasáttmálar, harundir Evropeiska mannarættindasáttmálan ella Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. 2.9. Marknaforðingar Uppskotið elvir ikki til marknaforðingar. Yvirlit yvir avleiðingarnar av uppskotinum - Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Síða 11 av 16

Fyri landið/ landsmyndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar Umhvørvisligar avleiðingar Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Sosialar avleiðingar Ja Nei Nei Nei Nei Ja Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Kapittul 3. Serligar viðmerkingar Til 1 Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsu-, almanna- og kommunala økinum í Føroyum. Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í omanfyrinevndu etisku spurningum. Ráðið verður við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum. Etiska ráðið eigur at binda saman vísindi, fólkahugsan og almennar myndugleikar, og eigur í sínum virki at leggja dent á virðingina fyri tign og friðhalgu menniskjans, virðing fyri komandi ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi. Við tign og friðhalgu menniskjans verður hugsað um integritetin hjá einstaka menniskjanum. Etiska ráðið eigur at leggja dent á virðing fyri menniskjans íbornu eginleikum. Etiskir spurningar viðvíkjandi náttúru og umhvørvi, djórum og gransking í djórum er í fyrsta syftu ikki partur av virkisøkinum hjá Etiska ráðnum. Mett verður, at virkisøkið hjá Etiska ráðnum verður ov breitt, um hesir spurningar eisini skulu verða partur av virkisøki ráðsins. Til 2 Etiska ráðið er eitt óheft ráð. Hetta merkir, at ráðið innanfyri lógarinnar karmar er óheft av ávirkan uttanífrá, tá ið ráðið skal ráðgeva, lata frá sær frágreiðingar, skipa fyri kunnandi tiltøkum og ráðstevnum v.m. Tað er sostatt ráðið sjálvt, sum tekur avgerð um, hvørji evni ráðið skal viðgera, innihaldið í frágreiðingum og raðfestingum sínum v.m. Síða 12 av 16

Tað er tó møguligt hjá borgarum og almennum myndugleikum at gera Etiska ráðið varugt við viðurskifti, sum ráðið átti at tikið upp, ella mæla ráðnum til at viðgera ávís evni, men tað er undir øllum umstøðum Etiska ráðið sjálvt, sum tekur støðu til, um ráðið ynskir at taka hesi mál til viðgerðar, og hvussu hesi mál verða raðfest í samlaða virkseminum hjá ráðnum v.m. Til 3 Uppgávan hjá ráðnum er at eygleiða gongdina í samfelagnum og av egnum ávum taka til viðgerðar almennar, og fyri samfelagið, prinsipiellar etiskar spurningar, um gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøknifrøði (ella bio- og genteknologi), sum hava ávirkan á menniskju. Dømi um mál, sum Etiska ráðið kann taka upp á heilsuøkinum eru: granskingarverkætlanir viðvíkjandi nøringartøkni, fosturdiagnostikk ella brúk av gitnum menniskjaeggum, fosturannleggum og fostrum. Umframt hetta kann ráðið taka til viðgerðar aðrar almennar og meginregluligar (ella prinsipiellar) etiskar spurningar um heilsufakligt virksemi innan heilsu-, almanna- og kommunaløkið, umframt etiskar spurningar viðvíkjandi lívfrøðiligarimedisinskari gransking í menniskjum. Við hesum verður serliga hugsað um etiskar spurningar í sambandi við viðgerð innan heilsuøkið, og um aðra medisinska gransking enn gransking sambært stk. 1, undir hesum brúk av nýggjum viðgerðarhættum, nýggjari diagnostiskari tøkni, nýggjari medisinskari tøkni, sálarfrøðiligari gransking ella viðgerð av psykiatriskum sjúklingum. Etiskir spurningar í hesum høpi kunnu eisini vera t.d. sjúklingarættarligir spurningar, sum íkoma í sambandi millum lækna og sjúkling, etiskir spurningar í sambandi við viðgerð av og umsorgan fyri doyggjandi, etiskir spurningar um, nær lívið byrjar, og spurningar í mun til at býta tilfeingið á heilsuøkinum rættvíst. Við heilsufakligt virksemi verður hugsað um økið, har heilsustarvsfólk starvast og har medisinsk viðgerð ella onnur heilsufrøðilig viðgerð verður veitt, undir hesum eisini sálarfrøðilig viðgerð. Tað vil siga, bæði heilsuverkið og stovnar innan almannaverkið og í kommunala geiranum, herundir heimarøkt og røktarheim, har heilsustarvsfólk starvast og veita medisinska ella aðra heilsufrøðiliga viðgerð. Í sínum virki tekur ráðið mál upp av sínum eintingum, sum ráðið metir hava almennan og prinsipellan etiskan týdning í samfelagnum. Til 4 Etiska ráðið ráðgevur Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum. Ráðini eru ikki løgfrøðiliga bindandi, men eru viðvirkandi til, at myndugleikar fáa sakliga ráðgeving í etiskum málum. Við almennar myndugleikar er at skilja almennar umsitingareindir, sum fremja lógarútinnandi virksemi hjá landi ella kommunum. Sum dømi um almennar myndugleikar eru aðalráðini, stovnar undir landsstýrinum og eftirlitsmyndugleikar, kommunur og stovnar undir kommunum. Ein týdningarmikil uppgáva hjá Etiska ráðnum er at upplýsa og taka til umrøðu ella skapa kjak um etisk mál á heilsuøkinum. Hetta soleiðis, at føroyingar kunnu fáa eina breiðari vitan um etisk mál og samstundis gerast førir fyri at taka støðu í etiskum spurningum umvegis kjak, sum Etiska ráðið skapar. Síða 13 av 16

Dømi um uppgávur í mun til hesa grein er t.d., at ráðið skipar fyri ráðstevnum og kjakfundum um etiskar spurningar og luttekur í kjaki í fjølmiðlunum. Eisini kann ráðið savna inn tilfar frá etiskum ráðum í londum kring okkum, soleiðis at tilfarið kann umrøðast í miðlum og aðrastaðni, út frá einum føroyskum sjónarmiði. Tað er ikki eitt krav, at Etiska ráðið skal vera samt í sínum niðurstøðum. Tað, at ráðið ikki er samt, kann júst skapa tað fakliga kjakið í samfelagnum, sum tørvur er á. Til 5 Etiska ráðið skal lata úr hondum í minsta lagi eina frágreiðing um árið við støði í 3 í hesi lóg. Tað vil siga eina frágreiðing innan uppgávuøkið í 3. T.d. kann ráðið lata úr hondum frágreiðing um etiskar spurningar viðvíkjandi gransking í og nýtslu av lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið. Umframt hetta kann ráðið gera aðrar frágreiðingar, temafrágreiðingar o.a. í málum, um orka er til tess. Til 6 Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir. Mett verður ikki, at tað er neyðugt at seta varalimir í ráðið. Við orðið: tilnevnir í hesi grein er at skilja, at landsstýrismaður tilnevnir, vísir á ella útpeikar lim í ráðið. Við orðið: tilmæli er at skilja, at landsstýrismaður eftir tilmæli ella tilráðing frá ávísum stovni tilnevnir lim í ráðið. Ímeðan onnur landsstýrisfólk hava heimild at gera tilmæli til limir í ráðið, hevur landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum sambært hesum lógaruppskoti fingið heimildina at seta ráðið. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum setur ráðið soleiðis: Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum. Hugsað verður um, at landsstýrismaðurin tilnevnir ein persón, ið hevur innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, herundir átrúnaðarlig og sosial viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki, sum hevur royndir í at seta etisk viðurskifti á dagsskránna og at úttala seg um etisk viðurskifti. Landsstýrismaðurin tilnevnir harumframt ein lim. Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og viðgerð innan heilsuøkið. Mett verður, at tað er neyðugt at hava eitt heilsustarvsfólk við læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum. Landsstýrismaðurin í almannamálum mælir til ein lim í ráðið. Hugsað verður um, at hesin limur hevur kunnleika innan heilsufakligt virksemi á almannaøkinum og/ella sosial- og samfelagsvísind á almannaøkinum. Kommunufelagið mælir til ein lim í ráðið. Hugsað verður um, at hesin limur hevur kunnleika innan heilsufakligt virksemi innan kommunala geiran, herundir á eldraøkinum. Síða 14 av 16

Landsstýrismaðurin í vinnumálum mælir til ein lim í ráðið. Hugsað verður um, at hesin limur hevur kunnleika til granskingarøkið. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum mælir til ein lim í ráðið. Hugsað verður um, at hesin limur er prestur. Politisku flokkarnir, ið hava umboðan á Løgtingi, tilmæla tríggjar limir í ráðið. Tey, ið verða vald í Etiska ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, herundir átrúnaðarlig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Limir í ráðnum skulu ikki sita á Løgtingi ella í kommunustýri. Tá ið landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum setur ráðið, skal hann tryggja, at ráðið verður samansett við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum, og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað í ráðnum. Til ber at fáa eina fjølbroytta umboðan av førleikum í ráðið, og at partarnir, sum mæla til limir, koma við fleiri uppskotum, enn tað er tørvur á, soleiðis at landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum hevur fleiri uppskot at velja ímillum. Við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum verður hugsað um eitt nú granskarar á heilsuøkinum, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk. Eisini verður hugsað um aðrar útbúgvingar, eitt nú lærarar, skipsførarar, prestar, filosoffar, samfelagsfrøðingar, akademikarar, ið hava innlit í etisk, mentanarlig-, átrúnaðarlig-, samfelagslig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki, og sum hava luttikið alment í kjakinum viðvíkjandi etiskum spurningum. Limir skulu lúka treytirnar í lógarinnar 6, stk. 3. Viðvíkjandi umboðan av báðum kynum, verður tó lógarfest, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum verða umboðað. Um landsstýrismaðurin ikki fær sett umleið eins nógvar limir av báðum kynum ella ikki fær ráðið samansett við nóg fjølbroyttum førleikum, ber til hjá landsstýrismanninum, við heimild í 6, stk. 4, at venda sær aftur til tey, ið skulu tilmæla limir í ráðið, við umbøn um, at limur verður tilmæltur, soleiðis at hesin trupulleiki kann verða loystur. Viðvíkjandi afturvali av ráðslimum verður skotin upp ein rotatiónsskipan, sum tryggjar, at ikki øll manningin fer frá ella ikki verður afturvald í senn. Hetta fyri at tryggja framhaldni í arbeiðinum hjá ráðnum. Tí verður skotið upp, at 4. hvørt ár, tá limir skulu setast ella setast av nýggjum í ráðið, skulu í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Limir í ráðnum kunnu verða settir av nýggjum eina ferð, t.v.s. at til ber hjá limum at sita í ráðnum 8 ár út í eitt. Ráðið ásetur sína egnu fundarskipan. Til 7 Limirnir fáa fundar- og ferðapening sambært galdandi reglum landsins. Í løtuni eru hesar reglur ásettar í umfarsskrivi um nevndarsamsýningar, dagfest 10. januar 1983. Umfarsskrivið er at Síða 15 av 16

finna á heimasíðuni hjá Lønardeildini undir Fíggjarmálaráðnum. Taksturin fyri fundarpening er eisini at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum. Serlig avtala kann gerast um samsýning til formannin í ráðnum. Slík avtala skal sambært omanfyristandandi umfarsskrivi góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Til 8 Áseting um gildiskomu. Ætlanin er at fara í holt við tilgongdina at seta Etiska ráðið 1. september 2017. Tá ið ráðið er sett, skal søkjast eftir starvsfólki til skrivstovuna hjá ráðnum. Miðað verður ímóti, at Etiska ráðið við skrivstovu kemur at virka sambært lóggávuni pr. 1. januar 2018. Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. februar 2017 Sirið Stenberg landsstýrismaður / Turid Arge Fylgiskjøl: 1. Samtak 2. Føroya Tannlæknafelag 3. Almannamálaráðnum 4. Almannaverkinum 5. Granskingarráðnum 6. Krabbameinsfelagnum 7. Heilsutrygd 8. Gigni Heilsufrøði til børn og ung 9. Fiskimálaráðnum 10. Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar 11. Føroyskum Sálarfrøðingum 12. Ílegusavninum 13. Fíggjarmálaráðnum 14. Klaksvíkar sjúkrahúsi 15. Vísindasiðseminevnd 16. Kirkjuliga Heimamissiónini 17. Kommunufelagnum Síða 16 av 16